mánadagur 21. mars 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
KJAK
Hey Marius,
Jørgin og
Jóanis
Nielsen
Henrik Old
Í
februar
í
2000 varð lóg
løgd fyri Løg
tingið um gerð
av Vágatunli.
Heitið á lógini
var, »Løgting
slóg um fast
samband um Vestmannasund«.
Har stendur í grein 1, stk 4.
"Tá útveganarkostnaðurin er
fult afturgoldin, og p/f Vága
tunnilin stendur sum eigari,
verður alt anleggið, uttan við
urlag, avhendað landinum til
ognar.”
Hettar er rímiliga greitt.
Men fyri at ongin ivi skal verða
um, hvat útveganarkostnaður
inniber, so sker Løgtingið út í
papp, hvat meint verður við í
broytingaruppskoti, har sagt
verður.
"Við
ÚTVEGANAR-
KOSTNAÐI" skilst tær samlaðu
byggiútreiðslunar
til
vegir,
brúgvar og tunnilsgerð.
Fyri hesum uppskoti at-
kvøddu m.a. Marius Dam, og
Jóanis Nielsen.
Jørgin Niclasen var tá lands
stýrismaður í fiskivinnumálum,
somuleiðis sum hann nú til
fyri fáum mánaðum síðani var
landsstýrismaður í sam-ferðslu
málum/tunnilsmálum.
Tann 10 septembur 2013,
svarar táverandi løgmaður Kaj
Leo Holm Johannesen upp á
fyrispurning um undirsjóvar
tunlar, at hansara samgonga
hevur, sum er, ikki ætlan um
at avtaka lógina í næstum. Ei
heldur er ætlanin at broyta
hana, og eftir lógini skal út
veganarkostnaðurin
gjaldast
aftur, bæði tann parturin, sum
er figgjaður við eginpeningi, og
tann parturin, sum er fíggjaður
við láni.
Tann lógin, sum fyrrverandi
løgmaður sipar til, er framvegis
í gildi, og kann eg sjálvandi
Ikki geva boð um ikki at fylgja
henni. So einfalt er tað.
Um Marius Dam og aðrir ikki
ætlaðu, at hettar skuldi vera
galdandi, so skilji eg ikki, hví
man atkvøður hettar gjøgnum
tingið. Ein annar møguleiki var
at sett í lógina, nær hon skuldi
fara úr gildi. Aðrir møguleikar
at avmarka lógina eru eisini,
men tað hevur man tá valt ikki
at gera.
Annars kann eg siga, at eg var
ein av harðastu talsmonnum
fyri Vágatunlinum í teimum
mótmælistíðum, sum tá eisini
vóru.
Føroya flagg sum donsk propaganda
Magni Arge
fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi
Danska
for
sætismálaráðið
hevur gjørt av
at
flagga
við
Merkinum ólav
søkudag 29. juli
og
grønlendska
flagginum
á
grønlendska
tjóðardegnum
21.
juni. Ætlanin er heilt eyðsýnt at
royna at tekkjast føroyingum og
grønlendingum í eini roynd at
skapa eina mynd av fólskligari
virðing fyri Føroyum og Grønlandi.
Tíverri sæst tann hugburðurin
ikki aftur, tá tað snýr seg um at
nýskipa viðurskiftini í tí sokallaða
ríkisfelagsskapinum, so hann veru
liga umboðar javnsettar partar.
Stjórnin heldur fast um trongu
uttanríkispolitisku lógina, hevur
longu saboterað grundlógina eina
ferð og avdúkaði í makrelstríðnum,
at Danmark tekur ES fram um Før
oyar, tá á stendur. Men tað hevur
týdning fyri Danmark at varðveita
valdið yvir Føroyum og Grønlandi,
tí júst tann støðan gevur Danmark
uttanríkispolitiska tyngd í Arktis.
Vit hava ongantíð fyrr havt ein
forsætismálaráðharra, sum hevur
verið so tætt knýttur at Føroyum
sum Lars Løkke. Tí ivist eg ikki í, at
hann fegin vil byggja brýr millum
Danmark og Føroyar. Men tað
gerst ikki við einum átaki um at
flagga føroyskt ein dag á árinum á
donskum flaggstongum.
