mánadagur 21. mars 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jónas Djurhuus hjá H71 var ovfarin av, hvussu
nógv mál vórðu skorað í dystinum leygardagin
Eftir oddadystin leygardagin rósti Ingi Olsen,
venjari hjá VÍF, H71, ið skeyt óvanliga nógv mál
HONDBÓLTUR
Neli Heldarskarð
Tað er ikki hvønn dag, at
heili 71 mál blíva skorað
í einum hondbóltsdysti.
Spælskiparin hjá H71 við
nummar 89 á rygginum,
Jónas Djurhuus, helt seg
ikki minnast, at hann áður
hevði spælt í einum so
málríkum dysti.
– Dysturin endar 38-33,
og eg haldi ongantíð, at
eg fyrr havi spælt í einum
dysti, har so nógv mál eru
blivin skorað, segði Jónas
Djurhuus, tá ið Sosialurin
fekk orðið á hann eftir
dystin leygardagin.
Royndi seg í
nýggjum leikluti
Vanliga spælir Jónas á
miðuni og stýrir spæl
inum hjá H71. Øðrvísi
var tó leygardagin, har
19 ára gamli hoyvíking
urin partvíst royndi seg
í nýggjum leikluti. Fyri
fyrstu ferð í hesum kapp
ingarárinum royndi H71
nevniliga at skifta mál
mannin út við útileikara í
álopsstøðu, og her var tað
Jónas, sum var sjeyndi
álopsmaðurin, ið skuldi
skunda
sær
at
blíva
skiftur út aftur, áðrenn
VÍF kundi fara í skjótálop
og skora í tómt mál.
Jónas ásannar, at hann
ikki er vanur við hendan
leiklutin.
– Nei, handan leiklutin
havi eg ongantíð roynt
áður í dysti. Vit hava bert
vant tað einaferð, men tað
eru tó nógvir møguleikar í
at taka málmannin út og
seta ein eyka útileikara
inn. Og eg haldi, at tað
gekk fínt.
– Leikluturin er eitt
sindur undarligur. Sum
sjeyndi
álopsmaður
er
mann rættiliga fríur, tí
at um eg skjóti, so fái eg
trupult við at náa at blíva
skiftur út aftur, áðrenn
mótstøðuliðið fer í álop.
Sjeyndi álopsmaðurin skal
royna at fáa menn til sín, so
aðrir kunnu spælast leysir,
segði Jónas Djurhuus.
Neli Heldarskarð
- Nei, vit eru ongantíð
nøgdir við at tapa. Tað, sum
eg sjálvur tó eri nøgdur við
er, at sjálvur innsatsurin
var góður, men ímóti einum
so væl skjótandi liði, sum
hoyvíkingar vóru í dag, so
var avrikið í verjupartinum
ikki nóg gott.
Hetta vóru fyrstu orðini
hjá Inga Olsen eftir tapið
hjá VÍF leygardagin. Í størri
mun var hann av tí áskoðan,
at tað vóru hoyvíkingarnir,
ið vóru væl skjótandi, enn
vestmenningarnir,
sum
vardu illa.
– Teir flestu dystirnir
verða vunnir, tá ið mann
skorar 33 mál. Men H71 var
ótrúliga væl skjótandi dag,
og nógv tey flestu skotini
fóru í mál. Tá ið teir so eisini
fáa ov lagaligar sømdir frá
okkum, so verður ringt, segði
venjarin hjá VÍF.
Leikhátturin hevur
sínar vansar
Tað var í byrjanini av seinna
hálvleiki, at dysturin varð
avgjørdur. Hálvleiksstøðan
var 19-18 til H71, og hendan
leiðslan varð økt til heili 26-
20, tá ið átta minuttir vóru
spældir av seinna hálvleiki.
Ingi Olsen var av tí fatan,
at
tað
var
yvirskipaði
leikhátturin
hjá
VÍF,
ið
vestmenningar hava spælt
við alt ár, sum kom VÍF aftur
um brekku tíðliga í seinna
hálvleiki.
