týsdagur 24. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 24. august 2004
15
Flestu línuskip í
Klaksvík hava ligið
ein part av
summarinum, tá ið
fiskidagarnir fóru at
ganga undan. Skipini
eru nú riggaði til
aftur og eru so smátt
byrjaði at fara útaftur
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Klaksvík:
Á Kósini í
Klaksvík høvdu tey bert
stongt í eina viku í summar.
Hetta var í ólavsøkuvikuni.
Annars hevur verið arbeitt
alla tíðina, og fólk hava lagt
sær summarfrítíðina til
rættis, soleiðis sum tað nú
einaferð hevur passað best.
Egil Johansen sigur, at
hóast flestu línubátar í
Klaksvík hava ligið nú upp-
undir endan av fiskiárinum,
tí dagarnir vóru farnir at
ganga undan, so hevur
kortini væl av fiskaarbeiði
verið á Kósini.
– Vit keypa fisk beinleið-
is frá skipunum, serliga
línubátunum, eins og vit
keypa fisk á uppboðssølu.
Mest hýsa
Seinasta fríggjadag keypti
Kósin veiðina hjá línuskip-
unum, Núpi og Jákupi B,
sum høvdu eini 70.000 og
90.000 pund hvør. Núpur
royndi á leiðini í ein út-
nyrðing úr Mykinesi, og
Jákup B var á Føroyabanka.
Egil sigur, at meginpart-
urin av veiðini hjá skipun-
um hendan túrin var hýsa.
– Lítil toskur hevur sum
heild verið uppi í veiðini
seinastu tíðina, og sjálvt
um
Jákup
B
var
á
bankanum hendan túrin,
høvdu teir lítið av toski.
Hann sigur, at ein stórur
partur av veiðini hjá línu-
skipunum í summar hevur
verið longa og brosma.
Mánadagin arbeiddu tey
hýsu á Kósini og á Royki-
virkinum, Pure Wather,
sum Kósin nú eisini eigur
saman við øðrum.
– Sum er, roykja vit bara
hýsu. Vit hava eisini roykt
laks, men í løtuni verður
eingin laksur royktur, sigur
Egil.
Øll fiskasløg
Kósin í Klaksvík er annars
eitt
rættiliga
fleksibult
virki, sum keypir og ar-
beiðir flestu fiskasløg og
hevur at kalla allar fram-
leiðslur.
– Umframt flakafram-
leiðslu av ymiskum slagi,
sum fer til frystingar, hava
vit eisini saltfiskafram-
leiðslu og royking, sigur
Egil.
Mánadagin, tá ið vit
frættu úr Klaksvík, lógu
einir 7-8 smáir útróðrarbát-
ar landingarklárir. Onkur
hevur verið við línu og
onkur við snellu. Bátarnir
selja um uppboðssøluna,
har fiskurin verður seldur
sum útróðrarfiskur.
Egil Johansen veit annars
at siga, at lítil útróður hevur
verið í summar, men hann
væntar, at útróðurin fer at
taka seg uppaftur so hvørt,
sum tað líður úr á heystið.
Í síðstu viku landaðu
partrolararnir, Vest-
urtúgvan og Grøna-
nes, eini 260.000
pund av upsa og øðr-
um fiskasløgum í
Miðvági og Vest-
manna
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Miðvágur: Partrolararnir,
Vesturtúgvan og Grønanes,
gjørdu ein góðan túr í nøgd
í síðstu viku.
Vesturtúgvan, sum land-
aði í Miðvági, hevði eini
120.000 pund av upsa og
eini 10.000 pund av toski,
hýsu og øðrum fiskasløg-
um. Grønanes, sum landaði
í Vestmanna, hevði umleið
somu nøgdir av fiski.
Jason Johannesen, virkis-
leiðari á virkinum hjá
Fiskavirking í Miðvági,
sigur, at bæði skipini vóru
full undir lúkurnar.
Smáur fiskur
Hann sigur, at upsin fram-
haldandi er rættiliga smá-
fallandi, og tað er hýsan,
sum virkið keypir, eisini.
– Í fyrsta lagi royna vit at
fáa fatur á hýsu, men tá ið
ov lítil hýsa er á marknað-
inum fyri líkinda prís,
keypa og arbeiða vit upsa.
