Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 2 KRISTIAN JOENSEN Eigur ikki beinleiðis nakra skyld í nøkrum máli, men hann kundi møguliga tikið fyrra brotssparkið, og í samband við triða málið valdi hann skeiva síðu. 2 SØRMUNDUR KALSØ Defensivt var avrikið í lagi, men tað riggaði alt annað enn væl, tá ið høgri bakkurin kom framvið. 2 JONAS FLINDT RASMUSSEN Hóast hann skoraði eitt mál, so var avrikið hjá KÍ-liðskiparanum í miðverjuni alt annað enn gott. 2 AHMED MUJDRAGIC Eigur stóran lut í samband við fyrsta málið, tá ið bólturin hoppar upp um hann undan støðuni, ið førdi til fyrra brotssparkið. Tóktist ráðaleysur til tíðir. 2 MAYOWA ALLI Ger fyrra straffið, og harafturat var hann sum heild ov ótryggur við bóltinum. Tó átti hann lut í seinna málinum hjá KÍ. 2 JÁKUP B. ANDREASEN Fekk ikki nakra serliga ávirkan á dystin og fekk harafturat gult kort í fyrra hálvleiki fyri eina rættiliga ógvusliga takkling. 4 SÚNI OLSEN Legði fínar deyðbóltar innfyri og var við í nógvum av offensiva spælinum hjá KÍ. 2 NIELS PAULI DANIELSEN At spæla á høgra vongi er snøgt sagt ikki hansara pláss. Sást ov lítið til hann í gjár, og harafturat framdi hann seinna brotssparkið. 3 HEÐIN KLAKSTEIN Royndi at bjóða av nakrar ferðir, men ikki nógv eydnaðist. Varð útskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. 4 JÓANNES BJARTALÍÐ Ein av glottunum hjá KÍ í gjár. Helt ofta væl upp á bóltin og skoraði fyrra málið hjá KÍ. 4 PÁLL KLETTSKARÐ Í opnum spæli var hann ikki eyðsýndur, men tó var hann við í báðum málunum hjá KÍ. Legði upp til tað fyrra. 2 HJALGRÍM ELTTØR Spældi í teimum síðstu 20 minuttunum, men ikki sást nógv til hann. PETUR ANDREASEN: Ov stutt inni at fáa eina meting ATLI DANIELSEN: Ov stutt inni at fáa eina meting verið við á U21-landsliðnum í nøkur ár. Heilt afturi í 2013 skoraði hann til 2-2 í dysti ímóti Rumenia, men síðani tá hevur hann ikki veruliga sligið ígjøgnum á U21-lands­ liðnum. Fróði longdist eftir fótbóltinum Ein annar maður, ið bleiv skiftur inn hjá HB í gjár, er 38 ára gamli fyrr­ verandi lands­liðs­lið­skipar­ in hjá Føroyum, Fróði Benjaminsen. Hóast Fróði kunngjørdi í oktober í fjør, at hann fór at stilla gaggurnar á hyllina, so skal nógv til fyri at halda manninum frá fótbóltsvøllinum. Fróði Benjaminsen grundgevur soleiðis fyri, hví hann er byrjaður aftur: – Hugurin skal vera har fyri at spæla fótbólt, og tað vísti seg, at tá ið kappingin byrjaði at nærkast, byrjaði eg at sjálvur at leingjast aftur til fótbóltin. Tað krevur eisini vælvild heimanifrá at spæla, og tá ið tað ber til og mann orkar væl, so hugsaði eg, at eg kundi akkurát tað sama taka eitt ár afturat. Steðgar mann fyrst, tá ið mann kemur upp í mín aldur, so er ringt at byrja aftur, sigur Fróði Benjaminsen um avgerð sína, sum mong í HB óivað frøðast um. Fróði er í ferð við at útbúgva seg til fangavørð, og hetta krevur, at hann má niður í lestrarørindum av og á. Í øllum førum er greitt, at Fróði Benjaminsen verður ikki at síggja í øllum dystunum hjá HB í hesum kappingarárinum. – Eg havi verið niðri í skúla í januar og februar, og tí bar tað undir ongum um­ støð­um til at byrja at venja fyrr enn nú. Í mai og juni skal eg enn einaferð niður í út­búgvingar­ørind­um, so eg fari ikki at vera við í øll­um dystum tá, greiðir HB-leik­ar­ in frá um støðu sína. KÍ kloddaði mál burtur Um sjálvan klassikaran ímillum HB og KÍ er at siga, at klaksvíkingarnir