Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 21. MARS 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Vágar Vilmund Jacobsen S ørvágs kommuna er ikki nøk­ur lítil kommuna í vavi. Komm­un­an røkkur heilt úr Sjatlá í Vatns­ oyrum í eystri til Mykineshólm í vestri. Gásadalur við sínum vakra og kenda Múlafossi er partur av kommununi, og tað er vakri Bøur við sínum ikki minni vakra útsýni yvir Tindhólm og Gáshólm eisini. Helvtin av Sørvágsvatni er eisini partur av Sørvágs kommunu. Borgarstjóri í Sørvágs kommunu er Sune Jacobsen. Hann hevur nógv at fegnast um, og nú nýggjastu tølini eru komin yvir gongdina í fólkatalinum í Føroyum, er hann ikki minni fegin. – Hin 1. februar í 2015 vóru vit 1.079 fólk í kommununi, og eitt ár seinni - hin 1. februar í ár - vóru vit 1.115 fólk. Hetta er ein vøkstur í tali á heili 36 fólk, sum svarar til 3,3 prosent. Eingin onnur kommuna í Føroyum, ei heldur Tórshavnar komm­ una, kann vísa á ein so stóran vøkstur í fólkatalinum, sum Sørvágs kommuna hevur havt hetta seinasta árið. Summarhúsøki Tað hendir nógv í Sørvágs kommunu, bæði vinnuliga, ítróttarliga og innan skúla og mentan, sum vit fara at venda aftur til í hesi grein. – Eisini í ferðavinnuhøpi er gongd í, og her hevur kommunan lagt út summarhúsøki í smáu perlunum – bygdunum – í kommununi. – Vit hava fingið eina byggisamtykt fyri summarhúsøki eystan fyri bygd­ina í Bø. Hetta er ein stór og spenn­andi verkætlan, sum rúmar fleiri summar- húsum, og her eru øll loyvi komin upp á pláss. Tað er Tróndur Niclasen í Bø, sum eigur hesa verkætlan. Sune Jacobsen sigur, at summar- húsøki eisini eru skipað í Gásadali og í Mykinesi, og í prinsippinum kunnu summarhús longu nú byggjast á øllum hesum trimum økjum. ­– Teir, sum eiga hesi øki, kunnu bæði byggja sjálvir – og/ ella selja burt­ur av til onnur at byggja á, men her skal so kommunan geva sína góð­ kenning. Fleiri ferðamál Borgarstjórin vísir á, at Mykines er eitt forkunnugt ferðamál, og Tindhólmur er líka sum eitt alternativ til Mykines, har ein veitari, sum hevur bátar til ferða­vinnusigling, hevur loyvi at fara við ferðafólki undir skipaðum viður­ skiftum. Gásadalur við sínum vakra Múlafossi, ið er at síggja á mongum ferðavinnusíðum, er eisini vorðið eitt attraktivt ferðamál. – Tann umtala, sum Múlafossur í Gásadali hevur fingið, hevur av álvara vakt ans, eins og náttúran úr Bø og yvir móti Tindhólmi fellur mongum í eyguni. Í summarhálvuni síggja vit javn­an, at fólk, sum ferðast um flog­ vøll­in, fara út til Bíggjar at síggja bygd­ina og vakra umhvørvið yvir móti Tind­hólmi. Tey eru eisini mong, sum vilja síggja Múlafoss og sermerktu fjøll­ini úr Gásadali. Sune Jacobsen vísir á, at nógvir útlendingar eru av teirri áskoðan, at hevur tú ikki verið í Mykinesi, hevur tú ikki verið í Føroyum. – Ferðafólki dámar eisini væl at sigla fram við Sørvágsbjørgunum og sigla inn í Munkastovu, ið er eitt stórt látur. Hetta er ein fantastiskur túrur, leggur hann aftrat. Fríøki og spælipláss Men, hvat hendir so í Sørvági beint nú? kunnu vit spyrja. – Jú, her hendir nógv, og her er hent nógv í fleiri ár. Í bygdini eru gjørd­ar nógvar vakrar laðingar og fríðk­ingar, og vit hava lagt nógva orku í at fríðka um. Borgarstjórin vísir á, at upp­hædd­ ir­nar, ið kommunan setir av til fríðkan og kloakkir, ofta tríva inn í hvørja aðra, eitt nú við grótlaðingum við áar­bakkarnar í stóru áunum í bygdini. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at finna eitt øki, har fólk kunnu savnast, og har lívd er. – Stakka liggur í miðbygdini, og tað hevur eydnast kommununi at keypa havan hjá grannanum norðanfyri. Øk­ið á Stakka er ætlað sum ein gáva til borgararnar, nú kommunan hevur hildið sín 100 ára dag sum sjálv­ støðug kommuna. – Fríøkið á Stakka er ætlað til hugna, samveru og samkomur, ung sum eldri. Havin hevur spælipláss, sum er ætlað børnum og sum sam­ veru­staður hjá børnum saman við for­ eldrum. Økini verða bundin saman við gøt­um, og stórur dentur verður lagdur á, at økini bæði – fríøkið og spæli­ pláss­ið – kunnu virka saman og hvør sær, leggur hann aftrat. Skúlaviðurskifti Sørvágur hevur nýggjan musikkskúla, og í fleiri ár hevur verið arbeitt við stigvíst at dagføra fólkaskúlan og fram­haldsskúlan í bygdini. – Vit hava gjørt nógv við skúlan, Tað hendir nógv í Sørvágs kommunu, og líkt er til, at hetta ber ávøkstur, nú kommunan eftir einum ári er vaksin við 3,3 prosentum í fólkatali. Vikublaðið hevur skift orð við borgarstjóran, Suna Jacobsen Sørvágur veksur mest í Føroyum Í Sørvági hevur nógv verið gjørt við at fríðka, og her á Stakka verður bæði spælipláss og fríøki Mynd: Vilmund Jacobsen