Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 24. august 2004 23 22 Nr. 159 - 24. august 2004 Seinastu nógvu árini hevur ítróttarfelagið í Klaksvík í spæli og kapping verið leingjan í samleikamenningini hjá klaksvíkingum og norðoyingum 100 ÁRA HUGLEIÐINGAR Í dag er stórt føðingardags- hald í Klaksvík. Klaksvíkar Ítróttarfelag fer um tey hundrað og hevur opið hús. Í nógv teimum flestu hús- um og heimum í býnum hevur verið og er samband við ítróttarfelagið. Í Klaks- vík er altíð nógv fótbólts- prát, og lagið er sjálvandi tengt at, hvussu tað gongst hjá flaggskipinum. Tað eru neyvan nakrastaðni so mong kring vøllin til fót- bóltsvenjingar, sum tað eru í Klaksvík, og nú piltarnir leygardagin við 2-1 sigri á arvafíggindanum í Gunda- dali, løgdu seg heilt væl fyri í FM kappingini, kunnu teir rokna við, at áskoðarafjøldin næsta leyg- ardag fer at vera so mikið stór, tá ið teir fara at fáa vitjan av B36, sum hon er nógva staðni kring landið, tá ið dystir í 2. deild eru á skránni. KÍ skipar í dag fyri mót- tøku í nýumvældu og stási- ligu hølunum í ítróttarhøll- ini, sum hevur verið karmur um so ógvuliga nógv av ítrótti, felagslívi og mentan í breiðari merking, síðani hon — sum tann fyrsta í landinum — var tikin í nýtslu fyri meiri enn 36 árum síðani. Í felagshølunum eru hill- ar og skáp við steypum og heiðursmerkjum, og á veggunum eru myndir, sum siga frá gyltu fótbóltssøg- uni í Klaksvík. Í fimmti og seksti árunum gjørdi fót- bóltsflaggskipið rættuliga nógv um seg, og seinastu fjórðings øldina er talið á børnum og unglingum, sum hava havt sína gongd í felagnum, fleirfaldað. Fimmti árini Eina ferð tíðliga í áttati árunum skifti undirritaði, sum sleit barnaskógvarnar á Eiðinum í Klaksvík, ein góðveðurs leygardag orð við Hans Andreas Jacob- sen, sála. Hann var sera skilagóður og vitugur mað- ur við ógvuliga stórum samfelagsinnliti, og fyrra- partin av fimmti árunum var hann á meistaraliðnum hjá KÍ. Sum so mangan hjá klaksvíkingum, so gekk hetta prátið fyri seg, meðan eitt av yngru liðunum hjá felagnum spældi, og vit stiðjaðu okkum niður á gyrðingina kring vøllin. Hansy, sum hann varð nevndur, segði seg undrast á, at tað skuldi eydnast KÍ at vinna so mong meistara- heiti í fimmti árunum. Hann helt, at teir í høvuðs- staðnum áttu at havt verið betri fyri, enn hann og liðfelagarnir vóru. HB og B36 vóru mannað við heimamonnum, og nógvir teirra høvdu heilt regluligar arbeiðstíðir. Á KÍ liðnum vóru fleiri, sum partar av árinum vóru til skips, har tað ikki vóru møguleikar fyri venjing, og onkrir teirra, sum vóru á KÍ liðn- um, róðu út, meðan teir spældu fótbólt. So segði Hansy frá hesum tilburðinum: KÍ skuldi til Suðuroyar. Poul Nolsøe Mikkelsen ella Nøddi, sum hann verður nevndur í Klaksvík, var á útróðri fyri vikuna, sum tað varð sagt, við Ørvi. Hesin maðurin er í dag kendur sum pápi landsliðsmálverjan og fyrr- verandi danska meistaran Jákup Mikkelsen. John Reid Bjartalíð, sum var eldsálin í felagnum, vildi hava Heimi- stovumannin suður á Tvør- oyri við. Leygardagin fór hann so inn til Trinu á Vágsheygnum eftir gaggun- um hjá soninum. Tá ið KÍ ferðalagið umborð á einum útróðrarbáti kom suður ímóti Dímun, møttu teir Ørvi. Í góðveðrinum løgdu teir so mikið tætt hvør at øðrum at tað bar til hjá út- róðrarmanninum at leypa um lúnningina, og so spældi hann dagin eftir á Sevmýri. Hann mundi vera nakað beindovin, helt Hansy, og