týsdagur 11. juli 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JOHN JOHANNESSEN
Tjóðveldisflokkurin hevur
brotið avtaluna, um at eing-
in nýggjur landsstýrismaður
í undirvísingar- og menta-
málum skuldi setast, fyrr
enn kaningarstjórin var lið-
ugur at kanna embætis-
førsluna hjá Signari á
Brúnni.
Hetta staðfestir Signar á
Brúnni, fyrrverandi lands-
stýrismaður, nú tað er greitt,
at Tórbjørn Jacobsen fyrsta
dagin verður settur sum
nýggjur landsstýrismaður í
undirvísingar- og menta-
málum.
Signar á Brúnni vísir á,
at tað varð avtalað í Tjóð-
veldisflokkinum og í lands-
stýrinum, at hann skuldi
fara á síðulinjuna, meðan
málið varð kannað. Men tá
kanningin var liðug, skuldi
hann koma aftur í lands-
stýrissessin. Hesa avtalu
metir Signar á Brúnni nú,
saman við fleiri øðrum
avtalum, vera brotna.
Kanningin drigin út
Signar á Brúnni sigur
grundgevingina frá Tjóð-
veldisflokkinum fyri at seta
nýggja landsstýrismann nú
vera, at tað er vorðið ov
tungt hjá flokkinum at
umsita trý stýri við tveimum
landsstýrismonnum í so
drúgva tíð.
Upprunaliga var ætlanin
nevniliga, at kanningarstjór-
in skuldi vera liðugur 30.
juni, og skuldi Signar á
Brúnni tá taka við aftur
landsstýrissessinum, varð
hann reinsaður.
Signar á Brúnni sigur seg
væl duga at skilja, at tað í
longdini ikki ber til at
Høgni Hoydal skal halda
fram at umsita undirvís-
ingar- og mentamál afturat
sínum egnu málsøkjum.
Men hann heldur tað kortini
vera eitt sindur løgi, at
nýggi landsstýrismaðurin
verður settur nú tað er greitt,
at kanningarstjórin er lið-
ugur at kanna embætis-
førslu hansara beint eftir
ólavsøku.
Kennir seg offraðan
– Eg eri ógvuliga harmur
um alla gongdina í hesum
málinum, og eg kenni tað,
sum eg eri offraður, sigur
Signar á Brúnni.
Fyrrverandi landsstýris-
maðurin vísir á, at grann-
skoðarafrágreiðingin, sum
sáddi iva um embætisførslu
hansara, eisini vísti á
skeivleikar í embætisførsl-
uni hjá øðrum landsstýris-
monnum, men at einki varð
gjørt við hetta.
– Eg skilji ikki, at tað bert
verður skotið út í flokkin,
soleiðis, at bert ein verður
raktur, sigur Signar á
Brúnni.
Viðgjørt út í æsir
Signar á Brúnni vísir enn
einaferð á, at áðrenn hann
tók avgerðina um at veita
sjónvarpinum pening uttan
heimild frá løgtinginum,
varð avgerðin viðgjørd út í
æsir bæði millum embætis-
fólk í Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum
og
millum embætisfólk hjá
Fíggjarmálastýrinum.
Eisini vísir Signar á
Brúnni á, at landsstýrið alla
tíðina væl og virðiliga varð
kunnað um, hvat fór fram.
– Alt landsstýrið var samt
í hesum máli. Eingin setti
fingurin á nakað, eg gjørdi,
sigur Signar á Brúnni.
-
Fyrrverandi lands-
stýrismaðurin leggur aftur-
at, at tað á einum av hesum
landsstýrisfundunum varð
sagt, at um tað skuldi hent,
at avgerðin fór at fáa av-
leiðingar fyri Signar, átti
hon at fáa avleiðingar fyri
alt landsstýrið.
Tá so málið hevði fingið
avleiðingar fyri Signar á
Brúnni, hevði løgmaður
sagt, at soleiðis sum hann
skilti málið, var talan um
»storm i et vandglas«.
