týsdagur 11. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
DIA MIDJORD
– Tá tað verður sagt, at okk-
ara uppskot er vrakað, so er
tað ikki rætt. Sannleikin er
heldur, at uppskotið ikki er
samtykt, sigur Óla Jákup
Rólantsson, programleiðari
á Rás 2.
– Tá tit so skriva, at upp-
skotið ikki er borðbært, so
er hetta heilt burturvið.
Kommunan hevur langt
síðan boðað frá og er eisini
farin at brúka Rás 2, sum
lýsingarmiðil á jøvnum føti
við ÚF, sigur programleið-
arin á Rás 2.
Mugu hava stuðul
Rás 2 fær ongan almennan
stuðul og kann heldur ikki
krevja lurtaragjald. Tískil
hevur Rás 2 bjóðað Tórs-
havnar kommunu at gera
brúk av hesum miðli. Upp-
hæddin á eina krónu fyri
hvønn íbúgva um mánaðin
er bert vegleiðandi, tí bý-
ráðslimir ynsktu at fáa okk-
urt tal á borðið.
Programleiðarin vísir á, at
DIA MIDJORD
– Vit kunnu ikki avdúka
okkara móttrekk.
Hetta svar fingu vit á
Politigarðinum
í
Havn
fyrrapartin í gjár. Vit ringdu
í sambandi við, at Ocean
Warrior beint eftir hálvgum
ellivu fór grøvandi vestur
gjøgnum Hestfjørð og helt
leiðina fram norð gjøgnum
Vestmannasund.
Frá politinum fingu vit at
vita, at Paul Watson og
Ocean Warrior ikki hava
fingið loyvið at fara innum
terretorial-markið. Sjó-
verjuskip sást ikki fylgja í
hølunum á hvalahirðanum,
men sjóverjutyrlan fór stutt
eftir flúgvandi vestureftir.
Brotið
útlendingalógina
Leygardagin var løgreglan
umborð á Ocean Warrior og
handaði skiparanum eina
bót upp á 50.000 krónur.
Bótina hevur Paul Watson
fingið, tí hann stundum
hevur verið innan fyri terre-
torialmarkið og eiheldur
hevur aktað boðum frá løg-
regluni.
Vit ringdu fyrrapartin í
gjár vestur í Vágar at frætta,
um grindaboð vóru, men tað
vistu tey onki um. Sostatt
er tað ikki grindaboð, ið
hevur lokkað Watson inn
millum oyggjarnar.
Tað kann sjálvandi vera,
at Paul Watson hevur ætlað
sær inn at gjalda bótina.
Ávegis hevur hann fingið
kaldar føtur og hevur tískil
Hvalahirðin Watson
sightseeing vestanfyri
Svarta skipið við sjórænaraflagginum frammi í gron sigldi fyrrapartin í gjár
ótarnað millum vestaru oyggjarnar
Fyrrapartin í gjár sigldi Paul Watson ótarnaður ein túr
vestur gjøgnum Hestfjørð og norð gjøgnum Vestmanna-
sund
DIA MIDJORD
Sammeta vit við onnur
Norðurlond, so er sjúkra-
húsverkið sera væl mannað
við sjúkrasystrum. Um-
roknað til 100 túsund íbúgv-
ar, so hava vit 635 sjúkra-
systrar á okkara sjúkrahús-
um. Hetta tal er tað hægsta
í Norðurlondum. Í Danmark
er talið 516, í Noregi 521
og í Íslandi 468.
Um vit sammeta talið av
bløðini, undantikið Oyggja-
tíðindi, øll fáa stuðul á ein-
hvønn hátt.
– Skal tað koma til skarp-
skeringar, hvat peningur
verður brúktur til, so verða
borgarar
í
Tórshavnar
kommunu árliga við panti-
hóttan tvingaðir at gjalda
Útvarpi Føroya 9,5 milli-
ónir í lurtaragjaldi. Og har-
næst var eingin trupulleiki
hjá kommununi at lata tvær
milliónir til ein sendara, so
kollfirðingar kunnu síggja
m.a. MTV, leggur Óla
Jákup Rólantsson aftrat.
