týsdagur 24. august 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 159 - 24. august 2004
Nr. 159 - 24. august 2004
5
Eingin Bjarnatænasta
Tað eydnaðist ikki at
birta lív í kjakið um
føroyskan orku- og
umhvørvispolitikk í
Norðurlandahúsinum
fríggjadagin. Til tess
var neyðugt at Bjørn
Lomborg og føroyska
pallborðið tosaðu
sama mál-og tað
gjørdu tey ikki
LOMBORG Í
FØROYUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hann tosaði og reyvin
gekk. Eitt fullsett Norður-
landahús sá fríggjadagin
ein vælupplagdan og undir-
haldandi Bjørn Lomborg
greiða frá sínum sjónar-
miðjum um orku og um-
hvørvi. Hittinorðaði danin
er ein royndur fyrilestrar-
haldari, og hóast megin-
parturin av fyrilestrinum
hjá Lomborg var bygdur
um turr hagtøl, varð fyri-
lesturin ongantíð tungur at
lýða á.
Bjørn Lomborg dugdi
væl at taka dømi úr gerand-
isdegnum fyri lýsa síni
sjónarmið. Uttan mun um
tú ert samdur við boðskap-
inum hjá honum, skert ikki
burtur, at Lomborg er
áhugaverdur at lurta eftir,
og hetta tóktist eisini verða
niðurstøðan hjá fleiri av
áhoyrarunum, tá fólk um
fimmtíðina leitaðu sær í
forhøllina eftir fyrilesturin.
Kortini vantaði nakað í
Norðurlandahúsinum
fríggjadagin.
Lítið bit í
Tað var landsstýrismaðurin
í orkumálum, Bjarni Djur-
holm, ið hevði boðið Bjørn
Lomborg til Føroya at geva
sítt íkast til framtíðar orku-
og umhvørvispolitikk í Før-
oyum. Eitt pallborð við
Poul Arna Jacobsen, Jógv-
an Mørkøre, Johnny í Grót-
unum og Boga Hansen setti
Bjørn Lomborg spurningar
eftir fyrilesturin.
Veruligt bit kom ongan-
tíð í samskiftið millum før-
oyska pallborðið og Lom-
borg, tí partarnar høvdu ilt
við at tosa sama mál.
Spurningarnir frá pallborð-
inum
fevndu
rættiliga
breitt. Lomborg var biðin
um at hava eina støðu til alt
frá pengum til herðnaðar-
dubbing kontra umhvørvi,
framtíðin hjá Golfstreymin-
um, føroyska monopolið á
orkuøkinum og føroyska
luftdálking
Sum
áhoyrari
tóktist
spurningarnir ofta verða
óskipaðir, og hetta hevði
við sær, at kjakið millum
føroyska
pallborðið
og
Lomborg gjørdist tamt.
Føroyska pallborðið royndi
eisini at fáa danan at taka
støðu til átrokandi spurn-
ingar um føroyskan orku-
og umhvørvispolikk, men
tað kom týðuliga til sjónd-
ar, at Bjørn Lomborg kendi
lítið til føroysk viðurskifti,
og tí helt hann seg aftur at
svara spurningum.
Spell
Tað er gleðiligt, at lands-
stýrismaðurin í orkumálum
hevur tikið stig til at orða
ein framtíðar orku- og um-
hvørvispolitikk fyri Føroy-
ar. Orka- og umhvørvi eru
økið, ið fylla nógv í sam-
felagskjakinum í flestu
londum, men í Føroyum
hava vit havt ilt við at fáa
glið á kjakið.
Bjarni Djurholm segði
seg vóna, at fyrilesturin hjá
Lomborg fór at verða
startskotið á kjakinum um
orku og umhvørvi í Før-
oyum, men hetta eydnaðist
ikki veruliga. Tá fyri-
lesturin var av fríggjadagin
sat tú við eini ørkymlandi
kenslu.
Gamaní vart tú blivin
greiður yvir, hvat Lomborg
stendur fyri, men spurn-
ingurin, hvat hann ítøkiliga
skal nýtast til í føroyska
kjakinum, stendur fram-
vegis ósvaraður.
Hetta er eitt sindur spell,
tí endamálið við at bjóða
Lomborg til Føroya var at
birta lív kjakið um føroyska
orku- og umhvørvispol-
itikk.
Drúgvar royndir
Bjørn
Lomborg
vísti
fríggjadagin, at hann hevur
verið í mongum orðadrátt-
um um síni umstríddu sjón-
armið á orku- og umhvørv-
isøkinum.
Hann
hevur
millum annað verið í væl
umtóktu
kjaksendingini
HARDtalk á BBC.
Føroyska
pallborðið
royndi at seta Lomborg upp
á pláss, men danin var
sannførandi og skjótur at
svara aftur. Við sínum
eyðkenda hittinorðaða stíli
kom Bjørn Lomborg ong-
antíð veruliga í trupulleikar
í
Norðurlandahúsinum.
Hann hevur óivað fingið
somu spurningarnar aftur
og aftur, og aftursvarini
kennir hann sum sín egna
lumma.