Toskin gera vit einki við;
hann fer til onnur virki, eitt
nú til saltfiskavirkið á Toft-
um.
Virkisleiðarin sigur, at
flestu fiskasløg eru bleyt
hesa tíðina av árinum, og
serliga plagar august mán-
aði at vera hin ringasti í so
máta.
– Tað er lýtt í veðrinum,
og nógv reyðæti er í fisk-
inum. Flestu skipini gera
stuttar túrar, og sjáldan eru
túrarnir longri enn einar
átta og í mesta lagi tíggju
dagar. Men hóast túrarnir
eru stuttir, blotnar fiskurin
skjótt undir hesum umstøð-
um.
Sagt verður frá nógvari
ræðæti vestanfyri.
Mest í bili
Meginparturin av fiskinum,
sum arbeiddur verður í
Miðvági, kemur í bili, men
tað merkir ikki, at virkið
ikki eisini keypir nógvan
fisk beinleiðis frá skipun-
um.
– Tað gera vit, sigur
Jason Johannesen og vísir
á, at fiskurin í flestu førum
verður landaður aðrastaðni
og fluttur í bili í Vágarnar.
Vesturtúgvan landar tó
fyri tað mesta í Miðvági og
Grønanes í Vestmanna.
Virkisleiðarin sigur, at
rættiliga støðugt fiska-
arbeiði hevur verið í Mið-
vági seinastu tíðina, men
seinasta fríggjadag var
einki at gera.
– Vit keyptu eisini fisk
hendan dagin, men hann
kom so seint vestur. Tí lá
hesin fiskurin niðurfyri til
mánadagin og týsdagin.
Mánadagin hevði virkið í
Miðvági tískil 32.000 pund
av hýsu og stívliga 40.000
pund av upsa inni.
Hvussu hendan vikan
annars kemur at roynast,
dugdi Jason Johannesen
ikki at siga, tá ið vit frættu
mánadagin.
– Men vit vænta, at Vest-
urtúgvan
og
Grønanes
koma innaftur at landa í
hesi vikuni, sigur virkis-
leiðarin, ið annars dúvar
hýsu og upsa, sum verður á
marknaðinum hesa vikuna.
Ísfiskatrolarar, sum
royna undir Føroy-
um, hava eisini
fingið meira av smá-
um upsa enn vanligt
á djúpri vatni
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mong munnu spyrja, hvar
tann
stóri
gýtingar-
fiskurin er, tá ið rættiliga
nógvur smáupsi er at fáa,
men lítil og eingin stórur
fiskur.
Tað eru teir, sum fylgja
við í fiskivinnuni, ið
halda, at tá ið føðin
minkar, er tað í fyrsta lagi
tann stóri fiskurin, sum
fer út at leita sær eftir
føði, meðan tann smái
fiskurin heldur seg nærri
landi og inni á landgrunn-
inum.
Sosialurin hevur frætt,
at uppi í veiðini hjá eitt
nú
svartkjaftatrolarum
hava nøgdirnar av stórum
upsa, toski og partvís
hýsu seinastu 3-4 árini
verið størri enn vanligt.
Samstundis hava ís-
fiskatrolarar, sum royna
undir Føroyum, fingið
meira av smáum upsa enn
vanligt á djúpri vatni.
Kanska er tað so, halda
fiskimenn og teir, sum
varða av vinnuni, at tann
stóri fiskurin sveimar
meira, enn áður hildið, tá
ið føðin minkar, meðan
tann smærri fiskurin í
størri mun heldur seg
nærri landi, sum nú
einaferð liggur til hansara
náttúru.
Sosialurin fer í einum
øðrum blaði at venda
aftur til hendan áhuga-
verda spurningin.
Núpur og Jákup B landaðu
fríggjadagin
Kósin í Klaksvík
er eitt rættiliga
fleksibult virki,
sum keypir og
arbeiðir flestu
fiskasløg og
hevur at kalla
allar
framleiðslur
Svartkjaftatrolarar
fáa upsa og tosk
Fullir undir lúkurnar av upsa
Fiskifrøðingar
halda, at smái upsin
er eitt tekin um, at
royndin er ov stór.
Fiskurin sleppur
ikki at veksa, áðr-
enn hann verður
tikin. Fiskimenn
halda hinvegin, at
toskurin er so illa
fyri í løtuni, tí
upsin hevur yvir-
tikið landgrunnin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki bara upsin,
sum seinastu árini hevur
verið nógvur og rættiliga
smáur. Sama er eisini við
hýsuni, sum nógv vísir
seg at vera til av.
