týsdagur 24. august 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 159 - 24. august 2004
Nr. 159 - 24. august 2004
11
Tað er alkunnugt, at danska stjórnin hevur verið
meira enn trek at fara undir at útbyggja og dag-
føra Vága floghavn. Tað er eins alkunnugt, at
neyðugt er við eini munagóðari útbygging og eini
hart tiltrongdari dagføring. Ferðslan økist, og
flogførini broytast. Fyrr ella seinni fer Atlantic
Airways at skifta flogførini út, og eigur felagið tá
sjálvsagt ikki at verða bundið av einum ov
stuttum og ótíðarhóskandi flogvølli. Trupulleikin
við ov stuttum lendingarbreytum er júst vorðin
ein forðing fyri útbygging av flogferðsluni í
Grønlandi. Har er støðan tann, at floghavinirnar
kunnu bert taka í móti nøkrum heilt ávisum
sløgum av flogførum, og er hetta einn meinbogi
fyri útbygging av flogferðsluni. Tað verður eisini
neyðugt við kapping á Føroyarutuni, og tí eiga
allar forðingar fyri frælsari kapping at verða
beindar burtur. Ein floghavn, ið bert tekur flogfør
hjá einum ávísum flogfelag, er ein kappingarforð-
ing. Sostatt eru nógvar góðar grundir til sum
skjótast at útbyggja og dagføra Vága floghavn.
Tað er tí sera áhugavert, at danska stjórnin nú tyk-
ist at vilja flyta seg í spurninginum um útbygging
av Vága floghavn. Sum kunnugt hevur løgmaður
umrøtt málið við forsætisráðharran á ríkisfundin-
um herfyri. Danska stjórnin hevur greitt fingið at
vita, at hon eigur Vága floghavn, og at stjórnin tí-
skil hevur skyldu at síggja til, at floghavnin er í
fullt nútímansgjørdum líki, tá hon verður yvirtikin
av føroyskum myndugleikum. Sjálvandi skulu vit
yvirtaka Vága floghavn, men vit eiga ikki at yvir-
taka hana fyri einhvønn prís.
Tað er bæði rætt og gott, at danska stjórnin nú
klárt og greitt hevur fingið at vita, at stjórnin ikki
bara kann krevja, at vit yvirtaka Vága floghavn
her og nú, av tí at staturin nú hevur tann politikk,
at sleppa statinum undan at reka floghavnir. Yvir-
tøkan eigur sjálvsagt at fara fram við skili. Hetta
merkir, at Vága floghavn skal vera fult og heilt út-
bygd og tipp topp nútímansgjørd, áðrenn han
kemur á føroyskar hendur. Annað er so tað, at vit
møguliga kunnu taka lut í fíggingini av útbygg-
ingini, um danski staturin, sum er ein hin ríkasti í
heiminum, ikki hevur ráð at gjalda fyri alla út-
byggingina. Í so fall eiga vit at umhugsa føroyska
luttøku í fíggingini. Men herfrá og so at turka all-
an kostnaðin, einar 2-400 milliónir uppá føroyska
skattgjaldaran, tað gongur als ikki. Tað hvørki
kunnu ella eiga føroyskir myndugleikar at góð-
taka. Í hesum máli sum í so mongum øðrum mál-
um, skal ríkisfelagsskapurin standa sína roynd.
Allir partar kenna avleiðingarnar, um ríkisstjórnin
dumpar til royndina.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Flogvøllurin útbyggjast
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Frítíðarskúli fyri 2. flokk
Steðgið manninun
Jógvan Arge
býráðslimur
Tey foreldur eru mong, sum
nú merkja sviðan av, at
Tórshavnar
Býráð
ikki
hevur viljað syrgt fyri
frítíðarskúla til bæði 1. og
2. flokk.
Minnilutin í býráðnum
hevur á hvørjum ári hesa
setuna havt uppskot um at
skipa fyri, at eisini skúla-
børnini í 2. flokki sleppa í
frítíðarskúla eftir loknan
skúladag, men vit hava ikki
fingið meiriluta fyri upp-
skotinum.
Hetta var eitt av teimum
málum, sum stóð á okkara
stevnu til seinasta býráðs-
val, og tað verður aftur á
stevnuni til hetta býráðs-
valið.
Avgerðin kann kortini
verða tikin longu áðrenn
býráðsvalið í november.
Um nakrar dagar verður
farið undir at viðgera fíggj-
arætlan Tórshavnar Býráðs
fyri árið 2005, og tá fara vit
enn einaferð at leggja til
brots fyri at fáa frítíðar-
skúlan til eisini at umfata 2.
flokk.
