Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Í 2014 bleiv tann tá bert 18 ára gamli Poul Ingason heintaður til HB úr barn­ dómsfelagnum TB. Hetta var ein stór kollvelting, tí at spæla við TB, sum søguliga og enn tann dag í dag er eitt lið, ið passar væl til heldur buldrasliga spælistílin hjá Poul Ingason, er ikki tað sama sum at spæla við HB, har krøvini til sjálvt fótbóltsspælið eru ímillum tey allar hægstu í Føroyum.  Tað hevur eiheldur verið heilt lætt hjá Poul Ingasyni í HB. Serliga gekk tað illa í hond hjá krútsterka framherjanum í fjør. Í 2015 spældi Poul Ingason 868 minuttir í Effodeildini, men skoraði bert trý mál. Og tað var ikki fyrr enn í 21. umfari, at tað fyrsta av hesum trimum málum bleiv skorað. Men í dag stendur greitt, at framherjin í øllum førum hevur gjørt sítt til, at tað skal gangast honum betur í kappingarárinum 2016. Við støðuna 2-2 og hálvum tíma eftir bleiv Poul Ingason skiftur inn fyri Ari Mohr Olsen, og hetta skuldi vísa seg at blíva ársins besta innskifting higartil. Bara 10 minuttir eftir innskiftingina var Poul Ingason eirindaleysur, tá ið hann revsaði kleyvarskapi í KÍ-verjuni, og í sjálvari yvirtíðini staðfesti sami maður sigurin, tá ið hann varð spældur leysur. Trýr upp á seg sjálvan Poul Ingason er í dag 20 ár, og hóast tilvera hansara í HB ikki hevur verið ein dansur á rósum, so er hann ein maður, sum trýr upp á seg sjálvan. – Eg ætli mær avgjørt at fáa ein størri leiklut á liðnum hjá HB í ár. Málið hjá mær er at blíva toppskjútti hjá HB og kanska eisini í Effodeildini. Tað er so ein annar spurningur, hvussu realistiskt tað er, segði Poul Ingason, tá ið Sosialurin fekk orðið á málhetjuna hjá HB í gjárkvøldi. Tað var fyri fyrstu ferð í kappingarárinum 2016, at Poul Ingason var at síggja á Effoliðnum hjá HB. Orsøkin til hetta er, at framherjin hevur havt annað at stríðast við. – Eg havi verið skaddur í lýskuni í tvær-tríggjar vikur. Harafturat havi eg verið sjúkur, og tískil vandi eg ikki við í heili tríggjar vikur, sigur Poul Ingason um sína óhepnu byrjan upp á kappingarárið. Nú er Poul Ingason tó komin fyri seg og klárur at berjast fyri byrjunarplássi í álopinum hjá reyðsvarta høvuðsstaðarfelagnum. Kappingin er tó gróthørð. Ungu Teit Jacobsen og Ari Mohr Olsen hava veruliga tikið av møguleikanum, ið teir hava fingið í ár, og eisini kunnu menn sum Øssur Dalbúð og Arnbjørn Hansen væntast at kunna krevja pláss á liðnum, tá ið teir eru tøkir fyri HB. Men sum áður nevnt, so hevur Poul Ingason stórt álit á sær sjálvum. – Ja, um tað gongur so­ leiðis, sum eg vil hava tað, so klári eg at sláa hinar av liðnum. Eg dugi ikki at síggja, hví tað ikki skuldi latið seg gjørt. Poul Ingason er ikki út­ tikin til føroyska U21-lands­ liðið, ið hevur tveir dystir fyri framman í kom­andi vikuni. Hann er ikki bilsin av, at hann ikki bleiv út­tik­in á hesum sinni, men tó er tað hansara greiða mál at vinna