Hann heldur tískil, at ein
stuðul á 200 túsund krónur,
har kommunan fær nakað
veruligt afturfyri, ikki er
annað enn piparnøtur og
slettis einki forgjørt í.
–DVit hava ein miðil, har
hvør senditími kostar. Hesin
skal fyllast og fíggjast. Vit
bjóða kommununi at brúka
henda møguleika, so einfalt
er tað, sigur Óla Jákup
Rólantsson, programleiðari
á Rás 2.
læknum fyri Norðurlond, so
eru vit í Føroyum ikki so
væl fyri. Umroknað til 100
túsund íbúgvar eru 125
læknar á sjúkrahúsunum.
Hetta er lægsta talið í norð-
urlondum. 184 læknar eru
til sama íbúgvartal í Dan-
mark, 166 eru í Noregi og
204 eru í Íslandi.
Sammeta vit tølini fyri
sjúkrahjálparar/pleygarar,
so liggja vit langt undir øðr-
um Norðurlondum. 109 eru
til 100 túsund íbúgvar. Taka
vit eitt nú og sammeta við
Grønland, so eru har 305
sjúkrahjálparar og í Dan-
mark er talið 257.
Bókin komin
Tølini, ið vit hava nevnt
omanfyri, eru tikin úr bók-
ini „Heilsuhagtøl í Norð-
urlondum“, sum Nordisk
Medicinalstatistisk Komité
skipar fyri.
– Sum heild kann sigast,
at vit líkjast øðrum Norð-
urlondum. Av tí at londini
hava ymsar skipanir á
sjúkrahúsunum, har nøkur
hava sjúklingar liggjandi
leingi, onnur kanska stytri
og ofta, so ber ikki so væl
til at sammeta øll tølini.
Men nøkur eru faktatøl og
tey kunnu sjálvandi sam-
metast, sigur Pál Weihe,
læknastjóri.
– Tølini kunnu geva okk-
um eina hóming av, hvussu
støðan eitt nú er á nøkrum
økjum, sigur Pál Weihe, ið
fegnast um at vit nú hava
fingið hagtøl at virka innan
føroyska heilsuverkið.
Og sambært bókini, ið
hevur tøl fyri flest øll økir,
so liggja Finnland og
Føroyar niðast, tá umræður
útreiðslur til heilsuverkið.
Her liggja danir klárt á
odda, meðan íslendingar og
norðmenn koma teimum á
baki.
Fáir læknar og fitt
av sjúkrasystrum
Norðurlendsk hagtøl innan heilsuverkið vísa, at vit hava
nógvar sjúkrasystrar í Føroyum, meðan talið av læknum
og sjúkrahjálparum er lágt
Óla Jákup Rólantsson, program-
leiðari á Rás 2, vísir aftur, at
uppskotið hjá teimum er vrakað
– Uppskotið er
ikki samtykt
skundað sær út aftur í al-
tjóða sjógv. Ella spælir hann
hund við okkara myndug-
leikar. Hvussu er og ikki,
DIA MIDJORD
Landsstýrismaðurin Høgni
Hoydal fær ikki svar upp á
skriv sítt til Ný Carlsberg
Grunnin, tí hesin er farin í
summarfrí.
Í einum skrivi til lands-
stýrismannin, sum hevur
játtað at taka sær av mál-
inum, verður sagt, at grunn-
urin er farin í summarfrí. Í
brævinum til Høgna Hoydal
Paul Watson ætlar sær ikki
at leggja kongin. Og løg-
reglan eigir næsta leikin.
stendur, at grunnurin fer at
viðgera málið eftir summ-
arfrítíðina.
Tað er skrivið til festaran
í Koltri, har milliónirnar
verða tiknar aftur, ið hevur
fingið landsstýrismannin at
leggja uppí. Hann heldur, at
grunnurin í síni grundgev-
ing sáar ivað um politiska
myndugleikan í Føroyum
og vil hava eina neyvari frá-
greiðing.