so legði hann afturat, at hetta sást ikki á avrikinum á Sevmýri. KÍ var meistari í 1952, 1953 og í 1954. Í 1955 vann HB fyrsta meistaraskapin, og so vann KÍ aftur tríggjar ferðir. John Reid Bjartalíð, sáli, sum í morgin hevði havt 88 ára føðingardag, førdi í mong ár søgubók fyri KÍ. Í 1955 staðfesti hann, at fyrireikingarnar til kapping- arárið fóru mest sum fyri bakka. Orsaka av doktara- stríðnum var ólag á. Bygdin hevði ilt við at koma fyri seg, og fleiri, sum høvdu verið við til at vinna so nógv, vóru farnir til skips, sigur John Reid, og tað er ikki sørt, at tað kennist sum um, at hann heldur, at teir mistu eitt meistaraheiti, sum kanska ikki átti at havt verið farið fyri bakka. Seinnapart- in av sumrinum gekk aftur væl, og árini eftir vístu, at tað framvegis vóru knotir í. Seksti árini Tað var hugaligt at vera fótbóltshugaður smádrong- ur í Klaksvík í seksti árun- um. Býlingarnir kappaðust millum sín. Vit í Gerðum, á Gerðareiði og Heygum spældu við HB - Heyga Bóltfelag. Argastu mót- støðumenn okkara vóru teir í UB — Uppsala Bóltfelag - sum fyri tað mesta varð mannað við dreingjum á Hædd og framvið Nýggja- veg. Nú á døgum verða fyrimyndirnar hjá smá- dreingjum, sum spæla fót- bólt, tiknar úr sjónvaparin- um. Teir ganga í Ronaldo, Owen og Beckham troyggj- um. Hjá okkum vóru fyri- myndirnar stjørnurnar, sum vit sóu venja og spæla á stóru plen. Heygadreingir spældu bólt á tennisvøllinum, og uppsaladreingir høvdu sína plen við Nýggjaveg. Dystir- nir okkara millum vóru á lítlu plen, sum hondbólts- vøllurin sunnanfyri fótbólts- vøllin varð nevndur. Vit høvdu hoyrt um stjørnurnar frá tíðini undir krígnum og fram í fimmti árini. Sofus í Heimistovu, Sakaris á Reyðhúsi og Mourits hjá Oyra Kristoffuri litu vit at við spekt og sóma, tí vit vistu, at teir høvdu verið góðir, og so var tað Karl málmaðurin. Hann kendu vit allir. Men tá ið vit spældu á lítlu plen, vóru idolini hjá okkum Steinbjørn og John Sigurð og Jógvan og Olv- heðin og Heðin og Sofus og Magnus og Ólavur og Eyðolv og Karl Gudmund og Páll Sigmund og allir hinir, sum syrgdu fyri so nógvum stórum og glæsi- ligum sigrum og meistara- heitum. Útvarpið sendi við- hvørt frá fótbólti, og bygd- armaður okkara, Árni Dahl, var óførur í Dimmu. Eg minnist enn, hvussu spenn- andi tað var, eftir at meist- araskapurin í 1966 var vunnin, at bíða eftir post- manninum, Talis í Krotu- grøvini, sum kom við Dimmuni, har tað á fremstu síðu var mynd av KÍ meist- araliðnum. Hon var ikki heilt góð, tí ein hvít strípa var í henni. Men tað bilti ikki petti. Umframt frásagnirnar úr Gundadali standa fleiri aðrar hjá útvarpinum í seksti árunum púra klárar. Eitt nú KÍ føðingardagin í 1969. KÍ vann allar dystir- nar hetta árið. 65 ára dagin, 24. august í 1969, vunnu teir 4-3 á HB, eftir at KÍ eftir lítlum korteri hevði lagt seg framum 4-0. Í 2. hálvleiki kom HB fyri seg. Teir fingu trý mál, og Niels Juel Arge, sáli, helt fyri, tá ið tað restaðu fimm minutt- ir, at nú var so spennandi, at tey, sum nú komu at hyggja, áttu at rinda hundr- að krónur fyri atgongu- merkið! Tað segði mamma, at hon hevði hoyrt í út- varpinum, meðan vit høvdu verið á plenuni og fylgt við. Og so var tað í 1966 á Tvøroyri, tá ið KÍ vann 3-1. Klaksvíkin frysti, tá ið Niels Juel Arge setti úr Gundadali, har HB og B36 spældu, og suður aftur á Sevmýri, har KÍ hevði verið frammanfyri 2-1. Ungi maðurin á Sevmýri, Jógvan