Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 159 - 24. august 2004 C M Y K 30 Nr. 159 - 24. august 2004 31 Tað gekk ikki sum ætlað Gert Langgaard staðfestir, at tað í 2. hálvleiki gekk heilt øðrvísi hjá NSÍ, enn teir í steðgin- um høvdu avrátt NSÍ-B36 Jóannes Hansen Í NSÍ iðraðu teir seg nógv, eftir at B36 fram ímóti dystarenda hevði skorað tvey mál og harvið hevði fingið øll stigini til hús við sær. – Eg haldi, at vit høvdu uppiborið at vera frammanfyri við einum máli eftir fyrra umfarið. Í steðginum avráddu vit, at nú skuldu vit fara á vøllin fyri at fáa eitt mál afturat og harvið tryggja okkum sigurin. Vit ætl- aðu avgjørt ikki at detta aftur á vøllin og dúva upp á langar sendingar fram til fremstu menn- inar. Men tað tók seg so- leiðis upp, og fyrsta stóra hálva tíman tóktist tað síggja gott út, og vit kendu okkum ikki hóttar, sigur Gert Lang- gaard. Hann var mið- vallari í vinstru og átti uppleggið til NSÍ málið. – Vit halda, at dómarin snýtti okkum fyri eitt brotsspark. Í 1. hálvleiki varð Ike skumpaður um koll í brotsteiginum. Vit halda, at dómaran átti at síggja tilburðin, men einki hoyrdist frá hon- um. Tíverri noyddist Ike av vøllinum orsaka av trælæri. Tað kom illa við hjá okkum, tí nýggi spælarin tykist royna seg væl, heldur Gert Langgaard. NSÍ skal næstu ferð til Klaksvíkar, har teir rokna við stórari av- bjóðing, nú tað tykist sum um KÍ megnaði at venda gongdini. Spæla fyri at fáa silvur B36 veteranur sig- ur seg ikki rokna við, at HB fer at tveita tryggu leiðsluna burtur, og tí verður talan neyvan um meiri enn silvur hjá árstalsfelagnum NSÍ-B36 Jóannes Hansen B36 hugsar ikki um at fáa grannarnar fyri norðan aftur. Teir spæla fyri silvurkrónunum, sum teir sjálvir kunnu gera av, um teir skulu fáa ella ikki. – HB er átta stig frammanfyri okkum. Tað eru fimm umfør eftir, og HB hevur so mikið gott lið, at tað er ikki hugsningur um, at teir fara at søpla tryggu leiðsluna burtur, sigur Jens Kristian Hansen, sum var tryggur á vinstra vongverjanum hjá B36. Tað vil siga, at tit hava mist vónina um at vinna FM? - Í fyrstu atløgu hugsa vit um silvurmerkini. Skála er frammanfyri okkum, men um tað sunnudagin eydnast okkum at vinna á teim- um í Gundadali, so vera tað vit, sum fara at hava bestu møguleikarnar at vinna silvur. Tað er altso upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna silvur ella ikki. Tað ætla vit okkum at stríðast fyri. Ert tú nøgdur við avrikið hesa ferð? – Avgjørt. Vit hildu teimum burtur frá stór- vegis málmøguleikum. Serliga í 2. hálvleiki vóru vit leikliga omaná, og tað var ikki meiri enn nátúrligt, at tað fram ímóti dystarenda eydn- aðist okkum at fáa tey bæði málini, sum høvdu við sær, at vit fingu øll stigini, staðfestir Jens Kristian Hansen. Eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki eydnaðist tað gestunum í Runa- vík at fáa tvey mál, sum hava við sær, at tað framvegis ber til hjá árstalsfelagnum at droyma um meist- araskapin FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fyri aðru ferð á rað noydd- ust teir í NSÍ at fara av heimavøllinum, eftir