mánadagur 21. mars 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
H71 STEVNIR ÍMÓTI
MEISTARAHEITINUM
Í sannari málveitslu vann H71 tryggan sigur
ímóti VÍF. Við hesum sigrinum vísti H71, at liðið
framvegis er greiður favorittur at vinna FM-heitið
Neli Heldarskarð
Hóast H71 alt kappingarárið
á tamb hevur verið greitt
oddalið í FTZ-deildini, so
var kortini orsøk at halda,
at mótstøðuliðið á øðrum
plássi í deildini, VÍF, hevði
minst líka góðar møguleik
ar vinna tey tvey stigini, tá
ið oddaliðini bæði hittust
í
Hoyvíkshøllini
leygar
dagin.
Undan
dystinum
hevði VÍF nevniliga ikki
tapt í heili níggju lands
kappingardystum,
og
vit
skulu leita heilt aftur til
5. desember í fjør fyri at
finna seinasta tapið hjá
VÍF í landskappingarhøpi.
Hendan
ósigraða
dystar
røðin bleiv tó viskað burtur
av hoyvíkingunum.
Óvanliga nógv mál
Talan var um ein sera
málríkan
dyst
ímillum
liðini, sum brustu saman
í FM-finalunum í fjør, og
møguliga eisini gera júst
tað aftur í ár. Allan fyrra
hálvleik var munurin lítil
og ongin á liðunum, og
fóru tey til hálvleiks við
støðuni 19-18 til H71. Heili
37 mál vórðu sostatt skorað
í fyrra hálvleiki, og í seinna
hálvleiki blivu næstan líka
nógv mál skorað. Endaliga
úrslitið gjørdist nevniliga
heili 38-33 til H71. Tað var
serliga í byrjanini av seinna
hálvleiki,
at
munurin
ímillum liðini vaks, tí at
meðan munurin var nærum
ongin í hálvleikinum, so var
H71 brádliga frammanfyri
heili 26-20 eftir 38 minuttir.
Ein orsøk til, at bóltur
in sang í netinum somikið
ofta var, at stórskjúttarnir
hjá liðunum báðum høvdu
ein sera góðan dag. Her
verður sipað til Peter
Krogh hjá H71 og
Filip Jojic hjá
VÍF, ið skor
aðu
ávíka
vist 13 og
12 mál.
S e r
l i g a
var tað
P e t e r
Krogh, ið var ein sonn áskoð
arauppliving, tá ið hann
millum annað bæði lobbaði
og skrúðaði brotskøst í netið.
KÍF er við aftur
Tapið hjá VÍF merkti, at
bæði KÍF og Kyndil høvdu
møguleika at skapa spenning
um
seinna
finaluplássið
hjá monnunum.
KÍF gagnnýtti
sín møguleika
við at vinna
við 13 málum
á heimavølli
ímóti
Team
K l a k s v í k ,
meðan Kyndil
á heimavølli tapti
ímóti StÍF og tí
skil
tykist
at
hava
tveitt
handklæðið
í ringin við
v í k ja n d i
f i n a l u
stríðnum.
Stiga
munurin
ímillum
VÍF
á
øðrum
plássi
o
g
KÍF
á triða plássi
er fýra stig, men
tó hava kollfirðingar
spælt ein dyst minni, og tí er
spenningurin enn í hásæti í
stríðnum um seinna finalu
plássið. Eitt er tó vist, og tað
er, at óansæð hvat lið ognar
sær seinna finaluplássið, so
er H71 greiður favorittur at
vinna føroyameistaraheitið.
HONDBÓLTUR
Mynd : Sigmar Mørkøre
FTZ-deildin
H71-VÍF 38-33 (19-18)
H71: Peter Krogh 13, Mark Lausen-Marcher 10, Rúni V. Højgaard
5, Jónas Djurhuus 3, Pætur Thomsen 2, Hans Kári Hansen 2, Helgi
Hoydal 2 og Andor Sivertsen 1.
VÍF: Filip Jojic 12, Hanus Christophersen 5, Áki Egilsnes 5, Julian
Olsen 4, Heini Hanusarson 3, Agnar Joensen 2, Nuunu Lars Olsen
1 og Andrias Eriksen 1.
Kyndil-StÍF 27-28 (12-15)
Kyndil: David Edvardsen 10, Hjalti Mohr Jacobsen 5, Finnur
Hansson 4, Hørður Fannar Sigtórsson 3, Bartal Klein Olsen 3,
Josef Abrahamsen 1 og Bjarni Sørensen 1.
StÍF: Marius Joensen 6, Pætur Johansen 5, Jógvan G. Joensen 4,
Allan Norðberg 4, Kjartan Johansen 4, Sveinur Justinussen 3,
Borgar M. Persson 1 og Fríði R. Djurhuus 1.
KÍF-Team Klaksvík 29-16 (10-7)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 14, Rúni Joensen 4, Teitur Joensen 3,
Ási Dam 2, Rógvi Weyhe 2, Tony Weyhe 1, Pætur Johannesen 1,
Poul F. Egholm 1 og Jákup Trygvason 1.
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 4, Niels Viggo Niclasen
4, Vilhelm Vilhelmsen 2, Bogdan Florea 2, Jens Pauli Mohr 1,
Andrias Ellingsgaard 1, Petur Martin Eliasen 1 og Dánjal Kjærbo
1.
Hvonndeildin
Stjørnan-Kyndil 13-23 (5-8)
Stjørnan: Hervør Olsen 5, Martha Belcic 3, Jansy Jacobsen 1,
Edith Hansen 1, Tóra Eliasen 1, Judith Hansen 1 og Kristina
Poulsen 1.
Kyndil: Marianna Eystberg 11, Bjarta Johansen 4, Turið Arge
Samuelsen 3, Irena Dam 2, Vár H. Thomsen 1, Anna Brimnes 1 og
Gudrun Restorff 1.