týsdagur 24. august 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 24. august 2004
29
29
28
Nr. 159 - 24. august 2004
C
M
Y
K
28
Toppurin heldur sær væl
Hundrað ára gamla
KÍ syrgdi við sigri í
Gøtu fyri, at sannlíkið
fyri fyrstu niðurflyt-
ingini nakrantíð
minkaði burtur í
næstan einki, og av-
rikini hjá trimum
teimum niðastu vóru
meiri sannførandi,
enn tey hava verið
13. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
Vandin fyri at hundrað ára
gamla KÍ í hesum kapping-
arárinum fyri fyrstu ferð
nakrantíð skuldi flyta niður,
hevur ikki verið heilt sørur.
Eftir sigurin í Gøtu tykist
vandin at vera burtur. Fimm
umfør eru eftir at spæla, og
tað eru níggju stig frá ÍF á
næstaftasta plássinum og
fram til KÍ, sum framvegis
er á áttanda plássinum. Tað
skal vilja verri enn illa til
hjá KÍ, um teir skulu ganga
tungu leiðina.
At KÍ í kreppu vinnur í
Gøtu er meiri enn so komið
fyri áður. Nýggjasta dømið
er í 1996, tá ið venjarin tíð-
liga á árinum hevði blakað
frá sær, tí onkrir spælarar
ikki høvdu makkað rætt. KÍ
hevði havt ógvuliga vána-
liga byrjan upp á árið, men
teir vunnu í Gøtu, og so
vendi tað. Tvey ár framm-
anundan var støðan tann
sama, sum hon var í 1996
og nú sunnudagin, og úr-
tøkan var allar ferðirnar
sigur. KÍ í kreppu er vanda-
mikið
varð
staðfest
í
leikskránni, og tað kunnu
gøtumenn enn eina ferð
skriva undir uppá.
Undan trettanda umfarin-
um vóru HB, Skála og B36
á trimum teimum fremstu
plássunum. Øll hesi feløg-
ini vunnu, og tá ið trý tey
næstu á støðutalvuni - GÍ,
NSÍ og EB/Streymur -
einki fingu burturúr, tykist
tað meiri upplagt, enn tað
var undan sunnudegnum,
hvørji feløg skulu vinna
heiðursmerkini.
Síðani
summarsteðgin
hevur aftur og aftur verið
tikið til, at leiðin hjá HB
ímóti gullinum er vorðin alt
slættari. Hetta ber til at
endurtaka enn eina ferð.
Undan trettanda umfarin-
um høvdu kappingarneyt-
arnir hjá meistaraliðnum
seks dystir at vinna seks og
átta stig aftur í. Nú hava
Skála og B36 fimm dystir
til hesa uppgávuna, ið tyk-
ist rættuliga torfør og tung.
Skráin hjá HB er henda:
B68-HB, HB-B36, KÍ-HB,
HB-GÍ og NSÍ-HB. Skráin
hjá Skála er henda: B36-
Skála, Skála-KÍ, GÍ-Skála,
Skála-NSÍ og EB/Streym-
ur-Skála. Skráin hjá B36
sær soleiðis út: B36-Skála,
HB-B36, B36-VB, ÍF-B36
og B36-B68.
Talan er um tvær innan-
hýsis uppgerðir millum trý
tey fremstu. Næsta sunnu-
dag skulu B36 og Skála
dystast í Gundadali, so
verður frívikuskifti í lands-
kappingini, tí Føroyar skulu
spæla í Sveis og á heima-
vølli ímóti Fraklandi, og so
verður
grannadystur
í
Gundadali. Hann verður
12. september.
Fleiri ferðir áður er
møguleikin nevndur, at tað
skal eydnast HB at tryggja
sær FM í triði síðsta umfar-
inum, tá ið teir skulu til
Klaksvíkar. Tað er fram-
vegis møguleiki fyri hes-
um. Men tað er eyðsýnt, at
tað fer ikki at bera til hjá
nøkrum av fremstu feløg-
unum at taka sær av løttum.
