týsdagur 24. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 159 - 24. august 2004
Nr. 159 - 24. august 2004
13
MARKNAÐARRÁK
Orrustan kring Ali mosk-
una í Najaf í Irak hevði
størstu ávirkan á heimsins
fíggjarmarknaðir í farnu
viku. Stundum var talan um
møguliga vápnahvíld og
stundum brustu partarnir
saman aftur. Óttin fyri
ófriði og at bardagarnir
kunnu føra við sær yvir-
gang, hevur trýst oljuprísin
uppeftir. Hóast prísurin
náddi 49,4 dollarum fyri
tunnuna fríggjadagin, so
lækkaði prísurin aftur til
umleið 47 dollarar, av tíð-
indum um, at irakiska løg-
reglan hevði fingið tamar-
hald á moskuni í Najaf.
Serliga óttin um oljuveit-
ingina, og í minni mun
grundleggjandi árin sum
millum annað øktur eftir-
spurningur, er ein høvuðs-
orsøk til at oljuprísurin er
hækkaður munandi í sein-
astuni. Hetta er eisini
grundgevingin fyri, at olju-
prísurin neyvan fer at halda
sær á methøga stiginum
leingi, hóast prísurin eina
rúma tíð enn verður høgur.
Mett verður kortini, at
óvissan um oljuveitingina
fer at føra við sær, at prísur-
in fer upp um 50 dollarar
komandi dagarnar.
Hóast oljan sum væntað,
fekk stórt árin á marknaðir-
nar í farnu viku, gingu
marknaðirnir kortini onkr-
an dagin ímóti oljuni, har
partabrøv og lánsbræva-
rentur hækkaðu. Hetta kann
metast sum eitt styrkistekin
og bendur á, at partabrøvini
kunnu standa seg betur
komandi tíðina.
Stórur spurningur verður
settur við hvørja ávirkan
oljuprísurin fer at fáa á
heimbúskapin. Her er vert
at leggja afturat, at meðan
oljuprísurin er hækkaður, er
bensinprísurin í seinastuni
lækkaður. Hetta minkar
nakað um ávirkanina av
orkuprísum á búskapirnar.
Kaupthing metur framveg-
is, at enn nýtist einum ikki
at bera ótta fyri, at høgu
orkuprísirnir fara at hótta
heimsbúskapin.
Tað verður tunnligt við
tíðindum
hesa
vikuna.
Høvuðshendingarnar verða
fríggjadagin tá A.P. Møller
kunngerð roknskap og tá
onnur uppgerðin fyri bú-
skaparvøksturin í USA
verður kunngjørd. Herum-
framt heldur Alan Green-
span røðu. Størsta týdning
fær vakstrartalið úr USA.
Kortini metur Kaupthing,
at tað framvegis aftur verð-
ur støðan í Irak og hervið
oljan, sum fer at seta dám á.
Møguleiki er fyri eini góð-
ari láns- og partabræva-
viku.
Oljan í 50 dollarar fyri tunnuna ?
Vika 35, 2004
www.kaupthing.fo
SKEIÐ
MáF hevur fingið tveir av
dugnaligastu listarmonn-
unum
innan
ljós
og
senografi í Íslandi, seno-
grafin Snorra Freyr Hilm-
arsson og ljósmannin
Árna Jón Baldvinsson, at
koma higar at halda skeið
leygardagin 4. og sunnu-
dagin 5. september 2004.
Skeiðið er fyri øll, sum
gera pallmyndir og seta
ljós til sjónleik og onnur
listarlig til-tøk, fólk, sum
hava hug at at menna seg
innan hetta øki og kundu
hugsað sær at fingið
nýggjar
hugmyndir.
Skeiðið er bæði fyri tey
við royndum og uttan
royndir innan hetta øki.
Snorri Freyr Hilmarsson
og Árni Jón Baldvinsson
eru kendir í Føroyum.
Fleiri ferðir hava teir verið
her, og hava m.a. staðið
fyri pallmynd og ljósi í
Leikhúsinum Grímu, í
Sjónleikarhúsinum og í
Norðurlandahúsinum. Teir
hava eisini í fleiri førum
arbeitt sam-an við Ega
Dam, sum somuleiðis
verður lærari á skeiðnum.
Skeiðið verður í Sjón-
leikarhúsinum í Havn 4.
og 5. september 2004.
