Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 159 - 24. august 2004 Nr. 159 - 24. august 2004 7 Skráin var fjølbroytt, við landsins bestu spælimonnum, tá stuðulskonsert var hildin á Platform fríggjakvøldið. À ógvuliga blandaðu áskoðarafjøldini og atgongumerkjasøluni sást, at fyrireikararnir høvdu rakt seymin á høvdið. Serliga navnið mundi uttan iva vera Kári p, sum eftir ein steðg í fleiri ár, nú hevði turkað dustið av gittaranum aftur STUÐULSKONSERT Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Longu tá Sámal og Ronnie sum teir fyrstu komu á pallin, var um at vera fult inni í Platform. Føroyingar, sum annars eru kendir fyri altíð at koma ov seint, høvdu í sambandi við hesa konsertina tikið annað skinn um bak. Í fyrstu atløgu við at keypa sær atgongumerki í góðari tíð, og í aðru atløgu við at vera á Platform fyri tíðina. Hóast upprunaliga ætlan- in, um at hava stólar eftir øllum gólvinum, var slept, gjørdi hetta ikki mun. Fólk sótu á gólvinum ella stóðu, og tað sá ikki út til at nerva nakran. Skráin var væl samansett. Tað er altíð torført at vera fyrst á pall, sigst, men Sámal og Ronnie fingu lív í fólk við teirra vísum. Sonne Smith hevði fing- ið uppgávuna at presentera bólkarnar. Av og á gjørdist hann kanska í so drúgvur. Næstur á palli var Hanus Johansen. Serliga við sang- inum Átjan fekk Hanus fólk við sær. Hann lat áhoyrararnar um at syngja lagið, ímeðan hann sjálvur improviseraði. Hetta mundi vera besta framførðsla Hanusar í longri tíð. Og tað skuldi sagt eitt sindur. Kári p. Tað var tó týðiligt hvat høvuðsnavnið á konsertini var. Áðrenn Kári p. yvir- høvur var komin á pallin, reistu fólk seg upp at klappa og fagna honum. Spælimaðurin, við speisku og prikandi løgun- um, hevur ikki verið á palli í áravís, og tað var skjótt greitt, at fólk hava saknað hann. Øll sungu við til allar teir gomlu kenningarnar. Hinumegin ringvegin, Súr- ligar nætur í Keypmanna- havn og Kalli Katt fingu av álvara stemningin at kóka. Onkuntíð kom onkur regla skeivt fyri hjá Kára, men hann bleiv rættaður av fjøldini í salinum, sum sang við av øllum alvi. Tað tykt- iskt, sum vildu tey veruliga vísa honum, at hann, hóast hann ikki hevur gjørt nakað um seg í fleiri ár, ikki er gloymdur. Ímillum sangirnar var at kalla kvirt, og barrfólkini høvdu lítið og einki at gera ta løtuna, meðan Kári p. spældi. Onkur vildi vera við, at Kári p. tóktist sera tamur í mun til hvat hann plagdi at vera á pallinum, og at sama orka ikki var í hesi fram- førðsluni, sum tað plagdi at vera hjá honum. Men óan- sæð orku á pallinum, so rúnarbant hann áskoðararn- ar. Hann var somuleiðis tann einasti, sum var klapp- aður og róptur uppaftur á pallin til eitt eykanummar. Avbera gott kvøld Síðani kom Terji Rasmuss- en. Hóast huglagið nú broyttist heilt, dugdi Terji væl at fáa áhoyraran við sær. Undir hansara fram- førðslu var nógvur gangur og prát, serliga tí at øll tey tystu fólkini, sum høvdu sitið still og lurta eftir Kára p., nú brádliga fóru í barr- ina at keypa. Men við løg- um sum Mamma, Eros og Eg flýggi til tónleikin, fekk Terji savnað fjøldina aftur. Eftir Terja komu fyrst Páll og Ronnie og síðani Martin Joensen á pall. Nú býttust áhoyrararnir í tveir partar, tey