Hóast fuglfirðingar eru
næstaftastir, so vístu teir
sunnudagin í Gundadali, at
tað ber væl til at tosa við
oddaliðið. Toftamenn eru
framvegis
væl
aftastir.
Sunnudagin fáa teir vitjan
av oddaliðnum, HB. Alt
uttan trý stig til HB verður
óvæntað. Men teir í B68
kunnu knýta seg í dupulta
vón. Onnur er, at ÍF, sum teir
kappast við fyri at sleppa
undan niðurflytingini, var
teimum gott fyridømi í
Gundadali sunnudagin, og
hin er, at B68 á Skála megn-
aði at spæla upp til liðið,
sum á støðutalvuni er næst-
ovast, og sum ofta í hesum
kappingarárinum hevur ver-
ið mett at hava víst mest
sannførandi leikligu av-
rikini.
Um B36 fer at vinna á
heimavølli ímóti Skála, og
um HB samstundis fer at
fáa fult á Toftum, so verður
fjarstøðan frá nummar eitt
og til nummar tvey átta
stig, sum skulu takast aftur
í fýra royndum. Tað tykjast
lítlir møguleikar at vera
fyri, sjálvt um KÍ og NSÍ á
heimavølli og GÍ á útivølli í
Gundadali sjálvandi fara at
gera alt tað, sum tað fer at
bera teimum til, fyri at
steðga HB.
Tungur botnur
Við sigrinum á EB/Streymi
tók VB seg upp um miðj-
una. NSÍ og EB/Streymur
eru á sætta og sjeynda
plássinum. Við fullari úr-
tøku í Gøtu flutti KÍ burtur
frá botninum og fram ímóti
tøttu miðjuni. KÍ hevur
ongan møguleika at vinna
meistaraskapin og so at
siga ongan møguleika at
vinna heiðursmerkir. Fyri
hundrað ára føðingardags-
barnið man tað kortini hava
alstóran týdning at vinna
betri endastøðu, enn tólv
tey fyrstu umførini hava
lagt upp til.
Avrikið í Gøtu bendi á, at
liðið hjá klaksvíkingum
hevur verið skeivt saman-
skrúvað. Veteranarnir hava
havt ov smáar og skeivar
leiklutir. Um teir verða eins
væl upplagdir næstu ferð-
irnar, sum teir vóru í Gøtu,
so er ikki óhugsandi, at KÍ
fer at vinna onkran dystin
afturat, og at teir fara at
skava fleiri stig saman og
harvið fara at hava møgu-
leikan at lyfta sær longri frá
botninum.
Eingin ivi er um, at B68
ella ÍF fara at flyta bein-
leiðis niður, og at hitt liðið
skal spæla um plássið í
deildini. Avrikini hjá báðum
liðunum bendu í trettanda
umfarinum á, at tað kanska
fer at eydnast at skava okk-
urt stigið til sín. Tað er
greitt, at triði síðsta umfarið
fer at verða rættuliga týdn-
ingarmikið. Tá skal ÍF spæla
á Toftum. Um hvørki av
hesum báðum liðunum fer
at fáa nakað annað stig aft-
urat, so verður tað líka mik-
ið, hvussu úrslitið í innan-
hýsis uppgerðini millum
botnliðini fer at verða. B68
er fimm stig aftanfyri ÍF.
Møguleikin fyri úrtøku
tykist tvær tær næstu ferðir-
nar at vera størri hjá ÍF, enn
tær síggja út at vera hjá B68.
ÍF skal spæla á heimavølli
ímóti VB og EB/Streymi,
meðan B68 eigur heimavøll
ímóti HB og útivøll í Vági.
KÍ í kreppu er vandamikið varð staðfest í leikskránni, og tað kunnu gøtumenn enn eina ferð skriva undir uppá
Mynd: Álvur Haraldsen
Staður
Bólkar
Dagar
Heiti
Grand Prix v.m.
