Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KURVABÓLTUR HAMAR FYRSTI FM VINNARI NAKRANTÍÐ Nógvir áskoðarir vóru møttir í Høllin á Hálsi leygardagin, sum var karmur um fyrstu føroysku kurvabóltsfinaluna nakrantíð. Tað eru trý kurvabóltsfeløg í Føroyum, Hamar og Sporðdrekin úr Havn og Ravnur av Toftum. Hamar varð stovnað í 1996, meðan Ravnur og Sporðdrekin vóru stovnaði í 2015 Jon Jacobsen Í finaluni vóru bæði havna­ feløgini, og gjørdist Hamar uppiborið føroyameistarar. Hamar byrjaði dystin væl, og kom skjótt nøkur stig framum. Spælið bleiv meira javnt sum tíðin leið, men Sporðdrekin hótti ongantíð leiðsluna hjá Hamari. Fjóðringurin endaði 18-12 til Hamar. Annar fjóðringurin gjørd­ ist meira javnur. Sporð­drekin skoraði beinanvegin tvey mál við brotskasti, men Hamar svaraði skjótt aftur til støðuna 20-16. So steðgaði mest sum alt upp hjá Hamari, meðan Sporðdrekin gjørdi alt rætt. Teir minkaðu um munin til 22-20 til Hamar, og vóru líka við at javna. Eftir hetta kom Hamar væl inn í dystin aftur og økti um leiðsluna við seks stigum. Annar fjóðringur endaði 33- 27 til Hamar. Í hálvleikinum fekk ein áskoðari møguleika at royna seg við kasti frá miðjuni. Um hann skoraði, so vann áskoðarin eitt gávukort á 2000 krónur. Hetta er ein væl umtóktur siður í kurvabólti. Tað gekk tíverri ikki hjá áskoðaranum, sum ikki rakti kurvina. Í triðja hálvleiki tók Hamar av álvara yvir. Teir stýrdu dystinum og einki riggaði hjá Sporðdrekanum. Serliga var tað Janus Jakobsen, sum varð kosin dagsins leikari, eyðsýndur. Hamar fór framum við heili 14 stigum. Tá hálvur minuttur var eftir, eydnaðist endaliga Sporðdrekanum at minka um munin. Teir skora til 49-37, og so megnaðu teir at bróta næsta álopinum hjá Hamari og tað var um reppið, at teir minkaðu til 49- 39. Triðji fjórðingurin endaði sostatt 49-37. Gongdin í seinasta fjórð­ ingi var tann sama sum í triðja. Hamar vóru leingi væl omaná, men tá tveir minuttir vóru eftir, kom Sporðdrekin inn aftur í dystin. Sporð­ drekin hevði minkað um munin til 60-50 og Hamar fekk einki burturúr næsta álopinum. Magnus Jakobsen fangar næsta bóltin eftir eina roynd hjá Blagoje Buha og minkar til støðuna 60-52. Sporðdrekin helt fram við góðu gongdini, og fekk enn eitt mál og spenningur varð aftur í dystinum. Blagoje Buha er líka við at vinna Sporðdrekanum trý stig, men bólturin rakti ringin. Stutt eftir skorar John Thomsen fyri Sporðdrekan til støðuna 60-56. Hamar tekur eitt time-out, og tað vísti seg at hjálpa. Janus Jakobsen vann brotskast og fekk eitt stig, og stutt aftaná vann Sjúrður Sivertsen eisini eitt brotskast og fekk tvey stig. Dysturin endar 63-56 og harvið er Hamar fyrsti føroyameistari í kurvabólti. Hvussu var at spæla fyrstu finaluna í kurvabólti? – Tað var fantastiska stuttligt! Hetta er ein stór uppliving at spæla fyrstu finaluna, og stuttligt at síggja so nógvar ákoðarar. Vøllurin vit spældu á var eisini størri enn vanliga. Hetta var eitt sera væleydnað tiltak. Hvussu var dysturin? – Vit byrja væl og koma beinanvegin framum við nøkrum stigum. Vit vóru omaná so gott sum allan dystin, men í seinasta fjóðringinum missa vit takið eina løtu. Teir ríða á einari góðari aldu og koma alt ov tætt okkum, men so taka vit yvir aftur og vinna dystin. Vónirnar í næsta ár? – Vit vinna í næsta ár! Hvussu var at spæla fyrstu finaluna í kurvabólti? – Sera stuttligt at spæla fyrstu finaluna og øgiliga góðir karmar til dystin. Hetta eru so nógv mestu áskoðarir nakrantíð til ein føroyskan kurvabóltsdyst. Hvussu var dysturin? – Vit byrjaðu sera illa, og koma afturum við fleiri stigum. Vit fingu ongantíð ordiligt tak á Hamar. Vónirnar í næsta ár? – Vónirnar eru góðar til næsta ár. Vit satsa at fáa fleiri ungar leikarir. Vit hava longu áleið 20 leikarar, sum næstan er nokk til tvey lið. Vit taka ein steðg nú, men fara skjótt í gongd aftur. JANUS MAGNUS