yngru og tey eldru. Tað gjørdi, at tað bleiv ófriðaligt inni, og fólk fóru at ganga út og inn og mala. Soleiðis var eisini meðan Deja Vu spældi. Men tað gjørdi fyri so vítt einki, fólk hugnaðu sær og gingu runt og prátaðu við fólk, ímeðan tónleikurin spældi. Seinasti bólkur á pall var All That Rain, sum spældi til dans restina av náttini. Samanumtikið eitt sera gott kvøld, við góðum tón- leiki, har inntøkan fór til eitt gott endamál. Ikki so galin háttur at nýta eitt fríggjakvøld. STUÐULSKONSERT Eydna Skaale Ein av stigtakarunum til konsertina fríggjakvøldið, var Mourits Mohr Vang. Hann hevur sjálvur eina dóttur við kreft, og hann greiðir frá, at endamálið við konsertini var at savna pening til eina danmark- arferð fyri kreftsjúk og fyrrverandi kreftsjúk børn í Føroyum. – Vit vóru sera væl nøgd við tiltakið, og tað haldi eg, at tey flestu vóru, so tað var bara gott. Eg havi ikki skipað fyri nøkrum tílíkum tiltaki áður, so tað var alt í sam- starvi við Havgrím og Petur (eigararnar av Plat- form og Eclipse). Eg setti meg í samband við teir, og saman komu vit so fram til, hvussu tiltakið skuldi skipast, greiðir Mourits Mohr Vang frá. Hann sigur, at tað gekk væl at fáa fólk at koma at spæla, og at øll sum heild hava verið til dystin fús. Stórur áhugi Enn veit hann ikki at siga hvussu nógv er komið inn, men greitt er í øllum førum, at konsertin varð útseld í forsølu, langt áðrenn fríggjakvøldið. – Nógv vóru kanska eitt sindur fornermað, tí tey ikki fingu atgongumerki, men tað er ikki nakað at gera við tað. Áhugin vísti seg at vera øgiliga stórur, og tað vóru sera blandaðir aldursbólkar, ið vóru har, sigur Mourits. Hann leggur afturat, at tiltakið eisini bleiv sera væl lýst, og at øll vóru sera røsk at hjálpa. – Tað undraði meg fakt- iskt eitt sindur, at Hanus og Kári p. kundu fáa hetta unga fólki at syngja við. Tey vóru ikki fødd, tá sangirnir vórðu skrivaðir og komu út. Men tað vísti seg at øll sungu við, so tað var bara gott, heldur Mourits, sum er fegnast um, at fólk hugnaðu sær. Familjuferð til DK – Endamálið við konsert- ini var at savna pening til eina ferð fyri kreftsjúk og fyrrverandi kreftsjúk børn við familjum teirra. Tað verður eitt familjuviku- skiftið í Danmark 10. til 12. sept-ember júst fyri kreftsjúk børn og familjur teirra, so tað ætla vit okk- um við til, sigur Mourits. Átta familjur við kreft- sjúkum børnum fara av- stað. Kanska tað undrar onkran at allar familjurn- ar skulu við, tá tað bert eru børnini, sum eru sjúk, men tað er einki løgið heldur Mourits. – Tað er so, at um eitt barn verður sjúkt av kreft, so verður restin av familj- uni tað eisini, sigur hann. Hann greiðir frá, at hetta tí skal verða ein av- stressandi ferð fyri alla familjuna, har tey skulu hugna sær og hava tað stuttligt. – Túrurin skal faktiskt virka sum familjuterapi, har vit møta øðrum, sum hava tað eins og vit, sigur hann. Í vikuskiftinum verða alskyns tiltøk, bæði fyri vaksin og børn. M.a. verður ein skattajakt fyri alla familjuna, bomm- framleiðsla, live tónleikur og ein fundur við avslapp- ing, avspenning og visualisering. Takk! – Eg fekk ikki høvið at takka øllum persónliga, so tað má eg endiliga minnast til. Allir tónleik- ararnir, sum gjørdu