Masterplanurin hjá Arup
Veit ikki, hvussu væl tey kenna
søguna, og hvussu langt tey
minnast í forsætismálaráðnum,
men onkur segði herfyri, at tey
minnast ógvuliga langt. Tí áttu
tey eisini at vitað, at vit hava ikki
gloymt masterplanin hjá danska
embætismanninum, Niels Arup, frá
1947, sum gav donsku stjórnini ráð
um, hvussu danskir myndugleikar
skuldu føra propaganda í Føroyum
til frama fyri egin áhugamál.
Jákup Thorsteinsson, sáli, lýsir
í bókini ”Loysingarpolitikkur í
1940-árunum”, hvussu Niels Arup
eftir fólkaatkvøðuna í 1946 ferð
aðist kring landið og gjørdi sær
tankar
um,
hvussu
Danmark
ar valdsstøða í Føroyum skuldi
tryggjast. M.a. skuldu riddara-
krossar festast á bringuna á føroy
ingum fyri at fáa teir at kenna seg
trúgvar mótvegis Danmark, segði
hann.
Eisini nevndi hann, at ein út
varpsstøð skuldi stovnast at styrkja
donsku ávirkanina í Føroyum, og
at flogsamband skuldi fáast í lag
millum londini, sum danskarar
skuldu standa fyri. Haraftrat helt
hann tað vera bestu propagandu
fyri Danmark, ið hugsast kundi, um
donsku kongshjúnini vórðu send til
Føroya á vitjan av og á.
Lakoniskt staðfestir Jákup í
bókini, at danska propagandan
riggaði, tí fyrstu ferð kongshjúnuni
komu til Føroya, var molin loðin av
fólki.
Merkið umboðar Føroyar
Føroyski
starvsfelagi
mín
á
Christiansborg nevndi í útvarp
inum hendan dagin, at sporini frá
nítiárunum og makrelstríðnum
eru týðilig, og tí hava danskar
stjórnir sett í verk ymisk tiltøk
fyri at bøta um fatanina av ríkis
felagsskapinum.
Freistandi er at hugsa, at
masterplanurin hjá Arup aftur
hevur verið frammi, tí nú skulu
ikki bara danskir riddarakrossar
hongjast upp á bringuna á før
oyingum fyri at fáa teir at kenna
trúskap mótvegis Danmark. Nú
verða føroyska og grønlendska
flaggið hongd upp í danskar flagg
stengur fyri at fáa føroyingar og
grønlendingar at svørja trúskap
ímóti danska eindarstatinum, sum
jú er ein hvørvisjón.
Sum føroyskur fólkatingsmaður
taki eg ikki á nakran hátt lut í hesum
propagangamaskinarínum, tí mín
uppgáva er at virka fyri, at Føroyar
vinna sær sjálvstøðugt vald í heim
inum. Vit skulu hava føroyska
grundlóg. Vit skulu staðfesta okk
ara egna sjálvsavgerðarrætt. Og vit
skulu hava sjálvstøðugar uttan-
ríkispolitiskar heimildir.
Nú Lars Løkke eisini fer so lagt
sum at bera upp bønarorð mót-
vegis Føroya fólki í Sosialinum
um flaggingina við Merkinum, vil
eg bara minna á, at tjóðarmerki
okkara umboðar bara Føroyar og
ikki Danmark.
DANSKTFÍGGJADUR ARGE-drongur
SKUGGABOKSAR við TRØLL á áljósum degi
Virgar T. Dalsgaard
Vit
hava
havt
nógvar hálvtóm
ar rossleypar úr
tjóðveldis-rørsl
uni
sitandi
á
donskum Fólka-
tingi
gjøgnum
árini, og teir hava flestallir kempað
desperat fyri, at danskarar skuldu
leggja merki til teirra eksistens.
Tað hevur lukkast fleiri av
teimum at blíva meira og minni
herostratiskt kendir sum heldur
láturligar og pubertilar pausu
klovnir.
Men tað er strævið at fornýggja
seg sum politisk rukka!
