týsdagur 24. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 159 - 24. august 2004
Nr. 159 - 24. august 2004
19
Abraham Mikladal
Hetta eru nakrar við-
merkingar til samrøð-
urnar Sosialurin hevði við
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóra í Klaksvík,
Karl Hera Joensen, form.
í
teknisku
nevnd
og
Hildebrand Andreassen
byggiharra.
Fyrst av øllum skal eg
vegna grannanar til matr.nr.
1284 og økisbúgvarnar
gera greitt og undirstrika at
vit einki hava ímóti Hildi-
brand Andreasen, í eigur
matr.nr. 1284. Tað veit
Hildebrand Andrasen eisini
tí eg, og fleiri við, hava
greitt honum frá hesum.
Hildebrand er ikki beinleið-
is partur í málinum, hann
hevur søkt um og fingið eitt
byggiloyvi frá Klaksvíkar
kommunu, sum nú er ógild-
að av Innlendismálaráðn-
um. Beinleiðis partar í mál-
inum
eru
Klaksvíkar
kommuna og grannar/økis-
búgvar.
Tað er Klaksvíkar komm-
una við Steinbjørn O.
Jacobsen, borgarstjóra, sum
ovasta umsitingarleiðara og
Karl Hera Joensen, sum
form. í teknisku nevnd, sum
hava ført eigaran út í óføri
við at hava brotið byggi-
samtyktina í tveimum, ella
rættari, í trimum førum:
1. Við ikki at lata byggi-
málið út til hoyringar hjá
grannunum, sum ásett í
§9 stk. 3
2. og at hava loyvt so stór-
um fráviki í byggiloyv-
inum, at fari er langt
útum tvær ásetingar í
byggisamtyktini.
Karl
Heri
Joensen,
form. í TN, sigur í viðtal-
uni at talan var um 46 fer-
metrar, sum gjørdi at Inn-
lendismálaráðið ógildaði
byggiloyvi. Men hetta er
bert hálvur sannleikin. Tal-
an er um tvey ógvuslig brot
á byggisamtyktina.
Tá talan er um tvíhús
krevur byggisamtyktin 400
m2 til hvønn partin av
einum tvíhúsum, ella 800
m2 íalt. Kommunan kann
geva frávik niður til 300 m2
fyri hvønn partin av einum
tvíhúsum, men her hevur
kommunan givið loyvi til
250 m2 fyri hvønn partin av
einum tvíhúsum. Her er
talan um 100 m2 uttan fyri
nakra lógarheimild!!!
Innlendismálaráðið sigur
millum annað í síni grund-
geving at:
»Grundgevingin fyri hes-
um er, at byggistigið við
ítøkiliga frávikinum veksur
munandi og verður umleið
ein triðing størri enn ásett
er í byggisamtyktini -
ábyggingarstigið sambært
byggiloyvinum svarar til
198 m2, hóast § 5, stk. 4
ásetur, at byggistigið í
mesta lagi kann verða 0,3
(sum svarar til 150m2)«
(her er talan um eitt brot á
byggisamtyktina uppá 48
m2).
»Aftrat hesum kemur, at
tvíhús verða bygd á einum
grundstykki, sum saman-
lagt er 500 m2, hóast byggi-
samtyktin í hvussu so er
krevur 300 m2 fyri hvønn
partin av einum tvíhúsum,
ella samanlagt 600 m2.«
(her er talan um eitt brot á
byggisamtyktina uppá 100
m2)
Frávik og óreglusemi, í
byggimálum, hava verið
siðvenja hjá Klaksvíkar
kommunu.
Hetta viðgongur Stein-
bjørn O. Jacobsen, borgar-
stjóri eisini, tá hann sigur
»at tað er mikið sannlíkt, at
fleiri mistøk eru hend (les:
gjørd) frammanundan hes-
um ávísa málinum«.
Hesin óskikkur eigur at
steðga beinanvegin og Inn-
lendismálaráðið ger eisini
púra greitt í sínum grund-
gevingum, at frávik helst
ikki skulu gevast og bert í
serligum førum, sí niðan-
fyristandandi brot úr teirra
grundgevingum:
»Alment um fráviksregl-
urnar í byggisamtyktini
Fráviksreglan í § 9 er í
tveimum - ein heimild er til
kommununa at geva smá-
vegis lættar, og ein heimild
er til landsstýrismannin at
gera frávik.
Í mun til heimildina at
geva lættar sambært § 9,
stk. 1 skal viðmerkjast, at
Innlendismálaráðið er av
teirri fatan, at henda heim-
ild eftir sínum orðaljóði
(ásetingin um, at byggi-
valdið kann geva lættar, tá
tað snýr seg um mál av
litlum týdningi), og í sam-
svari við vanligar fyrisit-
ingarligar
reglur
um
undantøk,
má
tulkast
trongt. (mín undirstriking)
Henda fatan verður stuðlað
av,
at
ásetingin
má
samanhaldast
við
ásetingina í § 9, stk. 2, sum
er ein meira almenn og víð
heimild hjá landsstýrinum
at gera frávik frá áseting-
unum í byggisamtyktini.
Innlendismálaráðið er tí av
teirri fatan, at heimildin í §
9, stk. 1 t.d. í ongum føri
kann røkka til at geva
lættar (ella frávik), sum
fara so langt, at eyðkenni
ella
karakterurin
av
økinum,
sum
byggisamtyktin miðar móti
at skapa og varðveita,
broytist.
Í hesum sambandi skal við-
merkjast, at Innlendismála-
ráðið alment er av teirri
fatan, at frávik frá eini
byggisamrykt einans eigur
at verða gjort í undantaks-
føri um avgerandi fyrilit
tala fyri hesum, (mín undir-
striking) og tá bara um
frávikið ikki er so víðgongt,
at tað ber brá av broyting í
byggisamtyktini. Atlitið til
fastognarfólki á staðnum -
ið má kunna hava álit á
byggisamtyktini, sum er
gjørd
eftir
neyvari
umhugsan og við sakkønari
hjálp - hevur tí eisini stóran
týdning í hesum sambandi.
Avleiðingarnar av einum
fráviki kunnu eisini gerast
víðfevndar,
tí
aðrir
borgarar kunnu ikki setast
øðrvísi enn umsøkjarin, um
teir eru í somu ella líknandi
støðu. Hetta talar tí eisini
fyri at vera varin, tá um
frávik
ræður."(
mín
undirstriking)
Sostatt er staðfest, at frávík
/ undantøk bert skulu verða
givin hendingaferð og bert
tá tað er átrokandi neyðugt
og gagnligt, ikki minst til
fastognarfólk á staðnum.
Innlendismálaráðið
ger
eisini vart við og minnir á
at: "Atlitið til fastognarfólki
á staðnum - ið má kunna
hava álit á byggisamtyktini,
sum er gjørd eftir neyvari
umhugsan og við sakkønari
hjálp (min undirstriking) -
hevur tí eisini stóran týdn-
ing í hesum sambandi."
Ólógliga byggiloyvi í Klaksvík - viðmerking
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
19
18