Meira fæst at vita um
skeiðið hjá MáF á 315624
ella
á
heimasíðuni
www.maf.fo
Senografi, ljóssetan
og sjónleikur
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í summar hevur Helgi
Danielsen í Klaksvík verið
lærari við Skúlin á Ziska-
trøð í 40 ár. Hann er nú
byrjaður uppá sítt 41. ár
sum lærari.
Helgi, sum er sonur
Gerdu og Jóan Símun
Danielsen á Vágsheygnum
í Klaksvík, er føddur hin 8.
februar 1941. Í 1966 giftist
hann við Sigurbjørg f.
Jacobsen úr Sumba. Tey
eiga fýra børn: Jan, sum er
giftur við Johild Túgvu-
stein – tey eiga børnini:
Gunnleyg,
Beinir,
Hallbjørg og Jón. Finn,
sum er giftur við Selmu f.
Frederiksberg – tey eiga
børnini Joan, Tormund,
Helga og John Sigurd. Leif,
sum livir saman við Herthu
– tey eiga børnini Óla Hans
og Sesiliu. Maigunn, sum
er gift við Eyðun Jacobsen
og tey eiga børnini Rógva
og Biritu.
Eftir at realskúlin var lið-
ugur hevði Helgi ymiskt
fyrifallandi arbeiði, t.d. á
spinnarínum.
Í 1960 gekk so leiðin til
Havnar á læraraskúla, og í
1964 fekk hann prógv sum
lærari. Sama ár fór Helgi í
starv sum lærari við Skúlan
á Ziskatrøð, og hevur verið
har uttan steðg líka síðan.
Av verandi lærarum á
Ziskatrøð, er Helgi tann ein
asti sum uttan steðg hevur
verið lærari í 40 ár. Eitt
sindur løgið kanska, men
Helgi og Asbjørn Lóma
klett hava fylgst allan vegin
í
gjøgnum
skúlatíðina.
Fóru í fólkaskúlan sam
stundis, í realskúlan sam
stundis, í læraraskúla sam-
an og fingu prógv sama
dag. Eisini byrjaðu báðir
sum lærarar við Skúlan á
Ziskatrøð í 1964.
Meðan Helgi gekk á lær-
araskúla, var hann í starvs-
venjing í Árnafirði. Tá var
ongin tunnil, so gangast
mátti upp um fjall. Tað var
kanska tá, at hugurin til at
ganga á fjøllunum birtist, tí
í Klaksvík munnu í dag
vera fá, sum ikki hava møtt
Helga, saman við Oliver
Joensen ella onkrum øðr-
um, á veg í Skúvadal ella
onkra aðra staðni.
Helgi hevur altíð møtt
sera væl upp í skúlanum.
Heilsan hevur verið góð, og
tað eru fleiri ár millum
sjúkradagarnar.
Tað
er
neyvan langt við síðuna av
at siga at sjúkradagarnir øll
hesi fjøruti árini kunnu
teljast á fingrunum.
Hann hevur verið lærari
hjá børnum og svigarbørn-
um og nú eisini hjá abba-
børnum. Ongantíð hevur
hann tikið upp á tungu, at
hann er troyttur av skúlan-
um. Hevur onkuntíð í
skemti sagt, at hann ikki
kann brúkast til nakað
annað.
Á eykaaðalfundi herfyri
varð Anskar Hansen úr
Klaksvík valdur í nevndina
fyri Føroya Handverks-
meistarafelag.
Á eykaaðalfundi 13. juli
var Anskar Hansen valdur í
nevndina fyri FHMF.
Anskar Hansen er mál-
arameistari úr Klaksvík.
Hann kom inn í staðin fyri
Hilmar Danielsen, sum
ikki ynskti at halda fram í
nevndini.
Í nevndini eru annars:
Magnus Magnussen, for-
maður, Jón Eliasen, næst-
formaður, Jón Danielsen,
nevndarlimur, Eydna S. Olsen, nevndarlimur, og Óli S.
Joensen, nevndarlimur.
Louisa og Paul Jacobsen
giftust í Havnar Kirkju tann
29. august 1954.
11. september sama árið
varð Paul innsettur sum
prestur í Suðuroyar norðara
prestagjaldi, men kom í ein
ávísan mun at røkja sunn-
aru helvt eisini.
Í 1958 fluttu tey inn á
Nes í Eysturoy, har Paul tók
við sum prestur tann 9.
apríl. Óiva minnast fleiri
har á leiðini Louisu, ið var
sera virkin í bygdaum-
hvørvinum. Hon skipaði
fyri hugnaløtum fyri teim-
um eldru, var um tey ungu,
og tá jólini nærkaðust, so
vistu fólk, at »Lusiafest«
var í prestagarðinum. Hon
undirvísti eisini í Glyvra-
og Skála skúla.