Sum nú er, reika børnini í
2. flokki býin runt at finna
sær skjól og selskap til for-
eldrini einaferð koma aftur
frá arbeiði. Tað er mikið
gott, at børnini finna saman
sjálvi, men kann vera
ótrygt, og ið hvussu so er
kenna nógv foreldur seg
ótrygg.
Okkurt framstig liggur í
kortunum. Ætlanir eru um
at byggja ein lítlan skúla til
smábørnini í Hoyvík, með-
an bíðað verður eftir tí stóra
skúlanum, og hesin smá-
barnaskúlin
skal
eisini
brúkast til frítíðarskúla fyri
1. og 2. flokk, tá hann kem-
ur.
Men tað hjálpir ikki
teimum, sum hava trupul-
leikan í dag.
Býráðið alt hevur verið
samt um at taka tøk til
frama fyri barnaansingina
hesa seinastu setuna, og
nógv er eisini fingið frá
hondini. Okkurt kundi ver-
ið betur frágingið, men
tíverri hevur hugurin ikki
rokkið til eitt frítíðartilboð
til tey skúlabørnini, sum
ganga í 2. flokki.
Tað eiga vit at bøta um
sum skjótast.
Nemus Nap Djurhuus
Eg havi ikki loyvi at kalla
Jógvan við Keldu rasist -
men tað nærkast so ógvu-
liga nógv, at eg havið hug at
gera tað, men eg lati vera,
so eg ikki fái eina injuriu-
sak á hálsin.
Hvat bagir manninum
Nú má vera nokk við at
Jógvan við Keldu heldur
seg vera einaráðandi í Før-
oyum viðvíkjandi útlend-
ingum, sum arbeiða, búgva
her.
Hvat hava teir gjørt?
Einki uttan tað, sum flestu
føroyingar ikki tíma, ar-
beiða í fiskivinnuni, dugna-
lig og fryntlig fólk, ið hava
valt annað land at integrera
seg í og taka tað arbeiði, tey
mun stendur í boði.
Eg kenni nógvar útlend-
ingar, sum eru komnir til
Føroyar at royna sína eydnu
og eru so glaðir fyri Før-
oyar, at teir hava sligið røt-
ur her, og tað skal vera
teimum væl unt. Hesi fólk
eru at sær komin, at tey
royna at læra seg føroyska
málið og føroyskar siðir!
Til samgonguna
Ganga tit veruliga inn fyri at
vit skulu forfylgja øllum
útlendingum, sum ikki eru
føroyskir ríksiborgarar (um
nakað eitir so, tí vit eru jú øll
danir) at tey skulu av land-
inum, tá teirra arbeiðs- og
uppihaldsloyvi gongur út.
Útreinskan av óynsktum
fóklasløgum var onkur sum
einaferð hevði í huga, og
mundi hendan ætlan hansara
næstan eydnast. Er tað
veruliga so er illa statt í
føroyskum politikki? Góðu
menn og kvinnur á tingi.
Takið nú í egnan barm og
boðið frá, hvat tit veruliga
meina vit ein útlendingapol-
itikk. Ella er meiningar tykk-
ara bara ein orðaskavaldur?
Til andstøðuna
Eg veit, at Tjóðveldisflokk-
urin hevði eina fulfíggjaða
ætlan viðvíkjandi útlend-
ingapolitikkinum - men lít-
ið og einki er at hoyra um
hesa ætlan. Hvat við at al-
mennakungera, hvat ætl-
anin inniber?
Ikki ber til at sita hendur
í favn og »bara« siga, at vit
mótmæla. Andstøðan hevur
sanniliga eisini ábyrgd
hesum viðvíkjandi.
Til Jógvan við Keldu
Góði keri fitti maður/vinur
(ja tað meti/vóni at tað tú og
eg er framvegis eru, tó
ósamdir eru vit báðir) tak í
egnan barm ella okkurt ann-
að. Lat ikki okkum før-
oyingar koma í ringt orð um
allan heim sum rasistar og
óvinarligar móti øllum út-
lendingum, sum royna at lív-
bjarga sær og sínum, eisini
Føroyum. Flestu sum koma
til Føroyar eru dugnalig og
vita, hvørji krøv eru gald-
andi í Føroyum, tá tey koma.
Tú er ikki longur býráðs-
formaður í Klaksvík, men
landsstýrismaður fyri allar
føroyingar, og tað krevur
sín mann.
