týsdagur 24. august 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 24. august 2004
25
Á rættari leið
Hóast tað móti endanum
av dystinum tóktist dekan
ov einsligt hjá Magna á
Lakjuni á toppinum, so
hevði hann stóran part av
dystinum verið við til at
mynda gott álopsspæl hjá
ÍF.
Og hóast hann sjálvsagt
iðraði seg um enn eina úr-
slitaleysa roynd, so dugdi
hann vælat síggja tað
positiva í avrikinum hjá
ÍF.
– Eg haldi, at vit eru við
at finna rætta lagið aftur.
Vit spæla ein góðan dyst í
dag, og útlendsku leikar-
arnir vísa seg sum góður
styrkur, so eg ivist ikki í,
at tað fer at koma hjá
okkum.
– Enn manglar so bara
tað allar seinasta pettið,
men tað mugu vit so
arbeiða okkum fram til,
helt Magni á Lakjuni, at
enda.
Hvussu tað so fer at
hilnast hjá ÍF, má tíðin
vísa, men skal liðið vinna
seg upp um strikuna,
skulu skjótt nógv stig til.
Eftir sigurin hjá KÍ um
vikuskiftið eru nevnliga
níggju stig upp til áttanda
plássið.
-jm
Longu
eftir
dystirnar
seinasta vikuskifti vóru
fleiri, sum høvdu hug at
ynskja HB tillukku við
triðja meistaraheitinum. Í
so máta mundi dysturin
sunnudagin vera ein al-
armklokka, sum fekk tey
at ásanna, at enn eru
fimm dystir eftir at spæla,
og sum so var HB-venjar-
in ikki ósamdur í hesum.
– Eg vil siga bæði og.
Vit vistu undan dystinum,
at uppgávan væl kundi
gerast trupul, og eg haldi
eisini, at ÍF spældu ein
góðan dyst. Tað var í øll-
um førum trupult at síggja
mun á, hvat lið var odda-
lið, og hvat var botnlið,
helt Heine Fernandez eftir
dystin.
– At enda, so megna vit
tó at toga okkum avstað
við einmansavrikum, so-
leiðis at vit fingu stigini.
Nú eru fimm dystir
eftir. Eru tit at kalla meist-
arar nú?
– Sjálvandi ikki. Tað
eru framvegis fimtan stig
eftir, men vit komu so eitt
fet nærri í dag. Vit hava
sjálvir strítt okkum fram í
verandi støðuna, har vit
eru seks stig undan næsta
liðnum, so nú skulu vit
eisini vísa, at vit eiga at
verða verandi, helt hann
at enda.
-jm
Eitt fet nærri
Poul N. Poulsen varð
dagsins maður í Vági,
tá VB aftur fekk stig á
kontina
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir
tvær
úrslitaleysar
royndir bragdaði aftur hjá
VB
sunnudagin.
EB/-
Streymur var komið á vitj-
an, og tó at bæði liðini vóru
stødd miðskeiðis á stiga-
talvuni, so duldi hvørgin
parturin fyri, at tey høvdu
ynski um at lyfta sær nakað
á.
Gestirnir omaná
Tað var EB/Streymur, sum
byrjaði dystin betri. Hug-
burðurin hjá gestunum var
nakað væl betri enn tað,
sum vertirnir sýndu, og
fleiri ferðir høvdu teir eis-
ini hug at koma heilt tætt
málinum hjá VB, uttan at
nakar veruligur opin møgu-
leiki tó spurdist burturúr.
VB hinvegin tóktist frá
byrjan als ikki til reiðar til
uppgávuna. Vanligi stríðs-
sinnaði hugburðurin hjá
heimaliðnum, var als ikki
til staðar. Teir taptu flestu
nærdystirnar, og tá teir
komu á odda, var hetta als
ikki í tráð við spælbýtið.
Unglingaleikarin, Poul
N. Poulsen, sum undan hes-
um als ikki hevur skorað í
bestu deildini, royndi seg
við langskoti. Skotið skuldi
ikki givið Gunnari á Steig
nakrar serligar trupulleikar,
men tað varð avrættað á
vegnum, og so var mál-
verjin púrasta prísgivin.
Gestirnir hildu tó fast um
sítt trýst móti VB málinum.
Vanliga so væl skipaða VB-
verjan sá í løtum ógvuliga
tunn út, og eftir góðum
hálvum tíma eydnaðist eis-
ini gestunum at javna.
Bárður Olsen tóm ímóti
bóltinum stutt uttan fyri
brotsteigin, og róliga mest
sum legði hann bóltin fram-
við Bjarna í VB-málinum.