Á Nesi var tað at dreing-
irnir komu. Fyrst Kári í
1962 og so Sjúrður í 1964.
Kári býr við familju í Her-
lev og Sjúrður í Roskilde.
Tey eiga ein ommu- og
abbason: Tommy, ið er 16
ára gamal.
Tíverri fyri onkran okk-
ara fluttu tey av landinum.
Tann 3. januar 1967 tók
Paul við sum prestur í
Kirkjuni í Glostrup. Har
trivust tey væl og Louisa
fekk møguleikan at nýta
sína útbúgving. Hon virk-
aði sum sjúkrasystir í nógv
ár.
Tey eru búsitandi í Van-
løse, men halda dagin sam-
an við familju niðri á Møn.
Vit ynskja tykkum hjar-
taliga tillukku.
abð
Í dag kl. 19.00 letur Sólvá
Olsen, Esbjerg, upp máln-
ingaframsýning í Gallarí
Ribarhús
í
Fuglafirði.
Sólvá er uppvaksin úti í
Mattalá í Havn. Elsta dóttir
Herborg og Gunnar Gunn-
arsson. Hon flutti blaðung
til Danmarkar og hevur bú-
leikast har síðani.
Sólvá hevur altíð verið
sera kreativ og hevur fing-
ist við ymist handaligt ar-
beiði, m.a. seyming. Sein-
astu árini hevur hon tó
fingist mest við at mála.
Sjálv sigur hon soleiðis:
»Eg máli, tí eg kann ikki
lata vera. Eg havi roynt
ymist, m.a. havi eg seyma
nógvar myndir og havi eis-
ini givið frálæru í mynda-
seyming og aðrari kreativ-
ari seyming. Tá ið eg máli,
hugsi eg altíð um Føroyar
og myndirnar avspeglað
eisini hetta. Eg máli fyri
mesta partin hugskygt. Frá
1992 til 1997 fekk eg frá-
læru hjá hollendska »multi-
kunstnaranum«
Baukje
Zijlstra.«
Sólvá hevur luttikið á
fleiri framsýningum í Dan-
mark, og í løtuni eru nakrar
av myndum hennara við á
eini framsýning í Musik-
huset í Esbjerg. Tá fram-
sýningin letur upp í dag kl.
19.00 verður Sólvá sjálv
hjástødd, og hon gleðir seg
at síggja familju, vinir,
kenningar og onnur í Ribar-
húsi. Høgni og Bárður á
Lakjuni framføra nøkur
løg. Boðið verður kaffi og
smákøkur.
Framsýningin
verður
opin: mánadag-fríggjadag
frá kl. 15.00-17.30 og leyg-
ardagar frá kl. 11.00-13.00.
Framsýningin
verður
opin til seinast í september
mánaði.
40 ára starvsdagur
Louisa og Paul Jacobsen, Vanløse:
Gullbrúdleyp 29. august 2004
Anskar Hansen, Klaksvík:
Nýggjur nevndarlimur
í Føroya Handverksmeistarafelag
Sólvá Olsen, Esbjerg:
Málningaframsýning í Gallarí
Ribarhús í Fuglafirði
Dagurin
24. august. Bartalsmessa ella bartalsøka. Til minn-
is um lærusveinin Bartolomeus. Halgisøgan sigur, at
tá ið ápostlarnir skiltust, fór hann eystureftir til
Armeniu, Mesopotamiu og Indiu, har hann varð tikin
av døgum av uppøstum avgudaprestum.
Í træskurðinum á einum av kirkjubøstólunum sæst
hann við kvívi í hendi, ið sipar til, at hann varð
flettur livandi.
Navnið merkir sonur Ptolemeusar.
24. august 1943 var eitt løgtingsval, sum varð rópt
bartalsmessuvalið.
Hósdagin 19. august fylti
Magnus Henriksen í Klaks-
vík 50 ár. Føðingardagin
helt Magnus leygarkvøldið
á sjómansheiminum, har
130 gestir vóru og heilsaðu
uppá hann.
Magnus er klaksvíkingur
og uppkallaður eftir abban,
Argja Magnus. Foreldrini
eru Jonhild, sum fyri nøk-
rum árum skrivaði tiltiknu
kókibókina Góðaráð, og
Jósup Henriksen ella Joffa,
sum skósmiðurin á Sel-
heyggi, ið var ættaður úr
Sørvági, varð nevndur.
