týsdagur 24. august 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ragnar
Stakk-
sund til
grann-
arnar
Enn eru allir lutir ikki
endaliga
avgreiddir,
men gongst sum ætlað,
so verður Ragnar Stakk-
sund at síggja á meist-
araliðnum hjá Kyndli til
komandi kappingarár.
Kviki vongspælarin
hevur ananrs fingið sína
hondbóltsuppaling hjá
Neistanum, har hann
eisini hevur fingið sítt
gjøgnumbrot á besta
liðnum, men eins og
fleiri av liðfeløgunum
hava gjørt tað í ár, so
tykist Ragnar nú eisini
at leita eftir nýggjum
avbjóðingum.
Samstundis liggur tað í
kortunum, at Kyndil fer
at styrkja seg við einum
útlendskum
leikara.
Hetta
tóktist
annars
gleppa, tá Damir Oros
ístaðin valdi at fara til
Neistan,
men
hóast
formaðurin í felagnum,
Jóannes Dalsgarð, ikki
vil gera konkretar við-
merkingar til hetta, so
vita álítandi keldur at
siga, at talan verður um
útlendskan styrk.
Og eftir at meistara-
heitið í fjør kom til
høldar, tykist formað-
urin ikki vera í iva um,
hvat málið skal verða
komandi kappingarár.
– Vit hava eitt fínt lið
við teimum leikarum,
sum vit høvdu í fjør, og
tað, sum so kemur aftur-
at, fer vónandi bara at
styrkja enn meira um
hópin. Sjálvandi skal
skinnið ikki seljast, fyrr
enn bjørnin er skotin,
men vit fara so altíð at
royna at vinna okkum
heilt fram í oddin, sigur
Jóannes Dalsgarð.
-jm
Nr. 159 • týsdagur • 24. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Toppskjúttin fer til Íslands
Íslendska KR og
Rógvi Jacobsen skriv-
aðu mánadagin undir
sáttmála, sum bindur
føroyska landsliðs-
leikaran at íslendsku
meistarunum tey
bæði næstu árini
LEIKARASKIFTI
Jákup Mørk
Tað eru longu nakrir mán-
aðir síðani, at tað kom
fram, at íslendska KR
hevði áhuga í Rógva Jacob-
sen, og hóast hetta ikki
gjørdist av nøkrum í fyrsta
umfari, so er íslendski
áhugin ikki kólnaður.
– Rógvi Jacobsen er okk-
ara fremsta mál á listanum,
og verður tað ikki nú í
summar, so spælir hann við
okkum næsta ár, skrivaði
formaðurin hjá KR á
heimasíðu felagsins í juli
mánaði, og nú vísir tað seg,
at hann hevði rætt.
Rógvi Jacobsen og KR
komu nevnliga um viku-
skiftið ásamt um sáttmála,
sum komandi tvey árini
bindur føroyska landsliðs-
leikaran at íslendsku meist-
arunum næstu tvey árini.
Keyptur sum
miðvallari
Sáttmálin tekur við hálvan
november, og Rógvi dylir
ikki fyri, at tað hjá sær er
gleðiligt, at hann soleiðis
eisini kann vera partur av
HB-liðnum.
– Teir vóru í samband við
meg longu í vár, men tá
svaraði eg, at eg fyrst og
fremst vildi gera útbúgv-
ingina hjá mær lidna.
Útbúgvingin var liðug í
summar, men hóast hetta,
so dylir Rógvi ikki fyri, at
hann eisini er fegin um, at
hann slapp at spæla kapp-
ingarárið í HB liðugt.
– Sjálvandi vildi eg
ógvuliga
fegin
sleppa
avstað, men sum kapping-
arárið í Føroyum gekk, so
vildi eg eisini fegin sleppa
at spæla árið liðugt her.
Tíbetur eydnaðist tað at fáa
eina avtalu, har eg komið til
felagið í november mánaði,
so eg fái sluttað ordiliga av
her, og tað vildi eisini verið
keðiligt, um eg kom til nýtt
felag mitt í einum kapping-
arári, heldur Rógvi.