Barnamistak
Í seinna hálvleiki var býtið
av spælinum nakað javnari.
Fyrst og fremst tí vágbing-
arnir nú høvdu ásanna, at
teir helst einki fóru at fáa
við sær, um avrikið var tað
sama, sum fyri steðgin.
Opnu møguleikarnir lótu
tó framvegis bíða eftir sær,
men móti dystarenda kom
av álvara lív í. Sonni L. Pet-
ersen hjá EB/Streymi hevði
júst havt eitt skot á stólpan
hjá Bjarna Johansen, men
vágbingarnir sluppu við
skrekkinum, og so høvdu
teir eisini yvirskotið til leita
sær sigursmálið.
Jón Pauli Olsen gjørdi
skjótt av, at tá leikararnir
hjá EB/Streymi royndu at
mótmæla
frísparksdómi.
Úrslitið var, at markering-
arnar í feltinum als ikki
vóru komnar upp á pláss, tá
bólturin kom innfyri, og so
kundi Poul N. Poulsen við
sínum næsta fyrstudeild-
armáli gerast stóra hetjan,
meðan teir hjá EB/Streymi
kundu iðra seg. Teir høvdu
gjørt eitt av elstu mistøk-
unum í spælinum, og tað
vórðu teir eisini revsaðir
fyri.
Europeiskir tankar
Soleiðis sum úrslitini lag-
aðu seg, so fekk VB við
sigrinum lyft seg tvey pláss
upp á talvuni, og tað er
nokk alt annað enn óhugs-
andi, at teir skulu koma enn
nærri toppinum.
Komandi dystirnir eru
móti teimum báðum nið-
astu liðunu, ÍF og B68, og
megna vágbingar at fáa fult
her, samstundis sum onkur
av
kappingarneytunum
snávar, fer tað av álvara at
síggja heilt spennandi út
hjá europeiska fótbóltinum
í Vági, har tað higartil eru
skrivaðir tveir kapitlar.
Hjá EB/Streymi bendir
alt hinvegin á, at støðan fyri
tað heilt nógv skal vera
tann sama, sum hon var í
fjør. Tá hótti EB/Streymur
fleiri ferðir við at melda seg
inn í heiðursmerkjastríðið,
men hvørja teir av álvara
skuldu prógva sítt virði her,
snávaðu teir. Spurningurin
er so, hvørt teir fáa reist
seg, tá GÍ kemur á vitjan
komandi vikuskifti.
VB-EB/Streymur 2-0 (1-1):
Lýggjari á Eiðinum
VB-EB/Streymur 2-1 (1-1)
1-0: Poul N. Poulsen
1-1: Bárður Olsen
2-1: Poul N. Poulsen
VB: Bjarni Johansen – Jákup Olsen, Eyðun
Jacobsen, Anders Sørensen, Kári í Lágabø – Palli
Augustinussen, Poul N. Poulsen, Milan Kulic,
Símun Samuelsen – Mindaugas, Dan Djurhuus
EB/S: Gunnar á Steig – Carl H. Høgnesen, Fróði
Clementsen, Andrzej Pacek, Gert Hansen – Marni
Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Knút Vesturtún,
Bárður Olsen – Sonni L. Petersen, Sorin Anghel
FAKTA UM DYSTIN
Vágbingar eru enn við í stríðnum um europeisku atgongumerkini, eftir at teir sunnudagin vunnu útidystin móti EB/Streymi
Mynd: Áki Bertholdsen
25
24
Nr. 159 - 24. august 2004
HB-ÍF 4-2 (2-2):
Staðfesting av muninum
Hóast tað leikliga ikki
var tann stóri munur-
in á oddaliðnum, HB,
og botnliðnum, ÍF, so
sýndi dysturin
sunnudagin, fleiri av
orsøkunum til, at hes-
in munurin er á lið-
unum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast fuglfirðingar undan
dystinum móti HB hildu
fast um, at teir høvdu góðar
vónir um at fáa stig, so
mundi tað vera so sum so,
hvussu stórum álvara fólk
mundu taka hetta í. Higartil
í ár, hevur millum lítið og
einki gingið eftir vild hjá
uppflytarunum, og hóast
útlendski
styrkurin
nú
endaliga var upp á pláss, so
ljóðaði HB á útivølli sum
ein uppgáva av teimum
heilt strævnu.
