Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

BURTURKAST Framyvir skal virkið, hað- ani vinnuburturkastið stav- ar (ruskkeldan), skrásetast. Skrásetingin fer fram, tá ið burturkastið verður latið inn á kommunalu móttøku- plássini. Neyðugt er tí hjá øllum virkjum og vinnurek- andi, ið hava burturkast, ið skal latast til kommunalu móttøkuplássini, at verða skrásett sum debitorar frammanundan at burtur- kast verður latið inn. Virkir og vinnurekandi, sum ikki eru skrásett sum debitorar, kunnu gera hetta á Brenni- støðini á Hjalla ella á rokn- skapardeildini hjá komm- ununi. Gjaldið skal avroknast millum Tórshavnar komm- unu og virkið, haðani burt- urkastið stavar (ruskkeld- una). Um flutningsvirkir koyra burturkast fyri onnur, skulu tey upplýsa, hvaðani burturkastið stavar, tí flutn- ingsvirki verða ikki roknað sum ruskkelda. Gjaldast skal í minsta lagi fyri 1 m3 hvørja ferð. Til ber at gjalda kontant ella at fáa rokning send- andi. Hóast goldið verður kontant, skal ruskkeldan skrásetast. Vinnuligar tænastur Burturkast frá vinnuligum tænastum til privat húski ella til vinnuvirki (t.d. í sambandi við byggi- ella umvælingararbeiði, útskift- ing av amboðum og tólum o.t.), verður flokkað sum vinnuburturkast. Í slíkum førum verður tænastuveit- arin roknaður sum rusk- kelda. Bingjuplássið í Kollafirði Bingjuplássið í Kollafirði verður frá 1. oktober 2004 skipað sum eitt móttøku- pláss fyri privatborgarar, t.v.s. at tikið verður ikki ímóti vinnuburturkasti. Bingjur vera til burturkast at brenna, tyrva, jarn/me- tall, umframt at tikið verður ímóti pappi/pappíri, køli- og frystiútbúnaði, elektro- nikki og vandamiklum burturkasti. Plássið verður opið leygardagar kl. 13-17 og verður mannað tá ið op- ið er. Plássið verður stongt allar aðrar tíðir. Mold og jarn Á mold- og tyrvingar- plássinum í Húsahaganum og á Jarnplássinum á Hjalla verður einans tikið í móti vinnuburturkasti. 8 Nr. 159 - 24. august 2004 Nr. 159 - 24. august 2004 9 Langt síðan, tú gjørdi fimleik? Ongantíð gjørt fimleik? Altíð gjørt fimleik? Fullkomiliga líkamikið, tí tú ert vælkomin á kvinnuliðið fyri 20 ár og eldri! Vit dyrka sál og sinni, gera vanligan fimleik, toyggja og venja fimi, seta saman rørslur til framsýningarseriu, - alt við íblástri frá eitt nú aerobic, line-dance o.ø. modernaðum dansi, tí vit ríða fegnar á bylgjuni við tí, sum er in í løtuni. Almenn kondisjón og styrki eru sjálvfylgja, samstundis sum eyka búkvøddavenjing við látri eisini er eitt mál í sær sjálvum. Kom og íðka! - annars kann tað vera, tú angrar tað ....... Vit eru í Nonnuskúlanum týskvøld frá kl. 20.00-21.30. Tilmelding í Skt. Frans skúla 28. aug. kl. 14.00 til 17.00. Ungar kvinnur íðka, - spenna, renna, styrkna og flenna saman við Heidi! Fimleikafelagið Ljósið Fimleikaárið 2004/05 team85 C M Y K 9 8 Tørvur er á komm- unulæknum kring alt landið. Klaksvík er onki undantak, men nú sigur Steinbjørn Jacobsen, borgar- stjóri, at batar eru at hóma á økinum. Sam- stundis sum nýggja læknamiðstøðin verð- ur liðug um einar tveir ella tríggjar mánaðir KOMMUNULÆKNAR Solby A. Eliasen, solby@sosialurin.fo Tørvurin á kommunulækn- um, sum er kring landið, hevur Klaksvíkar komm- una eisini merkt, men nú sigur borgarstjórin, at tað sær ljóst út í øllum førum fram til komandi vár. – Vit hava