Men kortini kom tað so
langt, at Signar á Brúnni
noyddist at fara frá av sín-
um eintingum, meðan málið
varð kannað. Løgmaður
hevði lovað honum at seta
ein kanningarstjóra, men
setti kortini ongan. Í staðin
skuldi
landsstýrismála-
nevndin seta ein kanning-
arstjóra.
Men
landsstýrismála-
nevndin metti tað ikki vera
neyðugt við nøkrum kann-
ingarstjóra. Fyri hana var
málið avgreitt.
Næsta stig var so, at 13
samgongulimir í løgtingin-
um skuldu heita á løgtings-
formannin um at seta ein
kanningarstjóra.
Hetta
mundi miseyndast, men at
enda skrivaðu tinglimir
undir áheitanina til løgtings-
formannin. Tveir av ting-
limunum vóru úr andstøð-
uni.
Heldur fram við
politikkinum
Hóast Signar á Brúnni
Vrakaður av
sínum egnu
Signar á Brúnni kennir seg settan til viks av sínum egnu,
nú Tjóðveldisflokkurin hevur valt annan landsstýrismann
JOHN JOHANNESSEN
Tórbjørn Jacobsen varð
valdur
sum
nýggjur
landsstýrismaður í undir-
vísingar- og mentamál-
um, tí Tjóðveldisflokk-
urin ikki longur metti tað
vera nøktandi, at Høgni
Hoydal skuldi halda fram
at umsita hesi málsøki
umframt síni egnu.
Hetta ger formaður
Tjóðveldisfloksins,
Høgni Hoydal greitt.
Høgni Hoydal vísir á,
at tað komandi tíðina er
nógv arbeiði, ið skal ger-
ast, bæði í sjálvstýrismá-
lum og í Undirvísingar-
og Mentamálastýrinum.
Tí hevði ikki borið til hjá
honum at røkt sínar
skyldur til fulnar.
Tá kanningin av Sign-
ari á Brúnni áður er drigin
út, metti Tjóðveldisflokk-
urin tað ikki vera ráðiligt
at rokna við, at hon fer at
koma um fáar vikur, ein
og lovað. Tí valdi flokk-
urin nú at heita á løgmann
um at seta Tórbjørn Ja-
cobsen
sum
nýggjan
landsstýrismann.
Tjóðveldisflokkurin
hevur áður lovað Signari
á Brúnni, at hann skuldi
koma afur í sessin sum
Hóast Signar á Brúnni kennir seg illa viðfarnan av
sínum egnu, fer hann at halda fram at arbeiða fyri
politikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum
kennir seg illa viðfarnan av
sínum egnu, fer hann at
halda fram at arbeiða fyri
politikkinum hjá Tjóðveld-
isflokkinum. At fáa full-
veldi er eitt av hjartamál-
unum hjá Signari á Brúnni,
og hesum ætlar hann sær at
virka fyri av fullum hjarta
framyvir.
Signar á Brúnni dugir
kortini ikki at siga, um við-
ferðin, hann hevur fingið,
fer at ávirka samstarv hans-
ara við hinar løgtingslim-
irnar í Tjóðveldisflokkin-
um.
Fyrrverandi landsstýris-
maðurin vil ikki gera við-
merkingar til, hvussu hann
metir, at nýggi landsstýris-
maðurin fer at klára seg í
sessinum.
Neyðugt at seta
landsstýris-
mannin nú
Í longdini var tað ikki nøktandi, at
Høgni Hoydal umsat undirvísing-
ar- og mentamál umframt síni
egnu málsøki. Tí valdi Tjóðveldis-
flokkurin, at Tórbjørn Jacobsen
skuldi gerast nýggjur landsstýris-
maður
landsstýrismaður, tá ein
kanningin hevði reinsað
hann. Men flokkurin met-
ir rætt og slætt, at tað nú
ikki ber til at bíða eftir
úrslitinum av kanningini.