Kortini var heilt fitt av
fuglfirðingum
komið
í
Gundadal sunnudagin, og
saman við heimaáskoðar-
unum, sum bara gerast
fleiri og fleiri í tali, vóru
hesi við til at seta dám á
stemningin kring vøllin, og
leingi var eisini líkt til, at
gestirnir skuldu fáa nakað
at fegnast um.
ÍF var nevnliga als ikki
komið til Havnar fyri at
leggja seg niður, ella bara at
avmarka tapið. Við eini
frískari 4-4-2 uppstilling,
har Sylla stuðlaði væl til
Magna í álopspartinum, og
har miðvøllurin hevði nógv-
ar aðrar skyldur enn bara
tær verjukendu, royndu
gestirnir frá fyrsta bríksli at
leggja trýst á heimaliðið.
Onkrar ferðir var eisini um
reppið, at veruligir má-
lmøguleikar spurdust burt-
urúr, men eftir góðum kort-
eri tóktist tað, at revsingin
fyri framfýsnið fall.
HB hevði eisini ligið
framvið nakrar ferðir, og tá
Heðin á Lakjuni sendi
horna úr vinstru tætt inn-
undir málið, var Rúni
Nolsøe hægstur og stýrdi
bóltinum í málið.
Álop í síðunum
Men hóast køldu skoluna,
so fullu fuglfirðingarnir
ikki í fátt. Teir hildu áfram
við ágangandi spælinum,
og serliga dugdu teir væl at
gera sær dælt av veik-
leikunum, sum tóktust vera
í borðunum á HB-liðnum.
Í høgru arbeiddi Hanus
Eliasen alla tíðina hart og
væl í holinum, sum ein
framrættaður
Heðin
á
Lakjuni lat eftir sær, og ferð
eftir ferð megnaði hann
eisini at koma framvið Jan-
usi M. Joensen, sum tóktist
hava stórar trupulleikar.
Tað tóktist heldur ikki
bøta um HB-spælið, at
Jákup á Borg varð kosin
sum avloysarin hjá Rógva
Jacobsen í álopinum. Gam-
an í er Jákup ein av vanda-
mestu
framherjunum
í
landinum, men við Halli
Danielsen á høgra miðvølli
var ikki sama drive í upp-
spælinum hjá HB, og so
kundi ÍF eisini í nógv størri
mun - enn teir annars
høvdu kunnað - leggja trýst
á ta síðuna.
Brotsspark og ikki
Og tað var júst við upp-
spæli í síðunum, at ÍF fekk
bæði javnað og lagt seg
framum.
Fyrru
ferðina
hevði Rúni Nolsøe annars
havt púra opnan møguleika
at økja um leiðsluna, men
Karsten Joensen bjargaði
royndini, og so fór ÍF í
kontra. Hanus Eliasen varð
sendur avstað í høgru, og tó
at innleggið lá eins nær
málinum, sum hornaspark-
ið til 1-0 gjørdi, so var tað
ein álopsspælari, sum var
fyrstur á, og so stóð 1-1.
Og bara seks minuttir
seinni var allur ÍF-vongurin
í B36-skýlinum uppfrá.
Hanus Eliasen varð enn
einaferð sendur avstað í
høgru, og nýggi argentinu-
maðurin hjá ÍF – Gunnar G.
Nielsen – smekkaði til úr
spískum. Skotið varð av-
rættað, og so lá bólturin aft-
ur í netinum.
HB tóktist skelkað av
hesum, og tað er einki at
ivast í, at Gunnar átti brots-
spark løtu seinni, tá Hanus
legði bóltin inn um HB-
verjuna. Argentinumaðurin
skuldi kanska latið seg
dottið, men tað valdi hann
ikki at gera, og tí gjørdist
talan um skotroynd uttan
javnvág, og uttan at dóm-
arin sá nakað sum helst
kriminelt ganga fyri seg.
Og ístaðin gjørdist tað so
HB, sum fekk brotsspark
beint fyri steðgin. Tað vóru
tó ikki so nógv, sum vóru
sannførd um, at talan veru-
liga var um brotsspark, tá
Heine Fernandez og Bartal
Eliasen dystaðust um bólt-
in. Fuglfirðingarnir mót-
mæltu eisini av øllum alvi,
men lítið hjálpti, og Vagnur
var tryggur, tá hann skuldi
avgreiða.
Mistu luftina
Seinna umfarið var tað,
sum hevði ÍF mist nakað av
luftini. Teir royndu fram-
vegis at halda spælinum
uppi á HB-hálvuni, men nú
var HB munandi betri við,
og tvær útskiftingar eitt
korter eftir steðgin gjørdu
eisini fortreytirnar hjá ÍF
verri.
