Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÚ ER TALVAN FARIN AT LÍKJAST SÆR SJÁLVARI Toppurin er myndaður av teimum, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við fór at stríðast um europeisku plássini, og í hinum endanum eru tey, sum tað varð roknað við fóru at kappast um at sleppa undan niðurflyting Jóannes Hansen Landskappingin fór í páska­ frí í gjár. Tað verður ikki tørnað til aftur fyrr­enn um tvær vikur. Tá sær skrá­ in soleiðis út: KÍ-Skála, Víkingur-B68, NSÍ-ÍF, B36-AB og TB-HB. Tað kundi sæð út til, at talan tá verður um greiðar favorittar. Eftir sigurin á klaks­víking­um í gjár, er HB nýtt topplið, og tað verður áhugavert at síggja, hvussu nýggja liðið hjá Jan C. Dam fer at standa seg við Stórá. At tosa um unga HB liðið er eitt sindur misvísandi. Miðalaldurin í gjár var eitt ár hægri, enn hann var á teimum, sum mannaðu B36 liðið, ið vann á Toftum. Eftir trý umfør er støðu­ talvan farin at síggja umleið soleiðis út, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, at hon skuldi fara at gera. HB, B36, NSÍ og Víkingur eru í toppinum. AB, B68 og Skála eru niðast, men tað er eingin fjarstøða frá teimum og fram til KÍ, TB og ÍF. Næstu ferð skal Skála til Klaksvíkar. Um tað tá ikki fer at eydnast heimaliðnum at vinna, so verður dagsskráin skjótt ein heilt onnur, enn tað undan kappingarbyrjan varð bæði vónað og roknað við, at hon skuldi verða har norðuri. Gerber var væl fyrireikaður Eftir kiksaran á heimavølli ímóti HB hevur NSÍ av álvara fótað sær í spæli og úrslitum. At tað eftir eitt korter eydnaðist at seta hol á ímóti Skála, tá ið miðverjin Per Langgaard stýrdi bóltin í málið, bar ikki tær stóru broytingarnar við sær í upp­ legginum hjá Skála, sum legði stóran dent á verjupartin. Tað eydnaðist væl á tann hátt, at tað var torført hjá heima­liðnum við Løkin at spæla seg til upplagdar mál­ møgu­leikar. – Í tveimum teimum fyrstu umførunum fingu vit beinanvegin mál ímóti okkum, og í tveimum teimum fyrstu umførunum skoraði Skála beinanvegin. Eg havi sæð báðar dystirnar hjá Skála, og vit vóru tilvitaðir um, at tað ikki skuldi tørna soleiðis út. Eftir vónbrotið í fyrsta umfari eri eg nøgdur við tað, sum vit síðani hava víst og eisini avrikið ídag, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber. 2-0 málið var í eyð­kenda NSÍ lagnum. Árni Frederiks­ berg legði úr høgru til handara stólpa, har Klæmint A. Olsen við høvdin­um legði bóltin fyri føturnar á Peturi Knudsen, sum takkaði fyri. Skála uppleggið líktist 3-5-2 og kanska 5-3-2 í verju­ part­in­um. Ari Olsen var á høgra kanti og Jónhard Frederiksberg í vinstru, men teir broyttu upp­still­ing. Skála veteranurin Pauli G. Hansen var ikki nøgdur við at hava tapt 2-0: – NSÍ spældi væl, meðan vit ikki megnaðu saman­ spæl­ið, sum vit høvdu ætlað. Vit høvdu ikki bóltin so nógv sum heimaliðið. Tað høvdu vit heldur ikki roknað við. NSÍ spældi seg til nógv hornaspørk, men í opnum spæli høvdu vit eins nógvar møguleikar og mótsstøðuliðið. Brotssparkið var týdningarmikið Á Svangaskarði megnaði B36 tað, sum meistararnir ikki megnaðu næstsíðsta sunnudag á Skála, tá ið einki spurdist burturúr. Eftir 4-1 sigurin var mið­ vallar­in og tvífaldi mál­ skjúttin, Róaldur Jakobsen, ovur­fegin: – Tað var Sebastian Pingel, sum tiltuskaði okkum brotsspark í fyrsta álopinum. Tað var stórur lætti, tí brotssparksmálið bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir okkara treytum. Vit høvdu havt fýra stórar møguleikar, tá ið B68 brádliga javnaði, men tíbetur syrgdi Lukasz Cieslewicz fyri, at vit vóru frammanfyri, tá ið tað var hálvleikur. 