mánadagur 21. mars 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Pól, tú var við
til at stovna Hamar
fyri 20 árum síðani.
Hvussu var nú endiliga
at vinna eitt FM?
– Tað var størri enn stórt. Ein
dreymur síðani fólkaskúlan. Og
so at fáa loyvi at lyfta steypið
aftaná dystin, tá var ringt at
halda maskuna.
Hvar kemur áhugin
fyri kurvabólti frá?
– Tað byrjaði nokk við mínum
góða vinmanni Gunnleif Blå
svær, ið hevði sítt egna lið úti á
venjingarskúlanum. Hann fekk
meg og nakrar av mínum vinum
at gera okkara egna lið, og so
spældi vit ímóti hvørjum øðrum.
Tað var beint áðrenn Hamar bleiv
til.
Tú spældi móti
beiggjanum tínum
Magnus, hvussu var tað?
– Tað besta hevði verið, um
Magnus spældi við mær, og vit
báðir vunnu. Tá ið man kappast
ímóti sínum beiggja, so er tað
líka mikið um tað er ein finala
í kurvabólti ella BOB, tú SKAL
bara vinna.
Hvussu riggaði FM
tiltakið á Hálsi fyri
spælararnar og teg?
–
Einastandandi
væl!
Allir
høvdu stjørnur í eygunum, tá
ið teir møttu í høllini. Hetta
er fyrstu ferð nakrantíð, at
ein
kurvabóltsvøllur
hevur
verið í Tórshavnar kommunu.
Fram til finaluna var jú spælt í
fimleikahøllum. Allir spælarar
og venjarar eru ótrúliga glaðir
fyri tað fantastiska arbeiði, sum
Magnus
Jakobsen
og
Janus
Jakobsen gjørdu fyri at fáa
finaluna í eina ordliga høll.
Hvør er tín fyrimynd
í kurvabólti?
– Eg havi fleiri nøvn, ið eg kann
koma við, men bara eitt stendur
á 1.plássi. Tað er Michael Jordan,
ið var tann stóra stjørnan, tá ið eg
var ungur.
Vikan ið fór
Dómarafelagið og FSF gera
sáttmála fyri fýra ár. Hvørgin
av pørtunum vóru nøgdir við
avtaluna, men tá samanumkom,
so fekk dómarakvartettin túsund
krónur meir í samsýning fyri at
døma ein dyst í bestu deildini
Róaldur Jakobsen gevur
avboð til landsliðið, sum
skal spæla móti Liktenstein
28. mars. Í hansara stað
verður Tróndur Jensen úr HB
úttikin fyri fyrstu ferð.
Fyrrverandi wrestlarin Hulk
Hogan vinnur sakarmál móti
Gawker Media, og fær 760
milliónir krónur í endurgjaldið.
Gawker bleiv stevnt fyri at
leggja ein sexfilm av Hulk
Hogan á heimasíðuna.
Kyndil og Neistin spæla óvanliga
málfátakan dyst hjá kvinnum.
Støðan í hálvleinum er bara 6-4
til Neistan, sum vinnur 17-12.
Flytingarvindeygað í
føroyskum fótbólti letur
aftur. Aron Clementsen
skiftir til AB, er einasta
skiftingin, sum fer fram.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fyri eitt sindur av tíð síðan fór
eg ein túr Youtube, at leita eftir
onkrum at hyggja at. Har rendi eg
meg í samanumtøkuna hjá BBC
av HM endaspælinum í Italia í
1990. Faktist hevði eg ikki ordiliga
tíð at hyggja eftir tíma langu
samanumtøkuni, men tað gjørdi
eg mær so alíkavæl.
Hetta tí BBC í hesi sendingini
megnar at hála teg aftur til 1990.
Útgangsstøðið er sjálvandi meiri
Onglandi og Paul Gascoigne,
sum av álvara skrivaði seg í
fótbóltssøgubøkurnar til hetta
endaspælið saman við italska
framherjanum Salvatore Schillaci.
Dokumentarurin
er
sum
flestu HM sendingar bygt upp
kronologisk frá bólkaspælinum til
HM finaluna. Her sleppur tú við
til søguligar dystir og hendingar
í einum HM endaspælinum, sum
hevur fest seg sum eitt av teimum
hendingaríku og góðu.
Serligt við HM 1990 er góða
gongdin hjá Onglandi, sum er eina
brotssparkskapping frá at koma í
sjálva finaluna.
BBC
letur
sjáldan
nakað
av hondum, sum ikki er gjørt
ordiligt. Soleiðis er eisini við
hesum
dokumentarinum
ella
samanumtøkuni,
sum
upp
á ein tíma tekur teg aftur til
1990. Kamerun er eitt óskrivað
blað í fótbóltshøpi, Yugoslavia
er
framvegis
eitt
land
og
brotssparksmarran hjá Onglandi
er ikki byrjað.
Caio!
HYGG UM: Tú fær eitt nostalgi
anfall og vil síggja Paul Gascoigne
gráta.
IKKI HYGGJA UM: Tú hevur eitt
stórt hjarta fyri Onglandi, ella
væntar fótbólt í HD góðsku.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Góðskan
er eitt sindur ivasom á júst hesu
upptøkini, men góðkent
HVAT SIGUR TÚ? Eg sat rúnar
bundin og hugdi, men tað kemur
kanska av, at eg minnist akkurát
1990.
trondur@sosialurin.fo
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
FAKTA Vesturtýskland vinnur finaluna á Diego Maradon og Argentina. Eitt mál kemur í dystinum. Talan er um brotsspark, sum Andreas Brehme skorar upp á fimm minuttir fyri tíð.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá ÍF, um
liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen
Atli Gregersen svara aftur á Rás2
– Hann fer all-in við sínum tveimum metrum
og 25, og kanska 100 kiloum, men sannleikin
er at hann seðgar bóltinum við hondini
– Eg fór á vektina í morgun og kann boða Jógvan
Martini frá, at eg ikki vigi hundrað kilo.
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Pól Jakobsen
Aldur: 40
Ítróttur: Kurvabóltur (Hamar)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvør skoraði sigursmálið hjá Manchester United í gjár?
2 Hvussu nógar krónur færd ómarakvartettin í fótbólti
fyri at døma í Effo-deildini?
3 Hvør er formaður í dómarafelagnum?
4 Hvørjum keypti Manchester United Anthony Martial frá?
5 Hvør er komin á landsliðið fyri Róald Jakobsen?
6 Hvør skoraði málini fyri KÍ í gjár?
7 Hvør er venjari hjá Giza/Hoyvík?
8 Hvør er spælarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: Markus Rashford 2: 7.100,-
3: Petur Reinert 4: Monaco 5: Tróndur Jensen(HB)
6: Jóannes Bjartalíð og Jonas F. Rasmussen
7: Frankie Jensen 8: Sigmundur Dahl
Dokumentarurin:
BBC Review of World Cup Italia ’90
ÍTRÓTTAR UMMÆLI