týsdagur 24. august 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 24. august 2004
27
27
26
Nr. 159 - 24. august 2004
Tveir
knæ-
skaddir
í GÍ
Gøtumenn ásann-
aðu, at hesa ferð
vóru tað mótstøðu-
menninir, ið høvdu
havt eyka viljan, ið
skal til, um tað skal
eydnast at vinna
GÍ-KÍ
Jóannes Hansen
Uppgerðin hjá gøtu-
monnum ímóti KÍ kann
fara at vísa seg at vera
ein dýr søga. Eitt var, at
liðformaðurin,
Poul
Ennigarð, sá gult og tí-
skil verður leikbannaður
næsta sunnudag á Eiði.
Harafturat
noyddust
bæði Áslakur R. Peter-
sen og Krzystof Pop-
czynski av vøllinum, tí
teir høvdu fingið løst í
knæið. Hvussu meinur
løstirnir vóru, dugdu
teir í Gøtu ikki at siga í
gjár, men teir ivast í, um
Popczynski verður førur
fyri at spæla sunnudag-
in.
Eftir níggju stig í trim-
um
royndum
eftir
summarsteðgin steðgaði
KÍ tykkum. Hvussu bar
tað til, spyrja vit Paula
Jarnskor, sum er hjálp-
arvenjari:
– Tað sást væl, at
klaksvíkingarnir høvdu
eyka viljan, sum skal til
fyri at vinna. Teir vóru
oftari fyrr á bóltinum,
enn okkara vóru, og teir
høvdu yvirtakið á mið-
vøllinum.
Kvíga tit fyri, at gongd-
in nú fer at verða, sum
hon var undan summar-
steðginum, tá ið tit eftir
fyrsta stigamissin høvdu
ilt við at fáa úrtøku?
– Avgjørt ikki. Tapið
smakkaði illa í umklæð-
ingarrúminum
eftir
dystarlok. Spælararnir
eru ógvuliga væl fyri,
og teir fara at reisa seg.
Miðalaldurin er 22 ár,
og tað man vera eitt tað
lægsta. Liðið styrknar
støðugt, og hesa ferð var
tað serliga hugaligt at
síggja miðverjan Kaj
Ennigarð, sum er yngsti
maður á liðnum, og sum
hesa ferð kanska var
besti maðurin hjá okk-
um. GÍ fer heilt víst at
vera við til at seta
dagsskránna restina av
hesum kappingarárin-
um, og vit eiga góða
framtíð, metir Pauli
Jarnskor.
Hamskifta KÍ spældi
seg til fleiri upplagdar
møguleikar og megn-
aðu at halda heima-
monnunum í Sarpi-
gerði næstan heilt
burtur frá málinum
hjá Jákupi Mikkelsen,
sum bjargaði brots-
sparkinum hjá Pop-
czynski
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað var gott lag á klaksvík-
ingunum í Gøtu sunnu-
dagin. Eftir vánalig avrik í
bíðirøð, megnaðu teir at
venda gongdini ímóti GÍ,
sum síðani summarsteðgin
hvørja ferð hevði fingið
fult. KÍ fór um fjørðin við
2-1 sigri. Hann var fult
uppiborin. KÍ avrikið var
ikki at kenna aftur. Hetta
vóru tað fleiri orsøkir til.
Ein var tann, at GÍ ikki
kendi sína vitjunartíð, tá ið
teir tíggju minuttir eftir
steðgin
fingu
gyltasta
møguleikan, sum tað ber til
at fáa í fótbólti. Brotsspark-
ið, sum varð dømt fyri sam-
anbrest mann ímóti manni
úti í horninum í brotsteigin-
um, mettu gestirnir at ikki
at vera serliga sannførandi.
Men tað var einki at gera
við. Einastu ráðini vóru, at
Jákup Mikkelsen, sum var
komin fyri seg eftir vødda-
skaðin og var sera tryggur
aftasti skansi, skuldi bjarga
royndini úr ellivu metrum,
og tað gjørdi hann. Skotið
hjá Popczynski var ikki so
ógvuliga sannførandi. Ják-
up tveitti seg rætta vegin,
og hann bjargaði.
Ein onnur orsøk var, at
KÍ hesa ferð tóktist hava
funnið røttu ódnirnar til
røttu menninar. Veteranar-
nir Jan Andreasen og Har-
ley Bertholdsen, sum venj-
arin ikki hevur havt í kjarn-
uni í ár, vóru settir í pláss-
ini, sum teir hava spælt
nógv seinastu trettan árini.
