Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 159 - 24. august 2004 Nr. 159 - 24. august 2004 33 TB og AB berjast um gullið B71 misti týðandi fet, tá teir á heimavølli leiktu javnt móti FS Vágum 2. DEILD Jákup Mørk Alt bendir á, at oddastríðið í aðru deild fer at standa millum TB og AB. Bæði vunnu tey á útivølli um vikuskiftið, og serliga hjá AB mundi talan vera um sera kærkomin stig í trupl- um útidystin. Líkt var annars leingi til, at talan skuldi gerast um javnleik í Hvalba. Nýggi AB-leikarin, Nikolaj Lind- holm Eriksen hevði annrs lagt AB á odda, og argja- menn høvdu enntá brent brotsspark fyri steðgin, men í seinna hálvleiki javn- aði Erik Hammer fyri vertirnar. Hetta helt sær fram til seinastu tíggju minuttirnar, tá Bjarni Jørgensen í tveimum førum var mað- urin aftan fyri AB-skor- ingar. Fyrst legði hann upp til Pætur Dam Jacobsen, og at enda slapp Nikolaj L. Eriksen enn einaferð á talvuna. TB hevði ikki á pappír- inum eins trupla uppgávu, men tað stóð kortini nógv á, tá teir vitjaðu í Klaksvik. KÍ tóktist tó at ætla at byrja føðignardagshaldið longu leygardagin, og allan dystin á tamb trýstu teir TB. Mill- um annað mátti stólpin tvær ferðirnar bjarga TB. Einum oddaliði so líkt, so megnaði TB tó at enda at greiða sína skyld móti dyst- arenda, tá Hallur Christian- sen kundi skora einsamalla málið í dystinum, sum altso heldur TB uppi á oddasess- inum í deildini. Sandoyingar eru triðja liðið í oddastríðnum, men teir snávaðu, tá teir á heimavølli leiktu móti FS Vágum. Bergleif Sólsker hevði annars lagt heima- liðið framum, og alt bendi á, at talan skuldi gerast um enn trý stig til kontina. Men í seinastu minuttun- um datt sigurin burtur, tá Sonni Johansen javnaði fyri Vágamenn, og harvið tók tvey sera týðandi stig frá B71. Í Havn var Sumba á vitj- an, og heldur ikki hesaferð eydnaðist B36 at fáa nakað burturúr dystinumk. Sumb- ingar komu á odda 2-0 við málum frá Bergur Djurhuus og Kenneth Kjærbo, og tó at Jóannes Jakobsen javn- aði móti dystarenda, so broytti hetta ikki um stiga- býtið í dystinum. Seinasti dysturin var í Vági, har LÍF fekk triðja sigurin upp í slag. Hesaferð gjørdist talan tó ikki um eins trygg tøl, sum tað hev- ur verið tey bæði seinastu umførini, men leirvíking- arnir staðfestu undir øllum umstøðum, at teir hava eitt lið, sum helst er alt ov gott til at liggja undir niður- flytingarstrikuni. So er spurningurin, um LÍF megnar at halda fastu um positivu taktirnar, tá B71 kemur á vitjan kom- andi vikuskifti. Her hava sandoyingarnir í øllum førum ikki ráð at missa stig, um teir skulu gera seg galdandi í oddinum. Eisini TB hevur trupla uppgávu, tá teir skulu hitta sumbing- ar á útivølli, meðan AB tyk- ist fáa tað nakað lættari á heimavølli móti VB. Hinir báðir dystirnir næsta viku- skifti eru FSV-B36 og Royn-KÍ. Dystir B36-Sumba 1-2 (0-1) 0-1: Bergur Djurhuus 0-2: Kenneth Kjærbo 1-2: Jóannes Jakobsen VB-LÍF 1-2 (1-2) 0-1: Petur Sjúrðarberg 0-2: Sigríður Olsen 1-2: Birgir Jørgensen Royn-AB 1-3 (0-1) 0-1: Nikolaj Lindholm Eriksen 1-1: Erik Hammer 1-2: Pætur Dam Jacobsen 1-3: Nikolaj Lindholm Eriksen B71-FSV 1-1 (1-0) 1-0: Bergleif Sólsker 1-1: Sonni Johansen KÍ-TB 0-1 (0-0) 0-1: Hallur Christiansen Máltindurin Rógvi Jacobsen HB 10 Sonni L. Petersen EB/S 9 Súni Olsen GÍ 9 Bogi Gregersen Skála 8 Jonhard Frederiksberg Skála 8 John Petersen B36 7 Heine Fernandez HB 7 Krzystof Popczynski GÍ 6 Jacob Bymar KÍ 6 Rúni Nolsøe HB 5 Høgni Zachariassen ÍF 5 Erling Fles KÍ 5 Egil á Bø B36 4 Sorin Anghel EB/S 4 Magni á Lakjuni ÍF 4 Mindaugas VB 4 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 13 10 - 2 - 1 35 12 23 