týsdagur 24. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í kvøld, týskvøldið 24.
august, verður fyri
seinastu ferð í summ-
ar farið á pall við Før-
oyskum Mentunar-
kvøldi í Sjónleikar-
húsinum í Havn
MENTANARKVØLD
Havnar Sjónleikarfelag
Mentanarkvøldini
hava
verið sera væl vitjað í ár.
Hóast færri sýningar, hava
fleiri áskoðarar verið í ár,
samanborið við í fjør.
Føroysku
Mentunar-
kvøldini vóru í ár stuðlað
av
MÁF,
Tórshavnar
Kommunu og Føroya Bjór.
Framførslurnar
hava
fevnt um yrkingar, sang,
skjaldur, dans og sjónleik.
Eitt lítið, vakurt tyssi av
tí mentunarliga ríkidømi,
vit føroyingar eiga.
Eisini fáa gestirnir høvi
at royna ymsan føroyskan
mat og okkurt drekkandi
afturvið, umframt at farið
verður upp á gólv eisini.
Í ár hevur meginparturin
av gestunum verið útlend-
ingar, men fleiri føroyingar
hava eisini nýtt høvið at
koma við sínum gestum.
_ Uttan iva er tað av stór-
um týdningi, at Føroysk
Mentunarkvøld eru hvørt
ár, og Havnar Sjónleikarfel-
ag er til reiðar at fara undir
hetta aftur komandi ár, sig-
ur sjónleikarfelagið í tíð-
indaskrivi.
Seinasti møguleiki at
uppliva Føroyskt mentunar-
kvøld í Sjónleikarhúsinum
í ár er í kvøld, týskvøldið
24. august kl. 20.00.
16
Nr. 159 - 24. august 2004
Nr. 159 - 24. august 2004
17
UTTAN ÚR HEIMI
Betri eftirlit við
bankunum
Í Noregi er kreditteftirlitið farið at stúra fyri, at fólk
læna seg um rygg, og tí hevur eftirlitið gjørt av at halda
eygað við útlánspolitikkinum hjá bankunum, skrivar
Dagbladet.
Upprunin til avgerðina er, at Per-Kristian Foss,
fíggjarmálaráðharri, fyrr í summar segði, at myndug-
leikarnir hava ov lítið eftirlit við tí, sum bankarnir gera.
Hetta hevur kreditteftirlitið tikið til eftirtektar, men
Bjørn Skogstad Aamo, stjóri, sigur, at eftirlitið fer
kortini ikki at seta mark fyri, hvussu nógv ein banki
kann læna einum húsarhaldi. Hansara áskoðan er, at
tað hevði kanska verið rættast at hækka rentuna fyri at
tálma eftirspurninginum eftir lánum.
Í løtuni er rentan í Noregi eins og aðrastaðni sera lág,
men Bjørn Skogstad Aamo sigur, at bankarnir eiga at
siga fólki, at rentan kann koma upp á t. d. sjey prosent
um eini trý ár. Ein slík rentuhækking skal ikki koma
óvart á fólk, og tí fer eftirlitið nú at tryggja sær, at
bankarnir ávara fólk um tað, tá teir veita fólki lán við
lágari rentu.
Einsamallir prestar
Tað var tann tíð, tá prestur bleiv roknaður sum eitt slag
av einum miðdepli í sóknini, men soleiðis er ikki
longur.
Ikki í Danmark í hvussu er, tí har vísir ein nýggj
kanning, at 70 prosent av teimum donsku prestunum
kenna seg einsamallar. Eitt nú siga teir, at teir kenna
seg einsamallar á prestagarðinum, og at teir hava ov
fáar felagar at skifta orð við um dagarnar. Eitt annað er,
at prestar hava tagnarskyldu, og tí kunnu teir ikki tosa
við onnur um trupulleikar hjá sínum sóknarbørnum.
Tað ger, at teir sjálvir ganga og hugsa um tað.
Helle Christensen, sum er formaður í danska presta-
felagnum, sigur við Kristeligt Dagblad, at í felagnum
vita tey um einsemið hjá prestunum, og at tey ætla at
økja samstarvið og samveruna ímillum teir einstøku
prestarnar.
Mótbrekka hjá Saab
Í 1989 yvirtók amerikanska stórfyritøkan General Mot-
ors svensku bilverksmiðjuna Saab, men hesum hava
amerikanararnir ikki fingið nógv burturúr.
Tvørturímóti hevur keypið kostað General Motors
21 milliardir krónur hesi árini. Í fjør mátti Saab fáa
góðar fýra milliardir krónur í nýggjum peningi frá
móðurfyritøkuni, og í ár má General Motors lata Saab
fleiri milliardir krónur afturat, skrivar Aftenposten.
