mánadagur 21. mars 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
7
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Wenzel Mannfólkarenning
9. apríl 2016
Á www.hvirlan.fo ella á www.fif.fo har
gjaldast skal online. Tilmeldingin er
galdandi, tá goldið er.
Tilmelding kann eisini fara fram á staðnum
frá klokkan 11.00 til 13.00
Leygardagin 9.apríl.
Tilmelding
Wenzel og Hvirlan skipa fyri
mannfólkarenning tann 9. apríl.
Vit halda til, eins og í fjør, úti við Sandá,
so runnið verður í kallmansligum
umhvørvi. Talan er bæði um kapping fyri
lið og einstaklingar.
Vit byrja klokkan 13.00 frá verkstaðnum hjá Wenzel.
Tá ið komið verður oman á Sandagerð, verða onkrar
forðingar. Tiltakið er fyri menn í øllum aldri.
Bólkar:
Ungir Menn: (f. 1971 ella seinni)
Vaksnir Menn:(f.1961-1970)
Royndir Menn: (f.1960 ella fyrr)
Liðkapping: 3 luttakarar á hvørjum liði.
Tá komið er á mál verður okkurt gott at eta og
drekka. Lutakast verður um fylgjandi vinningar.
Vinningar :
Startnummar
Tit fáa eitt persónligt startnummar
útleverað millum klokkan 11.00 og
13.00 hjá P/F Wenzel leygardagin
9.apríl.
Kostnaður : 100 kr
1. Nax, upplivingar: Kajaktúrur
fyri 10 persónar.
Virðið 6.000 kr. (www.nax.fo)
2. GPS’ari frá p/f Wenzel.
Virðið 1.500 kr.
(www.wenzel.fo)
Starvslæra – ein
spennandi tíð
Til allar norðingar: Í dag eru ogur á gongugøtuni í Havn, plagar at ljóma úr lurtitólinum onkrar fríggjadagar
Hilda Mortensen, starvsnæmingur
T
að er føst siðvenja, at 9. floksnæm
ingar fara út at royna seg á ymsum
virkjum og fyritøkum. Fáa ein smakk
av, hvussu arbeiðið er og hvat krevst av
einum vaksnum. Fyri summi er hetta
teirra fyrsta arbeiðsroynd, og er tí ein
sera spennandi tíð. Starvsnæmingarnir
seta sær spurningin:
»Er hetta mín lívsleið?«
Starvsnæmingarnir traðka inn í eina
nýggjan heim, har ábyrgd og álit verður
lagt á herðar teirra. Teir vera í tvær vikur
ein partur av starvinum, og síggja og upp-
liva starvið frá einum innanhýsis sjónar
horni.
Í tí sambandi havi eg tosað við tríggir
ymiskir starvsnæmingar.
Brandbilurin var mítt val
Tað er kanska ikki tað vanligasta valið at velja
sløkkiliðið hjá eina gentu úr 9. Flokki, men tá
ið hugurin er har, er bara at kasta seg í tað.
Hóast tað ikki hevur verið nakar
útrykningur enn, sigur Maria Othamar, at
arbeiðið er bæði spennandi, stuttligt og
avbjóðandi.
Vit kenna helst øll sløkkiliðið fyri eina
uppgávu: at sløkkja eld. Men Maria sigur, at
tað er so nógv meira.
Uppgávurnar hjá Sløkkiliðinum eru
mangar í tali. T. d. at hjálpa uppsteðgaðum
bilum, flyta ymiskt krevjandi, leita eftir
burturmistum fólki, reinsa kaminur ella
steðga oljulekum.
– Arbeiðið er áhugavert og stuttligt, men
samstundis sera hart og krevjandi. Tað er eitt
strævið arbeiði, ið á ongan hátt skal takast fyri givið, heldur Maria.
Arbeiðsdagurin hjá Mariu er eins og hjá øllum hinum brandmonnunum. Hon luttekur í øllum
teimum vanligu uppgávunum hjá teimum og arbeiðir frá 8-16.
– Sløkkiliðið er til reiðar dag og nátt at hjálpa fólki. Eitt nútímans samfelag uttan tað, hevði
als ikki fungerað, endar Maria Othamar við í samrøðuni við in.fo.
Læknavísindi hevur
fangað mín áhuga
Vitjan av ymsu deildunum er partur av
dagsskránni hjá Evu Justinussen. Hon
og tvær aðrar gentur, ið eisini eru á
Landssjúkrahúsinum í starvslæru, hava
upplivað og lært um tær ymsu deildirnar.
– Sjúkrahúsið er nógvar ferðir størri enn
tað, ein heldur, akkurát sum ein villiniborg.
Vit mugu øll ganga við skeltum fyri at halda
skil á, hvør er hvør, men starvsfólkini hava
tikið avbera væl ímóti okkum, sigur Eva
smílandi.
Arbeiðstíðin hjá Evu er sera skiftandi.
Onkuntíð møtir hon kl 07 og onkutíð 09:30.
– Arbeiðið er sera skiftandi, og tískilt
spennandi, avbjóðandi og stuttligt. Vit læra
um ymsar sjúkur og bakteriur, og vit hava eitt sera læruríkt tíðarskeið her úti á LS.
Tað var ikki uttan orsøk, at Eva valdi at fara út á Landssjúkrahúsið í starvslæru. Hon er
áhugað í at gerast lækni og læknavísindi hava veruliga fangað hennara áhuga. Og eftir nakrar
fáar dagar á sjúkrahúsverkinum er hon komin til niðurstøðuna at hetta er nakað, ið væl kundi
gerast hennara lívsyrki.
Kaffikoppurin á borðið,
smílið fest á varrunum
Lokkandi hitin og vælkendi lukturin av
nýbakaðum køkum og nýmalnum kaffi er eitt
eyðkenni hjá Kaffihúsinum. Og Kaffihúsið er
staðið, har 15 ára gamli David Thomassen
starvast hesar tvær vikurnar.
– Gerandisdagurin bjóðar ymisk arbeiði.
Tað kann t.d. vera at vaska upp, taka av
borðinum, servera og taka bíleggingar frá
kundunum, sigur David.
Arbeiðið í Kaffihúsinum er spennandi
og hevur nógv tíðartrýst. Men David trívist
væl við, at tað altíð er okkurt at gera. Tað,
sum eyðkennir arbeiðið er felagsskapurin
og samanhaldið, ið krevst, um kaféin skal
ganga upp í eina hægri eind, har alt bara
koyrir.
– Søgan er ein onnur aftan fyri diskin, tí har er altíð nógv, ið skal náast. Fólk skilja tað ikki
fyrr enn tey hava roynt tað sjálvi, heldur David.
Áhugin hjá David liggur í matgerð og bakstri, og tí valdi hann júst hetta arbeiðið. David sær
Kaffihúsið sum eitt millumstig, har hann hevði tímað at arbeitt í 1-2 ár, áðrenn hann fór undir
hægri lesna.
– Tað mær dámar best, er at hitta nýggj fólk hvønn dag, og tað er hetta arbeiðið
sjálvskrivað til, endar David.