at teir høvdu tapt 2-1. Fyrru ferð- ina var tað ímóti næstaftasta ÍF, og hesa ferð var tað ímóti B36, sum er á triðja plássin- um. Tepri B36 sigurin hevur við sær, at teir í árstalsfel- agnum framvegis kunnu droyma um lítla møguleikan at vinna FM, meðan NSÍ heimatapið ber við sær, at møguleikin hjá NSÍ at vinna fyrsta meistaraskapin nakr- antíð er burtur, og vánirnar at ognast heiðursmerkir svunnu nógv. Ferðin var ikki so ógvu- liga høg, og upplagdu mál- møguleikarnir vóru ikki so nógvir. NSÍ fekk fínt mál, tá ið stórur hálvur tími var farin. Gert Langgaard, sum aftur hesa ferð var miðvall- ari í vinstru, smeyg sær framvið vongverjanum hjá B36 í høgru, síðani fór hann eftir baklinjuni, áðrenn hann sendi flatt í málteigin, har miðframherjin, Andy Olsen, var fyrstur á bóltinum og stýrdi honum í málið. Í 1. hálvleiki hevði NSÍ ein annan gyltan møguleika. Afturlegging til miðverjuna endaði hjá sera vandamikla Ike, sum teir í Runavík kalla nýggja myrklødda mannin. Hann smekkaði til av brots- teigarmarkinum, men Tróndur Vatnhamar bjarg- aði. Helgi L. Petersen var í góðari støðu, og tað hevði kanska hilnast betri hjá NSÍ, um hann í hesi støðuni hevði havt verið spældur í staðin fyri, at Ike royndi sjálvur ímóti málinum. B36 hevði í fyrra umfar- inum tvær hampuliga vandamiklar skotroyndir, men Jens Martin Knudsen bjargaði soleiðis, sum tað kann roknast við, at ein landsliðsmálverji er førur fyri. Og eina ferð stútaði Kenneth Jacobsen niður á tvørtræið. Burtur úr ongum Í 2. hálvleiki royndi NSÍ fyri tað mesta at verja tepru leiðsluna. Teir góvu B36 nógv pláss at spæla á og tóktust so dúva upp á lang- ar sendingar til fremstu menninar. Seinnu trý korterini megnaði NSÍ ongantíð at spæla bóltin runt. Miðvallararnir lógu í einari røð, og tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa dýpd og tyngd í. Tá ið seinna umfarið var eitt korter gamalt, noyddist Ike av vøllinum. Tað var dygg- ur smeitur, tí nýggi álops- spælarin hevði verið tyngsti álopsspælarin. B36 hevði bóltin meiri, og teir settu tríggjar nýggjar menn á vøllin, tá ið teir royndu at koma afturíaftur. Ronnie Samuelsen kom á vøllin fyri John Petersen, sum var á framrættaða mið- vallarplássinum, og Santos og Bárður Mortansson komu eisini á vøllin, tá ið tað var neyðugt at styrkja um álopspartin fyri at fáa málini, ið skuldu til fyri at fáa stigini og harvið halda tørn um møguleikan at vinna heiðursmerkir. B36 hevði leikliga yvir- vág, men teir høvdu ikki verið so ógvuliga hvassir frammanfyri málinum, inn- til teir í handavend fingu tvey mál. Innskifti Ronnie Samuelsen var meistari fyri fyrra málinum. Eftir innlegg úr vinstru, toygdi hann seg og snittaði við høvdinum aftur um seg og í málið aftanfyri Jens Martin Knud- sen, sum ongan sum helst møguleika tóktist hava fyri at verja fyri. Og minuttin eftir var B36 aftur upp á spæl. Egil á Bø var aftur hesa ferð í B36 álopinum, og eins og í Klaksvík fyri tveimum vik- um síðani, so var tað aftur hesa ferð fyrrverandi verju- spælarin, sum átti sigurs- málið. Eftiransingarnar vóru kanska ikki nóg dygg- ar, tá ið long sending kom fram til álopsmannin, sum smekkaði til. Bólturin small í netmeskarnar, og B36 hevði fingið øll trý stigini. NSÍ-B36 1-2 (1-0): B36 hongur í Gert Langgard segði eftir dystin, at teir í NSÍ hildu seg hava tamarhald á støðuni, men við málum í seinastu minuttunum fekk B36 kortini trý stig við sær til Havnar Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ-B36 1-2 (1-0) 1-0: Andy Olsen 33. 