Klaksvík
1, 2 og 3
18. og 19. september Ægir-stevna
50 og 100 frí
Vágur
4, 5 og eldri
24 til 26. september
Suðuroyar stevnan
200 rygg, 200 frí og 200 blandað
Fulafjørður
1, 2
15. og 16. oktober
FS-stevna
Tórshavn
3, 4, 5 og eldri 30. og 31.oktober
HS-stevna
400 blandað, 50 bringa og 50 frí. Útt. Til NJM
Leirvík
1, 2 og 3
12. og 13. november
Reka-stevnan
50 og 100 bringa
Klaksvík (Leirvík-
Gøta-Fuglafjørður)
Nor.bólking
26. 27. og 28. november
Stórkapping
Klaksvík og Eysturoy.
Danmark
NJM
3 - 5. desember
Tórshavn
1 og 2
8. januar
HS-stevna
Gøtu
1, 2 og 3
5. og 6. februar
Skeggjar-stevna
50 og 100 rygg
Klaksvík
4 og eldri
12 og 13 februar
Ægir-stevna 800 og 1500 frí, 200 bringa 200 firvald, 50 rygg og 50
firvald
Vágur
1, 2 og 3
26. og 27. februar
TS-stevna
50 firvald og 100 blandað
Toftir
1, 2 og 3
11. og 12. mars
Flot-stevna
Tórshavn
3, 4, 5 og eldri 2 og 3 apríl
HS-stevna
100 blandað, 100 frí, 100 rygg, 100 bringa, 100 firvald
Klaksvík
UM
22., 23. og 24 apríl
UM
Vágur
SUM
30. apr og 1. mai
SUM
Tórshavn
FM
5. 6. og 7. mai
FM
Shetland
9. til 15. juli
Oyggjaleikir
Klaksvík
opin
27. og 28. august
Metkapping
Seinasti møguleiki at seta met í árinum
Renna 740 metrar uppeftir
Eftir væleydnaða til-
takið í fjør, skipar
MÍF aftur í ár fyri
rennikapping ninðan
á Sornfelli
RENNING
tíðindaskriv
Tiltakið er sett á skránna 4.
september, og tó at øll eru
vælkomin, so minna fyri-
reikararnir á, at talan er um
tunga brekku.
MIF top run varð runnið
fyri fyrstu ferð tann 6.
september 2003, og renn-
ingin má sigast hava vera
væl umtókt longu frá byrj-
an. Heili 35 luttakarir
høvdu melda seg til — og
øll gjøgnumførdu renning-
ina. 35 luttakarir er vanliga
eitt hampuligt luttakaratal,
og tá so eisini Skotland og
Føroyar leiktu fótbólts-
landsdyst um somu tíð, og
hesin varð varpaður bein-
leiðis í út- og sjónvarpi, má
sigast, at luttøkan var ser-
stakliga góð. Fleiri av renn-
arunum høvdu enntá tikið
lummaradio við fyri at
hoyra dystin undir renning-
ini!
Vinnarin í 2003 hjá
monnunum var Sigurð B.
Justinussen,
sum
rann
strekkið uppá 46m 15s, og
hjá kvinnunum vann Tordis
Debes Eiriksfoss við tíðini
1t 03m 50s.
Í mun til flestu aðrar
motiónsrennikappingar, har
man leggur teinin so slætt
sum møguligt, er MIF Ttop
runein eyka avbjóðing, við
tað at teinurin er lagdur
sum ein "móti brekku-renn-
ing". Renningin byrjar vid
Statoilstøðina í Kollfjarðar-
dali (fáar metrar yvir hav-
inum) og endar á Sornfelli
(uml. 740 metrar yvir hav-
inum), eitt strekkið uppá
9,8 km.
Renningin verður býtt
sundur í fýra bólkar: Menn
undir 40 ár, menn yvir 40
ár, kvinnur undir 40 ár og
kvinnur yvir 40 ár, trý tey
fyrstu í hvørjum bólki fáa
heiðursmerki. Teir fýra
bólkavinnarirnir fáa eina
kontantviðursløn uppá kr.
500,00 frá Føroya Banki.
Harafturat verður lutakast,
millum tey sum gjøgnum-
føra, um góðar vinningar
frá HD.fo, Hotel Hafnia og
øðrum, soleiðis at øll hava
møguleika at fáa ein vinn-
ing við sær heim.