Svar kemur eftir
summarfrítíðina
Milliónirnar til umvæling og annað í Koltri eru
framvegis í Danmark. Ný Carlsberg Grunnurin er
farin í summarfrí og lovar at taka málið upp seinni
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 130 - 11. juli 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Frelstir í trúnni
Umhvørvismaðurin Paul Watson liggur í
hesum døgum og roynir at elva til rok í
føroyskum sjógvi. Meðan ávísur føroyskur
politikari gongur og tosar um, at Watson er
danskt málsøki — nakað sum eingin hevði
tørv á at siga í 1986 — so kunnu vit hug-
leiða eitt sindur um hendan Watson.
Watson hevur sambært fjølmiðlum lisið
kommunikatión á universiteti. Hann dugir
væl at tosa við fjølmiðlar og onnur og fær
harvið umvent nakað av fólki til sína søk.
Hesin sami Watson kemur so til Føroya og
fortelur føroyingum, at teir eru ómoralskir,
ósiviliseraðir, og at teir bróta altjóða lóg.
Tað má sigast at vera eitt sindur ódámligt,
at ein frammandamaður kemur inn í før-
oyskan sjógv og sleingir so grovar ákærur
móti okkum føroyingum.
Hóast Watson fær umvent nøkur, tíbetur
ikki øll, í sínum heimlandi, so nytta hansara
kommunikatiónseginleikar ikki nógv í Før-
oyum. Trupulleikin hjá Watson er, at hann
og hansara eru frelst í sínari hugsan um
føroyska barbarismu. So at siga hvørt ein-
asta mansbarn í Føroyum harímillum eisini
Føroya Landsstýri og Føroya Løgting eru á
einum máli um, at krøvini, ið Watson setir
eru sera órímilig. Hóast hettar, so steðgar
maðurin ikki á og hugsar um, um hann
kanska er ov framligur í sínum krøvum ella
roynir at síggja spurningin frá sjónarmiðu-
num hjá mótpartinum. Grundin til, at hann
ikki ger hettar er, at hann er frelstur í síni
søk, og einki vit føroyingar siga ella gera
kunnu broyta hugsan ella ætlan hansara.
Vónandi verður ikki rok burturúr Watson
vitjanina hesaferð. Rok og fjølmiðlaumtala
er tað, ið Sea Sheperd felagsskapurin livir
av. Nógv fjølmiðlafólk eru umborð á Ocean
Warrior, og onkur av teimum skilti ikki rætt-
iliga, hví tey ikki sluppu á land í Føroyum,
men tað má sigast at vera løgið at ferðast á
einum skipi við einum skipara, ið tey vita
hevur sokkið hvalabátar og ikki kann sleppa
inn í nakað Norðurland. Onkur átti ivaleyst
at forbarmað seg yvir hesi fólk og sent teim-
um eina ferðaætlan hjá Atlantsflog ella Smy-
ril Line fyri at vísa teimum á farleiðir til
Føroya, um tey hava hug at hitta føroyingar
og síggja málið úr einum føroyskum sjón-
arhorni.
Grindamálið er eitt mál, har føroyingar
standa sum ein maður. Kunning er góð, men
vit mugu bert staðfesta, at í hvalaspurning-
inum eins og í øðrum spurningum eru fólk
sum Watson, ið eru frelst í málinum, soleiðis
at einki, ið gjørt ella sagt verður, rínir við.
Ein maður sum Watson dugir eftir øllum at
døma ikki at síggja málið við føroyskum
eygum, hóast ein heil tjóð tykist vera samd
— bara tað í sær sjálvum átti at verið nóg
mikið til at fingið slíkar at steðga á og hugsa
seg um enn einaferð.
Tøkk
Hjartaliga takk til tykkum øll, sum gleddu okk-
um á gullbrúdleypsdegi okkara tann 17. juni.
Harrin signi tykkum.
Sofía og Johannes Jacobsen
Kórið var væl mannað –
har mundi vera yvir hundr-
að í tali –, men nú til hetta
serliga merkishøvið við m.
a. nýggjari kantatu kundi
tað verið ynskiligt, at kórið
var enn fjølmentari, og at
kórsangarar av bygd vístu
hesum felagsføroyska kór-
tiltaki eins stóran áhuga og
sangarar úr Havn.
Venjing var í Kommunu-
skúlanum sunnudagin kl.
16.00 og somu tíð teir báðar
fylgjandi sunnudagarnar.
