Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Hetta bleiv so vikuskiftið, har vit fingu okkara fyrsta FM vinnara í kurvabólti. Tað eru 20 ár síðani, at Hamar bleiv stovnað í eini roynd at fáa lív í kurvabólt í Føroyum. Tað skuldu ganga 20 til tað vóru trý feløg á lívi samstundis, so at vit kundu hava ein landskapping. Eg haldi ikki altíð, at ein skipan har nummar eitt og tvey møtast í eini FM finalunu, er so rættvís og sigandi. Tú kanst vera nógv best eitt heilt kappingarár, men ikki vinna FM finaluna. Hinvegin, so eru FM finalurnar altíð spennandi, og áhugin fyri teimum er framúr stórur. Tað var FM finalan í kurvabólti eitt greitt tekin um. At ein landskapping í føðingini klárar at seta saman eina so glæsiliga FM finalu, er alla æru vert. Eg havi verið til onkran dystin í skúlanum á Argjahamri, og tað er hugaligt at síggja hvussu nógv fólk møta upp. Tað er nógv at halda skil á, og sjálvt um eg havi fylt eitt sindur við í NBA fyri nøkrum árum síðani, so dugi eg ikki allar reglarnar – enn. Í mun til eitt nú cricket, sum eg havi upplivað í Onglandi, so kurvabóltur tó ikki torførari enn eitt vist. Tvey lið, sum spæla móti hvørjum øðrum, og tað ræður um at fáa bóltin í kurvina sum oftast. Tvey stig fyri at skora í feltinum, og trý stig, um tú klárar tað uttanfyri feltið. Her frá skal ljóða eitt til lukku til Hamar, og tey sum hava skipað fyri FM í kurvabólti. Dómaraósemjan Fótbóltssambandið og dómarafelagið hevur verið í samráðingum seinastu tíðina um nýggjan sáttmála. Tað mundi gingið útyvir fótbóltin, tá Effo-deildin skuldi í holt við 1. umfar. Tíbetur, so bleiv ein fyribils loysn funnin, og í vikuni bleiv ein fýra ára sáttmálaði gjørdur. Dómarakvartettin fær nú eitt túsund krónur fleiri, fyri at døma ein dyst í Effo-deildini. Samlaða samsýningin er nú 7.100,-. Dómarin fær nú 2.500, hjálpardómararnir 1.800 og fjórði dómarin fær tvífalda løn, so hann fær 1.000 krónur. Tað er eisini í fínasta ordan, at dómararnir fáa ein samsýning fyri at døma, at teir krevja sín rætt og samstundis leggja trýst á seg sjálvar at klára seg betri. Tað skal bara ongantið aftur vera ógreitt dagin undan fyrsta umfari, um dómararnir døma. FSF og dómarafelagið hava nú fýra til at fyrireika seg til komandi samráðing trondur@sosialurin.fo Til lukku, Hamar KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Danjal av Rana Føroyski landsliðsvenjarin Lars Olsen verður settur í sam­band við venjarastarvið í Brøndby. Troels Bech, ítróttar­stjóri í Brøndby sig­ ur við Ekstrablaðið, at Lars Olsen hevur nógvar av teimum egin­leik­um, sum felagið ynskir, at nýggi venjarin skal hava, millum annað tað, at hann kennir felagið innan í frá. Lars Olsen avnoktar tó alt. – Hetta er ikki fyrstu ferð, at eg verið settur í samband við Brøndby, men handan søgan má standa fyri rokningina hjá donskum miðlum. Ein skal ikki trúgva øllum, ein lesur í donsku bløðunum. Eg eri undir sáttmála við FSF og trívist sera væl sum landsliðsvenjari hjá Føroyum. Eg havi annars onga viðmerking til málið, sigur Lars Olsen við Sosialin. Christian F. Andreasen, forseti í FSF, kennir heldur einki til søgurnar. – Lars Olsen hevur ikki nevnt nakað fyri okkum, hvørki um áhuga frá Brøndby, ella at hann er áhug­að­ur í leysa venjara­ starv­in­um. Hann hevur ein fýra ára sáttmála við okkum, og so vítt eg veit, er hann væl nøgdur her í Føroyum, sigur hann. Forsetin í FSF váttar eisini fyri Sosialinum, at eingin klausul er í sáttmálanum hjá Lars Olsen, sum ger, at hann kann fara til onnur feløg, um tey vísa áhuga. Sáttmálin inniheldur ei heldur nakra áseting um viðbót til FSF, um Lars Olsen skuldi farið til eitt annað felag, áðrenn sátt­ mála­skeiðið er runnið. – Um okkurt annað felag ynskir sær hann sum venjara, skulu vit fyrst geva teimum loyvi at tosa við Lars Olsen, sigur Christian F. Andreasen. Tróndur Arge Mest umtalaða støðan støðan í 3. umfari í Effo- deild­ini, mundi helst verða, tá Petur Reinert ikki dømdi brots­spark til KÍ, tá bólturin fór í hondina á verju­spælaranum hjá HB Jóhan Troest Davidsen inni í brotsteiginum Tað sæst greitt á sjón­ banda­upp­tøk­un­um hjá Kring­varp­in­um, at bólt­urin rakar hondina á HB spæl­ aran­um, men Petur Reinert sá tað ikki so. – Eg viðgangi blankt, at eg gjørdi ein feil. Bólturin fer greitt í hondina á Jóhan Troest Davidsen, men harfrá sum eg standi sær tað út sum, at bólturin rakar hann á øsklina, sigur Petur Reinert. Dómarin iðrar seg um, at hann ikki dømdi rætt í støðuni. – Tað geri eg um allar mínar skeivu avgerðir, sigur Petur Reinert argur á málinum. HB vann dystin 4-2 og er oddalið í Effo-deildini eftir trý umfør. Tað var brotsspark, sigur Petur Reinert, sum dømdi dystin í Gundadali millum HB og KÍ. Við støðuni 3-2 til HB fór KÍ í álop. Tað endaði við, at bólturin fór í hondina á liðskiparanum hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, men Petur Reinert sá tað ikki LARS OLSEN FER IKKI TIL BRØNDBY PETUR REINERT VIЭ GONGUR FEILDØMING Mynd: Sigmar Mørkøre