Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 Vilmund Jacobsen Nú Magnus Heinasen aftur ger royndir á Føroyabanka og kemur at hava nakrar prýðiligar toskar heim við til matstovuna Barbaru í Gongini, er ætlanin, at teir báðir, Ingvar Joensen og Ólav­ur Sjúrðarberg, miku­ morgunin í hesi vikuni fara at tørna til uttan fyri Áar­ stovu í Havn. Um hesa tíðina í fjør, tá Magnus Heinasen kom aft­ ur av vártúrinum á Før­oya­ banka, høvdu teir stívliga 30 stórar toskar, umframt nakað av hýsu, upsa og høggu­slokki við sær. Hóast hetta var lítil veiða eftir royndina á Bankan-um, kom hon væl við hjá mat­ stovuni Barbaru í Gong­ ini, har borðreitt varð í fjør heyst við saltaðum før­oya- bankatoski. Stórir fiskar Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg eru báðir roynd­ir í leikum við knívin­ um, og tað krevur sín mann at avhøvda og skera hesar stóru og feitu fiskar, har teir størstu vanliga viga eini 20- 30 pund hvør. Um alt gongur, sum ætl­að, verður veiðan hjá Magnusi Heinasyni skorin við Áarstovu mikumorgunin klokkan 10. Spenningurin er um, hvussu veiðan hjá havrann­ sóknarskipinum man fara at roynast í ár, nú hesin túrurin verður gjørdur. Aftur í ár verður tað mat­ stovan Barbara, sum fer at borðreiða, og nærri verður at frætta seinni, hvussu tilreiðingin hesaferð verður á matstovuni. Nú verður aftur høvi at hjálpa til við at planta í nýggju viðarlundini við Stórá í Trongisvági. Síðsta heyst settu 30 sjálvboðin umleið 1000 trø og runnar niður, og hetta var fyrsta stig í einari ætl­ an, sum fevnir um 13.000 fer­metrar. – Í gerandisdøgunum í páskafrítíðini er ætlanina aftur at gróðurseta 1000 trø. Tørvur er tí á sjálv­bod- num, sum kunnu hjálpa til. Tvøroyrar kommuna veit at siga, at byrjað verður at planta týsdagin, 22. mars, sum er í morgin. – Tey, sum vilja hjálpa til, kunnu møta í ítrótt­ ar­deplinum við Stórá klokk­an 9.30, har ein kaffi- munnur verður at fáa. Lagt verður aftrat, at foreldur saktans kunnu taka børn við, soleiðis at øll fáa eina hugnaliga løtu sam-an. Samskipari fyri átak­ inum verður Lasse Jensen. vilmund@sosialurin.fo Í morgin verður byrjað at gróðurseta 1000 trø aftrat í nýggju viðarlundini við Stórá í Trongisvági Danski professarin og yvirlæknin í urologi, Michael Borre, fer at halda fyrilestur um prostatakrabba 4. apríl á Hotel Føroyum Á Brandstøðini í Sørvági stendur henda 100 ára gamla brandpumpan, sum Esbern Joensen hevur sett í stand fyri Sørvágs kommunu Trolveiðan roynist ikki nóg væl - Væntandi koma fýra partrolarapør inn at landa í dag og í morgin. Fiskiskapurin hjá trolarunum er framvegis smáligur, men okkurt hál er brúkiligt. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Umframt at fiska upsa, fáa partrolararnir eisini nakað av toski og longu sum hjáveiði. - Tvey partrolarapør eru nýliga byrjaði túr á Íslandsrygginum, og tey koma neyvan inn aftur at landa fyrr enn eftir páskir. Flestu djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, og væntandi koma tríggir inn at landa í dag. Hinir koma neyvan inn at landa fyri páskir. Um veiðina hjá djúpvatnstrolarunum verður annars sagt tað sama sum um veiðina hjá partrolarunum - at fiskiskapurin sum heild er smáligur, men at djúpvatnstrolararnir eisini gera okkurt brúkiligt hál. Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroyar gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru fýra trolbátar til fiskiskap. - Væntandi landa tveir trolbátar í dag og tveir antin týsdagin ella mikudagin. Í mun til partrolarar, djúpvatnstrolarar og trolbátar, verður sagt um garnaskipini, at tey hava brúkiligan fiskiskap. - Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tey koma helst inn at landa mikudagin, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. vilmund@sosialurin.fo Gróðurseta 1000 trø í Trongisvági Um alt gongur, sum ætlað, verður veiðan hjá Magnusi Heinasyni skorin við Áarstovu mikumorgunin klokkan 10 Fara aftur at skera tosk av Føroyabanka Hetta eru stórir og ediligir fiskar, veiddir á Føroyabanka. Teir størstu liggja um eini 20-30 pund hvør Mynd: Vilmund Jacobsen