– Vit spæla við rættiliga
høgum váða. Tá ið vit standa
í verjuni, eru vit sera skjótir
at renna fram, og vit vita,
at um vit verða fangaðir
frammi, so er skjótt, at hesin
leikhátturin kostar mál í
okkara enda. Vit hava tó
eisini vunnið okkara stig við
júst hesum spælistílinum.
Eisini vil eg nevna, at hóast
vit skora 33 mál, so stendur
teirra málverji rættiliga væl.
Í teimum avgerandi løtunum
kiksa vit, og tað fáa vit síðani
aftur í heysin, segði Ingi
Olsen at enda.
Fyri
átta
døgum
síðani
tryggjaði H71 sær annað av
finaluplássunum
til
FM-
finalurnar
í
manshond
bólti, tá ið hoyvíkingarnir
vunnu 27-21 á útivølli ímóti
StÍF.
Sostatt
hevur
H71
onki serliga at spæla fyri
í teimum seinastu lands
kappingardystunum, men tó
hevði liðið sett sær nýtt mál
undan dystinum leygardagin
ímóti VÍF.
– Partvíst er tað ein av
bjóðing, at vit longu hava
spælt okkum í finaluna.
Undan
dystinum
síðsta
vikuskifti var setningurin at
tryggja okkum finaluplássið.
Hesin
setningurin
var
øðrvísi
til
dystin
ímóti
VÍF, har vit kundu tryggja
okkum
fremsta
plássi
í
landskappingini við at vinna
– og tað gjørdu vit, segði
Petur Mittún eftir dystarlok
leygardagin.
Komandi vikurnar skulu
hoyvíkingar seta sær nýggj
mál, ið inniber harðari venjing.
– Nú seta vit okkum
nýggj mál undan finalunum.
Komandi
vikurnar
fara
vit at venja hart, so vit eru
heilt klárir til finalurnar.
Tað er uppgávan hjá okkum
venjarum at gera komandi
vikurnar
spennandi
hjá
leikarunum.
Ein niðurtúrur
fór at koma
Um eitt afturlit verður gjørt
um kappingarárið hjá H71, so
sæst, at hoyvíkingarnir ikki
hava verið líka einaráðandi
eftir nýggjar, sum liðið var
í fyrru helvt av kappingini. Í
teimum fyrstu 11 dystunum
vann H71 allar, men í teimum
seinastu 10 hevur H71 hóast
alt javnað tríggjar dystir
og tapt tveir afturat sínum
fimm sigrum. Petur Mittún
heldur tað vera natúrligt, at
H71 hevur mist nøkur stig á
vegnum.
– Sum nógv hava nevnt,
so vóru vit ógvuliga væl fyri
reikaðir til kappingarárið, og
tað gav okkum beinanvegin
ein fyrimun og gjørdi, at
vit fingu lagt sjógv ímillum
okkum og hini liðini.
– Men ein náttúrligur
niðurtúrur
kemur
altíð.
Hann kom so hjá okkum á
jólum, har vit taptu ímóti
bæði StÍF og VÍF – í báðum
førum
uppiborið.
Nakrir
av
hinum
javnleikunum
eru komnir aftaná steypa
finaluna. Men tað ræður um
at toppa á teimum røttu tíðs
punktunum, og tað gera vit
vónandi í finalunum, segði
Petur Mittún at enda.
INGI OLSEN:
HOYVÍKINGARNIR SKUTU VÆL
HEVUR ONGANTÍÐ SPÆLT
Í SO MÁLRÍKUM DYSTI
Mynd: Álvur Haraldsen
PETUR MITTÚN:
HØRÐ VENJING ER FYRI FRAMMAN
Annar av venjarunum hjá H71 ásannar, at tað kann
blíva ein avbjóðing at halda dampinum uppi í teimum
seinastu landskappingardystunum, men hoyvíkingarnir
fara at venja eyka hart í teimum komandi vikunum