Tilmelding kann fara
fram á netinum, og verður
hetta
gjørt
á
www.mjorkadal.com, men
tað er eisini møguligt at
melda seg til á staðnum, tá
renningin fer fram.
Allir
luttakarar,
sum
gjøgnumføra teinin, fáa
eftir kappingina handað
luttøkubræv.
Fram framvegis niðarlaga
Bæði íslendsku feløg-
ini við føroyskum
spælarum megnaðu
javnleik á útivølli, og
serliga Julian Johns-
son og liðfelagarnir
harmaðust um, at teir
mistu trygga leiðslu
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Julian Johnsson og liðfel-
agarnir í Akranesi hava ikki
havt marginalirnar á sínari
síðu tær báðu seinastu
ferðirnar.
Í
fjúrtanda
umfarinum
áttu
teir
heimavøll ímóti meistara-
liðnum KR. Úrslitið var
málleysur javnleikur. ÍA
hevði yvirvág, men tað
eydnaðist teimum ikki at
fáa mál. Tættast við vóru
teir, tá ið Julian Johsson við
høvdinum smekkaði bóltin
í tvørtræið.
Hesa ferð var ÍA á
Hafnafirði, har tað leingi
gekk væl á Kaplakrikavøll-
inum. ÍA legði seg framum
bæði 1-0 og 2-0, men so
mistu teir ein mann, tí hann
hevði fingið tvey gul kort,
og í 65. og 73. minutti
skoraði heimaliðið.
Stigamissurin hjá ÍA ber
við sær, at møguleikin fyri
at vinna meistaraskapin,
sum teir so ógvuliga fegnir
hava viljað vunnið, so at
siga hvar. Tað eru trý umfør
eftir at spæla, og FH er seks
stig frammanfyri ÍA.
FH er framvegis oddalið,
men
kappingarneytarnir
tóku seg inn á teir. Fylkir
vann 3-1 á útivølli á
Víkingi, og ÍBV vann
trivaligan
5-2
sigur
í
Keflavík.
Hitt føroyska útisetafel-
agið, Fram, er framvegis í
stórum vanda fyri at missa
plássið í bestu deildini.
Hesa ferð vóru teir á
Akureyri, har tað endaði
málleyst.
Sambært
íslendskum fjølmiðlum var
heimaliðið
omaná,
og
Framararnir vóru hepnir at
sleppa suður aftur á land
við einum stigi.
Fram er framvegis niðan-
fyri niðurflytingar strikuna.
KA
er
aftast,
Fram
næstaftast, og Grindavík,
sum í gjárkvøldið skuldi
spæla í Reykjavík ímóti
KR, er triðiaftast.
Sunnudagin skal ÍA, sum
er á fjórða plássinum,
spæla á heimavølli ímóti
Keflavík, og Fram skal
spæla á heimavølli ímóti
KR.
Í fjør varð Sigurð B. Justinus-
sen fyrstur á málið. Hann
rann teinin í tíðina, 46.15
Nýtt svimjiár
Fyrsta svimjikappingin á
árinum verður í Vági kom-
andi vikuskifti.
Talan er um opna kapp-
ing, har svimjarar í øllum
aldursbólkum taka lut, og
fyrst og fremst, so verður
talan um royndir at seta.
Tí hóast talan nú verður
um nýtt svimjiár, so verður
hendan kappingin roknað
upp í árið 2003/2004, so-
leiðis at svimjarar, sum
annars skuldu skift bólk,
fáa enn ein møguleika at
taka nakrar brotpartur av
metunum.
Tað hevur áður víst seg,
at hetta er ein framúr háttur
at fáa svimjararnar ígongd
aftur, eftir at teir annars
hava verið í summarfrí.
44 kappingar eru á
skránni, og seinasta freist
fyri tilmelding er nú týs-
dagin.