Á virkinum hjá Føroya
Fiskavirking í Miðvági,
sigur Jason Johannesen,
virkisleiðari, at eini 60%
av hýsuni, sum virkið
keypir, er 3’arar. Tað
merkir, at 60% av hýsuni
hjá skipunum vigar nið-
anfyri 800 gram. Nakað
er eisini av 4’arum, og
tað er rættiliga smá hýsa.
Hann sigur, at bert ein
lítil partur av veiðini hjá
skipunum er stór hýsa.
– Fiskurin er misjavn-
ur til dygdar, nú tað er
lýtt í veðrinum, og fisk-
urin er leysur í kjøtinum.
Sambært fiskimonn-
um, sigur Jason, at nógv
reyðæti er í sjónum, og
tað ger eisini, at fiskurin
blotnar skjótt, hóast túr-
arnir ikki eru langir.
Virkisleiðarin sigur, at
fiskurin í hýsuni hjá
línubátunum er betur enn
hjá trolarunum, tí trol-ar-
arnir tóga leingi, meðan
ein og ein hýsa kemur
inn um lúnningin hjá
línubátunum.
- Hinvegin er hýsan
hjá trolarunum sum heild
feitari enn hjá línubátun-
um, sigur Jason Johanne-
sen at enda.
Loynidómar
Upsin hevur leingi verið
smáur, men nógv hevur
verið til av honum.
Nú er so tað sama
galdandi við hýsuni, sum
eisini vísir seg at vera
nógv til av.
Fiskifrøðingar halda,
at smái upsin er eitt tekin
um, at royndin er ov stór.
Fiskurin sleppur ikki at
veksa, áðrenn hann verð-
ur tikin.
Fiskimenn halda hin-
vegin, at toskurin er so
illa fyri í løtuni, tí upsin
hevur yvirtikið land-
grunnin.
Spurningurin er so, um
hýsan er so smáfallandi,
tí royndin eftir henni eis-
ini er ov stór.
Náttúran goymir sínar
loynidómar, og tað kann
vera torført at vera fiski-
frøðingur, tá ið náttúran
ikki háttar sær eftir
»bókini«.
Tað ger hon minni enn
so altíð…
Smáfallandi upsi
og hýsa
Í Miðvági arbeiða tey hýsu og upsa. Einstøk skip leggja veiðina
upp í Miðvági, men í flestu førum kemur fiskurin, sum virkið
keypir, vestur í bili
15
14
Nr. 159 - 24. august 2004
Bjarti Mohr hevur
keypt gamla Heyga-
drang aftur til
Føroya. Men hann
skal fiska undir ES
flaggi og fær sostatt
atgongd til fiskileiðir
heilt úr Afriku og
norður til Svaldbard
FISKIVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gamli Heygadrangur er nú
aftur á føroyskum hondum!
Bjarti Mohr hevur keypt
gamla Heygardang, ella
Orcades Viking, sum hann
eitur nú, aftur til Føroya.
Hann hevur keypt skipið
saman við einum íslend-
ingi, men tað er føroying-
urin, sum eigur tveir trið-
ingar av skipinum.
Bjarti Mohr sigur, at
keyparar og seljarar eru
samdir um ikki at upplýsa
prísin, men hann sigur, at
báðir partar eru nøgdir.
Kortini kann sigast, at
Orcades Viking hevur verið
lýstur til sølu fyri 5,5 milli-
ónir ensk pund, tað eru
góðar 60 milliónir krónur.
Men Orcades Viking
kemur ikki at fiska undir
føroyskum flaggi.
Teir báðir, sum hava
keypt skipið, hava eisini
keypt eitt felag í Niður-
londum, sum hevur ymisk
fiskirættindi og harvið fáa
teir atgongd til fiskirætt-
indini hjá ES londunum.
Eisini í tí felagnum eigur
Bjarti Mohr tveir triðingar.
Sostatt fer Orcades Viking
at fiska undir niðurlendsk-
um flaggi.
Men afturfyri fær hann
fiskirættindi helt út Afriku
og norður til Svaldbard.
