mánadagur 21. mars 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Vilmund Jacobsen
V
ága kommuna, sum fevnir um
Sandavág, Miðvág og Vatns
oyrar, hevur seinasta árið havt
ein lítlan vøkstur í fólkatalinum.
Hin 1. februar í ár búðu 1995 fólk
í kommununi, sum er átta fólk fleiri
enn somu tíð í fjør. Hetta svarar til ein
vøkstur á 0,4 prosent.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sig
ur, at kommunan í løtuni arbeiðir við at
útvega nýggj byggiøki í øllum bygdum
í kommununi. Nøkur grundstykki eru
tøk, men borgarstjórin heldur tað
vera umráðandi, at fólk, sum hugsa
um nýbygging, hava eitt ávíst úrval av
grundstykkjum at velja ímillum.
– Eftir at vit fingu fast samband
við meginøkið við undirsjóvartunli,
valdu nógv at byggja – ikki minst í
nýggja býlinginum í Sandavági, men
eisini í Miðvági eru fleiri nýggj sethús
bygd. Men, vit hava kanska ikki verið
nóg klár við nýggjum útstykkingum,
ásannar borgarstjórin.
Rósa Samuelsen sigur, at hetta er
Vága kommuna í holt við nú.
Í Sandavági verður arbeitt við
nýggjari útstykking við Stóraklett.
Í Vatnsoyrum verður gjørt klárt til
nøkur grundstykki, og í Miðvági verður
eisini arbeitt við útstykking á Heiðum.
Nýggju útstykkingarnar
Borgarstjórin sigur, at nýggja útstykk-
ingin í Sandavági, haðani komandi er
beinleiðis inn á økið av landsvegnum
í erva, væntandi verður boðin út um
hálvan apríl.
– Her verða í fyrsta lagi 11 støk
grundstykki við plássi fyri nøkrum
stykkjum aftrat. Harumframt verða
møguleikar á økinum fyri bygging av
leiguíbúðum.
Rósa Samuelsen sigur, at í Vatns
oyrum, har eingin sethúsabygging
hevur verið í fleiri ár, verður byrjað við
fýra grundstykkjum. Men, vísir tað seg,
at áhugi verður, kunnu grundstykkini í
Vatnsoyrum saktans gerast eini 20 í
tali.
– Vit arbeiða eisini við einari
útstykking norðuri á Heiðum í Mið
vági. Hetta er í leingjan av verandi út
stykking. Í fjør vóru fýra grundstykki
klár at selja, og í ár verður gjørt klárt
til seks grundstykki her aftrat.
Borgarstjórin sigur, at fermetra
prísurin á nýggju grundstykkjunum
verður 200 krónur.
– Prísurin fyri verandi grundstykki
er 100 krónur fyri fermeturin og tey
stykki, sum enn liggja óseld av hesum,
verða eisini seld fyri 100 krónur fyri
fermeturin.
Rósa Samuelsen leggur aftrat, at
grundstykkini, sum Vága kommuna
útvegar, verða ikki seld útgrivin og
planerað – ella byggibúgvin, sum tað
verður rópt - men vegur og allar íbind
ingar liggja til stykkini, og hetta er við
í prísinum.
Tvær byggisamtyktir
Borgarstjórin í Vága kommunu ásann
ar, at ein stórur partur av arbeið
num hetta valskeiðið hevur verið at
gjøgnumføra kommunusamanlegg
ingina.
– Hetta er annað valskeiðið síðan
samanleggingina, og eg haldi, at tað
hevur gingið óføra væl, tó at vit hava
staðið yvir fyri stórum uppgávum og
avbjóðingum, eitt nú við bygging av
nýggjum og nútímans skúla á Gilja
nesi.
Rósa Samuelsen vísir á, at tað
eru tvær byggisamtyktir galdandi í
samanløgdu kommununi.
– Arbeitt verður nú við at gera
eina samtykt, sum fevnir um alla
kommununa, eins og arbeitt verður
við langtíðar bygdaplani. Tað er um
ráðandi, at fólk, sum eitt nú eru
burtur í lestrarørindum, vita, hvussu
kommunan fer at síggja út um fimm
ella tíggju ár.
Borgarstjórin heldur tað vera
náttúrligt, at ungdómur og fólk ann
ars, sum hava tilknýti til Vágar, men
sum kanska eru burturi í nøkur ár, vita,
hvat tey hava at koma aftur til.
Hava nógv at bjóða
Rósa Samuelsen er onga løtu í iva um,
at Vága kommuna hevur eina fantast
iska barnaansing, sum er fyribyrgjandi
og inkluderandi, sum hon rópar tað, ein
góðan, nútímans og áhugaverdan skúla
og eitt dygdargott og frameftirrættað
eldraøkið. Dagtilhaldið er flutt niðan í
barnagarðin, og í skúlanum er eldra
fimleikur.
– Vit hava eisini eitt ógvuliga ríkt
– Vit hava eitt ógvuliga ríkt ítróttarlív
við eitt nú flogbólti, hondbólti, fótbólti,
rógving, badminton og talvi, og
burtur úr hesum ítróttarvirksemi eru
komin bæði føroyameistaraskap og
heimsmeistaraskap í innandurarógving.
Heiðurin eiga ótroyttiligar eldsálir og
hugagóð og ágrýtin ítróttarfólk. Sama er
galdandi, tá ræður um samkomuvirksemi,
sigur borgarstjórin, Rósa Samuelsen
Nógv er á skránni
í Vága kommunu
Lovisa Petersen Glerfoss, sum er útbúgvin bygningsverkfrøðingur, er tekniskur leiðari hjá
Vága kommunu. Hetta er fyrsta skeiðið hjá Rósu Samuelse, sum borgarstjóri í Vága kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Her fær Vága kommuna í næstum eina mini-rundkoyring, sum ætlandi
skal minka um ferðina, tá bilar koma oman í bygdina