32 2 Skála 13 8 - 2 - 3 28 16 12 26 3 B36 13 7 - 3 - 3 24 15 9 24 4 GÍ 13 6 - 2 - 5 23 24 -1 20 5 VB 13 5 - 4 - 4 18 15 3 19 6 NSÍ 13 5 - 3 - 5 22 18 4 18 7 EB/Streymur 13 5 - 2 - 6 22 20 2 17 8 KÍ 13 3 - 7 - 3 18 18 0 16 9 ÍF 13 2 - 1 - 10 19 43 -24 7 10 B68 13 0 - 2 - 11 10 38 -28 2 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 TB 12 9 - 0 - 3 34 15 19 27 2 AB 12 8 - 2 - 2 21 14 7 26 3 B71 12 7 - 2 - 3 34 25 9 23 4 FSV 12 5 - 3 - 4 40 23 17 18 5 Royn 12 6 - 0 - 6 27 28 -1 18 6 Sumba 12 5 - 3 - 4 19 21 -2 18 7 LÍF 12 4 - 3 - 5 20 25 -5 15 8 B36 12 3 - 2 - 7 16 34 -18 11 9 KÍ 12 2 - 3 - 7 21 27 -6 9 10 VB 12 0 - 4 - 8 10 30 -20 4 Sumba var á vitjan í Havn, og heldur ikki hesaferð eydnaðist B36 at fáa úrtøku úr dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Heimarøktin øki 3, Eysturoy Røktarstarvsfólk Í sambandi við umleggingar av arbeiðsgongdini í økinum, nú tvey nýggj eldrasambýli opna 1. sept. ávikavist í Leirvík og á Toftum, tørvar okkum nøkur røktarstarvsfólk afturat at seta skjótast til ber. Talan er um arbeiði í skiftandi vaktum bæði inni á sambýlunum og úti í heimarøktini. Vit sóknast eftir: Heilsuhjálpara,heilsurøktara,sjúkrarøktarfrøð- ingi, sum • hevur royndir innan heimarøkt • hevur hug og hegni at vera við til at menna skipanina, sum er í støðugari broyting • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd • dugir at samskifta og hevur góð samstarvsevni • er før/ur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum Vit bjóða: • eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum røktar- fakligum uppgávum • eitt starv, har tú kanst hava ávirkan og soleiðis verða við at menna heimarøktina Harumframt verður søkt eftir: Sjúkrarøktarfrøðingi - farloyvisstarv Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða í náttarvakt aðru hvørja viku í tíðarskeiðnum 01.10.04 - 30.06.05. Arbeiðsøkið er alt øki 3, sum er allar kommunur í Eysturoynni uttan Eiðis- og Sunda kommuna. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum fíggj- armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita við at ringja til økisskrivstovuna í Runavík tlf. 449249. Umsókn Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Heimarøktin Heilsumiðstøðin Postsmoga 47 620 Runavík Umsóknarfreist: 15.09.04 Suðuroyar Sparikassi Postboks 2 · FO-900 Vágur · Faroe Islands Tlf. (+298) 373064 · Fax (+298) 373640 Roknskapur fyri 1. hálvár 2004 1.000 kr. 2003 2004 Rentuinntøkur 9.970 8.564 Rentuútreiðslur 3.038 2.132 Rentuinntøkur netto 6.932 6.432 Vinningsbýti av partabrøvum 71 222 Kostnaður, provisjónir v.m. 1.157 1.190 Rentu- og kostnaðar inntøkur netto 8.160 7.844 Virðisjavnan av virðisbrøvum gjaldoyra -319 68 Aðrar inntøkur 9 9 Úrslit av fíggjarpostum 7.850 7.921 Útreiðslur til starvsfólk, umsiting o.a. 6.084 6.232 Avskrivingar av ognum 170 77 Aðrar rakstrarútreiðslur 0 0 Avskrivingar og burturleggingar av skuldarum (netto) -430 -2 Úrslit áðrenn skatt 2.026 1.614 Skattur 409 279 Úrslit 1.617 1.335 Fíggjarstøða pr. 30. juni 2004 Ogn Kassapeningur og innistandandi í tjóðbankum 7.677 18.220 Ogn hjá fíggjarstovnum 19.624 26.560 Útlán 248.684 267.578 Lánsbrøv 61.939 46.782 Partabrøv 498 4.576 Kapitalpartar í associeraðum felag 0 1.850 Ítøkiligar ognir 3.707 3.059 Aðrar ognir 0 0 Tíðaravmarkingar 159 170 Ogn tilsamans 342.288 368.795 Skuld Skuld til fíggjarstovnar 2.011 169 Innlán 297.736 321.254 Onnur skuld 2.820 1.913 Tíðaravmarkingar 0 0 Eftirsett kapitalinnskot 0 4.000 Úrslit higartil í ár 1.617 1.335 Eginogn 38.104 40.124 Skuld tilsamans 342.288 368.795 Tøl, ið ikki eru við í fíggjarstøðuni Ábyrgdir 3.297 4.969 C M Y K 33 32