– Hann hevur sera stórar
møguleikar at fiska og
gongur ikki heilt illa, fer
hann ikki at klára at fiska
kvoturnar upp, sigur Bjarti
Mohr.
Í løtuni liggur Orcades
Viking í Las Palmas, men
nýggju eigararnir fara eftir
honum í morgin og hann
kemur til Føroya um einar
14 dagar.
Síðani skal skulu ymsar
ábøtur gerast við hann,
áðrenn hann fer til fiski-
skap.
Einir 60 mans verða
knýttir at skipinum, men 40
mans eru við hvørja ferð og
so skiftast teir um at vera
umborð. Av teimum vera
fleiri føroyingar, eitt nú
yvirmenninir, men eisini á
dekkinum. Annars verða
russarar og aðrar tjóðir, við.
Mugu royna nýggjar
leiðir
Okkum vitandi er hetta ein
nýggj roynd í føroyskari
fiskivinnu.
– Tað sær út til at trongja
samanum hjá okkum, og vit
missa fleiri og fleiri rætt-
indi á fjarleiðum. Sostatt er
neyðugt at royna nakað
nýtt, sigur Bjarti Mohr.
Tí hava teir nú fingið sær
fótin fastan innanfyri ES.
Hann sigur, at Orcades
Viking kann troyta fjøl-
broyttan fiskiskal tí hann
hevur rætt at fiska bæði
svartkjaft, sild, makrel,
hestamakrel,
umframt
sardinur undir Afrika og
Kongafisk í Irmingarhav-
inum.
Hann skal fiska fyri einar
30 milliónir um ári fyri at
standa seg, og gongur tað
bara nøkunlunda, væntar
Bjarti Mohr ikki,at tað
verður nakar trupulleiki við
teimum rættindum, hann
hevur.
Tvey bein
Frammunundan
eigur
Bjarti Mohr eitt annað skip
til uppisjóvarfisk. Tað er
Sheanne, men hann hevur
onga frystilast.
– Endamálið var at fáa
eitt bein afturat at standa á
og tí hava vit í eitt ár leitað
eftir einum ídnaðarskipi
við frystilast, sigur Bjarti
Mohr. Sostatt hava teir nú
eitt ídnaðarskip við feskum
vørum og eitt við frystilast.
Hann sigur at Orcades
Viking frystir 140 tons av
heilfrystum uppisjóvarfiski
um døgnið.
Hann hevur eisini fingið
spildurnýggjan motor upp á
5. 000 hestar.
Men í sambandi við
frystingina
umborð,
er
hann eisini útgjørdur til at
fiska í bæði heitum og
køldum sjógvi. Og somu-
leiðis er hann úytgjørdur til
at avskipa fisk á víðum
havi til móðurskip og hann
kann eisini taka ímóti fiski
frá øðrum skipum úti á
víðum havi.
Bjarti Mohr sær stórar
møguleikar í frystum uppi-
sjóvarfiski, bæði í Kina og
aðrastaðni.
– Tað er ein spennandi
marknaður, sigur hann.
Hann hugsar bæði um
uppisjóvarfisk til matfisk
og um at selja ídnaðarfisk
til virki at virka ymsar
vørur burturúr.
Bjarti Mohr heldur av-
gjørt, at hetta verður ein
partur av framtíðar fiski-
vinnuni í Føroyum at keypa
seg inn í útlendsk feløg.
Hann vísur á, at hetta er
eitt, sum íslendingar hava
gjørt rættiliga nógv við og
íslendsk feløg eiga nú ein
stóran part av týsku fiski-
vinnuni, bæði á sjóvi og
landi, eins og teir hava
keypt seg inn í feløg í Frak-
landi og Onglandi, sum
bæði eiga skip og virki.
– Orcades Viking verður
klassaður í Norsk Veritas
og ætlanin er at tryggja
hann í Føroyum.
Orcades Viking er 73
metrar langur og 13 metrar
breiður og hann lastar 900
tons.
Orcades Viking er bygd-
ur á Skála í 1991, men varð
síðani seldur til Orknoyar.
Haðani varð hann seldur til
Íslands og nú er hann so
keyptur aftur til Føroya.
Bjarti Mohr út í
Evropa at royna seg
Gamli Heygadrangur er nú aftur á føroyskum hondum. men hann fer at fiska undir ES flaggi, har hann fær umfatandi fiskirættindi
C
M
Y
K
14