Og so kann at enda við-
merkjast, at tað er sum
miðvallari, at Rógvi er
keyptur til Íslands.
– Tað siga teir í øllum
førum, at tað er. Men
kanska broyta teir fatan, um
teir hyggja at máltindinum
sigur føroyski toppskjúttin
smílandi at enda.
Sáttmálaleysur
Í HB siga tey sum vera
man, at tað sjálvandi er
stórur missur, at Rógvi nú
fer úr felagnum. Enntá upp
á sokallaðan frían transfer,
tí sáttmáli hansara við HB
gongur við kappingarlok í
ár.
– Sjálvandi høvdu vit
fegnir vilja longt sáttmálan
við Rógva, men tað er nú
einaferð soleiðis, at tingini
hanga saman, so tað fáa vit
ikki gjørt so nógv við, sigur
stjórin í Havnar Fótbólti,
Steinfinnur Mittelstein.
Hann leggur tó afturat, at
teir í leiðsluni í felagnum
ikki vilja forða nøkrum av
leikarum felagsins í roynd-
unum at sleppa avstað, og
at HB heldur ikki hevur
forðað Rógva í hesum.
– Nú veit eg væl, at tað
hevur verið nakað skrivað
um málið, men vit hava alla
tíðina stuðlað Rógva í
hesum. Hetta er kanska eis-
ini ein møguleiki, sum er
sprottin úr dystunum, sum
vit hava leikt móti KR tey
bæði seinastu árini, um-
framt at teir sjálvandi eisini
hava sæð Rógva leikt á
landsliðnum.
– Nú er sáttmálin so
komin endaliga í lag, og eg
kann bara staðfesta, at vit
eru fegnir um, at Rógvi
hevur fingið hendan møgu-
leikan, eins og vit fegnast
um, at áhugin fyri HB og
okkara leikarum tykist vera
uppgangandi. Tað merkir
so hinvegin ikki, at vit bara
vilja
avreiða
leikarar
ókeypir, tá fyrispurningar
eru, men tað vísir, at tað er
eitt gott arbeiði, sum verður
gjørt í felagnum, sigur
Steinfinnur Mittelstein at
enda.
Tað er North Atlantic
Football Agency við Jákupi
í Stórustovu, sum hevur
staðið fyri samráðingunum
við íslendska felagið.
Føroyski landsliðsmiðvøllurin
verður at kalla íslendskur, nú
Rógvi Jacobsen fer sama veg,
sum Fróði Benjaminsen og
Julian Johnsson longu eru
farnir
Ítróttargudstænasta í
Klaksvík
Í samband við 100 ára føðingardagin hjá KÍ,
bjóðar Christianskirkjan saman við KÍ, til
Ítróttargudstænastu
Gudstænastan verður í kvøld klokkan 20.00, og á
skránni er felagssangur, stutt andakt við Pól
Johannessen
trúboðara,
og
so
kemur
kendi
gospelbólkurin I AM, at luttaka við sangi.
Umframt
hetta,
so
kemur
1.
deildar-
og
landsliðsleikarin Atli Danielsen, at siga nøkur orð.
Christianskirkjan og Klaksvíkar Ítróttarfelag, bjóða
øllum hjartaliga vælkomin til hesa Ítróttargudstænastu.
21
20
Nr. 159 - 24. august 2004
Teir, sum sunnudagin
rændu teir kendu
málningarnar »Skri-
ket« og »Madonna« úr
Munch-savninum í
Oslo, hava ikki latið
frætta frá sær.
Serfrøðingar halda, at
onkur kann hava
áhuga í at keypa
málningarnar
LISTARÁN
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Munch-savnið í Oslo var
stongt í gjár, eftir at ráns-
menn sunnudagin rændu
tveir teir kendastu málning-
arnar hjá savninum, »Skri-
ket« og »Madonna«, sum
listamaðurin
Edvard
Munch málaði.
