mánadagur 21. mars 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
UMMÆLI
High School Musical
Frits Johannesen
Tað tóma
rúmið
Grør um gangandi
fót. Øll hava eina
ferð gingið í skúla
og hava mangar
søgur frá hesi tíð,
sum av og á stinga
seg upp í sinnið. Tú kanska brosar,
tá ið hugsað verður um okkurt
spæl í skúlagarðinum, á gongini,
sum hevði okkurt sjáldsamt við
sær, har kroppur, sál og orð merktu
tín verumáta og tína atferð. Hetta
var í tí tóma rúminum. Hvønn dag,
skuldu vit seta okkara spor, hæl
koytur í okkara lívssæla spæl. Tá
ið so lærarin kom, ja, so mátti verða
friður. Høvdu vit kunnað flutt hetta
spæl yvir á ein pall í einum leiki, so
hevði hetta gagnað næmingunum,
flokkinum, foreldrunum, skúlanum
og bygdini á ein annan hátt, har
ótryggleikin í tí tóma rúminum
varð munandi skerdur. Sjálvsálitið
hevði fingið eina aðra gongd. Spæl
ið helt sjálvandi fram eftir skúlatíð
í býlingum t. d. húsanna millum frá
fjall til fjøru.
Kanska er tað okkum í kjøtinum
borið at verða ótrygg , tá ið vit ikki
hava okkurt t. d. eitt skýli, ein garð,
vegg á ein ella annan hátt at hella
okkum til. Vit eru kanska øll eitt
sindur fjalin og vilja goyma okkum.
Hetta sæst væl, tá ið komið verður í
eina høll, ein sal, í eina kirkju, at vit
fara ikki á fremstu brík, men leita
okkum heldur eitt sindur aftantil
í hesum rúmum, so vit ikki so væl
koma til sjóndar.
Tað er altíð spennandi at síggja
børn fara á leikpall og royna síni
evni. Er hetta í skúlatíðini, verður
hetta seint gloymt. Lukkutíð, kem
ur hetta fram til jóla í flestu skúlum,
at børn spæla onkran lítlan jólaleik,
sum foreldur, børn, lærarar, abbar
og ommur kunnu frøast yvir. Hetta
er gleðiligt.
Tey skapandi evnini skulu ikki
forsmáast. Sjálvandi koma tey til
sín rætt í teimum skapandi læru
greinunum t. d. myndlist, sangi
og tónleiki, men tað skal ein orka,
kunning og vegleiðing til fyri at
fáa hetta at bera til. Havi sagt
tað áður um skúlan og hansara
virki, at minsta mark er lóggávan,
kunngerðirnar og lesiætlan. Afturat
koma allar tær óskrivaðu lógirnar,
sum krevst av næmingunum t. d.,
meðan teir eru í skúla, sum eru
ymiskar frá lærara til lærara og frá
skúla til skúla. Seta vit ikki skorðar
undir tí listaliga, teimum skapandi
lærugreinunum, so fá vit ein lív
leysan skúla.
Bukka fyri mær
Tað var eitt stórt lop, tá ið børnini
komu í skúla og fóru í fyrsta flokk,
so smæðin tey vóru. Heimið var
eitt lítið umhvørvi, og so koma inn
um skúlans gátt, har ein rúgva av
næmingum reikaðu aftur og fram.
Tey vóru still, friðsæl og brúktu
eygað og oyrað at lata umhvørvið í,
so tað passaði til teirra barnaverð.
Hetta gekk fyri seg á ein friðarligan
hátt uttan nakra innskúling. Nú er
so alt blivið øðrvísi, tí nú fara tey í
barnagarð og kanska forskúla við,
áðrenn tey trína inn um skúlans
gátt. Nú er broytingin ikki so stór,
sum áður í tíðini, ta ið komið verður
inn um gáttina í skúlastovuni.
Hugsaði mangan, ta seinastu
tíðina eg undirvísti, tá ið tey smáu,
sum komu úr barnagarðinum í
skúlan, at tað smædna var farið,
og kendist teirra innrás í skúlan
eins og boðskapurin var: “Bukka
fyri mær, her komið eg!” Einki ilt
um tað. Tíðin broytist. Fólkaskúlin
er væl fyri. Ja, ja bukka fyri mær...
tað munnu mong hugsa, at børnini
skulu lyftast og lættast, so tey hava
tað gott í skúlanum. Tað eru mangir
vegir, sum farast kunnu um. Í øllum
lærugreinum kunnu vit leggja okk
ara skapandi evni inn í hesa mynd,
men kanska kemur hetta best til
sjóndar í teimum skapandi læru-
greinunum, og ikki at tala um, tá ið
ein sangleikur er á breddanum, og
tey skulu royna sítt kynstur. – Ja, tá
er gaman at leva!
High School Musical
Nú eru Bárður á Lakjuni og Marjun
Joensen, lærarar í Fuglafjarðar
skúla, aftur á breddanum við einum
leiki. Hetta er sangleikabreytin á
skúlanum, og hevur hon givið gott
úrslit, síðani hon sá dagsins ljós.
Hetta er 7. leikur úr teirra hond,
sostatt eru 12 sangleikir tilsamans
komnir úr Fuglafjarðar skúla, oman
av Skarðsáryggi í Mentanarhúsið.
Hetta er stak vakurt, so vit kunnu
bara siga: Lukka, fattið barnið!
Fimmti næmingar fara á pallin.
Her verður ein rokan í fjørðinum.