Jan var saman við Niclas
Niclasen tryggur í mið-
verjuni, og Harley syrgdi
fyri, at tað var skil í á
vinstra vongverjanum.
Umskipingarnar í verjuni
høvdu við sær, at tað bar til
at flyta Ova Nysted í álop-
ið. Har hevur lítil ella eing-
in tyngd verið í higartil.
Ovi hevur onkuntíð í vón-
leysum støðum fram ímóti
dystarenda verið fluttur
fram, uttan at tað hevur
givið nakað, tí tað hevur
verið óskipað. Hesa ferð
var hann frá fyrsta bríksli
undir liðini á Jacob Bymar,
og tað bar álopstyngd við
sær. Ovi megnaði at temja
ella snitta so at siga allar
framleggingarnar, og Jacob
Bymar, sum var skjótari,
enn
mótstøðumenninir
vóru tað, bardist sum ein
úlvur, inntil hann miðskeið-
is í 2. hálvleiki smáskaddur
bað um at verða tikin út.
At teir fremstu hjá KÍ
megnaðu at leggja trýst á
verjuna hjá GÍ, hevði við
sær, at alt KÍ liðið fekk
størri pláss og harvið meiri
tíð til sítt spæl. Týdningar-
miklast av øllum var tað, at
hugburðurin hjá KÍ hesa
ferð var púra rættur og har-
við heilt øðrvísi, enn hann
leingi hevur verið. Á sentr-
ala miðvøllinum vóru Jan
Joensen og Atli Danielsen
greitt yvir Súna Olsen og
Símun Louis Jacobsen.
Eyðun Klakstein, sum hev-
ur verið ein tann stinnasti
klaksvíkingurin í óeydnis-
árinum, var sera væl upp-
lagdur á miðvøllinum í
vinstru, inntil hann aftanífrá
var fullkomuliga órímuliga
sparkaður niður og noyddist
at taka seg aftur.
Arnhold Joensen spældi
væl í 2. hálvleiki, tá ið hann
bæði vann taklingar og í
luftspælinum, og KÍ spældi
seg til fimm upplagdar
málmøguleikar, meðan GÍ
burtursæð frá brotssparkin-
um og málinum, sum teir
fingu í yvirtíðini, bara
hevði eina orduliga roynd á
KÍ málið.
Hjá GÍ tóktist tað darvað
Popczynski nógv, at hann
hevði misnýtt gylta møgu-
leikan at javna, og hann tók
seg aftur, tá ið tað ráddi
mest um at leggja tyngd í
álopspartin. Adam hevur
góð evni at spæla, men
hann vísti ikki styrkina,
sum skal til, um fremsti
maðurin skal gerast vanda-
mikil. Súni Olsen, sum í
leysum spæli ikki slapp at
hava eyðsýnda og eyðkenda
leiklutin, sendi fleiri høg og
neyv hornaspørk í brots-
teigin, men hóast onkrir
verjuspælarar hava røttu
hæddina, so hava teir ikki
tað pondus í luftini, sum GÍ
plagdi at hava.
Mál og møguleikar
Ovi Nysted var støðug
hóttan ímóti GÍ málinum.
Tá ið tíggju minuttir vóru
farnir lyfti hann úr leysari
støðu upp um Hall Hansen,
men bólturin fór skeivu
megin stólpan, og átta min-
uttir seinni sendi Ovi fram-
við
málverjanum,
men
skeivu megin stólpan, eftir
at Jacob Bymar hevði sneitt
fleiri av og lagt innfyri.
Fimm minuttir undan
hvíldini eydnaðist tað hjá
Ova Nysted. Eyðun Klak-
stein krúllaði framvið fleiri
úr vinstru, stakk fram til
Ova, ið vendi eitt sindur
skeivt, tá ið hann tamdi
hegnisliga, legði seg afturat
og smekkaði við vinstra
beini úr eitt sindur høgru
og umvegis handara stólp-
an og í málið.
Hóast leiðslumálið so
tóktist tað sum um, at mál
til
mótstøðumenninar
kundi koppa higartil illa
skølsettu klaksvíkingunum,
men tá ið tíggju minuttir
vóru eftir, tryggjaði inn-
skifti Erling Fles KÍ sigur-
in. Frá miðstrikuni sneiddi
hann fýra spælarar av,
áðrenn hann setti framvið
Halli Hansen, og lítla løtu
seinni, tá ið GÍ hevði spent
álopsbogan
nógv,
fekk
hann sama møguleikan,
men bólturin fór skeivu
megin stólpan.