1-1: Ronnie Samuelsen 81. 1-2: Egil á Bø 82. Dómari: Suni Johansen NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Áki L. Hansen (Sjúrður Jacobsen, 82.) - Aleksandar Jovevic, Kári Hansen, Gert Langgaard - Helgi L. Petersen, Ikechuckwu Onyema (Jústinus R. Hansen, 73.), Andy Olsen (Jónstein Petersen, 61.) B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre (Bárður Mortansson, .), Pól Thorsteinsson, Egil á Bø, Jens Kristian Hansen - Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, John Petersen (Ronnie Samuelsen, 75.), Niels Joensen - Egil á Bø, Bergur Midjord (Alex Santos, ) FAKTA UM DYSTIN Citroen Berlingo vøruvognur 2.0 HDi, jan. 03. myrkar rútar, sleipikrók, cd box, takboylar, rustviðgjørdur, alufelgur, vetrardekk. Prísuppskot: 120.000 kr. v/ mvg. Tlf. 210 298 Søkt verður eftir fólki til bygdarhúsið á Strondum at byrja sum skjótast. Tann, ið settur verður, skal taka sær av rakstrinum av húsinum, m.a. matstovuni, reingerð og útleigan av hølum. Løn samb. avtalu. Møguligar umsóknir skulu vera kommunuskriv- stovuni í hendi í seinasta lagi 31. august 2004. Sjóvar kommuna 490 Strendur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Limafundur Limafundur verður týskvøldið 24. august kl. 19.30. skráin: • Landsfundurin • Val til starvsnevnd • Val til floksleiðslu • Løgtingsmennirnir Kristjan Magnussen og John Johannesen fara at umrøða ymisk aktuel politisk mál. Limafundurin verður í hølinum hjá Starvsmanna- felagnum, J. H. Schrøtersgøta 9. Øll eru vælkomin. Nevndin Býráðsfundurin fluttur Býráðsfundurin ið lýstur er at verða 26. august er fluttur til týsdagin 7. september kl. 16.00. Runavíkar býráð FISKISKIRANNSÓKNAR -STOVAN Prøvatakari m/k í Klaksvík Fiskirannsóknarstovan sóknast eftir einum fólki at taka prøvar av fiskalandingum í Klaksvík. Arbeiðið krevur nærlagni og áhuga og eina hampuliga góða heilsu,men annars ikki nakrar ser- ligar fortreytir. Arbeiðið umfatar longdarmáting og viging av fiski, ið verður landaður til uppboðssølu og/ella fiska- virkini, umframt at nytrar skulu takast og hartil hoyrandi skriviarbeiði. Hetta arbeiði er ein liður í stovnsmetingararbeiðinum hjá Fiskirannsóknar- stovuni. Arbeiðstíðin lagar seg eftir,nær skip og bátar landa og er sostatt ikki fulltíðarstarv.Umsøkjarin má vera til reiðar at arbeiða ymsar tíðir á degnum. Latin verður vanlig tímaløn + kr. 300,00 fyri hvønn dag, prøvar verða tiknir. Umsóknarfreistin er úti 15. september 2004. Fiskirannsóknarstovan Nóatún Postboks 3051 110 Tórshavn Bil salg, biludlejning & Sommerhusudlejning Biler fra kr. 1.600 pr. uge www.uniferie.dk Tlf. +45 8610 4300 Fax +45 8610 4360 U N I F E R I E U N I F E R I E 31