Arge, staðfesti, at nú var dysturin liðugur, og at tað var komið eitt mál afturat. Og so slerdu hjørt- uni títt í Klaksvík aftur, tá ið hann so hevði lagt afturat, at KÍ hevði fingið málið, og at tað eisini hesa ferð, sum tað hevði verið hinar báðu fyrru ferðirnar, var Páll Sigmund Sørensen, sum hevði skorað! Í fótbóltshøpi í Klaksvík rukku seksti árini fram til 1972. Størsta vónbrotið var, tá ið HB í 1971 fór úr Klaksvík við meistaraheit- inum, sum KÍ hevði vunnið fimm ferðir á rað og aftur hesa ferð tóktist at hava í síni hulu hond. 16. mai hevði KÍ vunnið 2-1 í Gundadali á arvafíggindan- um. KÍ hevði 2. mai tapt fyrsta landskappingardyst- in 3-1 á Sevmýri, har klaks- víkingar so ofta høvdu havt trupulleikar. Burtursæð frá tapinum á heimavølli ímóti KÍ, hevði HB vunnið hvørja ferð — eitt nú 1. august 14-1 á heimavølli ímóti ÍF. Hetta er størsti sigur, sum er vunnin í landskappingardysti. Í avgerandi dystinum í Klaksvík 29. august legði KÍ seg framum, men HB vann 2-1 og fór avstað við meistaraheitinum. Hetta var vónbrot fyri klaksvík- ingar og norðoyingar, og fyri fótbóltsgalnar dreingir og unglingar, sum livdu og andaðu við og fyri KÍ, kendist hetta sum ógvus- ligur skelkur. Meistaradagurin í 1972 í Gundadali er negldur rimmarfastur í huganum. Fótbóltsferðirnar til Havnar í seksti árunum høvdu verið hugaligar, tí KÍ stóð seg ofta væl í Gundadali, og tað kom fleiri ferðir fyri, at teir tryggjaðu sær meistara- skapin í høvuðsstaðnum. 22. mai í 1972 var úrslitið 1-1, tá ið HB vitjaði í Klaksvík. KÍ hevði 30. apríl mist stig í Gundadali (0-0 ímóti B36), og HB hevði spælt 2-2 ímóti B36 og 3-3 á Sevmýri. 3. sep- tember var tískil nóg mikið hjá KÍ at fáa javnt ímóti HB í Gundadali. Leygarkvøldið var mið- býurin í høvuðsstaðnum eyðkendur av fótbóltsrómi og sitringum og spenningi millum havnarmenn og klaksvíkingar, sum eina løtu savnaðust undir sjó- mansheiminum, har teir vistu, at KÍ spælararnir hildu til. Tá ið tað stóð heilt nógv upp á spæl, fóru teir viðhvørt suður dagin fyri, og hetta kvøldið spældi alt væl av í miðbýnum. Dreingir og unglingar í Klaksvík um hesa tíðina áttu eisini manga løtuna á sjómansheiminum í Havn. Har varð taskan tveitt, tá ið Pride var komin suður um tíggju tíðina sunnumorgnar. So telvaðu vit, og onkur tráddi urguna hjá Peri á sjómansheiminum. Síðani fóru vit í flokki niðan ígjøgnum býin. Kagaðu ígjøgnum døgguta gluggan í ítróttarbúðini hjá Viggo í Stórustovu, og so fylgdu vit við, meðan teir kálkaðu eyr- vøllin í Gundadali, har tað var so smart, at teir høvdu maskinu at kálka við. Í Klaksvík fóru teir í kálk- posan, fyltu upp í lógvan, og so bakkaðu teir eftir línuni, sum var spent, har strikur- nar ætlaðust at vera. Og so fóru vit omanaftur á sjó- mansheimið, har vit bíðaðu eftir døgurðanum, sum klaksvíkingar plagdu at siga altíð endaði við rabarbu- greyti. Hann skuldi liggja so tungur á, og harvið gera KÍ- ararnar minni lættar, plagdi at verða tikið til í Klaksvík! Tá ið eg var farin til Havnar at ganga í skúla, skilti eg, at har høvdu teir somu søguna um matstaðið á Reyðhúsið í Klaksvík! Kanska fimtan hundrað klaksvíkingar, sum vóru komnir suður fyri Bjørg við Pride og einari rúgvu av útróðrarbátum, settu henda síðsta dystardagin í 1972 við skeltum og floytum so- vornan dám á Gundadal, sum teir ikki høvdu gjørt áður. Í 2. hálvleiki sóu teir John Eysturoy leggja HB framum. Men íslendingurin