Roknast kann við, at tað tá
er komið á mál við fyrireik-
andi venjingunum; men
kenna sangararnir sær tørv
á tí, verður ein seinast a
venjing mikukvøldið 26.
juli kl. 19.30, sigur Kórsam-
band Føroya.
Ólavsøkukórið farið til verka
Arnbjørn R.
Thomsen
Arnbjørn er brádliga burtur. Fattur idealistur og sterk
persónmenska var hann. Ein rættur maður er farin.
Valdemar Dalsgaard
Í byrjandi ólavsøkuhýri
møttu kórsangarar til venj-
ingar í Kommunuskúlanum
í Havn seinasta hóskvøld.
JÓGVAN HUGO
GARDAR, OSLO
Í farnu viku gjørdu fóður-
fyritøkan EWOS og norski
granskingarstovnurin Akv-
aforsk eina avtalu um eina
umfatandi góðskukanning
av
føroyskum
alilaksi.
Kanningin fer fram í tvey
ár.
Atli Gregersen, umboðs-
maður fyri EWOS í Føroy-
um, sigur, at hetta er ein
kanning, sum tey hava havt
í umbúna eina tíð, og at nú
verður farið í gongd við
hana.
- Vit hava í nógv ár gjørt
kanningar av føroyska ali-
laksinum, men hetta hevur
oftast verið royndir sum eru
tiknar í samband við tøku.
Men nú vilja vit fylgja laks-
inum í tvey ár. Millum ann-
að vilja vit taka royndir av
vár- og heystsmoltinum í ár,
og so fylgja tí.
Betri mynd
av laksinum
Umstøðurnar at gera eina so
umfatandi kanning eru ikki
í Føroyum. Tí hevur EWOS
leitað sær hjálp hjá norska
granskingarstovninum Akv-
aforsk, ið liggur í Ås uttan
fyri Oslo. Ein av granskaru-
num har er Turið Mørkøre
úr Klaksvík
- Við at fylgja við laksi-
num í eitt longri tíðarskeið,
kunnu vit meir nágreiniliga
finna út av, hvussu góðskan
á laksinum er, og hvørjar
broytingar fara fram frá árs-
tíð til árstíð, sigur Turið
Mørkøre.
Hon verður ein av teim-
um, sum skal gera kanning-
ar og vera við til at geva
EWOS eina betri mynd av
føroyska alilaksinum. Men
hesi úrslit vilja í aðru atløgu
koma føroyskum alarum til
góða, tí EWOS kann og vil
brúka kanningarúrslitini til
at tilpassa fóðurið til før-
oysku alararnar.
- Líknandi kanningar í
Noregi hava víst, at laksurin
eigur at fáa ymiskt fóður, tá
tað er heitt í sjónum sam-
anborið við fóður sum verð-
ur givið tá tað er kaldari í
sjónum. Ymiskt fóður økir
møguleikan fyri at fáa best
møguligan
vøkstur
og
góðsku á laksinum. Eisini
Umfatandi kanning av alilaksi
Fóðurframleiðarin EWOS og norski granskingarstovnurin Akvaforsk fara nú í
juli undir eina umfatandi góðskukanning av føroyskum alilaksi. Hetta er tann
størsta og mest umfatandi kanningin av laksi í Føroyum nakrantíð, og hon
skal millum annað vísa broytingarnar í laksinum yvir eitt longri tíðarskeið
eigur framleiðsluhátturin at
lagast eftir, hvar alibrúkini
liggja. Árstíðin vísir seg eis-
ini at hava nógv at siga fyri
góðskuna,
sigur
Turið
Mørkøre.
Kanningar skulu sum sagt
gerast av ársins vár- og
heystsmolti.
Kanningin
byrjar nú í juli, og síðani
skulu kanningar gerast av
laksinum annanhvønn mán-
að í umleið 18 mánaðir.
Tey sum koma at standa
fyri kanningunum eru fyri
EWOS Atli Gregersen og
Sólrun Gregersen. Fyri
Akvaforsk skulu fyrst og
fremst norðmaðurin Kjell-
Arne Rørvik og Turið
Mørkøre standa fyri kann-
ingunum.