Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 159 - 24. august 2004 Nr. 159 - 24. august 2004 3 Í 1998 fór Forlagið Fannir undir at geva út ritverk Símunar av Skarði: »Streingir, ið tóna«. Turið Sigurð- ardóttir, bókmenta- frøðingur, ritstjórnar verkinum BÓKAÚTGÁVA Forlagið Fannir Síðani fyrstu bók, »Yrking- ar«, 1998, eru komnar: í 1999: »Søguligar greinir, skaldskapur og søga«, í 2000: »Skald og skald- skapur, mál og upplýsing, mentan og politikkur, lestr- ar, kvøður, ummæli«, í 2001: »Søgur og ævintýr«, í 2002: »Víggja-Glúms søga«, og í 2003 sjónleikir- nir: »Vár« og »Víkingarnir á Hálogalandi«. Nú kemur sjeynda bókin í røðini, skaldsøgan »Strond- in bláa«, sum íslendski høvundurin Kristmann Guðmundsson (1902-1983) skrivaði upprunaliga á norskum. Upprunabókin kom út í Oslo í 1931, týðing Símunar í 1937, og ikki fyrr enn í 1940 kom bókin út á íslendskum - nógv stytt. Hetta er sostatt 2. útgáva av føroysku týðingini. »Strondin bláa« er ein menningarskaldsøga um dreingin Hákun, sum veks- ur upp á íslendskum garði á Skógarnesi, um vinskap hansara við gentuna Eialín, um hvussu hann kemur sær fram í íslendska høvuðs- staðnum og at enda leitar uttanlands. Bókin er um 300 síður. Hon fæst bara innbundin í skreytbind og kostar kr. 330,- eintakið. Heimamissiónsforlag ið gevur út bók um Jóhan Hansen í Kolla- firði, sum í staðin fyri at gerast sjómaður, gjørdist mannafiskari í Danmark BÓKAÚTGÁVA Bókin »Johan« er útgivin hjá Lohse forlag í Dan- mark. Hon er skrivað á donsk- um, og rithøvundurin er Peter Dahl. Johan Hansen (f. 1917) í Kollafirði, greiðir í hesi bók frá barnaárum sínum í Føroyum, og om dreingja- dreymar sínar um eitt lív sum sjómaður. Eisini sigur hann frá, hvussu kósin varð broytt, soleiðis at hann ístaðin kom at verða mannafiskari í Danmark. Frá 1945-1985 virkaði Joh- an Hansen sum trúboðari hjá Indre Mission í Dan- mark. Bókin er ikki bert ein frágreiðing um hansara lív og upplivingar - hon er eisini ein eggjandi frásøgn um veking, arbeiðshug og álit á Guds orð. Eisini sigur hon eitt sindur um danska missiónssøgu. »Jóhan« er skrivað av Peter Dahl, sum lesur teo- logi. Hetta er hansara fyrsta útgáva. Bókin kann keypast á Heimamissiónsforlagnum tlf. 470000 ella á teldu- postadressuni:hmf@missio n.fo og í bókhandlunum runt um í landinum, hon kostar kr. 249,00, sigur Heimamissiónsforlagið. Tríggjar nýggjar skúlabøkur Føroya Skúlabóka- grunnur gevur út tríggja nýggjar skúla- bøkur, Perbók eftir Jeffrei Henriksen, Eg Skrivi 3 eftir Gunnvá Dam og Minusbók eftir Katrina Gullbein BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Perbók. Lesibók við av- markaðum orðatilfari eftir Jeffrei Henriksen er komin í nýggjari útgávu. Hetta er lesibók til byrjanarlesing, ið nú kemur út í nýggjum búna. Her- álvur Jacobsen hevur myndprýtt. Perbók er gjørd við tí eina endamáli at veita venjing í lesing til teirra, sum tílíka venjing tørva. Nøkur av teimum vanlig- astu orðunum í málinum eru vald út og verða tikin upp í saman, til myndirnar av teimum munnu sita fast- ar í huga teirra, sum lesa. Byrjað verður við heilt stuttum orðum, men so við og við verða longri orð tikin upp ímillum hini. Perbók er 108 síður og kostar 82,00 kr. Hestprent hevur prentað. Eg skrivi 3 eftir Gunnvá Dam Edward Fuglø hevur mynd- prýtt. Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin held- ur vera hóskandi. Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyri- sagnir, uppgávur til fyri- sagnir, aftursagnir og ym- iskar stuttligar uppgávur. Vegleiðing er í hvørjari bókini sær. Eg skrivi 3 er 46 síður og kostar 68,00 kr. Grafik Studio hevur gjørt kápuna. Hestprent hevur prentað. Vit rokna. Minusbók eftir Katrina Gullbein Astrid MacDonald hevur myndprýtt. Minusbókin er ætlað sum ískoytistilfar í undirvísingini í støddfrøði. Bókin gevur næminginum høvi at arbeiða miðvíst við tølunum 1-100 og serliga við frádrátti. Minusbókin er skipað soleiðis, at næmingurin lærir at draga tøl frá hvørj- um øðrum við t.d. at spæla handil, veksla pengar o.s.fr. M i n u s b ó k i n kann brúkast, tá ið tørvur er á at læra og venja at draga frá í byrjanarundirvísingini. Tvær aðrar bøkur eru í røðini Vit rokna. Tær eru Talbók og Plussbók. Minusbókin er 40 síður og kostar 48,00 kr. Ingi Joensen hevur gjørt káp- una. Prentumsiting hevur Reproz staðið fyri. Sjeynda bók í ritverki Símunar av Skarði Bók um Johan Hansen í Kollafirði C M Y K 3 2