Í yvirtíðini vísti Súni
Olsen sítt format, tá ið hann
í høgru sneiddi fleiri av sær
og av baklinjuni legði til
handara stólpan, har Adam
setti innaru síðuna á. Men
tá var ov seint hjá GÍ at
koma afturíaftur, og harvið
var fyrsta tapið hjá teimum
síðani
summarsteðgin
veruleiki.
GÍ-KÍ 1-2 (0-1):
Klaksvíkingar vóru ikki at
kenna aftur
Tað eydnaðist millum annað
hjá KÍ at skerja GÍ-spælið
við sera tættari markering av
Súna Olsen, sum soleiðis ikki
slapp at hava vanliga
týðandi leiklutin
Mynd: Álvur Haraldsen
GÍ-KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Ovi Nysted 40.
0-2: Erling Fles 81.
1-2: Adam Pauluszek 90.
Dómari: Birgir Sondum
GÍ: Hallur Hansen — Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð,
Atli Gregersen, Poul Henning Jacobsen — Áslakur
R. Petersen (Jónreid Dalheim, 27.), Súni Olsen,
Símun Louis Jacobsen, Hans Pauli Petersen —
Krzystof Popczynski (Poul Arni Jacobsen, 78.),
Adam Pauluszek
Gult kort: Poul Ennigarð
KÍ: Jákup Mikkelsen — Leon Bjartalíð, Jan
Andreasen, Niclas Niclasen, Harley Bertholdsen —
Arnhold Joensen, Jan Joensen, Atli Danielsen,
Eyðun Klakstein (Símun Joensen, 53.) — Jacob
Bymar, Ovi Nysted
FAKTA UM DYSTIN
C
M
Y
K
26
Toftamenn tykjast
stevna beina lið í
næstbestu deildina.
Sunnudagin gjørdist
talan aftur um tap.
Hesaferð fyri Skála,
sum hinvegin heldur
fast um silvurplássið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki frítt, at ein
deymur av Europa er komin
yvir Skála í ár. Fyrr hava
eureisku ævintýrini eina-
mest snúð seg um teir
hondbóltsdystir, sum fyrst
VÍF og síðani StÍF hava
leikt í europeiskum høpi í
høllini á Skála, ella hevur
tað verið okkurt útlendskt
skip, sum hevur verið til
umvælingar á Skipasmiðj-
uni.
Fótbólturin er í øllum
førum ikki settur í euro-
peiskt høpi fyrr, men tað er
nú alsamt meira, sum talar
fyri, at hetta verður veru-
leiki næsta summar.
Bílig Skála-mál
Sunnudagin var B68 á vitj-
an, og tó at toftamenn eru
avgjørda botnliðið í deild-
ini, so var tað ikki heilt
frítt, at Skála-menn bóru
ótta fyri dystinum sunnu-
dagin. Ikki minst tí liðnum
restaði fýra av teimum leik-
arum, sum vanliga plaga at
vera fastir millum teir
fyrstu ellivu.
Tað eydnaðist tó hjá
Skála at basa mótstøðuni,
og ikki minst, so bóru mál-
ini boð um eina typiska
botntilveru. Fyrru ferðina
var talan um afturlegging
til málverjan, har Jónhard
Frederiksberg smoygdi sær
ímillum, og í øðrum lagi
var talan um hálvkiksað
útspæl frá málverjanum,
sum Nenad Stankovic – við
einum framúr sparki -
kundi gera sær dælt av.
Hann smekkaði til at
miðjum vølli, og so kundi
Meinhardt Joensen, sum er
nýggjur í Tofta-málinum
bara hyggja, meðan bólt-
urin sveimaði í meskarnar.
Eftir steðgin royndi B68
at bera í bøtuflaka fyri
mistøkini í fyrra hálvleiki,
men hóast teir royndu at
trýsta, so var so sum so við
møguleiknum, og málið frá
Anderson mundi kennast
sum ein fátøk troyst í niður-
flytingarstríðnum.
Her er B68 framvegis á
niðasta
plássinum
við
fimm stigum upp til ÍF.
