mánadagur 21. mars 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM:
Glað, hjálpsom, positiv
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Havi ikki bil, koyri við bussi
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Iphone
HVØR ER TÍN BESTA
SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?
Uha, eg havi haft nógvar góðar summarferiur,
men túrurin til Barcelona við allari familjuni, vóru
19 í tali, er heilt sikkurt ein av teimum
HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING
NÝTIR TÚ OFTAST?
»Ja akkurát«
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Sjarmu, eitt fitt smíl og ein positiv útstráling hevur nógv at siga
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tá veðrið er gott og eri saman við vinum og familju
HVAT STRESSAR TEG?
Tá alt ikki gongur, sum eg vil hava tað at ganga
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Uttan iva ræstur fiskur
HVAT GLEÐIR TEG?
Tá tey, sum eg eri saman við, eru glað og væl nøgd
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
At eg fekk míni egnu hús
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Sum kokkur í kantinuni á Føroya Tele
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN
JÚST HESA VINNU ELLA ØKI?
Eg minnist, tá eg sum smágenta sat á borðinum við
síðuna av komfýrinum og hjálpti pápa mínum at gera
mat, og so dámar mær væl at arbeiða við fólki
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Tað hava verið nógvar stuttligar løtur gjøgnum ár og dag,
dugi ikki heilt at koma í tankar um nakra ávísa beint nú
HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR?
Beint nú er tað Eivør, hon er heilt fantastisk
HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Uppvaskimaskinan. Hon sparur mær nógva tíð hvønn
dag, tí eg ikki skal vaska alt upp við hond ;)
HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT?
Tað má vera húsakeypið
HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ?
Slappa av, óruddið fer ongan veg ;)
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei, men kundi hugsað mær at fingið mær hønur
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN EINA MILLIÓN?
Heilt sikkurt biðið farloyvi frá arbeiðnum og
farið roadtrip til USA í nakrar mánaðir
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Goldið lánið á húsinum út og keypt mær eitt vínslott í Fraklandi
HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ?
Tryggleiki at hava børn, sum bara kunnu fara út at spæla, uttan
at man skal halda eyga við teimum alla tíðina og vera bangin
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Allarhelst í Føroyum :)
Rannvá Lamhauge Beder
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
Eg minnist, tá eg
sum smágenta sat á
borðinum við síðuna
av komfýrinum og
hjálpti pápa mínum
at gera mat
Trygt
hjá børnum
í Føroyum