Fyrst mátti Sylla skaddur
fara av vøllinum, og tað
gjørdi tilveruna hjá Magna
munandi meira einsamalla
á toppinum.
Harnæst
sendi
HB-
bonkurin Rók F. Jespersen
á vøllin fyri Vagnur M.
Mortensen í eini roynd at
fáa meira ferð á spælið í
síðuni. Hetta noyddi ÍF at
halda meira aftur í vinstra
álopsborðið, og gav soleið-
is HB enn betri fortreytir at
halda trýstinum uppi á
vøllinum.
Tað var tó í vinstra álops-
borðið, at HB fann upp-
havið til leiðslumálið. Heð-
in á Lakjuni stríddi seg fra-
m í vinstru, og tað var væl
sæð av dómaranum, at hann
gav Heðini fyrimun líka til
hann varð feldur. Og eftir-
fylgjandi gav gult kort til
Fritleif.
Frísparkið varð dømt á
brotsteigarmarkinum, og tá
Kartin so stillaði seg at
verja somu síðu sum múr-
urin, smekkaði Jákup á
Borg bara í tóma helmingin
av málinum.
Hetta
punkteraði
av
álvara ÍF. Teir royndu at
flyta fólk fram í royndunum
at javna, men hetta betraði
um kontra-fortreytirnar hjá
HB, sum við einum fyri-
myndarligum kontraálopi
kundi staðfesta sigurin.
Munurin
Enn einaferð prógvaði HB
kanska meira enn nakað, at
teir hava júst tær dygdirnar,
sum eyðkenna eitt oddalið.
Kanska spælir hepnið eisini
sínleiklut, og brotssparks-
dómurin – eisini tann vant-
andi – vóru so avgjørt ikki í
parti við fuglfirðingunum.
Men tað man vera sjáldan
– um nakrantíð - at nakað
lið er vorðið meistari, uttan
ein ávísan part av hepni, og
so ræður jú eisini um at
leita sær fram til saman
hepni.
Júst tann partin av spæl-
inum megnaðu fuglfirðing-
arnir ikki sunnudagin, og
helst er hetta eisini ein av
orsøkunum til, at liðið
liggur so niðarliga.
Innsatsinum bilti tó einki
við sunnudagin, og megnar
liðið at halda fast í hesum,
so er einki at ivast í, at stig-
ini fara at koma á kontina,
og í øllum førum verður tað
meira enn trupult hjá nøkr-
um aðrudeildarliði at basa
teimum, skuldi tað komið
hartil, og ÍF skal spæla fyri
tilveruni í bestu deildini.
Hóat tað gekk striltið móti
ÍF, so eydnaðist HB enn
einaferð at fáa fult, og nú eru
bara fimm umfør eftir á
málið
HB-ÍF 4-2 (2-2)
1-0: Rúni Nolsøe, 16.
1-1: Høgni Zachariasen, 33.
1-2: Gunnar G. Nielsen, 39.
2-2: Vagnur M. Mortensen (br.), 45.
3-2: Jákup á Borg, 71.
4-2: Jákup á Borg, 78.
HB: Bárður Johannesen – Vagnur M. Mortensen
(Rókur F. Jespersen, 61.), Jan C. Dam (Rasmus
Nolsøe, 82.), Símun Eliasen, Janus M. Joensen –
Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen,
Heðin á Lakjuni – Jákup á Borg, Heine Fernandez
GK: Heðin á Lakjuni, 32., Janus M. Joensen, 72.
ÍF: Kartin Joensen – Fritleif í Lambanum, Viggo
Johannesen, Bartal Eliasen, Rúni Elttør – Hanus
Eliasen, Høgni Madsen, Gunnar G. Nielsen, Høgni
Zachariasen – Sylla D. Ahmed (Eyðovlur Petersen,
61.), Magni á Lakjuni
GK: Hanus Eliasen, 42., Høgni Madsen, 45., Viggo
Johannesen, 48., Fritleif í Lambanum, 70.
Dómari: Dagfinn Olsen. Hóast einstøk mistøk al-
tíð vilja koma fyri, so sýndi hann aftur, at hann av-
gjørt hoyrir til toppin av føroyska dómaraheimin-
um. Hevði uttan stórvegis dikkedarir tamarhald á
dystinum. Hevði eisini nakað so óvanligt sum eitt
par av hjálpardómarum, sum livdu upp til heitið, og
sum enntá hava lært seg, hvussu off-side reglurnar
eiga at tulkast.
FAKTA UM DYSTIN
C
M
Y
K
24