gjørt sáttmála við ein lækna, sum hevur umleið hálvt ár eftir av síni útbúgving. Hann kemur higar at vera kommunu- lækni í eina tíð, greiðir Steinbjørn frá, men leggur tó afturat, at hesin kemur at virka sum avloysari kortini. Umframt hetta er tað eina kommunulæknastarvið sett, og ein av avloysarun- um, sum hevur verið her í eina tíð letur til at trívast væl í býnum og ynskir at verða í Klaksvík í eina tíð, sambært borgarstjóranum. – Vit hava eina avtalu við hann fram til apríl, so eg haldi, at ein kann siga, at tað sær bjartari út á komm- unulæknaøkinum, sum nú er. Tað stendur í øllum før- um ikki so illa til, sum tað hevur, sigur Steinbjørn Jacobsen. Fýra kommunulækna- størv eru normerað til norðoyggjar, men sum nú er, er bert tað eina sett. Og so eru tvey av teimum mannað við avloysarum. Kommunan hevur havt eitt tógvið stríð við at halda kommunulæknastørvini sett, men nú letur sum sagt til, at langtíðar avtalur kunnu fáast í hús. Í oktober ella november verður læknamiðstøðin í Klaksvík klár at taka í nýtslu. Við henni verða karmarnir hjá kommunu- læknunum munandi betri. Steinbjørn Jacobsen, sig- ur, at hann hevur fingið at vita, at støðin stendur liðug í oktober ella november. Nærri boð enn tað hevur hann tó ikki fingið. –Sum eg havi skilt, so arbeiða teir nógv við eleva- torskaktini nú, annars er tað mest innrættingin, sum teir fáast við, so nú líður móti endanum, sigur Steinbjørn Jacobsen. Batar á kommunulæknaøkinum í Klaksvík Læknamiðstøðin í Klaksvík verður liðug um einar tríggjar mánaðir. Hon fer tó í fyrstu atløgu at hýsa einum fastsettum kommunulækna og tveimum avloysarum. Steinbjørn Jacobsen, borgar- stjóri, sær tó ljósari upp á støðuna á kommunulæknaøkinum, sum nú er Fregnir eru ikki komin út síðani í juni mánaði, og Jonhard Mikkelsen, blað- stjóri, veit ikki at siga, nær ella um Fregnir koma út- aftur. Hann dylir ikki fyri, at tað ikki er nemt at gevast við slíkum. Men tað er nógv, sum talar fyri tí, sigur hann. – Eg veit ikki, nær vit koma útaftur ella um vit yvirhøvur koma úaftur, men eg vænti, at avgerðin verður tikin í hesi vikuni, sigur Jonhard Mikkelsen í stuttari viðmerking. - sae - Ivasamt við Fregnum Viðgingið seg sekar Tríggir persónar eru tiknir fyri at hava stolið atgongu- merki til gospelkonsertina á Summarfesivalinum. Teir tríggir hava viðgingið seg sekar og verða skuldsettir fyri stuldur. Løgreglan í Klaksvík sigur, at tjóvarnir komu nakað tilvildarliga fram á 150 atgongumerki, sum teir so fóru avstað við. Teir góvu og seldu so fleiri av atgongu- merkjunum, men óvist er, hvussu nógv atgongumerki teir hava givið ella selt. – Hetta er talan um ungar persónar, sum ikki hava framt nøkur lógarbrot áður, so revsningin verður helst bøtur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík. - sae – Tíggju upp til nýggja koyriroynd Løgreglan í Klaksvík hevur gjørt ferðmátingar í sein- astuni. Í síðstu viku vórðu 26 sakir skrivaðar, harav tíggju skulu upp aftur til nýggja koyriroynd, tí ferðin var ov høg á óbygdum øki. – Hægst málda ferðin var 143 km/t, meðan meginpart- urin lá um 120, sigur vakthavandi. Í einum av førunum var talan um ein lastbil. Løgreglan fær javnan klagur frá fólki um, at lastbilar koyra ov skjótt í býnum, men hóast hon javnan er úti og ger ferðmátingar av lastbilunum, so