Saab hevði góðar fýra milliardir krónur í halli í fjør, og
um ársskiftið var eginpeningurin negativur við næstan
fimm milliardum krónum.
Tað er heldur einki, sum bendir á, at gongdin verður
stórt betri í ár. Í fyrra hálvári seldi Saab 66.600 bilar
ella 3.000 færri enn í sama tíðarskeiði í fjør, og tað er
longu nú greitt, at úrslitið eisini verður hall í ár, skrivar
Aftenposten. Sum eina roynd at bøta um gongdina,
umhugsar General Motors at flyta Saab-framleiðsluna
til eitt land í Eysturevropa.
Seldi oyggj tvær ferðir
Ein borgarstjóri í miðamerikanska landinum Honduras
er tikin og ákærdur fyri at hava misnýtt sítt vald.
Myndugleikarnir avdúkaðu í síðstu viku, at borgar-
stjórin hevði selt ta lítlu oynna Gueguensi, sjálvt um
tað var kommunan, sum átti hana. Tað vísti seg, at
borgarstjórin hevði selt einum manni oynna fyri góðar
30.000 krónur, sjálvt um tann almenni marknaðarprís-
urin er oman fyri 10 milliónir krónur. Handilin er nú
gjørdur til einkis, og borgarstjórin skal í rættin, har
hann verður ákærdur fyri at hava selt almenna hondur-
anska ogn til egin áhugamál.
Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at borgarstjórin
hevur selt ta lítlu oynna. Tað gjørdi hann eisini fyri
nøkrum árum síðani, tá hann gjørdi av at lata eitt
rækjuvirki keypa hana. Eisini tann handilin bleiv
ógildaður.
Skotska Rose Gentle,
sum misti sonin í Irak
fyri tveimum mánað-
um síðani, stevnir nú
bretsku myndugleik-
unum. Málið er tað
fyrsta av sínum slagi í
Bretlandi
IRAK-KRÍGGIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein dagin seint í juni doyði
tann 19 ára gamli skotski
hermaðurin
Gordon
Gentle, tá ein mina brast
við vegjaðaran einastaðni
har suðuri í Irak.
Nú ætlar mamma hans-
ara, Rose gentle, at stevna
bretsku hernaðarmyndug-
leikarnar. Í síðstu viku vóru
hon og 14 ára gamla dóttur
hennara í Downing Street í
London, har tær handaðu
Tony Blair, forsætisráð-
harra eitt mótmælisskriv.
Tað eydnaðist henni ikki at
fáa orð á Blair, men vara-
forsætisráðharrin,
John
Prescott, játtaði at tosa við
hava. Fundurin teirra mill-
um var kortini stuttur, og
aftaná segði Rose Gentle
seg ikki hava fingið nógv
burturúr.
– Prescott melur sum
hundur um heitan greyt,
segði hon.
Mamman vísir á, at sonur
hennara hevði verið á lívi í
dag,
um
hermenninir
høvdu havt útgerð, sum
kundi forðað fyri, at minan
brast. Teir bretsku her-
menninir í Irak hava tílíka
útgerð, men Gordon Gentle
og felagar hansara høvdu
ikki útgerðina uppi á sær
vanlukkudagin í juni. Tí
ætlar hon nú at ákæra her-
leiðsluna fyri ósketni, sigur
BBC. Hon er eisini sera
vónsvikin av, at tað gingu
sjey vikur, áðrenn hon fekk
samkenslubræv frá forsæt-
isráðharranum.
Sakførarin hjá mammuni
sigur við BBC, at herleiðsl-
an hevur skyldu til at geva
hermonnunum alla útgerð,
sum kann verja teir, og
hann ivast ikki í, at her-
leiðslan gjørdi eitt mistak í
hesum førinum. Sambært
blaðnum The Guardian er
tað ongantíð hent fyrr, at
avvarðandi hjá einum deyð-
um hermanni hava lagt sak
ímóti myndugleikunum.
Meiri enn 60 milli-
ardir krónur eru
horvnar, síðani irakar
tóku við valdinum í
Irak. Nú vilja amerik-
anskir senatorar hava
at vita, hvat er vorðið
av pengunum
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Grannskoðarar hjá fráfarnu
amerikonsku umsitingini í
Irak eru komnir eftir, at alt
ruggar ikki rætt við rokn-
skaparhaldinum hjá irakska
stýrinum, sum tók við vald-
inum í landinum tann 1.
juli.
Sambært bretska blaðn-
um Sunday Times vilja
grannskoðararnir vera við,
at nógvar milliardir dollarar
eru brúktir, uttan at nakar
kann greiða frá, hvat peng-
arnir eru brúktir til. Amer-
ikanska
verjumálaráðið
Pentagon fekk grannskoð-
arafrágreiðingina frá her-
fyri, men hevur gjørt av at
stempla hana sum loyni-
liga, skrivar Sunday Times.