Sølvi Oskarson hevði syrgt fyri, at konditiónin hjá klaksvíkingum var betri enn nakrantíð, og tað eydnaðist Eiler Jacobsen eftir fínt álop at javna og harvið at tryggja Klaksvíkini meistaraskapin. Ferðin norður aftur og móttøkan í Klaksvík var av sovornum slagi, sum talan ongantíð áður hevði verið um. Spælararnir fingu hetju móttøkui, tá ið teir komu norður við Føroya Bjór, sum skonnartin Viðoy tá nevndist. Hetta var síðsta stóra fótbóltsferðin hjá 66 liðnum, sum tað fleiri ár seinni fór at verða rópt. Nýggja tíðin Hjá teimum, sum eru vaksin upp í Klaksvík síðani tá, hevur KÍ á ein hátt verið uppaftur meiri sentralt, enn tað var hjá dreingjum í seksti árunum. Fótbólts- spælið og kappingarnar eru fluttar úr býlingunum og í felagið. Krøvini til kring- umstøður og venjarar eru støðugt økt, og felagið, sum frammanundan so at siga varð ornað í høvdinum á John Reid er vorðið stór organisatión, har størsti spurningurin støðugt er, hvussu fígging skal fáast til vega til raksturin, sum er vorðin væl dýrari, nú egn- ingin úr høvuðsstaðnum fyri bestu spælarunum er so ógvuslig. Men tað hevur verið nógv longri millum stóru úrslitini hjá flaggskipinum. Um hetta hevur verið og verður nógv tosað. KÍ hevur síðani vunnið FM í 1991 og í 1999. Fleiri ferðir hevur verið tætt við. Eitt nú í 1976 og í 1983. Fyrru ferðina fóru tríggir av stuðulsspælarunum av land- inum eftir summarsteðgin, og seinnu ferðina kiksaði tað alvorliga í síðsta umfar- inum í Gøtu. Nýggja tíðin hevur havt broytingar við sær. KÍ hevur framvegis fostrað fínar spælarar, men teir hava ikki allir verið í Klaksvík. Tað verður staðfest, at KÍ fíggj- arliga og hvat øðrum ágóðum viðvíkur ikki hevur megnað at kappast við havnarfeløgini. Klaksvík- ingar hava fylgt væl við, hvussu tað hevur hilnast hjá eitt nú Toda Jónsson og Jákupi Mikkelsen, sum eru teir einastu føroyingarnir, ið hava vunnið danska meist- araskapin, og Kurt Mørkøre, sum nú býr í Noregi, verður ongantíð gloymdur í Klaks- vík. Avrikið í Gøtu sunnudag- in eigur at hava við sær, at lagið sjálvan hundrað ára føðingardagin ikki er so galið. Eingin ivi er um, at felagið eisini í framtíðini fer at vera leingjan, sum allir ungdómar í Klaksvík fara at savnast um til venj- ingar og spæl og kappingar. Við undirsjóvartunnlinum fara nýggir møguleikar og nýggjar avbjóðingar at taka seg upp. Men uttan mun til hvussu umstøðurnar fara at laga seg, so fer tað ongantíð at vera soleiðis, at tann, sum er uppvaksin í Klaks- vík og frá barnsbeini hevur fingið KÍ í kropp og sinni, fer at gloyma barndómsfel- agið. Hjartaliga tillukku klaks- víkingar og norðoyingar. Tað fer at ganga upp, og tað fer kanska at ganga eitt sindur niður. KÍ fer altíð at vera savnandi og mennandi fyri dreingir og gentur í Klaksvík og Norðoyggjum, og ynski skal vera, at tað skal gangast tykkum væl í framtíðini. Jóannes Hansen Í dag er KÍ hundrað ár Heimferðin úr Havn í 1972 var síðsta stóra fótbóltsferðin hjá 66 liðnum, sum tað fleiri ár seinni fór at verða rópt Mynd: Ítróttur, 1972 Tað kann væl vera, at Kurt Mørkøre er fluttur til Noregs, men hann verður seint gloymdur í Klaksvík, har hann í fleiri ár var ímyndin av stríðsviljanum hjá KÍ-liðnum Todi Jónsson er helst tann føroyingurin, sum er komin longst við fótbóltsspælinum, og einki er at ivast í, at tey í Klaksvík framvegis fylgja væl við hvørjum einasta sparki, sum bygdarmaðurin ger í FCK C M Y K 22