Vís nú, at tú er tann stór-
polittakari, tú metir teg
sjálvan vera.
PS: Viðmerkingar um út-
lensk ítróttarfólk kemur
seinni, tó tann spurningurin
hevur skund.
Vinarliga og við bestu
kvøðum til tín.
VIÐMERKINGAR
Áki Andreasen - døggutar brillur ella??
Okkara løgmaður liggur á øllum fýra
Johan Dahl
løgtingsmaður
Undirritaði
hevði
eina
grein um trupulleikan við
endurtøkuni av monopolin-
um á flogleiðini millum
Føroyar og Danmark og
viðgjørdi eisini í greinini,
hvørt Landsstýrið áhald-
andi skuldi subsidiera al-
menna flogfelagið ella ein-
skilja tað í nærmastu
framtíð.
Eisini kom eg inn á,
hvussu umráðandi tað er at
fáa flogvøllin longdan og
uppdateraðan.
Áki Andreasen er ikki
sørt frustreraður í síni við-
ger av hesi grein, undirrit-
aða og Sambandsflokkin-
um - og hevur tíverri lisið
greinina sum ein ávísur
lesur Halgubók, tí ONKI í
hansara viðmerkingum til
greinina heldur vatn og er
ein forbronglan av veruliga
innihaldinum og tí, sum
verður tikið fram í greinini.
Ístaðin fyri at viðgera veru-
liga málið sum er:
1. Trupulleikin við end-
urskapta monopolinum og
tað óansæð um tað er
Atlantic, Mærsk, ella annað
felag, sum hevur hesa ser-
støðu - vit vilja als ikki
hava monopol, hvørki á
hesi leið ella arðastaðni í
vinnuni.
2. Serstøðuna sum At-
lantic hevur og sum partvís
var tikin fram í greinini
3. Fría kapping á flogøk-
inum - ella rættari vantandi
fría kappingin at fáa loyst
upp fyri hesum trupulleika
og veruliga fáa fría kapp-
ing.
4. Flogvallatrupulleikin -
at hesin má leingjast og
uppdaterast viðv. trygd.o.ø
Hesi vóru evnini, ið við-
gjørd vóru, men ístaðin fyri
at viðgera hesi mál seriøst,
so kemur tað vanliga tjó-
veldistvætlið um, hvat teir
hava bygt og hinir brotið
niður, hvat teir hava torað
og hinir ikki.
Tað sær út til, at tað enn
hóast 6 ára oyðmarkar-full-
veldisgongd, - so er áhald-
andi sera umráðandi at gera
vart við, at »VIT« tjó-
veldismenn er teir einastu
samvitskufullu, vinnuliga
reinføru og rætthugsandi
føroyingarnir.
Hasa plátuna hava vit
hoyrt og sæð nokk av sein-
astu árini.
Harrin náði okkum um
tað høvdu verið hesir, sum
bygdu land, so høvdu vit
allir enn gingið í kotinum
og húðaskóm.
Eg kundi hóskandi spurt
Áka:
– Heldur tú tað vera í
lagi, at vit aftur enn
einaferð fáa monopol á
Føroyarutuni, og hvat metir
tú størsta orsøkin er til, at
vit aftur enda í hesi støðu?
– Heldur tú tað vera í lagi
áhaldandi at geva Atlantic
Airways sersømdir, sum m.
a. tær,ið nevndar vórðu í
greinini?
– Heldur tú tað er í lagið,
at stuðul er eitt banniorð
hjá nøkrum vinnum, men
ørðum nærmast frítt slag??
– Heldur tú tað er í lagið,
ikki at hava fría kapping á
flúgving til og frá Før-
oyum?
– Skulu vit framvegis í
besta
kommunistastílið,
áhaldandi lata landið eiga
størsta partin av vinnutól-
unum, sum eitt nú Atlantic
Airways?
– Heldur tú ikki, at
flogvøllurin skal leingjast
skjótast møguligt?
Aftursvarið viðv. pástand-
inum um Sambandsflokkin
og hvat hansara støðu er og
hevur verið viðv. Atlantic,
haldi eg, at greinin hjá
Helga Abrahamsen greitt
sigur frá okkara støðu, men
tað sær heldur ikki út til
hesum viðv, at Áki hevur
gjørt sítt heimaarbeiðið
gott nokk .
