mánadagur 21. mars 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tillukku til Neistan á 85 ára degnum 21. mars
Blátt er gott!
Vegna
Mentamálanevnd
Tórs
havnar Býráðs og vegna meg sjálva
fari eg ynskja Neistanum hjartaliga
tillukku á 85 ára degi felagsins, sum
verður tann 21. Mars í ár.
Neistin hevur verið ein sjónligur
og týdningarmikil leikari á vølli og í
býnum í 85 ár. Neistin var ikki bara
fyrsta hondbóltsfelag í Havnini,
Neistin var fyrsta hondbóltsfelag í
Føroyum. Felagið og øll sum varða
av felagnum hava borið arvin við
hegni, eyðmjúkleika og við virðing
fyri hvørjum einasta limi og leikara
í Neistanum. Eitt framúr avrik, bor
ið av 1000 tals sjálvbodnum eld_
sálum gjøgnum øll 85 árini.
Bara í hesum kappingarári hava
tað helst verið eini 1.000 sjálvboðin,
sum á onkran hátt hava tikið eina
hond í at skipa fyri bæði trivnaði,
venjing og kapping í felagnum.
ÍSF hevur í einari kanning roynt
at umrokna virðið av sjálvbodnum
arbeiði til pengar – tað er í sjálvum
sær áhugaverd kanning, og verd at
taka til eftirtektar. Men virðið av
tí sjálvbodna arbeiðinum í Neis
tanum, kann als ikki gerast upp í
pengum, tað er so nógv nógv meira
vert – ítróttarliga og menniskjans
liga.
Neistin var slóðarin
»Neistin var slóðarin í hesum
frálíka leiki – hann kveikti brandin
í 1931, skrivar skrivar Martin
Holm í Ítróttartíðindum nr. 9 frá
september 1961, tá ið Neistin fylti
30 ár. Hann skrivar eisini at: “Tveir
mans vóru við til at stovna felagið,
og tað vóru Helge Mikkelsen og
Andreas Mouritsen, ið varð fe
lagsins fyrsti formaður.«
Eg vildi fegin haft granskað søgu
felagsins betri undan hesum 85 ára
hátíðarhaldi, tí eg veit at søgurnar,
sum felagið hevur at siga eru bæði
spennandi og fjølbroyttar.
Neistin hevur gjøgnum øll árini
verið væl fyri í landskappingum
í flest øllum deildum – alt tað eg
minnist. Og tað fegnast øll blá
um. Men uppaftur størri er tað,
at felagið hevur givið børnum og
ungum í Havn so ómetaliga nógvar
upplivingar, likamligan førleika
og so nógv lívslong vinaløg. Tann
uppgávan sum Neistin hevur røkt
børnum og ungum til gangs, kann
ikki metast.
Neistin hevur altíð lagt dent á
breiddina, at menna einstaklingin
og felagsskapin. Tað hevur kanska
onkuntíð kostað onkra medalju,
men tað hevur skapað eina mentan,
sum ikki er letur seg taka av fótum.
Vit kunnu ikki takka teimum
mongu nóg mikið, sum øll hesi árini
hava arbeitt sjálvboðið fyri felagið.
Longu í 1963 bygdi Neistin síni
fyrstu hús, teir sum tá gingu á odda
vóru Hans Mortensen og Christian
Jørgensen. Seinni hevur Neistin
haft ein týðandi leiklut í sambandi
við, at Høllin á Hálsi varð veruleiki
í 1970, og at Høllin í Gundadali varð
bygd saman við feløgunum Kyndli
og Fleyr. Hesar hallir eru enn rygg
urin í venjingarumstøðunum hjá
Kyndli og Neistanum.
Neistin hevur seinni árini gjørt
eitt stórt arbeiði fyri at fáa enn eina
høll á føtur, men tað hava verið
nógvar forðingar – tíverri.
Nú verður høll bygd í
Gundadali og á Argjum
Men nú er vend komin í. Og um
skamma tíð verða umstøðurnar
hjá elstu hondbóltsfeløgum í bý
num munandi betri. Grannarnir
úr Kyndli hava eins og Neistin
hátíðarhald í kvøld. Kyndil fyllir
60 ár, og ynskja vit eisini Kyndli
hjartaliga tillukku.
Tað er gleðiligt at kunna boða
frá, at Býráðið hevur samtykt at
byggja Høllina á Hálsi um til eina
dupulta høll, og eisini at byggja
eina høll úti á Argjum. Hond
bólturin í Havn kann tá, eins og
flogbólturin, endiliga bjóða sínum
nógvu limum hóskandi umstøður
at venja og at kappast.
Tøkk til Neistin
Longu 8 ár eftir at Martin Holm
heiðraði Neistan á 30 ára degi
fekk eg sjálv mína dagliga gongd
í felagnum. Eg var stutt framm
anundan flutt til Føroyar, og var
kanska ikki so heilt álvulig við hesa
nýggju støðu. Eg var so heppin at
koma at kenna Neistan, og tað var
eitt tvey trý, so kendi eg meg heima
og vælkomna í felagnum, sjálvt um
eg tá einki forstand hevði upp á
hondbólt yvirhøvur.
Tað eru summi sambond og
summar relatiónir, sum hava størri
týdning enn aðrar. Mítt samband
við Neistan hevur verið eitt av
hesum slagnum, sum hevur haft
ein serligan týdning fyri meg og
ikki minst og fyri mína familju. Og
tað vil eg fegin takka fyri.
So til tykkum sum í dag standa
á odda fyri hondbóltsfelagið Neist
anum – tit hava ein virðismiklan
arv at flyta fram á vegin. Drívið á.
Sum býráðslimur og forkvinna
í mentamálanevndini vil eg á hes
um 85 ára degi Neistans fegin
bera Neistanum og øllum teimum
mongu eina tøkk, sum dag og dag
liga taka tøk fyri Neistan. Nevnd,
venjarum, hjálparfólki, sjálv_bod
num, sponsorum, fyriskiparum,
limum og leikarum.
Takk fyri gott samstarv. Eg vil
eisini fegin ynskja felagnum eina
bjarta framtíð, og framhaldandi
nógv góð úrslit á vøllinum.
Helena Dam á Neystabø
forkvinna í mentamálanevnd
Tórshavnar Býráðs
FØÐINGARDAGUR
Á 85 ára veitslu hjá Neistanum bar eg fram hesa kvøðu fyri hondbóltsfelagnum Neistanum