sítt ar- beiði so væl, og góvu okkum eina so fantastiska konsert, øll sum lýstu ókeypis, og sum hjálptu til, og øll sum komu at stuðla okkum skulu hava eina hjartans tøkk. Eingin nevndur og eingin gloym- dur, sum man plagar at siga, sigur Mourits Mohr Vang at enda. Fólk hava saknað Kára p. Mourits Mohr Vang, fyriskipari: Takk! Málið er slept Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag er liðugur við málið um TV2. Hann sigur seg hava nátt tí, hann vildi. Nevniliga at TV2 rættaði tíðindini um inntøkuna hjá føroysku fiskimonn- unum TV2 Edvard Joensen TV2 hevur tikið tíðindini um, at føroyskir fiskimenn við donskum blokkstuðuli, frádráttum og skattalætta hava dupult so stóra inn- tøku sum danski fiskimenn aftur. Í tíðindasending leygar- kvøldið varð soljóðandi rætting lisin: »RETTELSE: I et indslag mandag 19. juli sagde vi, at fiskere på Færøerne tjener cirka dobbelt så meget som deres kolleger i Danmark - på grund af store skattefra- drag, finansieret af bloktil- skud fra Danmark. Den be- skrivelse holder ikke. Der er nemlig meget store ud- sving i fiskernes indtjen- ing, både her og på Færø- erne - hvorfor man ikke kan sammenligne deres løn og skat, som vi gjorde. Det var, så at sige, en torske- dum fejl - og vi beklager. « – Við hesum er hetta mál- ið burturlagt, sigur Óli Jac- obsen, formaður i Føroya Fiskimannafelag, sum alt fyri eitt, TV2 fyrstu ferð bar hesi tíðindi um inntøk- urnar, fór í hernað móti hesum upplýsingunum. TV2 hevur annars hildið fast um, at innslagið bygdi á upplýsingar, tey hvødu fingið úr Føroyum. Millum annað frá Føroya Fiski- mannafelag. Men tí vildi Óli Jacobsen ikki trúgva. – Í hvussu er hevur eing- in á hasi støðini tosa við meg, og tað átti at verið rættiliga upplagt, sigur hann við Sosialin. Einasta føroyska kelda, sum nevnd varð í innslagnum, var for- maðurin í Búskaparráðn- um, vísir Óli Jacobsen á. Tað tók drúgva tíð at fáa TV2 at avsanna tíðindini. Ikki fyrr enn Óli Jacobsen hevði kært støðina til danska pressuráðið, kom ein rætting í tíðindunum hjá TV2. Óli Jacobsen hevur, nú TV2 hevur rættað tíðindini, tikið kæruna til presuráðið aftur. Sum beinleiðis avleiðing av tíðindunum í TV2, segði formaðurin í fíggjarnevnd- ini hjá Fólkatinginum, Kristian Thulesen Dahl úr Danska Fólkaflokkinum, soleiðis: »Det forarger mig selv- følgelig, at når man samm- enligner færøske fiskeres forhold med danske fisker- es forhold, så er der en dis- favør til ugunst for dansk- erne, samtidigt med, at den danske stat leverer et større millionbeløb til Færøerne i støtte.« Grundarlagið undir hans- ara forargilsi er burtur, sig- ur Óli Jacobsen. Tað sama er grundarlagið undir hótt- anini um at samantvinna inntøkurnar við blokkstuð- ulin. Óli Jacobsen metir tað ógvulig óheppið, at ein so týðandi politikari, sum danski fíggjarnevndarfor- maðurin skal fara í hernað móti føroyskum fiskimonn- um við grundarlagi í einum tíðindainnslagi, sum var beinleiðis ósatt. Og keldan til hetta ósanna innslagið er før- oysk, sigur Óli jacobsen. Tað er formaðurin í Búskaparráðnum, Her- mann Oskarsson, sum er at- voldin til hesi skeivu tíð- indini, sum íkomin eru. Hann er einasti føroyingur, sum endurgivin er í hesum málinum, og er sostatt atvoldin til, at málið er komið soleiðis fyri, sigur Óli Jacobsen,formaður í Føroya Fiskimannafelag. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerkingar frá TV2, áðrenn blaðið fór til prentingar. Liggjandi turkurin hevur noytt Sørvágs Kommunu at pumpa vatn úr Sørvágsvatni og koyra við tanga- bilum í brunnarnar hjá kommununi TURKUR Edvard Joensen Sørvági: Vatntrot er í Sørvági. Brunnarnir eru tómir, og neyðugt er at flyta vatn við tangabilum úr Sørvágsvatni í brunnarnar í Húsadali. Um vikuskiftið hava brandbilar koyrt vatn til Sørvágs. Sørvágs Komm- una hevur fingið ein tangabil frá slíkkiliðnum í Havn at koyra vatn til Sørvágs, eins og bilarnir á flogvøllinum eisini hava verið nýttir, ta tíðina, flogførini ikki hava flogið. Tað vil siga um kvøldið og náttina. –Byrjað varð at koyra vatn við tangabilum leygar- kvøldið, sigur Erik David- sen, næstformaður í Sør- vágs bygdarráði. Liggjandi turkurin hevur gjørt, at nú er uppi hjá okkum, og tí var hetta neyðugt. Sørvágs Kommuna hevur eina byrging, har vatn verð- ur savnað í. Síðan verður tað latið í brunnar, haðani tað so verður reinsað. Vatnið, sum nú verður tikið »Niðri á vatni«, fer í brunn- arnar og síðan gjøgnum reinsiverkið, áðrenn tað fer til brúkaran. Nú turkur er, og lítið vatn er í byrgingini, hevur fólk hjá kommununi arbeitt við at reinsa byrgingina. Tískil verður vatnið, sum tikið verður, pumpað beinleiðis í brunnarnar. Erik Davidsen sigur, at hesin trupulleikin við vatn- troti er ikki heilt nýggjur. Tað er hent fyrr, at vantið er gingið undan í Sørvági. Og ætlanir hava eisini verið um at leggja eitt inntak oman í vatnið. Men tær ætlaninar eru so enn ikki vorðnar til veruleika. Nær tað verður, veit hann ikki. Leiðingin liggur næst- an heilt oman, men pumpu- støð og reinsiverk eru ikki gjørd enn. Og nú fer hetta bygdarráðið, sum situr, neyvan at taka nakra avgerð um tað, nú bara tríggir mánar eru til val, sigur hann. Við sínum eyðkenda áhaldni og treiskni hevur Óli Jacob- sen, formaður í Føroya Fiski- mannafelag, noytt danska TV2 at rætta tíðindini, sum borin vórðu í summar um inntøkurnar hjá føroyskum fiskimonnum Vatntrot í Sørvági Ein tangabilur hjá Tórshavnar Sløkkiliði var mánadagin á flúgvarabedingini og pumpaði vatn, sum koyrt varð í brunnarnar hjá Sørvágs Kommunu Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6 Kom og royn ein fjølbroyttan fimleikatíma undir leiðslu av Lydiu Arge, sum hevur íðkað fimleik meira enn ein mansaldur. Vit eru í Skt. Frans skúla týsdagar kl. 18.00-19.00. Skeiðið byrjar 31. august og heldur á allan veturin. Tilmelding í Sankta Frans skúla 28. august kl. 14:00 til 17:00, ella ring til Hjørdis 31 25 38. Avspenning & ballstik v/ Lydiu Fimleikafelagið Ljósið Fimleikaárið 2004/05 team85 Hey gentur og dreingir! Fimleikafelagið Ljósið Komið og havið tað kuul saman, meðan vit læra at dansa saman við Billu og Belindu. Vit byrja mikudagin 1. september í Nonnuskúlanum. kl. 19.00 - 20.00 kl. 20.00 - 21.00 Hip Hop, Funk & Street Dance Børn og ung, yngri enn 14 ár: Ung, 14 ár og eldri: TIlmelding í Skt. Frans skúla 28. august frá kl. 14.00 - 17.00. Tú kanst eisini ringja til Billu, 21 70 24 ella Belindu, 26 26 98. Fimleikaárið 2004/05 team85