Teir eru úr Fuglafirði, Leirvík, Gøtu
og Klaksvík. Tað skal gott hegni
til at fáa hetta at ganga upp í eina
hægri eind. Týtt leikin hevur Ed
mund Williamsson og snikkað
yrkingarnar til, staðið fyri tón
leikinum, Bárður á Lakjuni og
leikstjórnað, Marjun Joensen. Øll
lærarar í Fuglafjarðar skúla. Tíggju
næmingar taka sær av tónleikinum.
East High School Musical er
bygdur á ein ungdómsfilm, sum
hevur verið vístur á Disney Chann
el, barnarás, gjørd og skapað av
Walt Disney Studios. Varð vístur
fyrstu ferð á amerikansku Disney
Channel 20. januar 2006 og 8.
sept. 2006 á skandinavisk Disney
Channel. Hetta verk hevur fingið
gott orð á seg. Hevur í fikkuni ein
Emmy Award og er nú latin í før
oyskan búna. Sælur er tann, sum
tað góða orðið fellur á.
Ja, tað verður ov drúgt, at fara
út í æsir við handlingini, men
nevna kunnu vit at Troy Bolton
og Gabriella Montez verða tvingað
til eina karokeduett saman á eini
nýggjársveitslu og gerast vinir.
Tey møtast aftur, tá ið Gabriella
av tilvild flytur til skúlan og býin,
har Troy býr. Troy vísir Gabriellu
kring á skúlanum, og tey síggja
umsøknarblaðið til upptøku at
syngja í vetrarsangleikinum á skúl-
anum. Troy hugsaði nógv um, tá ið
tey møttust fyrstu ferð, og Gabriella
og hann sungu saman,. Tað endar
við, at tey fara í holt við at royna
at koma við í hesa kapping. Tað
vóru onnur á skúlanum sjálvandi,
sum vildu røkka sama máli. Troy
var annars ein stjørnuspælari á
kurvabóltaliðnum í skúlanum og
leiðari
tess.
Meistarakappingin
stóð fyri framman, so hann hugsaði
bæði um ítróttin og sangleikin. Við
tógvið stríð og strev vinna tey bæði
dystin og fáa sigursgávuna. Hetta
var teimum til stóra gleði, men
aðrir næmingar, royndu at leggja
fótonglar fyri teimum, men hetta
miseydnaðist.
Leikurin í sjálvum sær
Hetta eru næmingar úr 10. flokki og
onkur úr níggjunda 9. flokki, sum
eru við í hesum leiki. Á, teir ediligu
næmingar, so væl teir fóru við sær -
vælvovið kropsmál, brosandi andlit,
rótfast stev og gongulag. Ljóðkát
sum á torvheiðum og rørslurnar
flugu um høvur og fót. Ikki at tala
um felags fimleikadansitrini. Einki
fall av teirra millum. Jøvn, stinn og
bragdlig.
Tað skal góður vilji og góðar
hendur til at fáa hetta at sampakka
og liva sítt sæla lív í sinni, skinni og
sál. Bæði hjá teimum, sum stíðla
fyri og hjá hesum ungu, glaðlyntu
kroppum, sum skulu útinna verkið.
Tað skulu serligar gávur til, at tú
sum leikari skal lata teg í ein ann
an persón og fáa henda at liva í
tínum huga og likami. Undrist
mangan yvir hetta lítla, fitta sam-
felagið vit eiga, so fjølbroytt vit
eru og standa ikki aftan fyri aðrar
tjóðir á tí mentanarliga økinum.
Tvørturímóti.. skara kanska framúr
í so máta.
Undirspælið var sum ein vakur
innsúður á stillini vatni, har tara
konglar og tararbløð kíndu hvørt
øðrum, men sanniliga eisini, tá ið
tað breyt um boðar, flúrar og sker
livdi taraskógurin á ein annan hátt
í rytmiskum, lagdeildum, rand-
hvítum landbrimi. Tað var eins og
leikurin varð flættaður inn í hetta
mynstruta skap, sum ikki var upp
gjørt, men satt og veruligt.... og
natúrligt fyri hesar ungu sálir.
Ja, tað hevur verið eitt tógvið
stríð at fáa allar hesar snøklar at
røkka. Pallurin er smíðaður á Tekn-
iska skúlanum í Klaksvík, og stóð
sína roynd eins og ein vøkur rók
á summri, har tey ungu tóku seg
niðan og góvu seg oman, væl og lætt
í ungmanna kæti eins og seyður og
lomb ein fagran summardag. Tað
tekniska, ljós og ljóð gingu hond
í hond og væl riggaði. Leiðarin í
Mentanarhúsinum, Kristina Berg
hevur rós uppiborið fyri sín leiklut
í hesum tiltaki.
Endi
At sita har og líða á sum ein gamal
lærari, rørir sinnið. Ein flóð av
aldum í poetiskum stíli tekur um
teg frá farnum døgum. Øll tey
børnini, sum tú hevur sæð. Øll tey
barnaeyguni, sum leitandi eru farin
um skúlaplássið og hugt upp á teg,
renna fram fyri teg eina slíka løtu.
Fleiri hundrað eygu. Vóni hesin
gróður, sum hevur tikið seg upp í
skúlanum kann mennast, flytast
á ymsan hátt og verða til gleði fyri
heim og skúla. Takk fái tit ungu
leikarar fyri hetta valaverk. Somu
leiðis Marjun, Bárður og Edmund.
Ja, grør um gangandi fót, men
svultin er sitandi kráka!!!