Hittinorðaði danin, Bjørn Lomborg, prógvaði fríggjadagin, at hann er frálíkur fyrilestrarhaldari. Hóast meginparturin av fyrilestrinum var bygdur um turr
hagtøl, varð fyrilesturin ongantíð tungur at lýða á.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
5
4
Morgunfimleikur v/ Hjørdis
Fimleikafelagið Ljósið
Vælumtókti morgunfimleikurin hjá
Hjørdis Samuelsen byrjar aftur
hósmorgunin 2. sept.
Kom endiliga við, um tað er nakað fyri
teg!
Vit eru í fimleikarhøllini á Háskúlanum
frá kl. 9.15 - 10.00.
Tilmelding í Sankta Frans skúla
28. august kl. 14.00 til 17.00,
ella ring til Hjørdis 31 25 38.
Fimleikaárið 2004/05
team85
Avspenning v/ Augustu
Fimleikafelagið Ljósið
Í einum stressaðum gerandisdegi ella bara
fyri vælveruna í heilatikið kundi
avspenning verið ein ómetalig íløga - eitt
høvi at endurfylla likam & sál við orku!
Skeiðsleiðari er Augusta Mikkelsen.
Skeiðið er heysthálvuna fram til jóla,
byrjað verður mánadagin 3
kl. 18.00-19.30 í Skt. Frans skúla.
Tilmelding í Sankta Frans skúla
28. august kl. 14:00 til 17:00, ella ring
til Augustu 31 04 49.
0. august
Fimleikaárið 2004/05
team85
Drupu springarar
uttan loyvi
Leygardagin drupu nakrir mans springarar uttan loyvi. Løgreglan skal geva loyvi at
drepa springara, og tá seks springarar vórðu sæddir uttan fyri Borðoyarvík
leygardagin, metti løgreglan, at loyvið skuldi ikki gevast.
Hetta tóku umbiðjararnir ikki til eftirtektar, men hildu kortini springararnar til. Einir
20 mans vóru á vágni, men ikki allir vóru við í drápinum.
Løgreglan gav monnunum eina kraftiga átalu. Vakthavandi sigur, at hendir slíkt aftur,
so verður sektað. Vakthavandi sigur orsøkina til noktandi svarið vera, at
springaradráp skaðar okkara umdømi, og at ongin orsøk er til, at halda so lítlan flokk
til.
Teir seks springararnir vórðu bert býttir í drápspartar.
Brutu rútar
Rútar vórðu brotnir í tveimum bilum mánamorgunin í eystur- og miðbýnum í Havn.
Annars verður boðað frá einum sera friðarligum vikuskifti frá øllum løgreglustøðum
kring landið. Av Sandi frætta vit, at ómetaliga nógv fólk var í oynni leygardagin
vegna góða veðrið, men annars eitt tað mest friðarliga vikuskiftið í longri tíð.
-hkm
Mentanarnátt Reykja-
víkar fór av bakka-
stokki um vikuskiftið
og eitt av stóru nøvn-
unum var Eivør Páls-
dóttir og Bill Bourne.
Onnur luttakandi
vóru t.d. Bjørk, Bubbi
og Megas
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Fyri 9. ferð fór tiltakið
Mentanarnátt Reykjavíkar
fram um vikuskiftið. 250
mentanartiltøk av ymsum
slag fóru fram og størstu
nøvnini innan íslendskan
tónleik vóru við. Millum
luttakandi nøvnini vóru
Bjørk, Bubbi, Megas og Ei-
vør Pálsdóttir og Bill
Bourne úr Canada.
Miðlarnir
hava
gjørt
nógv nurtur úr Eivør og DV
hevði stóra samrøðu við Ei-
vør. Væntandi er, at Eivør
og Bill Bourne geva eina
fløgu út seinni í ár.
Eivør kemur í samrøðuni
inn á sínar røtur í Føroyum,
í Gøtu, og hon vísir ikki
aftur, at hon umframt síni
ár í Íslandi, eisini fer at
halda
til
í
øðrum
fremmandum landi, men
sambært samrøðuni verður
tað ikki Danmark. Hon
staðfestir, at har trívist hon
ikki og at hon ynskir
Føroyar loystar frá Dan-
mark.
Eivør skrivar í løtuni tón-
leik til sangleikin Úlfs-
hamssaga. Maria Ellingsen
leikstjórnar. Hon er væl
kend. Hon er hálvur føroy-
ingur og hálvur íslendingur.
Eivør og Bill Bourne fara
á tónleikaferð í Noreg og
skulu tá eisini spæla fyri
norska konginum.
Nakað av tí seinasta, ið
hendi á mentanarnáttini
var, at Bubbi spældi saman
við gamla bólki sínum,
Egó. Bólkurin byrjaði í
1982 og helt á í tvey ár.
Hesi bæði árini vóru teir
best dámdi bólkur í Íslandi.
Fólk hava spent bíðað eftir
hesi sameining og løgregl-
an metti, at eini 100.00
høvdu leitað sær at lurta.
Hetta er met, tí gamla met-
ið hevði bólkurin Stuð-
menn og taldi fjøldin tá
80.000 fólk, sigur heim-
mildarmaður okkara í Ís-
landi, Jens Guð.
Eivør við á mentanarnátt í Reykjavík
Eivør Pálsdóttir skal syngja á
mentanarnáttini í Reykjavík
um vikuskiftið. Millum tey,
ið skulu syngja eru eisini
Bjørk, Bubbi, megas og Bill
Bourne úr Canada