gjørdu tað alt annað enn lætt fyri seg sjálvar. Longu eftir 40 sekund gekk tað galið, tá ið Mayowa Alli í egnum brotsteigi gleið inn í Ari Mohr Olsen, sum fult uppiborið vann sær brotsspark í støðuni. Christian Restorff Mouritsen varð settur at skjóta, og hóast skotið hjá honum ikki var nakað at reypa av, so fór bólturin í mál til 1-0 til HB. Brotsspørk verða verri enn so dømd í øllum dystum, og tá ið tey verða dømd, so vænta liðini sær helst ikki meira enn eitt einkult. KÍ var tó í sonnum gávuhýri í Gundadali, tí at tá ið hálvur tími var spældur fekk HB enn eitt brotsspark. Niels Pauli Danielsen brúkti hondina í egnum brotsteigi, og tess­ vegna fekk sami Restorff Mouritsen møguleikan at tvífalda leiðsluna. Seinna brots­spark­ið bleiv væl trygg­ ari skotið enn tað fyrra, og nú var mótbrekkan hjá KÍ brattari enn brøtt. Undan hálv­leiks­steðgin­ um fótaði KÍ sær tó í dyst­in­um, og tað gav úrs­ lit eftir 43 minuttir, tá ið ein vælspælandi Jóannes Bjartalíð smekkaði bóltin í netið.  Hetta málið gav KÍ áræði. Beint eftir hálvleikssteðgin kom javnvág í roknskapin, tá ið danski liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, sum annars ikki gjørdi nógv rætt í verjupartinum í gjár, skeyt bóltin í netið. 2-2. Stórt dómaramistak Sum áður nevnt var tað eftir hesi mál, at Poul Ingason gjørdi innrás á vøllin og avgjørdi dystin. Dysturin hevði tó lættliga kunnað endað við øðrum siffrum enn 4-2. Tá ið støðan var 3-2 og 76 minuttir vóru spældir slóð liðskiparin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, bóltin við hondini í egnum brotsteigi, men av onkrari løgnari orsøk tagdi floytan hjá Peturi Reinert, dómara. Aðra­staðni í blaðnum ber til at lesa samrøðu við dómaran, ið viðgongur sítt mistak. Endaliga úrslitið, 4-2, við­ førir, at HB er oddalið í Effo­ deildini, meðan lands­liðs­ steðgur verður í kom­andi viku­skifti. KÍ er hinvegin nummar sjey á stigatalvuni og hevur longu tapt tveir út av sínum trimum dystum.  SPÆLARAMETING 1 til 6 HB-KÍ: 4-2 (2-1) 1-0: Christian R. Mouritsen br 2. 2-0: Christian R. Mouritsen br 31. 2-1: Jóannes Bjartalíð 43. 2-2: Jonas Flindt Rasmussen 47. 3-2: Poul Ingason 71. 4-2: Poul Ingason 92. Dómari: Petur Reinert HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson (Magnus Egilsson, 77.) – Tróndur Jensen, Rókur Jespersen, Pál Mohr Joensen (Fróði Benjaminsen, 69.) – Christian R. Mouritsen, Ari M. Olsen (Poul Ingason, 62.), Teit Jacobsen Gult kort: eingin Venjari: Jan C. Dam KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Mayowa Oladele Alli – Heðin Klakstein (Hjalgrím Elttør, 67.), Jákup B. Andreasen (Atli Danielsen, 78.) – Niels Pauli Danielsen (Petur Andreasen, 77.), Súni Olsen, Jóannes Bjartalíð – Páll A. Klettskarð Gult kort: Jákup B. Andreasen, Páll A. Klettskarð, Ahmed Mujdragic Venjari: Mikkjal Thomassen FÓTBÓLTUR Út frá tí, sum vit hava sæð higartil, so tykist HB at vera eitt hamskift lið í mun til í fjør. Spælið er gott og spæligleðin stór. Tað sær spennandi út hjá HB, ongin ivi um tað. Verjuspælið hjá KÍ var alt ov vánaligt, og tað kostaði dýrt. KÍ skal verja nógv betur, um liðið skal gera sær vón um at røkka teimum evropeisku plássunum í ár. Altjóða verjusamstarv, Í verjuni hjá KÍ spældu fýra mans, og vóru teir allir frá hvør sínari tjóð. Føroyski Sørmundur Kalsø, danski Jonas Flindt Rasmussen, serbiski Ahmed Mujdragic og amerikanski Mayowa Alli. Myndir: Sigmar Mørkøre