Stutt aftan á ránið fann
løgreglan bilin, sum ráns-
menninir flýddu í, og hon
fann eisini rammarnar, sum
ránsmenninir høvdu tikið
av myndunum. Løgreglan í
Oslo segði í gjár, at kanska
kunnu DNA-royndir av bil-
inum og rammunum hjálpa
løgregluni at finna ráns-
menninar.
Fólk, sum vóru á Munch-
savninum, tá teir vápnaðu
ránsmenninir
fóru
við
málningunum, hava greitt
løgregluni frá, at teir tókt-
ust vera sera væl fyrireik-
aðir, men løgreglan heldur
tvørturímóti, at talan var
neyvan um professionellar
listatjóvar. Tað sama heldur
eitt av vitnunum:
– Annar av monnunum
stríddist við at fáa málning-
in av »Madonnu« niður. Tá
veirarnir, sum málningurin
hekk í, vístu seg at halda,
kom fjáltur á mannin. Tað
tóktist eisini, sum at hann
visti ikki, hvat »Skriket«
hekk,
sigur
Christina
Vassilion við blaðið VG.
Tríggir møguleikar
Sambært norsku bløðunum
arbeiðir løgreglan við trim-
um møguleikum.
Í fyrsta lagi er tað møgu-
ligt, at ránsmenninir høvdu
fingið til uppgávu at ræna
málningarnar fyri onkran
annan. Í øðrum lagi rændu
teir málningarnar við tí fyri
eyga at krevja loysigjald, og
tann triði møguleikin er, at
ránsmenninir einans rændu
málningarnar fyri at gera
vart við seg.
Ein onnur útgáva av
málninginum
»Skriket«
varð rændur í 1994, og
ránsmaðurin, Pål Enger,
fekk seks ára fongsul fyri
ránið. Í gjár hevði løgreglan
ikki kannað, um hann hevur
nakað við ránið sunnudagin
at gera, men sjálvur segði
hann við blaðið VG, at hann
hevði ongan kunnleika til
tað. Harafturímóti segði
hann seg hava varhugan av,
at ránsmenninir ætlaðu at
fáa løgregluna at halda, at
hann hevði verið uppií
hesaferð eisini.
Kunnu seljast
Hildið verður, at »Skriket«
og »Madonna« eru meiri
enn 500 milliónir krónur
verdir, men spurningurin
er, um tað fer at bera til hjá
ránsmonnunum til at selja
tvey so kend listaverk uttan
at avdúka seg.
Leif A. Lier, sum stóð
fyri
kanningunum,
tá
»Skriket« bleiv rænt í 1994,
segði við norska útvarpið í
gjár, at eftir hansara tykki
eru tað fólk, sum eru til
reiðar at keypa tveir so
kendar málningar, sjálvt
um teir eru rændir.
Bretski løgreglumaðurin
Charles Hill, sum hjálpti
norsku løgregluni at finna
»Skriket« aftur fyri tíggju
árum síðani, heldur ikki, at
ránsmenninir ætla sær at
selja málningarnar.
– Fyrr ella seinni fara teir
at krevja loysigjald fyri at
lata
Munch-savninum
málningarnar aftur, men
tað er umráðandi, at teir
ikki fáa nakað loysigjald,
sigur Charles Hill.
Vánalig trygd
Flestu norðmenn eru skelk-
aðir av, at tað kundi vera so
lætt hjá tveimum monnum
at fara inn á Munch-savnið
eftir tveimum so kendum
listarverkum, og nú krevja
fleiri, at trygdin á søvnun-
um verður bøtt munandi.
Valgerd Svarstad Haug-
land, mentamálaráðharri,
segði við NTB í gjár, at tey
norsku søvnini mugu kanna
sínar
trygdarreglur
av
nýggjum, tí málningar sum
teir hjá Edvardi Munch eru
dýr tjóðarvirði, segði hon.
Norskir savnsvørðar siga
tað sama. Teir bera nú ótta
fyri, at útlendsk søvn fara
at aftra seg við at læna
norskum søvnum listarverk
at sýna fram, tí trygdin í
Noregi er ikki nóg góð.
Ikki eitt kis frá »Skriket«
C
M
Y
K
20