Høgni Hoydal sigur, at
avgerðin er væl og virði-
liga viðgjørd í flokkinum,
og tí væntar hann ikki, at
samstarvstrupulleikar
fara at standast av henni.
Formaðurin í Tjóðveld-
isflokkinum metir tað
sum eina stóra avgerð, tá
Signar á Brúnni valdi at
fara frá fyri at vísa fyri-
dømi, og hann er vísur í,
at kanningin fer at reinsa
hann.
Fleiri viðmerkingar vil
Høgni Hoydal ikki gera
til avgerðina.
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 130 - 11. juli 2000
Nr. 130 - 11. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Barsskor maskinskaða
Síðani fríggjadagin hevur Alpha Pilot røkt siglingina millum Klaksvík og
Kalsoynna
EYÐUN KLAKSTEIN
Fyrrapartin
fríggjadagin
fekk Barsskor maskinskaða
undir einum túri til Kals-
oynna, og síðani hevur
strandfaraskipið ligið við
bryggju í Klaksvík.
Neyðugt var at sleipa
Barsskor aftur til Klaksvík-
ar, og tað órógvaði sigling-
ina millum Kalsoynna og
Klaksvík nakað fríggjadag-
in.
Men nú røkir Aplha Pilot
hjá Torleifi Sigurðsson sigl-
ingina millum Klaksvík og
Kalsoynna, og tað fer bát-
urin at gera, til Barsskor er
umvældur. Barsskor liggur
nú á bedingini í Klaksvík,
har menn kannað brekið.
Ternan I sigldi eisini
Stórt hátíðarhald var annars
á Syðradali um vikuskiftið,
tí ein nýggjur minnisvarði
varð avdúkaður. Hesum
hevði Strandferðslan tó tik-
ið hædd fyri framman-
undan, og Ternan I - við
Sámali Peturi í Grund á
brúnni - sigldi nakrar túrar
millum Lorvík, Kalsoynna
og Klaksvík leygardagin.
Barsskor, sum varð bygd-
ur í 1929, tekur 50 ferða-
fólk, meðan Alpha Pilot bert
tekur helmingin. Strand-
ferðslan heldur tó ikki, at
hetta er nakar trupulleiki, tí
Alpha Pilot siglir væl skjót-
ari enn Barsskor, og tí ber
til at gera eykatúrar, um tað
verður neyðugt.
Sambært ferðaætlanini
brúkar Barsskor 20 minuttir
úr Klaksvík og til Syðradal.
Alpha Pilot siglir teinin upp
á eitt korter. Tað eru millum
tveir og fýra túrar millum
Klaksvík og Kalsoynna
hvønn dag.
EYÐUN KLAKSTEIN
Landsstýrið ger nú land-
gongd á internetinum, tá tað
snýr seg um grindadráp.
Millum tær mongu heim-
asíðurnar um vinnumál,
fullveldi og mentamál,
verður nú umsíðir ein síða
um grindadráp at finna.
- Internetið skuldi fyri
langari tíð síðani verið tikið
í nýtslu í hesum málinum,
men tað hevur strandað upp
á arbeiðsorku, sigur Kate
Sanderson, fulltrúi á Løg-
mansskrivstovuni.
Hon sendi í gjár út tíð-
indabræv til miðlar og fólk
í Føroyum og útlandinum
um, at landsstýrið nú kunn-
ar um grindadráp á internet-
inum, har milliónir av fólk-
um kring allan heim hvønn
dag leitað eftir upplýsing-
um.
- Hetta verður eingin síða
við propaganda, men ein
síða við vanligari kunning
um grindadráp, sigur hon.
Sjálvandi internet
At Paul Watson nú er í Før-
oyum hevur skundað undir
arbeiðið at gera grindasíð-
una á internetinum, og Kate
Sanderson sigur, at talan er
um eina fyribilssíðu, sum
nú er løgd út á netið.
- Í løtuni er tað mesta
tekstur, sum liggur úti, men
Bróta nú tøgnina
á internetinum
Landsstýrið fer nú taka internetið í brúk fyri at kunna fólk um grindadráp
vit ætla at leggja myndir og
annað út eisini, sigur hon.