Kortini er tað komið
fram, at grannskoðararnir
hava havt ilt við at finna
útav, hvat teir nógvu peng-
arnir eru brúktir til. Eitt nú
hava
myndugleikarnir
goldið 74.000 irakskum
vaktarmonnum løn, men
eingin dugir at siga, hvørjir
hesir vaktarmenninir eru.
Eitt nú vildi ein av ráð-
harrastovunum í Bagdad
vera við, at hon hevði 8.200
vaktarmenn í starvi, men tá
grannskoðararnir spurdu
seg fyri, at kundi ráð-
harrastovan bara vísa á 600
vaktarmenn.
Í einum føri hevði hend-
an sama ráðharrastovan
goldið 110 milliónir krón-
ur, men hon segði seg ikki
hava nakað skjal, sum vísti,
hvør hevði fingið pengar-
nar.
Sunday Times skrivar, at
nógvir amerikanskir senat-
orar eru í øðini um tað
fíggjarliga óskilið í Irak.
Teir vilja hava at vita frá
verjumálaráðnum, hvagar
pengarnir eru farnir.
Hermannamamma stevnir
bretsku myndugleikunum
60 milliardir krónur
horvnar í Irak
Tað er ikki bara í gøtunum í Irak, at óskil valdar. Tað er lítið mætari á tí fíggjarliga økinum
C
M
Y
K
17
16
Í dag byrjar altjóða
oljuráðstevnan ONS,
har Eivør Pálsdóttir
skal syngja
OLJA & SANGUR
Hans Kárason Mikkelsen,
hans@sosialurin.fo
Men hví júst Eivør? Åse
Tendernes er ONS-festi-
valsstjóri, og hon hevur
staðið fyri at fáa Eivør
Pálsdóttir til Noregs.
- Vit hava jú fleir góðar
vinir í Føroyum, og vit
hava hoyrt fleiri av hennara
løgum, og vit eru vorðin
púra
vekk
í
henni.
Forelskaði.
Vit
gleða
okkum sera nógv til at
møta henni, sigur Åse Ten-
dernes.
Festivalsstjórin sigur, at
tey eru fegin um at hava
føroyingar á ONS, har Ei-
vør Pálsdóttir skal syngja
fyri kongi og drotning. Ei-
vør skal eisini syngja til
endaseancuna, sum er eitt
sera stórt tiltak sambært
Åse Tendernes.
- Norðmenn hava hoyrt
um Eivør, og eg trúgvi, at
fleiri norðmenn fara at
tekkjast tiltakinum, júst tí
Eivør skal syngja. Hon er
jú so ung, og tað hava vit
raðfest hesuferð, nevniliga
ung talentir, sum hava
framtíðina fyri sær, sigur
Åse Tendernes.
Forelskað í Eivør
Eivør Pálsdóttir skal syngja á
altjóða oljuráðstevnu
Arctic Team Challenge er
ein sokallað ævintýrakapp-
ing, sum verður hildin í
Ammassalik-ökinum
á
eystursíðu
Grönlands.
Kappingin, sum er yvir 5
dagar, fevnir um ymiskar
kappingargreinir, har liðini
ferðast einar 250 kilometr-
ar á sjógvi, á landi, á jökli
og í fjallalendi. Í 2005
verður kappingin hildin frá
14. til 23. juli.
Greinirnar, sum kappast
verður í, eru 1) fjallasúkkl-
ing, gonga og klintran í
fjöllum, gonga eftir jökli og
kanorógving í ísfjörðinum.
Tað er eysæð, at talan er um
eina sera krevjandi kapp-
ing, men eisini um eina
uppliving, ið tekur luttakar-
arnar í gjögnum nökrum av
natúrvakrastu ökjunum í
Grönlandi.
Kappingin sjálv er ein
serlig avbjóðing, har styrki,
áhaldni og evni at finna
vegin fram eru avgerandi
eginleikar. Heilt givið ein
uppliving fyri lívið. Luttak-
ararnir eru áhugabólkar, ið
hava sett lið saman at kapp-
ast í móti luttakarum ú öll-
um heiminum.
Fyrsti
vinningur
er
100.000
krónur,
annar
vinningur er fýra ferðir til
Grönlands við uppihaldi,
meðan triði vinningur er
ein tyrlutúrur eftir leiðini,
har kappast verður. Fleiri
upplýsingar og myndir eru
at finna á www.atc.gl
GONGUTÚRAR
Ferðavinnan í Suðuroy
Fyrsti túrurin sum ferða-
vinnan í Suðuroy skipaði
fyri í ár var av Ryskivatnið
til Fámjin tann 19. juni.
Síðani hava gongutúrar
verði hvønn leygardag, tá
avtornar tann 18. septem-
bur er Suðuroyggin gingin
úr suður í norð og úr eystri
í vestur.
