mánadagur 21. mars 2016síða 47
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
15
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
og hetta arbeiðið byrjaði longu í 2008
við gamla skúla, og í 2013 brúktu vit
størsta partin av játtanini til skúlan.
Leypandi eru undirvísingararboðini í
skúlanum eisini vorðin dagførd.
Borgarstjórin vísir á, at næsta stigið
innan dagføring av skúlanum verður
boðið út í næstum. Her er talan um
tað, tey rópa nýggja skúlan, bygdur í
1989, sum hongur uppi í svimjihøllini.
Vindeyguni í hesum partinum hava
likið meira ella minni síðan byrjan.
Fakfólk halda einasti røttu loysnina
vera at taka takvindeyguni burtur og
føra framsíðuna út ájavnt við niðaru
hæddina.
– Vit halda tað ikki geva nakra
meining at pjøssa upp á vindeygu og
tekju og hava tí gjørt av at fremja eina
veruliga dagføring av niðarulon. Við
at føra ovaru hæddina út ájavnt við
niðaru hæddina og hækka bygningin,
fáa vit heilt onnur rúm í ovara parti av
bygninginum.
Sune Jacobsen vísir á, at Sørvágur
fyri stívliga tveimum árum síðan fekk
spildurnýggja tannlæknastovu, sum er
inni í skúlanum. Hin gamla varð brotin
niður, og nýggj er bygd uppaftur.
– Vit droyma eisini um eina dupulta
fimleikarhøll í skúlanum. Sørvágur er
eisini flogbóltsbygd, og tá hevði ein
størri fimleikarhøll komið væl við. Um
inntøkurnar halda, og tað ikki verða
tær stóru broytingarnar, meti eg,
at vit kunnu seta fimleikarhøllina á
dagskrá í næsta valskeiði.
Stórt ídnaðarøki
Tað eru ikki nógvar bygdir, ið hava so
stórt ídnaðarøki, sum Sørvágur hevur
á Hálsi, niðan av flogvøllinum.
– Vit byrjaðu at planera hetta øki í
2006. Síðan eru nakrir vinnubygningar
bygdir á økinum, men her er ríkiligt
av plássi til nógvar aftrat. Her er
púrasta klárt at biðja um grundstykki,
og her er planerað og klárt at reisa
vinnubygningar. Ein av bygningunum
á Hálsi eigur Vága Bjargingarfelag,
og her leiga vit okkum inn við brand
støðini, sum soleiðis húsast undir
góðum umstøðum.
Sune Jacobsen sigur, at ein annar
bygningur á vinnuøkinum er høllin
hjá Kristiani Olsen. Henda er 600 fer
metrar stór, og umframt at høllin skal
rúma virkseminum hjá fyritøkuni, skal
ein partur eisini leigast út.
– Her kemur eisini ein bilaverkstað
ur at húsast, eins og Akstovan kemur
at hava síni egnu høli, har vágafólk
aftur kunnu fáa sínar bilar sýnaðar. Í
løtuni verður gjørt klárt til at asfaltera
kring bygningin hjá Kristiani Olsen.
Borgarstjórin sigur, at økið á Hálsi
er soleiðis skipað, at tey tyngru ting
ini líka sum halda til í ovara parti av
økinum, og tey meira fínaru, ið eitt
nú kunnu snúgva seg um handil, eru
oman móti vegnum.
– Her er pláss fyri allari vinnu, eis
ini handilsvinnu, leggur Sune Jacobsen
aftrat.
Allar basistænastur
Í Sørvági er nútímans barnagarður, har
ivaleyst er at plássi. Arbeitt verður við
at dagføra ellisheimið á Sýnini, sum
verður liðugt við endan av hesum árin
um, og í bygdini er góður og dagførdur
skúli.
– Vit hava allar basistænastur í
kommununi, sigur borgarstjórin.
Hann fegnast eisini um ríka
ítróttar- og mentanarlívið, sum livir
í kommununi, og hann fegnast eisini
um, at ítróttarhúsið hjá 07 Vestur nú
er komið undir land.
– Vit hava fíggjað ein stóran part
av ítróttarhúsinum, og síðan hevur
Fótbóltsamband Føroya eisini hjálpt
til.
Sune Jacobsen sigur, at niðri við
havnalagið skal gamla træbryggjan
gerast av nýggjum, og hetta arbeiði
verður útboðið í næstum.
vilmund@sosialurin.fo
Sørvágur eigur eitt stórt
ídnaðarøki á Hálsi, og her
eru nógvir møguleikar
hjá vinnufyritøkum
- av ymiskum slag
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stóra og snotuliga felagshúsið hjá 07 Vestur er komið undir land
Mynd: Vilmund Jacobsen
Træbryggjan í Sørvági skal gerast av nýggjum
Mynd: Vilmund Jacobsen