Tá ið klaksvíkingar sum
allir aðrir føroyingar fóru at
keypa nýggjar skógvar í
staðin fyri at lata teir til
skósmiðin til umvælingar,
gavst Joffa við skósmiðj-
uni. Hann fór at arbeiða hjá
Hugo Gardar, og síðani var
hann á løngjaldsstovuni.
Jósup Henriksen doyði 10.
august í 1993.
Magnus er elstur av fýra
systkjum. Hini eru Jóhan,
Petra og Anvør. Magnus
býr saman við mammuni
omanfyri kirkjuna, sum
hann eigur fastan sess í,
Jóhan býr í Klaksvík, Petra
í Hvannasundi og Anvør í
Streymnesi. Ein genta,
Jóna, varð fødd í 1953,
men hon doyði átta dagar
gomul.
Síðani Magnus fór úr
skúlanum,
hevur
hann
arbeitt á Kósini. Har hevur
hann verið í fleiri enn tríati
ár. Magnus er vinsælur og
trúgvur, hann kemur nógv í
Emmaus, og hann er sera
íðin KÍ viðhaldsmaður. Eitt
nú var hann við til Europa
Cup dystin í Molde fyri
einum ári síðani.
Magnus er stillførur og
vinnandi. Hann er ein býar-
mynd í Klaksvík, og føð-
ingardagurin var ógvuliga
hugnaligur og festligur.
Ikki minst var tað hugaligt
hjá honum, at eini tólv av
floksfeløgunum í barna-
skúlanum møttu upp og
rættuliga settu dám á.
Magnus Henriksen 50 ár
C
M
Y
K
13
12
NØVN Í VIKUNI
Týsdagin 24. august fyllir
Daniel Jacob Olsen, van-
liga nevndur "Dalli" 80 ár.
Hóast føddur úti í Kina í
Havn, er Dalli ættaður og
uppvaksin á Deild í Vest-
manna. Hann er sonur
Mariu og Óla á Deild.
Sum næstelstur í stórum
systkinaflokki kom hann
tíðliga at kenna ábyrgd og
fór á ungum árum út at
arbeiða.
Í nøkur ár sigldi hann við
navnframa pápabeiggjan-
um Lítla Pól - Pól á Smyrli
við Smirli. Seinni fór hann
til fískarí við m.ø Stellu
Argus. Hesi árini fekk hann
veruliga hug til sjógvin og
valdi at fara til Noregs á
maskinmeistaraskúla.
Eftir lokið maskinmeist-
araprógv fór Dalli út í
verðina at sigla. Við undan-
taki av onkrum styttri tíð-
arskeiði við arbeiði á landi,
vitjaði Dalli flestu av
heimsins
londum
við
norskum skipum, ið sigldu
við olju, málmi og stykkja-
góðsi.
Miðskeiðis í sjeytiárun-
um valdi Dalli at sigla í
meiri heimligum farvøtn-
um. Hann sigldi við skip-
unum hjá Skipafelagnum
Føroyar til hann aftur
leitaði út í heim og sigldi tá
við Copenhagen Reefers.
Hetta var serliga sigling
millum Danmark og Grøn-
land við skipum sum
Eskimo, Ice Port og øðrum.
Tann ein túrin við Ice Port
mundu teir ikki borðið boð
í bý. Staddir miðskeiðis
millum Føroyar og Ísland
fekk Ice Port ein sjógv.
Sjógvurin var ógvusligur.
Fleiri rútar á brúnni brotn-
aðu, skiparastólurin, ið
hevði verði boltaður í
dúrkið var burtur, og allar
maskinur slóknaðu. Tá
avtornaði, vunnu teir tíbet-
ur upp land, men henda
lagnutúrin mistu teir ein
mann.
Tá árini gjørdust seksti-
sjey legðist Dalli upp á
land. Hetta hevði hann tó
ikki bindindi til, og fór aft-
ur nakrar túrar við fiski-
skipi.
Hóast farin í land hevur
Dalli ikki kett seg. Hann er
fittur í hondunum, smíðar
borðbátar, dámar væl at
fara á flot og hevur fingist
við ættargransking í nógv
ár.
Dalli heldur føðindardag-
in í heiminum á Suðuroyar-
vegnum í Havn har hann
býr saman við konuni
Paulu. Tey eiga trý børn og
fimm abbabørn.
Hjartaliga tillukku og
góð ynskir!
Dalli 80 ár