Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skulu vit hugsa um pensjónina, heldur enn at verða heima hjá børnunum? Lillian Bjarnadóttir Poulsen Mamma at fýra og Heilsufrøðingur Tað sýnist sum um, at vit hava skapt eitt sam­ felag, har for­ eldr­ini brúka megin­partin av tíðini til at knossa runt á arbeiðs­ mark-n­aðinum, meðan børnini eru á stovni. Og at virðingin fyri eini heimaarbeiðandi mammu ella heimagangandi pápa er burtur! Dag og dagliga verður í miðl­ un­um tosa um, at útbúgving og arbeiði er avgerandi fyri identitet og virðing, at vit skulu hava okkara ávirkan á arbeiðsmarknaðinum, at tað er vandamikið at hava ”hol” í CV-num, og hvussu ringt tað er at koma inn aftur á ar­beiðs­ marknaðin, um man fyrst hevur verið heima í nøkur ár. Tað, at kvinnurnar fóru út á ar­beiðsmarknaðin í síni tíð, er sjálvandi positivt, men tað hevur ført stórar avbjóðingar, fyri barna­ familjurnar, við sær. Tær avbjóð­ ingar roynir man at loysa, við at stovnarnir skulu hava longri opið. Foreldrini koyra børnini í vøggustovu, tá tey eru 10 mánaðir og renna blundandi avstað fyri at lukka av fyri teimum sterku kensl­ unum, sum rópa at taka barn­ið heimaftur. Avleiðingarnar eru nógvar og markantar. Persón-iga er tað stress, vánaligur trivn­að­ ur og fleiri hjúnaskilnaðir. Sam­ felagsliga eru tað: fleiri sjúkra­ dagar, ”diagnosubørn” og minni fólkavøkstur. Er hetta meiningin við at skapa eina familju? Er hetta meiningin við at fáa børn? Neyvan!! Nógv børn hava longri dagar á stovni enn ein námsfrøðingur, sum arbeiður fulla tíð. Barnasálarfrøðingurin Mar­ grethe Bruun Hansen hevur sagt at: ”Tað týdningarmesta í lívinum hjá barninum eru foreldrini, og at barnið er eisini tað týdningarmesta í lívinum hjá foreldrinum. Tað gloyma vit ofta at viðurkenna og at leggja okkara arbeiðslív til rættis eftir” Ein donsk spurnarkanning frá 2014 vísir, at 4 út av 10 dønum høvdu latið tað eina foreldrið gingið heima, um tað læt seg gera. Og ein nýggjari kanning av sama slagi vísir, at 7 út av 10 dønum ynskja, at niðursett arbeiðstíð hjá foreldrum við minni børnum skuldi verði rættindi hjá teimum, ið ynskja tað. Tað eru børnini, ið gjalda tann høga prísin fyri fráveruna hjá for­ eldrunum. Sálarfrøðingar við ser­ kunnleika á barnaøkinum vísa á, at ”vit fáa fleiri børn, sum eru ørkymlaði og sum vísa tekin til, at teirra lív hevur verið for pressað. Tey hava havt ov fáar tættar og róligar relatiónir í teirra lívi, og vit fáa fleiri børn, sum hava ein órógv­ andi atburð. Føroyskar kvinnur eru raskar at føða børn – serliga um vit saman­ bera okkum við grannalond okkara. Tað eru mong, sum ynskja at passa sínu egnu børn heima, eins og tað eru mong, sum ikki ynskja, at børnini hava langar dagar á stovni. At avlevera sítt 10-12 mánaða gamla barn til fremmandar hend­ ur at taka sær av, er ímóti móður- instinktinum. Tað eru eisini fleiri, ið lata instinkti ráða og fara av arbeiðsmarknaðin í eina tíð. Nøkur hava nóg stórt fríggjarligt rásarúm at lata annað foreldrið verða heima í eina tíð, onnur taka vaskiarbeiði og annað arbeiði um kvøldarnar, fyri at tað skal lata seg gera, meðan uppaftur onnur koyra barnið út og fara til arbeiðis við ringum tannabiti, tí tað fíggjarliga loyvir tað ikki øðrvísi. Eg eri væl vitandi um, at fleiri mammur eisini ynskja at sleppa aftur á arbeiðsmarknaðin sum skjótast, eftir at hava átt eitt barn, og mítt ynski er ikki, at geva teimum ringa samvitsku, men at varpa ljós á tær familjur, ið velja og ynskja tað mótsatta. Undir øllum umstøðum, so er barnsins tørvur als ikki við í kjakinum. Politikurin á økinum í fleiri áratíggju hevur verið og er: • At vit skulu verða so nógv á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt. • Ein ímynd av, at børnini hava best av at fara á stovn, har serkøn kunnu taka sær av teimum. • Javnrættindinum, ið sýnast at verða nógv týdningarmiklari enn tørvurin hjá tí lítla barninum. Spurningurin, ið nógv foreldur seta sær, er hesin: ”hví skulu vit ar­beiða mest, meðan børnini hava allar størstan tørv á okkum, eru mest ávirkilig, eym og viðkvom?” Nógv donsk vælútbúgvin foreldur, einamest mammur, fara heim frá arbeiðs­marknaðinum í eina tíð, tí tey vilja ikki svíkja børnini. Í staðin fyri at blíva við at meyla um, at