Leygardagin varð gingið
úr Sumba og niðan á Hest-
in. Tann 28. august verður
gingið úr Porkeri - Hovs,
tann 4. september av Hesti-
num til Kasparsholu og
oman í Akraberg, tann 11.
september úr Hvalba til
Sandvíkar, og tann seinasti
fyriskipaði túrurin í ár er
tann 18. september úr Øra-
vík til Vágs.
Gongutúrarnir í ár hava
verðið stak væl umtóktir.
Ætlanin er at gongutúrar
verða fyriskipaðir aftur
komandi summar hvørja
viku, sigur Ferðavinnan í
Suðuroyar.
Bert fýra gongutúrar eftir at ganga
Fyriskipaðu gongutúrarnir
hjá Ferðavinnuni í Suðuroy
hava verið sera væl umtóktir.
Jákup Leo var við á túrinum
úr Hvalba til Tvøroyri 7.
august
Seinasta Føroyska Mentunarkvøldið
í Sjónleikarhúsinum í summar
Føroyskur rockur
róstur í Danmark
Føroyskur rocktónleikur fær bestu skoðsmál frá
donsku internetsíðuni Danish Metal. Heimasíðan um-
mælir í hesum døgum seinastu útgávurnar hjá Týr og
Makrel, og tær fáa nógv rós
– Tann hugtakandi blandingin av heavy metal og
fólkatónleiki er so sannførandi, at eg minnist ikki
nakran, sum hevur gjørt tað betri. Týr er ein bólkur,
sum kann koma sera langt við sínum tónleiki, skrivar
ummælarin hjá Danish Metal, sum gevur útgávuni
Eric the Red toppkarakter, 6 av 6 møguligum.
Eisini Makrel, sum leygarkvøldið skal spæla í Keyp-
mannahavn, fær góð orð við á vegnum.
– Tað er mær ein gáta, hví tónleikurin hjá Makrel
ikki enn er givin út uttanfyri Føroyar, heldur ummæl-
arin.
Makrel fær 5 av 6 møguligum fyri útgávuna Wond-
erland.
Danir argir inn á
krossfesting hjá TV3
Kristnir felagsskapir í Danmark finnast harðliga at
sjónvarpsrásini TV3, tí hon í einum lýsingarátaki fyri
nýggjari røð av Robinson Ekspeditiónini nýtir kross-
festing av luttakarunum sum agn.
Krossfestingin er ein kapping í einari av sendingun-
um í røðini. Allir luttakarnari verða hongdir á ein
kross, og tann fyrsti, sum dettur av krossinum, skal út
úr kappingini.
Erik Norman Svendsen, sum er biskoppur í Keyp-
mannahavn, heldur lítið um lýsingarártakið hjá TV3.
– Hetta er púra einfalt fjant og fjast og prógv um ein
sera vánaligan smakk. Men hetta er hvørki fyrstu ella
síðstu ferð, at hendan týðandi stórhending verður
brúkt í plattum undirhaldi, sigur hann við Kristeligt
Dagblad.
Miðlagranskarin Lars Peter Melchiorsen heldur, at
TV3 einki mark kennir í royndini at selja undirhald.
TV3 hinvegin heldur fast um, at myndir av teimum
krossfestu Robinson-luttakarunum er góð marknaðar-
føring fyri sendirøðina.
– Kristindómurin hevur ikki patent upp á krossin,
sigur stjórin Jesper Grønholdt við Kristeligt Dagblad.
Hann drap svanan
Tríggir ungir dreingir hava viðgingið, at tað vóru teir,
sum drupu ein av svanunum í Viðarlundini í Havn í
farnu viku.
Løgreglan hevur kannað málið og er komið fram til,
at tríggir dreingir hava verið uppi í illgerðini. Fyrst
høvdu teir roynt at skjóta eftir dunnunum, men tá ið
teir ikki raktu, skutu teir eftir svananum í staðin.
Drongurin, sum skeyt svanan, var 16 ára gamal.
Minni diskriminatión
Innflytarar í Danmark kenna seg ikki so útsettar fyri
diskriminatión, sum teir plagdu at gera. Tað vísir ein
kanning, sum felagið Catinét hevur gjørt fyri viku-
blaðið A4. 1000 innflytarar yvir 15 ár hava svarað
spurningunum, og rákið er, at teir kenna seg betur í
danska samfelagnum enn áður. Hinvegin halda alt
fleiri innflytarar, at fjølmiðlar og politikarar ger mis-
mun á innflytarum og øðrum dønum.
Føroyskur rocktónleikur er væl dámdur uttanlands, og nú
hava eisini onkrir danir fingið eyguni upp fyri tí føroyska
Extreme-Sports