er ov nógv ferð ikki ein trupulleiki har. – Tað sær so ógvusligt út, tá ein lastbilur kemur ful- lastaður við 50 ella 70 km ferð, so hóast tunga ferðslan í býnum er munandi økt við arbeiðinum upp á norð- oyatunnilin, so merkja vit ikki stórvegis trupulleikar av ov høgari ferð, verður sagt av løgreglustøðini í Klaksvík. - sae - - endiliga aftur á tapetinum! Ert tú ein m/k, ið alla heysthálvuna hevur hug at royna alternativan ítrótt bara til stuttleikar? T.d. hockey, brøgd á rulluskoytum, golf, samskipaðan gongu- & súkklutúr til Kirkjubøar, kappróður, ríðing v.m. Tú skalt kunna útvega tær neyðugu útgerðina til tímarnar, men vit hjálpa eisini. Hevur tú áræði og tekur alt treystliga við einum smíli, so man DreamTeam vera nakað fyri teg. Tilmelding í Sankta Frans skúla 28. august kl. 14 00 til 17 00 Kom og verð við upp á tað.... Vit eru! . . . Skrá og nærri kunning fæst á staðnum, - vit íðka og royna brøgd ymiskt ásettar tíðir. P.S. Tann fyrsti/-a, ið gjøgnumførir skeiðið fær gávu og heitið Fremsti Kappi. DreamTeam hjá Ljósinum Fimleikafelagið Ljósið Fimleikaárið 2004/05 team85 Framyvir verður bert tikið ímóti vinnulig- um burturkasti móti gjaldi gerandisdagar, meðan einanst verður tikið móti burturkasti frá privatfólki leygardag BURTURKAST Eirikur Lindenskov, eirikur@sosialurin.fo Frá 1. september at rokna fer bert at bera til hjá pri- vatfólki at slepp av við rusk á Endurnýtsluni á Sandvík- arhjalla leygardag. Vanliga gerandisdagar verður bert tikið ímóti vinnuligum burturkasti. Endurnýtslan sigur í tíð- indaskrivi, at neyðugt er at fáa greiðari skilnað millum privat og vinnuligt burtur- kast. Tí verður skipanin broytt. Endurnýtslan verður opin mánadag til fríggjadag frá kl 8 - 17, men tá ber bert til at sleppa av við vinnuligt burturkast móti gjaldi. Leygardag verður opið fyri privatfólki, og tá verður opið frá kl 10 til 17. Higartil hava privatfólk sloppið av við burturkast allar dagar - og enntá hós- dag til kl 20. Men havnar- borgarar verða framyvir noyddir at savna sær ruskið saman til leygardag, um tey ikki skulu gjalda fyri tað. Av Endurnýtsluni verður sagt, at leygardag verður tikið ímóti burturkasti ókeypis frá privatborgar- um, ið er fevnt av reglu- gerðini um húsarhaldsburt- urkast. Leygardagar hava einans privat akfør undir 3.500 kg atgongd til Endur- nýtsluna á Hjalla. Privat- burturkast skal vera soleið- is háttað í nøgd og vavi, at eingin ivi er um, at tað stav- ar frá privatum húsarhaldi. Um privatborgari hevur okkurt burturkast, sum ikki er fevnt av reglugerðini um húsarhaldsburturkast, ber til at lata hetta inn á Endur- nýtsluna mánadag til fríggjadag sum vinnuburt- urkast móti gjaldi. Sleppa bert av við rusk leygardag Framyvir sleppa havnarborg- arar bert av við húsarhalds- burturkast leygardag. Aðrar dagar verður bert tikið móti vinnuligum burturkasi móti gjaldi Vinnuligt burturkast skal skrásetast Broyttu upplatingartíðirnar: Endurnýtslan á Hjalla: Mánadag - fríggjadag: 8 - 17 einans vinnuburturkast Leygardag: 10 - 17 einans privatburturkast Jarnplássið á Hjalla: Mánadag - fríggjadag: 8 - 16 einans vinnuburturkast Mold- og tyrvingarplássið í Húsa-haganum: Mánadag - fríggjadag: 8 - 16 einans vinnuburturkast Bingjuplássið í Kollafirði: (frá 1. oktober 2004) Leygardag 13 - 17 einans privatburturkast