kvinnur skulu arbeiða fulla tíð, latið okkum so heldur tosa um ein smidligan arbeiðsmarkna! At man kann fara niður í hálva tíð, meðan børnini eru smá uttan at verða bangin fyri at missa starvið ella pensjónina. Ella at mamma og pápi fara niður í tíð og hava hvør sín dag heima um vikuna saman við børnunum. Møguleikarnir eru nógvir. Teir tímarnir, sum leypa av kunnu lættliga fyllast við eldri fólki, sum ynskja at arbeiða minni enn áður ella fólk, sum orsaka av sjúku bert kunnu arbeiða ein lítlan brøk. Tað er nógv hjá samfelagnum at spara við at hava ein meira smid­ ligan arbeiðsmarkna. Færri dag­ stovnapláss, færri sjúkradagar, minni stress hjá teimum vaksnu, sum so aftur møguliga hevði leitt til færri hjúnaskilnaðir, betri trivna hjá børnum og ungum, sum aftur leiðir til færri tørvir á serøkinum. Kommunurnar gjalda nógvan pening fyri, at børn kunnu verða á dagstovni fyri ein so bíligan penga, sum tað er í dag hjá foreldrunum. Tey, sum ynskja og velja tað øðr­ vísi, fáa ongan stuðul til tað. Tí­ skil vóru tað gleðiboð, at eitt upp­ skot nú er blivið langt fyri tingi, um at annað foreldrið kann verða heima hjá barninum í eina tíð við fíggjarligum stuðli. Eg má siga, at eg eri skelkað av hvørja mót­tøku uppskotið hevur fingið í miðl­ unum eftirfylgjandi. Fyrst for­ mað­urin í Pedagogfelagnum, sum førir fram, at man heldur skal nýta pengarnar til uppnormering av dag­stovnaøkinum v.m., og nú í tíðindum, at hetta uppskotið er tað sama sum at ”senda kvinn­ ur­nar til hús”. Orðið ”javnstøða” er eisini sera nógv nýtt í hesum kjak­inum og kjakinum um barsils­ skipanina. Eg vil staðiliga mæla frá, at lóggeva mammunum út á arbeiðsmarknaðin. Heldur eig­ur samfelagið at fjálga um smá­barna­ familjurnar soleiðis, at tað letur seg gera at hava barnið heima, til tað er í minsta lagið 2 ár, og at lóg­ geva soleiðis, at barnafamiljur ikki noyðast at arbeiða fulla tíð. Vit liva í einum samfelag, har kvinn­ ur og menn hava frítt at velja. Væl­signaði latið familjurnar taka av­gerðirnar sjálvi innanhýsis, hvussu tey skipa tað dagliga lív­ ið! Kostnaðurin fyri at liva við nógv­ari ferð, meðan børnini eru smá, er stórur. Spyr ein, ið liggur á deyðastá, um viðkomandi angrar, at viðkomandi ikki nýtti meira tíð á arbeiðsmarknaðinum? Allar kann­ingar vísa, at tá alt kemur til alt, so eru tað børnini og familjan, ið hevur størsta týdningin í lívinum. Við móðurkvøðu Hví megna vit ikki breiðar semjur í Føroyum? Regin Eikhólm Í hjúnabandsmálinum hava vit eitt gott høvi til at vísa, at vit hóast ymiskar fatanir, kunnu finna fram til eina breiða pragmatiska semju, ið kemur at hava eina gevandi synergieffekt á alt tingarbeiði framyvir – við vælvild og forstáilsi fyri hvørjum øðrum. Spurningurin í hjúnabands­ mál­inum er sera einfaldur men djúpur: Hvussu geva vit teimum homo­sexuellu somu borgarligu rættindi í teirra parlagi, sum tey hetrosexuellu longu hava í teirra hjúnabandi, og sum ein breið semja kann fáast um. Tey í aldargamla hjúnaband-in­ u­m ynskja, at tað framhaldandi skal vera tað siðbundna hjúnabandið fyri mann og kvinnu. Hetta er væl­skiljandi, og sjálvt í ST virðir mann aldargamlar demokratiskar siðvenjur. Neyðugt verður tí at finna fram til ein annan leist fyri tey samkyntu í parlagi, soleiðis at tey fáa somu borgarligu rættindi og tign í teirra parlagi, sum hjúnabandið gevur teimum hinskyntu. Við at gera ein borgarligan parall til hjúnabandið kundi mann fyri tey samkyntu kallað tað eitt samhjúnaband við tilhoyr­ andi samgiftu, ið hevði tey somu borgarligu rættindi fyri tey sam­ kyndu, sum tey í hjúnabandi hava í dag. Havandi í huga, at vit øll eru uppvaksin í tí kristnu siðalæruni – og um vit vilja tað ella ikki – so er hon immanent ella íbúgvandi okkum, so ella so. Vakri sangurin hjá Jóannas Patursson (1866-1946): “Boðar tú til allar tjóðir” verður sungin við tign til mangt høvi, men uttan ta kristnu siðalæruna – in mente – er hann onkisigandi. Á sama hátt eru tað mong, ið knýta hjúnabandið saman við ástøði í tí kristnu siðalæruni, og tað mugu vit onnur eisini virða. Vit kunnu ikki velja, hvat vit eru, men vit kunnu geva hvørjum øðrum pláss til at velja tað vit eru. Tað finnast ongi A og B menniskju – vit eru øll skapt í Guds bílæti. Góða eydnu. 18.03.2016 KJAK