Fimm dystir eru eftir at
spæla, og í tí triðja seinasta
av hesum skal B68 á
heimavølli taka ímóti fugl-
firðingunum. Ein dystur
sum longu nú tykist vera
tann, sum fer at gera av,
hvat av liðunum noyðist at
spæla leygardag komandi
kappingarár.
Skála-B68 2-1 (2-0):
Enn eitt troystarsleyst tap
Hóast Skála ikki fekk stilla
við sterkastu manning, so var
tað nóg mikið til at basa
toftamonnunum, sum enn
hava fimm stig upp til
bjargingina
Mynd: Álvur Haraldsen
Væl upplagdi tíð-
indamaðurin á KÍ
miðvøllinum roknar
við, at hann verður
førur fyri at spæla
ímóti NSÍ, sum hann
heldur KÍ fer at hava
møguleika ímóti, um
teir varðveita sama
fokus, sum teir
høvdu í Gøtu
NSÍ-KÍ
Jóannes Hansen
Smáir tíggju minuttir av
seinna umfarinum vóru
farnir, tá ið Eyðun Klak-
stein noyddist av vøll-
inum. Eftir órímuliga takl-
ing aftanífrá fekk hann
ikki sett fótin til. Í leikliga
aldudalinum, sum hevur
eyðkent avrikini hjá KÍ,
hevur títti og hugflogsríki
tíðindamaðurin á KÍ mið-
vøllinum verið tann mest
ágangandi. Sunnudagurin
var einki undantak.
- Hesa ferð var stuttligt
at spæla. Vit vóru langt
niðri mánakvøldið í síðstu
viku, eftir at vit sunnudag-
in høvdu tapt 4-0 á Eiði.
Tað var sjálvandi týdning-
armikið, at vit nú høvdu
fingið tríggjar stuðuls-
spælarar við aftur, men eg
haldi, at vit allir kunnu
vera nøgdir við avrikið. Í
vikuni tosaðu nógv um
støðuna, og lundadøgurðin
og peptalkie, sum býráðs-
formaðurin bjóðaði okk-
um til á Hotel Norð hós-
kvøldið, hjálpti heilt víst
eisini, heldur Eyðun Klak-
stein.
Hvussu ber tað til, at
gongdin kann broytast so
nógv eftir einari viku?
- Hesa ferð spældu vit
bólt, meðan vit nógvar
aðrar ferðir hava sparkað.
Tað eydnaðist betri, enn
tað hevur gjørt, at flyta
spælið fram á vøllin, ket-
urnar hingu væl saman, og
tað hevði alstóran týdning,
at vit so ofta megnaðu at
royna ímóti málinum.
Gongur tað nú rætta
vegin?
- Vónandi fara vit at
megna at varðveita fokus.
Um vit gera tað, so fara vit
at hava møguleika ímóti
NSÍ. Einki kemur av sær
sjálvum. Avrikið hesa ferð
vísti, at vit framvegis hava
evni at spæla og ikki bara
at sparka fótbólt, men vit
mugu arbeiða og stríðast.
Verður tú við sunnu-
dagin?
- Eg fekk eitt spark inn á
hælsinuna. Eg fekk ikki
sett fótin til og noyddist av
vøllinum. Men eg rokni
við at vera førur fyri at
venja týskvøldið. Tað hev-
ur nógv at siga køla leingi
og støðugt, og tað varð
gjørt, sigur Eyðun Klak-
stein.
- Hesa ferð var stuttligt at
spæla. Vit vóru langt niðri
mánakvøldið í síðstu viku
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta var heilt øðrvísi
Øssur Hansen ásann-
ar, at støðan á Toftum
er alt annað enn góð í
lotuni, men framvegis
roynir B68 at arbeiða
seg úr trupulleik-
unum
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er einki at siga til, at
fótbóltslagið á Toftum er í
botni. Tvey stig í 13 dystum
er úrtøkan higartil, og tað
hevur við sær, at annars so
stinnu toftamenninir eru í
ovurstórum vanda fyri at
missa sessin í deildini.
Nakað sum leikararnir eis-
ini sjálvir ásanna.
- Tað er sum so einki at
siga um støðuna. Hana
kanst tú lesa á stigatalvuni,
sigur veteranurin á liðnum,
Øssur Hansen, tá vit fregn-
ast, hvørt leikararnir á lið-
num framvegis hava eina
vón um, at tað skal bera til
at vinna á niðurflytingar-
spøkilsinum.