- Tað er rættiliga upplagt
at brúka internetið til at
kunna um grindadráp, tí
fólk í útlandinum kunna á
tann hátt sleppa lætt og
skjótt fram at upplýsingum
um grindadráp. Trupulleik-
in við internetinum er tó, at
tað er ein passivur miðil, og
tí mugu vit kunna fólk um,
at vit kunna um grindadráp
á netinum, sigur Kate Sand-
EYÐUN KLAKSTEIN
Mentanarhúsið Atlantis í
Klaksvík hevur síðani
umvælingina í 1997 ligið
tungt í sjónum, hóast tað
ongantíð
rættiliga
er
sokkið,
soleiðis
sum
oyggin, sum tað er upp-
kallað eftir, gjørdi á sinni.
Men nú ætlar Klaks-
víkar býráð, at ein loysn
skal finnast á fíggjarligu
trupulleikunum hjá At-
lantis, og at húsið skal fá-
ast at virka betur aftur.
Raksturin og virksem-
ið í húsinum hevur verið
tyngt av stórari skuld,
sum millum annað hevði
við sær, at biografvirk-
semið í húsinum mátti
steðga, og at tað ikki bar
til at halda fram við einum
fulltíðarleiðara í húsinum.
Seinastu tvey árini
hava onkur hissini ment-
anartiltøk verið í húsin-
um, men tað hevur fyri
tað mesta verið Klaksvík-
ar Sjónleikarfelag, sum
hevur brúkt húsið.
Endalig loysn skal
finnast
Klaksvíkar býráð sam-
tykti á fundi hóskvøldið
uppskotið, sum mentanar-
nevndin og umsitingin hjá
Klaksvíkar
kommunu
høvdu snikkað saman.
Hetta uppskotið legg-
ur nú upp til eina varðandi
loysn á fíggjarligu trupul-
leikunum hjá Atlantis.
Ein nýggjur sjálvs-
ognarstovnur skal nú
yvirtaka og reka Atlantis,
og ein trímannanevnd
skal veljast fyri hendan
stovn. Í hesa nevnd skal
býráðsformaður velja ein
lim, Klaksvíkar Sjónleik-
arfelag ein lim og Norð-
oya
Sparikassi,
sum
hevur
fíggjað
umbyggingina
av
Atlantis, skal velja ein
lim.
Ætlanin er so, at
nevndin skal seta ein dag-
ligan leiðara í Atlantis, og
nevndin fær eisini til
uppgávu, at finna eina
loysn á fíggjarligu trup-
ulleikunum. Í løtuni er
skuldin í Atlantis 1,9
milliónir krónur, og hend-
an skuldin tyngir rakst-
urin av húsinum.
- Nú er tað upp til
sjálvsognarstovnin at fáa
Atlantis at virka aftur sum
eitt veruligt mentanarhús,
og eg eri vísur í, at hetta
er rætta loysin, sigur
Jógvan Lutzen, formaður
í mentanarnevndini hjá
Klaksvíkar býráði.
- Ætlanin var upp-
runaliga, at tað umbygda
Atlantis skuldi verða eitt
mentanarhús, men húsið
hevur ikki livað upp til
hetta endamál higartil. Nú
má tað fáast at virka, og
tað sum skjótast, sigur
Jógvan Lutzen.
Hann dugir ikki at
siga, nær nevndin fyri
sjálvsognarstovnin verður
vald og fer at virka, men
hann vónar, at hetta
verður gjørt sum skjótast.
Sjálvsognar-
stovnur skal
reka Atlantis
Klaksvíkar býráð samtykti
hósdagin, at ein nýggjur
sjálvsognarstovnur skal yvirtaka
og reka mentanarhúsið Atlantis
erson.
Felagsskapurin hjá Paul
Watson, Sea Shepherd, nýt-
ir eisini internetið í sínum
átaki ímóti føroyska grind-
adrápinum.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo