mánadagur 21. mars 2016síða 49
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
17
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
ítróttarlív við eitt nú flogbólti, rógving,
hondbólti, fótbólti, badminton og
talvi, og úr hesum ítróttarvirksemi
eru komin bæði føroyameistaraskap
og heimsmeistaraskap í innandura
rógving. Slík úrslit spyrjast ikki burtur
úr ongum, men við ótroyttiligum eld
sálum og hugagóðum og ágrýtnum
ítróttarfólkum.
Borgarstjórin vísir á, at í Vága
kommunu eru tveir fótbóltsvøllir,
tríggir FIFA-sparkivøllir og ítróttar
høllin á Giljanesi.
– Á ferðavinnu- og mentanarøk
inum er eisini rættilig ferð komin á við
at savna staðarnøvn, søgu, sagnir og
skipa gongutúrar, soleiðis at hesi eru
atkomilig hjá øllum, bæði føroyingum
og útlendingum. Her er eitt rættiliga
stórt og upplýsandi arbeiði gjørt og
savnað, sum eisini verður tókt á netin
um. Lesast kann um kendar, søguligar
persónar, hús, bygdaløg og søgu og
sagnir annars, sum eru viðkomandi
fyri okkara kommunu.
Hon rósar eisini øllum teimum,
sum standa aftan fyri andaliga virk
semið í kommununi – antin tað er við
orði, sangi ella á annan hátt í kirkjum
og samkomum.
Trivnaður fyri øll
Vága kommuna arbeiðir eisini við
trivnaðarøkjum og spæliplássum, og
tá nýggjar útstykkingar verða gjørdar,
verða hesi eisini partur av nýggju økj
unum.
– Endamálið er at geva granna
løgum, bílingum og borgarum annars
umstøður at savnast. Í Sørpum í
Sandavági liggur FIFA-vøllurin sunnan
fyri býlingin, og her verður arbeitt
við at gera trivnaðarøki. Norðuri á
Heiðum í Miðvági er stórt spælipláss,
har kommunan hevur goldið fyri til
far, og síðan hava grannaløgini sjálvi
skipað økið. Í Vatnsoyrum hava vit
trivnaðarøki við eitt nú borðum og
benkrum.
Rósa Samuelsen sigur, at sjálvandi
verða trivnaðarøki ein náttúrligur
partur av nýggjum byggiøkjum, um
framt at kommunan roynir at finna
loysnir í gomlu býlingunum, har tað
kortini ikki allastaðni letur seg so væl
gera.
– Eitt annað, sum vit eisini arbeiða
við, er at gera gongugøtur, sum kunnu
binda býlingarnar saman, soleiðis at
sleppast kann undan at ganga eftir
høvuðsvegnum.
Bæði í Sandavági og Miðvági eru
viðalundir, sum eru fantastiska vakrar,
og her verður arbeitt við at víðka um
økini.
– Vit hava arbeiðsfólk, sum arbeiða
við tí grøna, og her hava vit eitt gott
samstarv við Skógrøkt Landsins, har
tvey av okkara starvsfólkum eisini
luttaka í starvsvenjing. Viðarlundir
nar eru skógarfriðaðar og liggja und
ir Skógrøkt Landsins. Bæði her við
viðarlundirnar og kring um í kommun
uni annars hava vit ítøkiligar ætlanir
um at menna tey grønu økini, eins og
vit vilja hava fleiri uppihaldsøki, sigur
Rósa Samuelsen.
Ferðslutrygdarætlan
Í Vága kommunu verður eisini arbeitt
við at fremja eina ferðslutrygdarætlan
fyri høvuðsvegin millum bygdirnar og
gjøgnum bygdirnar, har fyrsti partur
av ætlanini nú er til hoyringar.
– Vit hava eisini eina ørgrynnu av
umsóknum um vegbungur, sigur borg
arstjórin.
Rósa Samuelsen sigur, at tað er
serliga, tá nógva ferðslan kemur av
fastlandinum og oman móti Sanda
vági, at tað kann standa á trygdini.
– Her fáa vit í næstum eina mini-
rundkoyring, sum ætlandi skal minka
um ferðina, tá bilar koma oman í
bygdina. Okkara tekniski leiðari, Lovisa
Petersen Glerfoss, sum er útbúgvin
bygningsverkfrøðingur, er eisini út
búgvin ferðslutrygdargrannskoðari,
sum tað kallast. Hon er einasti føroy
ingur við hesi útbúgving og er okkum
ein hollur stuðul og góður ráðgevi í
kommununi.
Borgarstjórin vísir á, at hjá Lands
verki fyriliggur ein ferðslutrygdar
ætlan, sum varð gjørd fyri saman
leggingina í Vágum, og eitt nú er
mini-rundkoyringin í Sandavági ein
partur av hesi ætlan. Vónir vóru um,
at rundkoyringin varð gjørd í fjør, men
tá hon ikki kom í fjør, verður vónað, at
hon kemur í hesum árinum.
– Tað eru nú nøkur ár, síðan henda
ferðslutrygdarætlan varð gjørd, og tí
kundi eg hugsað mær, at hon verður
endurskoðað, sigur Rósa Samuelsen.
Súkklubreyt við landsveg
Vága kommuna hevur leingið hildið,
at ein súkklubreyt eigur at verða gjørd
fram við landsvegnum millum Sanda
vág og Giljanes, men tað finst eingin
lógarheimild at gera eina slíka breyt.
– Vit hava verið á fundi við Lands
verk, og vit hava verið á fundi við
Henrik Old, landsstýrismann, sum var
positivur.
Rósa Samuelsen sigur, at tá hetta
er landsvegur, hevði ein broyting av
lógarheimildini eisini útloyst pengar
til eina slíka súkklubreyt.
– Tað verður nógv gingið og
nógv trillað við vogni henda vegin,
men skalt tú súkkla, noyðist tú út á
landsvegin, sigur borgarstjórin í Vága
kommunu.
Í aðrari grein fer Vikublaðið at
gera burtur úr útbyggingini av kirkju
garðinum í Sandavági, eins og vit fara
at greiða frá ætlanum, sum Vága
kommuna við kirkjugarðinum í Mið
vági.
vilmund@sosialurin.fo
– Vit arbeiða eisini við einari útstykking norðuri á Heiðum
í Miðvági. Hetta er í leingjan av verandi útstykking. Í fjør
vórðu fýra grundstykki klár at selja, og í ár verður gjørt
klárt til seks grundstykki aftrat, sigur Rósa Samuelsen
– Her við Stóraklett verða í fyrsta lagi 11 støk grundstykki við
plássi fyri nøkrum stykkjum aftrat. Harumframt verða møguleikar
á økinum fyri bygging av leiguíbúðum, sigur borgarstjórin