Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Um illa vildi til henda dagin, kundi ein stór alda tikið nógv børn við sær til havs. Men, tíbetur vildi lagnan tað øðrvísi. Nógv børn høvdu spælt á sandinum henda dagin, men vóru júst farin heim at eta døgurða. Um 14-tíðina reistist knappliga ein stór alda úti við marbakkan. Ald­an legði allan sandin und­ir og skolaði heilt niðan í kirkju­garðin. Í Sørvági hildu fólk, at um børnini ikki vóru far­ in av sandinum júst tá, hevði aldan tikið nógv børn við sær, og tað hevði ver­ ið ein stór vanlukka. Út­ róðrarmenn úr Sørvági, sum vóru á floti henda góð­ veðursdag, søgdu seg ikki hava merkt til nakað úti á hav­inum. Frásagnir eru, sum bend á, at sama alda eisini gjørdi um seg á Miðvági. Hvør orsøkin er til slíkar hendingarnar er ikki greitt, men omanlop onkunstaðni á havbotninum - ella serlig veðurfyribrigdi úti á opnum havi – kann vera orsøkin. Í Sørvági hevur verið nógv fríðkað og lað­að seinastu árini, og í Kirkju­ ánni er eisini laðað upp við áarbakkan. Her hevur komm­unan valt, at laðingin skal ímynda ald­una, sum reisti seg og legði sandin undir fyri 100 árum síðan. Sune Jacobsen, borgar­ stjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at 107 gamli Theodor Thomassen, sum herfyri legði árarnar inn, segði seg minnast, at teir sum børn hentaðu epli á sandinum eftir stóru alduna í 1916. Aldan reiv eplaveltur upp, og eplini lógu stroytt um sandin. Í bókini “Sørvágur og sørvingar II” eftir Sonna Jacobsen er stutt frásøgn um hetta løgna fyribrigdið, sum hendi á Sørvági fyri 100 árum síðan og sum - um illa vildi til - kundi kostað nógvum børnum lívið. Fyri sløkum 100 árum síðan - ella hin 14. august í 1916 - var um reppið, at ein stór vanlukka hendi á sandinum í Sørvági Tá alda mundi tikið fleiri børn í Sørvági Hesar fýra donsku kvinnurnar, sum eru í starvsvenjing í Føroyum, vóru niðri í Lonini í Sandoynni leygardagin. Allar tordu út av eggini og 200 metrar niður í bergið, sum tilsamans er 300 metrar høgt Væntandi landa sjey línuskip í dag og eitt ella tvey í morgin Tað er sjáldan, tú hoyrir, at heili sjey línuskip koma inn at landa ein og sama dag. Men, soleiðis er í dag – mánadagin - um metingin hjá Fiskamarknaði Føroya heldur. Línuskipini, sum landa í dag, hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Men, tað verður ikki bara í dag, at línuskip koma inn at landa. Gongst, sum tey á Fiska­ marknaði Føroya vænta, so koma eitt ella tvey línuskip eisini inn at landa í morgin, týsdagin. Trý ísfiskalínuskip eru nýliga byrjaði túr undir Ísland, og tey landa ikki fyrr enn eftir páskir. Tvey frystilínuskip eru eisini til fiskiskap í ís­ lendsk­um sjógvi. Um útlitini til útróður hesa vikuna, veit marknað­ urin at siga, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini gott. – Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri hesa vikuna, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. vilmund@sosialurin.fo Við norsku heima­ síðuna – ilaks.no – sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, at alifyritøkan hevur slaktað laks við eini miðalvekt á 5,6 kilo, sum hevur verið í sjónum í minni enn eitt ár Laðingin ímyndar alduna, sum reisti seg og legði sandin í Sørvági undir fyri 100 árum síðan Mynd: Vilmund Jacobsen Thordis setir fram­ sýning Árliga várframsýningin hjá teimum, sum hava gingið til frítíðarundirvísing í vetur, letur upp í Skúlanum við Streymin skírisdag klokkan 16. Tað verður Thordis Dahl Hansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, sum fer at seta framsýningina, og barnakórið hjá Jóannesi S. Hansen fer at syngja. Á tiltakinum verður eisini søla av kaffi, te og køkum. - Framsýningin verður opin skírisdag frá klokkan 16-19, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir. vilmund@sosialurin.fo Nógvur línufiskur í vikuni