fa s t pláss á U21- lands­liðn­ um. – Orsakað av skaðanum og sjúku bleiv eg ikki bilsin av, at eg ikki varð úttikin til U21-landsliðið. Men tað er avgjørt mítt mál at vinna fast pláss á U21- landsliðnum aftur, segði Poul Ingason at enda. Poul Ingason hevur 2 TEITUR GESTSSON Átti lut í fyrsta málinum hjá HB við góðum útsparki. Fekk ikki gjørt nakað við fyrsta málið hjá KÍ, men í seinna málinum klaksvíkingurin í HB-málinum ikki sannførandi út. 3 JÓGVAN RÓI DAVIDSEN Serliga í fyrra hálvleiki kom hann ofta væl framvið, men tó var avrikið lakari í seinna hálvleiki. 3 JÓHAN TROEST DAVIDSEN Gott avrik í miðverjuni. Tó var hann heppin, at hann ikki kostaði eitt brotsspark til KÍ, tá ið hann hevði hondina á skeivum stað og bólturin fór í hondina á honum. 3 BARTAL WARDUM Hevði til tíðir trupulleikar í uppspælinum, men stóð mangan stinnur í verjuni. 3 ÁRI MOHR JÓNSSON Miðal avrik. Kom væl framvið nakrar ferðir, men onki avgerandi spurdist burturúr. 4 TRÓNDUR JENSEN Ein leikari, sum hevur tikið seg nógv fram seinasta árið, og tað landsliðsúttøkan er honum væl unt. Í gjár var hann tann mest eyðsýndi av øllum miðvallarleikarunum. 3 RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN Stóð ikki líka sterkur í myndini sum Tróndur, men tó hampiligt avrik. 4 CHRISTIAN RESTORFF MOURITSEN Telur sjálvandi upp, at hann skorar tvey tey fyrstu málini. Annars var talan um javnt avrik. 2 PÁL MOHR JOENSEN Ikki serliga eyðsýndur og tók skeivar avgerðir til tíðir. Varð útskiftur, tá ið 20 minuttir vóru eftir. 4 TEIT JACOBSEN Var ein fragd at síggja á vøllinum. Setti ofta mótstøðuleikarar av og skapti møguleikar til sínar viðleikarar. 3 ARI MOHR OLSEN Vann fyrra brotssparkið hjá HB, tá ið hann varð feldur. Í fyrra hálvleiki fall hann væl inn í spælið hjá heimaliðnum, men minni sást til hann í seinna hálvleiki, har hann varð útskiftur. 5 POUL INGASON Tvey mál upp á sínar fyrstu 30 minuttir í hesum kappingarárinum er ótrúliga væl klárað. Dystaravgerandi. 3 FRÓÐI BENJAMINSEN Spældi síðstu 20 minuttirnar og fylti væl á miðuni. Við eitt sindur av hepni hevði hann kunnað skorað í yvirtíðini. MAGNUS EGILSSON: Ov stutt inni at fáa eina meting SPÆLARAMETING »EG VIL VERÐA TOPP­SKJÚTTI HJÁ HB« Tað sigur Poul Ingason, ið bleiv dagsins hetja í Gundadali í gjár. Eina løtu í seinna hálvleiki sá tað svart út hjá HB, men alt broyttist, tá ið tvøramaðurin, sum hevur havt nøkur trupul ár í HB, bleiv skiftur inn og avgjørdi klassikaran 1 til 6 FÓTBÓLTUR DYSTURIN HESA VIKUNA Andrew heiðraður: Undan dystinum varð Andrew av Fløtum, sum steðgaði við fótbólti eftir kappingarlok í fjør, heiðraður fyri síni avrik í HB-troyggjuni. Hetta varð gjørt á tann hátt, at Andrew kom á vøllin beint undan dystarbyrjan og fekk heiðursprógv. Ávegis av vøllinum reisti alt HB-skýlið seg upp og byrjaði at syngja sangin »Á Guð tað er hart at spæla fótbólt« til heiðurs fyri Andrew. Stuttligt!