Mín grein er als ikki eitt
álop á Atlantic Airways,
men einans ein konstater-
ing av nøkrum fakta, har eg
seti spurnartekin við nøkur
vital ting, sum eiga at verða
tikin upp til viðgerðar al-
ment og politiskt. Sjálvur
haldi eg, at Atlantic Air-
ways (eins og fleiri onnur
almenn feløg) eigur at blíva
einskilt í nærmastu framtíð
og fáa fríar teymar og kapp-
ast á jøvnum føti við onnur
flogfeløg í Evropa eins væl
og á Føroyrutuni.
Tað vil gagna og menna
felagið og vónandi geva
brúkarunum bestu sømdir
og servisu.
Áki Andreasen og arðir
»rætthugsandi« áttu eftir-
hondini at umhugsa, um
ikki teir burdu slept osta-
klokku- og húðaskógva-
mentalitetinum og latið
eyguni upp út í heim - sæð
møguleikarnir og skapt
nakað
burturúr
hesum
ístaðin fyri áhaldandi at
goyggja at øllum ørðum,
sum ikki hugsa so snævur-
skygt sum teir sjálvir.
Sjúrður Skaale
Jóannes Eidesgaard van-
virðir eina einmælta sam-
tykt hjá løgtinginum og
sleikir teir skógvarnar, sum
traðka á hesa samtykt
Óli Breckmann lat ongan
iva vera, tá hann upp undir
valið varð spurdur um út-
lendingapolitikk. Stendur
tað til Fólkaflokkin, skulu
fólk, sum ikki hava hjálpt
føroyingum, ikki vænta sær
nakra hjálp hiðani heldur -
uttan mun til, hvussu neyð-
stødd tey eru. Og tað
»draslið« og tær »hordir av
fólki« sum »rekast um
heimin«, skulu sjálvsagt
haldast úti úr Føroyum.
Orðavalið minti um tíð-
ina í sjey- og áttatiárunum,
tá maðurin hálovaði fasist-
um og rasistum.
Eftir valið slapp Breck-
mannsa flokkur at umsita
júst útlendingamál. Og tað
gongur sjón fyri søgn.
Sjálvt fólk, sum hava kast-
að síni akker í Føroyum og
hava arbeitt og virkað sam-
an við føroyingum í áravís,
verða rikin á dyr.
Nógv halda hetta vera
landaskomm. Og tað kann
heldur ikki hóva manninum
við evstu ábyrgdini, Jóann-
esi Eidesgaard. Men hann
vil so ræðuliga illa vera
løgmaður. So illa, at hann
fegin grulvar fyri øllum
teimum, sum vilja gera
hann til løgmann. Tí grulv-
ar hann eisini fyri teimum,
sum nú seta stavnamanns-
ins sjúku hugsanir í verk.
Í málinum um skattalætt-
an er sama søgan. Javnað-
arflokkurin er ímóti, men
Jóannes grulvar fyri sam-
bandi og fólkaflokki, tí
hesir hava valt hann til
løgmann.
Norðurlandaráðið
Men
tað
syndarligasta
dømi er kanska málið um
limaskap í Norðurlanda-
ráðnum.
Í fjør samtykti Føroya
løgting einmælt, at virkast
skal fyri fullum limaskapi í
ráðnum - men danska
stjórnin segði nei.
Millum tey, ið atkvøddu
fyri samtyktini, var Jóannes
Eidesgaard, løgtingsmaður.
Nú er maðurin løgmaður.
Nú er tað hann, sum skal
verja samtyktina, og stríð-
ast fyri at fáa hana ígjøgn-
um. Ella - tað skuldi ein ið
hvussu er hildið. Ein polit-
iskur leiðari stendur jú fyrst
og fremst til svars fyri sín-
um egna parlamenti og sín-
um egna fólki.
Men
soleiðis
hugsar
Jóannes Eidesgaard ikki.
Nú skulu vit ikki stríðast
við danir, sigur hann. Nú
skal valda friður og semja,
messar hann upp í saman.
Men her er ikki semja. Eitt
fullsamt løgting vil hava
limaskap í Norðurlanda-
ráðnum. Og danska stjórn-
in sigur nei.
Hvat ger so Jóannes
Eidesgaard? Stendur hann
fast við tað, sum er føroyski
viljin? Stríðist hann fyri tí,
sum løgtingið hevur sam-
tykt? Stendur maðurin -
ella grulvar hann?
Sleikir skógvarnar
Longu í ólavsøkurøðuni
varð greitt, at Eidesgaard
hevur hug at grulva. Og tað
varð staðfest í farnu viku,
tá Per Stig Møller kom til
Føroya.
