mánadagur 21. mars 2016síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Vilmund Jacobsen
U
nicar er fyritøka í Miðvági, sum
leigar út persónbilar og mini
bussar til viðskiftafólk. Tað
eru serliga útlendingar og ikki minst
flogferðafólk, sum leiga bilarna, men
eisini ferðafólk, sum í aðrar mátar
vitja í Føroyum. Føroyingar eru eisini
raskir at leiga bilar, og fyritøkan í Mið
vági hevur úr at gera.
Fyritøkan í Miðvági hevur fleiri bilar
til leigu, og tað skal vilja ógvuliga illa
til, um tey ikki kunnu ganga viðskifta
fólki á møti, tá fyrispurningar eru um
bilaleigu.
Umframt bilaleigu, selir Unicar
eisini bæði brúktar og nýggjar bilar,
og tá Vikublaðið vitjaði fyritøkuna,
fingu vit vissu fyri, at her kunnu góð
keyp gerast.
Tey, sum dagliga starvast hjá
Unicar í Miðvági, eru Jógvan Kári í
Giljum og Jenny Svabo og tey syrgja
fyri øllum tí praktiska við bilaleigu og
bilasølu.
Eisini verkstaður
Unicar hevur eisini fyritøkuna, Vága
lakk, ið er verkstaðurin, sum eitt nú
ger tryggingarskaðar og viðlíkaheldur
egnar leigubilar og bilar, sum fyri
tøkan selir.
– Vit gera tryggingarskaðar hjá
báðum tryggingarfeløgunum, og vit
viðlíkahalda okkara egnu bilar, umf
ramt teir bilar, vit selja. Haraftrat hava
vit nøkur afturvendandi viðskiftafólk,
ið vit eisin veita tænastur fyri, tá eitt
hvørt skal gerast.
Tey, sum kundu hugsað sær at
vitað meira um virksemið og møgu-
leikarnar hjá Unicar og Vágalakk,
kunnu ringja á tlf. 544000 - ella
hyggja inn á heimasíðuna www.unicar.
fo
Unicar varð stovnað í 1992 sum
bilverkstaður og bilútleigan.
Bilaleiga og bilasøla
í Miðvági
Umframt bilaleigu, selir Unicar bæði brúktar og nýggjar bilar, og fyritøkan ger eisini tryggingarskaðar
Tey, sum vilja vita meira um virksemið og
møguleikarnar hjá Unicar og Vágalakk, kunnu
hyggja inn á heimasíðuna www.unicar.fo
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Ú
tferðirnar við Lakeside verða
gjørdar við góðum mati og
góðari tænastu innanborða,
har Ólavur Poulsen tekur sær av at
sigla og at siga frá - og konan Asta
syrgir fyri mati og teirri tænstu, sum
tey veita ferðandi.
Skoðsmálið, tey bæði fáa, er, at tey
eru tiltikin blíð og duga væl at taka
sær av teimum ferðandi.
Ólavur og Asta Poulsen eftirmeta
altíð einstøku útferðirnar og tosa um
tað, sum var gott, men eisini um tað,
sum kanska kundi verið betri.
– Soleiðis hava vit roynt at funnið
loysnir og hava gjørt nakað við tað,
um vit hildu, at okkurt skuldi verið
øðrvísi.
Geniala konseptið við Lakeside
er óbroytt, har tú undir góðum um
støðum siglir, samstundis sum tú
kanst njóta tað, tú ynskir á ferðini -
alt frá einum heitum kaffimunni við
Lakeside-køku til ein góðan døgurða
við øllum.
Á ferðini verður greitt frá ymiskum,
og hetta verður gjarna gjørt á ein
lættan og skemtiligan hátt.
Eftir hesar upplivingar verður farið
í land.
Gongutúrurin í Oyrum er sum at
vera í einum øðrum heimi - við fjøl
broyttum landslag, vatni, ljósi, litum,
skuggum og ljóði. Her verður áherðsla
løgd á at sansa og at brúka allar
sansir.
Tá hugurin reikar til náttúrukreft
irnar, sum hava myndað landslagið,
og vit síggja grótið og klettarnar, sum
brimið hevur flutt langan veg – ja,
tá kenna vit okkum smá, ógvast og
trúgva illa egnum eygum.
Hæddarpunktið
Bøsdalafossur og Geitiskorardrangur
eru hæddarpunkt á frálíku ferðini við
Lakeside.
Túrurin er sum heild lættur og
góður at ganga, og fimi og hæddar
ræðsla er eingin forðan.
– Eg taki mær serliga væl av
teimum, sum ikki hætta sær so væl.
Hinvegin ber eisini til at taka ein
part av gongutúrinum og síðan fara
umborð aftur.
Ólavur Poulsen vísir á, at veðrið
hevur lítið og einki at týða á Lakeside-
útferðini.
– Hetta er ein av styrkjunum við
hesum tilboði. Lendið er soleiðis
háttað, at um tað er illfýsi, ber væl
til at steðga á og njóta útsýnið og
frásagnir, har tað lívir.
Tá komið verður umborð aftur á
Lakeside-bátin, verður borðreitt við
ymiskum góðum, og siglitúrurin heim
aftur hevur eisini sínar upplivingar við
sær.
– Tað eru mong, sum hava gjørt
útferðina fleiri ferðir, og tað hugaliga
hjá okkum er, at ferðafólk eru ikki
minni nøgd við tær næstu útferðirnar.
Tað er ein styrki við konseptinum og
Lakeside-útferðunum, at tú saktans
kanst gera ferðina aftur – og aftur,
sigur Ólavur Poulsen.
Ein uppliving við Lakeside
Tá tú hoyrir navnið Lakeside, rennir tær til hugs, at tú hevur hoyrt ella upplivað, at útferðirnar eru
góðar og geva tær stórar upplivingar. Tað eru mong, sum hava gjørt útferðina fleiri ferðir