3-1 málið skoraði Róaldur eftir horna og út frá, og væl upplagdi Sebastian Pingel staðfesti eftir ósjálvsøkið uppspæl, sum Lukasz Cieslewicz syrgdi fyri. Hann átti aftur í gjár stóran leiklut. Tveir av ungu tofta­ monnun­um syrgdu fyri, at tað eina løtu var spenning­ ur í. Jóhannus Hansen legði innfyri úr høgru, og við handara stólpa stýrdi Otto Reinert Petersen við høvdin­ um bóltin í málið. – Tað var sum køld pøs av vatni í andlitið, at teir skoraðu beinanvegin. Vit fótaðu okkum, og áðrenn vit javnaðu, høvdu vit stóran møgu­leika, men tíverri fór bólturin skeivu megin stólp­an, tá ið Jóhannus Hansen lyfti bóltin upp um Tórð Thomsen. Eftir steðgin royndu vit at spenna álopsbogan. Tað mis­ eydnaðist, vit taptu 4-1, og tað er strika í rokningini, tí vit ætlaðu okkum at vinna, eftir at tveir teir fyrstu dystir­nir hjá okkum endaðu við javnleiki, staðfestir B68 lið­for­maður­in André Olsen. Deyðbóltarnir vóru avgerandi Tað endaði 2-2 í Fuglafirði, og bæði heimamenninir og teir í Víkingi vóru vónbrotnir. ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen orðaði tað soleiðis: – Vit vóru frammanfyri 2-0, og harvið kenna vit tað meiri, sum at vit hava tapt tvey stig, enn at vit hava vunnið eitt stig. Serliga fram ímóti dystarenda høvdu vit gott tak á. Clayton Soares setti hol á við fínum stútara eftir fríspark frá Karl Løkin. Tá ið Andy Olsen við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir horna frá Alex José dos Santos, kendist ÍF at hava fingið sera nógv burturúr fyrra hálvleiki, men Víkingur svaraði aftur, tá ið Andreas Lava Olsen eftir fríspark legði bóltin fyri føturnar á Gert Hansen. Eftir horna og út frá javnaði Sølvi Vatnhamar til 2-2, sum varð úrslitið. Tá ið Víkingur reisti seg soleiðis og javnaði, tá ið seinni hálvleikur var fýra minuttir gamal, so kundi møguleikin fyri útisigri sæð út til at vera stórur. Men tá reisti ÍF seg væl og virðiliga. – Tá ið vit taptu ímóti B36 í Gundadali, høvdu vit so at siga ikki vant í fleiri vikur, tí tað var kavi á vøllinum. Síðstu vikurnar hava verið góð líkindi, og tað sæst aftur. Eg eri væl nøgdur við hugburðin, og verjuspælið var gott í dag, staðfestir Jógvan Martin Olsen. Heldur ikki Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, var nøgdur við javnleikin: – Vit vóru ikki nóg ansnir FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Sær út sum at AB ararnir hvørki vilja ella duga at skjóta mál. Aftur ein javnur dystur sum ikki fellur til okkum. Á pappírinum kundu vit nú havt 9 stig, men sita eftir við einum. Nú má nakað henda. KRISTIAN JOENSEN KÍ 1/9 partur farin av kappingini, vit eru 1 stig fra niðurflyting. KÍ má allarhelst finna sær onkran stuðul at gjalda flogbilettirnar, tí UEFA pengarnir eru langt vekk. Kom nú for ólukkan í gongd: SÆBJØRN LEITI ÍF Vit vóru kanaska ikki betur men vit vóru meir efektivir í fyrra holvleiki, men fyngu 1 stig í part tað má mugu vera nøgdir við Koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB Vit vóru bara betri og klókari! Til tíđir haldi eg ikki KÍ visti tađ var fótbóltur, men heldur at tađ var kríggj. Ikki so galiđ at hølvađ sjálvútnevndu meistararnar av ;) Vit eru jú ikki betri enn til eitt pláss mitt í stigatalvuni bleiv sagt. fínasta slag. LISSI MOURITSEN B36 Vit rópa HVÍTT og SVART Og tað er ELLARS mega feitt JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Ein tryggur 2-0 sigur, har Símun Rógvi fyri tað kundi spælt í ketilsdrakt! Sjálvt um ein ávísur persónurin til tíðir hevði hug at royna at stjala spotlight'ið, so hildu okkara menn høvdið kalt, og hálaðu sigurin í hús. Ikki so galið at fáa trý stig í føðingardagsgávu! FÓTBÓLTUR