- Trúnna hava vit tó fram-
vegis, men nú má ferð
koma á hjá okkum. Vit
mugu til at vinna nakrar
dystir – helst longu næstu-
ferð, tá HB vitjar. Vit kunnu
í øllum førum ikki bara
ganga og vóna, at ÍF skal
halda á fram at tapa, og
hartil skulu helst hava
munin niður á tvey stig,
áðrenn vit tann 19. sep-
tember eiga heimadyst móti
teimum.
Nógvar orsøkir
Sjálvur hevur Øssur verið
partur av B68-liðnum í
drúgt áramál. Fyrsti dyst-
urin var longu í 1987, og tó
at steðgir eisini hava verið í
øðrum feløgum, so er einki
at ivast í, at hann er tofta-
maður.
Flestu av árunum hevur
tað eisini verið so, at B68
hevur togast fram móti
oddinum, og tí er støðan
kanska eyka trupul, nú
mótgongdin av álvara hev-
ur tikið til.
- Tað sigur seg sjálvt. Ikki
minst í mun til árið í fjør, tá
mest sum alt gekk eftir vild,
men tað hevur so eisini
sínar orsøkir.
- Vit høvdu nógva frá-
gongd í fjør, og so hava vit
avgjørt ikki verið hepnir á
nakran hátt, heldur Øssur.
Beint sum árið byrjaði,
mistu vit kanska týdningar-
mesta leikaran í málverja
okkara. Tilgongdina, sum
vit
fingu
í
Mikkjaldi
Thomassen og Herbert í
Lon, hava vit kent lítið til
vegna skaðar, og eitt nú
varð
steðgurin
hjá
Brynjálvi Nielsen ikki so
drúgvur, samstundis sum
eisini Súni Fríði Barbá fór
úr hópinum.
Leiðslan hevur so arbeitt
við øðrum møguleikum,
men tað er altíð trupult, tá
leikarar koma mitt í einum
ári, og enn hevur tað bara
ikki riggað nóg væl, stað-
festir Øssur.
Framgongd at hóma
Mitt í allari neyðini, so
dugir hann tó kortini at
síggja nakrar glottar í av-
rikunum hjá liðnum.
- Tapini hesar seinastu
dystirnar hava í øllum før-
um ikki verið av sama slag.
Vit hava verið betri við í
spælinum, men hinvegin
hava vit so framt nøkur dýr
persónlig mistøk. Megna
vit at fáa hesi burtur, so
eiga vit at hava møguleik-
an. Skála hevur jú tvey ár á
rað prógva, at tað ber til, so
hjá okkum ræður bara um
at arbeiða hart, og annars
trúgva upp á uppgávuna,
sigur altso Øssur Hansen at
enda.
Lítið hugaligt
Fakta um dystin
Skála-B68 1-2 (0-2)
0-1:
Jónhard
Frederiksberg
0-2: Nenad Stankovic
1-2: Anderson
Skála:
Igor
Bjarni
Kostic – Rói Jacobsen,
Rúni Rasmussen, Dusan
Jaic, Iulian Florescu –
Eugen Stanciu, Sveinur
Justinussen,
Nenad
Stankovic, Alexandur
Johansen – Jónhard
Frederiksberg,
Bogi
Gregersen
B68: Meinhardt Joen-
sen – Ronni Svalbard,
Bogi Petersen, Kári Sig-
vardsen,
Jákup
Eli
Olsen,
Jóhan
Petur
Poulsen,
Eyðstein
Skipanes, Øssur Hans-
en, Øssur Jacobsen,
Stanislav
Stankov,
Anderson
KÍ er helst einasta før-
oyska ítróttarfelagið, sum
hevur ein skipaðan fan-
club uttan fyri egið øki.
Tað eru sjávlandi KÍ
stuðlarnir í Havn, sum
talan er um. Stuðuls-
felagið hevur nú tvey ár á
baki, og nú KÍ verður 100,
eru
stuðlarnir
eisini
komnir á alnetið.
Undir slóðini, www.
k i - k l a k s v i k . f o /
kistudlar/ki.htm, ber til
at lesa um ymiskt, sum
stuðlarnir
royna
at
fyriskipa,
og
millum
annað sæst eisini, hvørja
gávu teir ætla at lata
felagnu á runda degnum.
-jm
Útisetastuðlarnir á
netinum