Tí er tað ræðuliga synd í Magna
Arge. Hann hevur við fortvivlaðum
skarvslopum í 1/2 ár roynt at sagt
ella gjørt okkurt, sum var enn
meira hjálparleyst enn tað, sum
hinir undanfarnu partamenninir
hava gjørt og sagt, og tað er ikki
sørt av eini avbjóðing.
Eitur man Arge til eftirnavn, er
man jú eisini kendur fyri at hava
meginpartin av sínum intellekti
sitandi í albogunum, so tað mest
taktiska hevði nokk verið at trokað
seg fram við rambukk-metoduni.
Men tað ber so illa til á Christ-
iansborg, sum er ógvuliga vælvart
móti øllum yvirgangi.
Magni hevur tí valt at brillera
við vánaligum fólkaskikki, t.d. at
súrmúla ella lúna og so sum tvørball
nokta at taka ímóti innbjóðing,
har hann kurteisliga er boðin sum
danskur fólkatingslimur. So kann
hann brillera og skyggja "glitrandi"
við IKKI at vera hjástaddur.
Hann er nógv bestur og sæst
frægast, tá ið hann slett ikki møtir
upp. Man má siga, at tímalønin á
Fólkatingi hjá slíkum lóki verð
ur astronomisk, men nær hava
loysingar annað enn kráma gram
liga eftir donskum pengum?
Samstundis kemur hann við eini
lítlari sjálvkonstrueraðari flagg-
gølu, har hann akkurát sum pápi
hansara forfalskar ta føroysku
flaggsøguna við postulatum um,
at danskarar mótarbeiddu einum
føroyskum flaggi eftir Kríggið.
Hetta er fleiri ferðir avsannað
av Petur Mohr Dam, sum var við
í øllum samráðingunum við ta
donsku stjórnina frá 1945 til heima
stýrislógin kom. Men hasa lodd
røttu søgulygnina tekur hann upp-
aftur, sum loysingum vant.
Pápi hansara Niels Juel Arge
hevur
skrivað
eina
sonevnda
flaggsøgu, sum hevur ræðuliga
slagsíðu, m.a. tí hon skrivar tann
reella skaparan av tí føroyska
flagginum, harra EMIL JOENSEN
út úr føroyskari flaggsøgu.
Tað var ússaligt, og tað er líka
ynkiligt, tá ið nú sonurin tekur
táttin uppaftur og fer at fortelja
lygnir um flaggið..
Annars kann eg fortelja tí
søgugrunna harra Magna Arge,
at loysingarmenn við Thorstein
Petersen á odda, slett ikki vildu
hava tað føroyska flaggið, sum
teir
kallaðu
studentarflaggið´.
Teir vildu hava eitt "grønt flagg".
Tað vóru Louis Zachariassen og
Petur Mohr Dam, sum stríddust
fyri tí núverandi flagginum. Ikki
loysingar-menninir!
Eisini hatta faktum hava Arge
menn skrivað út úr søguni!
Tann desperati Magni Arge,
sum ikki longri sleppur á flog, men
febrilskt roynir at fáa danskarar til
at leggja merki til sín, hann kann jú
gera sum ein kendur partamaður
hjá honum gjørdi á eini danskari
ambassadu í síni tíð, har hann føldi
seg yvirsæddan.
Hann leyp í nálastrípadum
altarsklædningi í ein svimjihyl í
mannfjøld. Tá fekk onkur gestur
eygad á tjóðveldismannin eina løtu.
Magni kann helst finna sær
nakrar
infantilar
journalistar,
sum eru fúsir til at ævinliggera
ta hendingina, at ein Argemaður
loypir á bláman í koti og skóleist
um, t.d. á Longu Linju. So minnast
fólk hann eina stutta tíð. Tað er so
ræðuliga møtimikið at vera við
gitin í øllum Føroyum og heilt ano
nymur, ignoreraður ella bara kom
iskur í Danmark.
Tí má gerast okkurt heilt radi
kalt og desperat, – jú tápuligari og
ynkiligari, jú betri. Danskarar fáa
undirhaldið; men føroyingar fáa
skommina av Argedronginum.