Per Stig endurtók tey
boð, at Føroyar ikki kunnu
vera limir í Norðurlanda-
ráðnum, tí danska grund-
lógin forðar tí. Øll, sum
bara hava minsta vet av inn-
liti, vita, at hetta er nakað
slutur. Grundlógin er und-
anførsla. Tað, sum hendir,
er, at danska stjórnin traðk-
ar á eina demokratiska, før-
oyska samtykt. Tað veit
Jóannes Eidesgaard eisini
sjálvur.
Men hann ikki so mikið
sum mutaði ímóti tí arrog-
anta frekleikanum hjá Per
Stig Møller. Hann vildi
bara hava frið og semju. Og
til tess at fáa frið og semju,
legði hann seg sum ein
hund fyri føturnar á danska
uttanríkisráðharranum og
sleikti honum um skógvar-
nar. Har var eingin sjálvs-
virðing. Har var enn minni
nakar stoltleiki.
Hjá Jóannesi taldi tað
meira at vera samdur við
Per Stig Møller enn at verja
ta lógligu, demokratiska og
einmæltu samtyktina hjá
løgtinginum.
Samstundis leggur okk-
ara løgmaður upp til, at
løgtingið nú skal ganga frá
síni egnu samtykt. Eini
samtykt,
sum
maðurin
sjálvur tók undir við...
Eg vil heldur doyggja
standandi enn liva grulv-
andi, segði ein kendur
maður.
So idealistisk kunnu øll
sjálvsagt ikki vera. Men
Jóannes Eidesgaard er so
fúsur at grulva fyri at
sleppa at liva í friði sum
løgmaður, at tað er ræðu-
liga pínligt at síggja.
Og tað ringasta er, at
hann umboðar okkum øll.
Tá okkara løgmaður er ein
ryggleysur grulvari, so
verður á ein hátt øll tjóðin
ein ryggleysur grulvari.
Tummas Eli H.
Joensen
Í farnu viku svaraði Bjarni
Djurholm einum fyrispurn-
ingi á tingi frá Tórbjørn
Jacobsen viðvíkjandi vega-
strekkinum Skálabotnur -
Strendur. Bjarni Djurholm
segði í svarinum, at arbeið-
ið við vegagerðini verður
tikið uppaftur nú, og at tað
verður boðið út í hesi
vikuni.
Higartil í ár er einki
arbeiði gjørt á økinum, í
øllum førum ikki soleiðis,
at vit bilførara ið koyra
dagliga framvið hava borið
eyga við tað. Kann verða,
at
landsverkfrøðingurin
hevur valt at nýta játtanina
í ár síðst í árinum, fyri at
kunna leggja arbeiði næsta
ár í forleingilsi av arbeiðin-
um í ár, og soleiðis fáða
tvey ára arbeiði gjørt í ein-
um. Um hetta er ætlanin,
skuldi hetta alt annað líka
givið betur úrtøku fyri pen-
ingin, tí ein flyting av
amboðunum verður spard á
henda hátt og tí meiri ar-
beiði gjørt.
Hevði tó tann tíð tað var
vóna, at Løgtingið tók seg
saman og gjørdu eina ann-
legslóg fyri hetta vega-
strekkið, havandi í hyggju,
at hetta arbeiði ikki má
draga ov langt út. Fyri at
siga tað stutt, so er okkara
veganet ikki nøktandi til alt
ið skal flytast aftur og fram
og eg haldi eisini, at
veganetið er beinleiðis ein
foran fyri, at vestari armur
mennur seg meira vinnu-
liga.
Eg fari, nú tað sær út til,
at arbeiði fer í gongd aftur,
og at tað kanska er við 2
ára arbeiði í ætlan, at heita
á Landsverkfrøðingin og
Vinnumálaráði
um,
at
arbeiðið á hesum sinni
verður byrjað frá Strondum
av og inneftir. Um arbeitt
verður innanífrá og úteftir,
er vandi fyri, at tá vegurin
er komin út um Skála bygd,
verður ein fyribils vegur
gjørdur oman í verandi veg,
og so verður ikki komið
víðari. Verður harafturímóti
arbeitt uttanífrá og inneftir,
verður neyðugt at binda
vegin saman, fyri at fáa
nyttu av íløguni. Harvið
verða tann politiski mynd-
ugleikin bundin til ikki at
gevast, fyrr enn alt arbeiðið
er liðugt. - Og tað er
neyðugt!
Áheitan á Landsverk-
frøðingin og
Vinnumálaráði
C
M
Y
K
11
10