Yvirlitið fyri komandi
svimjiárið er nú eisini lið-
ugt, og framgongur hetta
aðrastaðni á síðunum
-jm
Danska superligan
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/- stig
1 Silkeborg
4
3 - 0 - 1
10
6
4
9
2 OB
4
2 - 1 - 1
9
5
4
7
3 Brøndby (S)
4
2 - 1 - 1
5
3
2
7
4 Viborg
4
2 - 1 - 1
5
5
0
7
5 Herfølge
4
2 - 1 - 1
3
3
0
7
6 FCM
4
2 - 0 - 2
5
7
-2
6
7 AGF
4
1 - 2 - 1
6
5
1
5
8 Esbjerg
3
1 - 1 - 1
6
4
2
4
9 FC Nordsj.
4
1 - 1 - 2
6
7
-1
4
10 FCK (M)
4
0 - 3 - 1
7
8
-1
3
11 AaB
4
1 - 0 - 3
5
6
-1
3
12 Randers FC 3
0 - 0 - 3
1
9
-8
0
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/- stig
1 Skjold
3
3 - 0 - 0
8
3
5
9
2 HIK
3
2 - 1 - 0
8
3
5
7
3 Frem
3
2 - 1 - 0
6
2
4
7
4 Fredericia
3
2 - 0 - 1
10
2
8
6
5 Vejle
3
2 - 0 - 1
12
6
6
6
6 Sønderj. E
3
2 - 0 - 1
10
6
4
6
7 Fremad A.
3
2 - 0 - 1
6
2
4
6
8 AB
3
2 - 0 - 1
6
6
0
6
9 Køge
3
1 - 2 - 0
14
6
8
5
10 AC Horsens 3
1 - 0 - 2
4
4
0
3
11 NFA
3
0 - 2 - 1
5
9
-4
2
12 B 93
3
0 - 2 - 1
6
11
-5
2
13 Næstved
3
0 - 1 - 2
4
8
-4
1
14 Brønshøj
3
0 - 1 - 2
3
11
-8
1
15 Ølstykke
3
0 - 1 - 2
1
12
-11
1
16 Dalum
3
0 - 0 - 3
2
13
-11
0
Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen (Frem),
Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør
(Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Danska 2. deild
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/- stig
1 Brabrand
3
2 - 1 - 0
68
43
25
7
2 Jetsmark
3
2 - 1 - 0
68
43
25
7
3 B 1913
3
2 - 0 - 1
60
34
26
6
4 Kolding FC
3
2 - 0 - 1
54
41
13
6
5 Glostrup
3
2 - 0 - 1
62
42
20
6
6 B 1909
3
2 - 0 - 1
55
48
7
6
7 Holstebro
3
1 - 1 - 1
54
47
7
4
8 Hjørring
3
1 - 1 - 1
51
47
4
4
9 Lyngby
3
1 - 1 - 1
46
74
-28
4
10 Slagelse
3
1 - 1 - 1
53
57
-4
4
11 Kalundborg 3
1 - 0 - 2
51
62
-11
3
12 Næsby
3
1 - 0 - 2
39
59
-20
3
13 Værløse
3
1 - 0 - 2
57
64
-7
3
14 Roskilde
3
1 - 0 - 2
48
62
-14
3
15 Aarhus Fr.
3
0 - 1 - 2
49
61
-12
1
16 Holbæk
3
0 - 1 - 2
32
62
-30
1
Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby)
Íslendska Landsbankadeildin
v
t
d
v -
j
-
t
mál
mál
+/- stig
1 FH
15
7 - 7 - 1
23
14
9
28
2 Fylkir
15
7 - 5 - 3
22
15
7
26
3 ÍBV
15
7 - 4 - 4
28
17
11
25
4 ÍA
15
5 - 7 - 3
20
16
4
22
5 Keflavík
15
6 - 3 - 6
21
26
-5
21
6 KR
14
4 - 7 - 3
16
14
2
19
7 Víkingur R
15
4 - 3 - 8
15
20
-5
15
8 Grindavík
14
3 - 6 - 5
14
19
-5
15
9 Fram
15
3 - 5 - 7
16
18
-2
14
10 KA
15
3 - 3 - 9
10
26
-16
12
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benjaminsen
og Hans Fróði Hansen (Fram)