Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Nógv okkara eru, sum árini ganga, í vanda fyri at fáa vanligan húðkrabba, sum vit næstan við vissu kunnu lekjast fyri - áður við ljótum arrum sum sjónligum kost­ naði. Men, soleiðis er tað ikki longur, tí kollveltandi framstig eru hend innan viðgerð av húðsjúkum. Nýggj tøkni og nýggir møgu- leikar eru nú í viðgerðini av sjúkari húð og á kosmetiska økinum. Tað merkir, at inntrivini eru vorð­ in munandi meira varislig, sam­ stundis sum úrslitini eru vorðin koll­veltandi góð. Krem lekir krabba Tey á privatsjúkrahúsinum Møl­ holm í Danmark eru pionerar innan nýggjar viðgerðarhættir av hesum slag. Peter Bjerring, professari og serlækni í húðsjúkum, er drívmegin í granskingini innan nýggjar við­ gerðarhættir og at føra hesar út í lívið. Eitt eygnarívandi dømi er við- gerð av vanligum húðkrabba og viðgerð av byrjandi húðkrabba. Nýggi viðgerðarhátturin kallast ”photodynamisk terapi” (PDT), sum skjótt beinir burtur vanligan húðkrabba og byrjandi húðkrabba. Viðgerðin ger eisini húðina slætta og vakra aftur - og púrasta uttan arr. Viðgerðin snýr seg um, at eitt serstakt krem verður smurt á krabbafongdu húðina. Kremið hevur í sær eitt evni, sum verður rópt 5-ALA, sum náttúrliga finst í kroppinum og eitt nú er undanstig til ”hæmoglobin” (reyða litevnið í blóðinum). Upptaka átta ferðir Tá krem við 5-ALA verður smurt á húðina, upptaka allar húð­kykn­ urnar evnið, men byrjandi krabbi og húðkrabbakyknur upptaka evnið umleið átta ferðir so nógv sum vanligar kyknur. – Í mun til frísku kyknurnar, fylla krabbakyknurnar seg við kreminum, sigur Peter Bjerring. Professarin og serlæknin vísir á, at í kyknunum verður 5-ALA broytt til eitt evni, sum í nakrar tímar ger kyknurnar ógvuliga viðkvæmar móti ljósi - og umleið tríggjar tímar eftir, at kremið er smurt á, verður húðin viðgjørd við sjónligum ljósi. – Tá krabbakyknurnar hava upp­ tikið tað mesta av evninum, gerast tær ógvuliga viðkvæmar móti ljósi og hvørva síðan eftir umleið tveim­ um døgum. Hinvegin stendst skaði ikki á frísku kyknurnar. Eingi afturstig Peter Bjerring sigur, at eftir PDT- viðgerðina (photodynamisk terapi) fær húðin sín vanliga lit aftur, og vanliga standast eingi arr av við­ gerðini. – Fyrimunirnir við hesum slag av viðgerð eru eisini, at stór øki á kroppinum kunnu viðgerast í senn, og at ikki sjónlig undanstig av húðkrabba kunnu beinast burtur, um tey liggja í tí øki, sum viðgjørt verður. Talið av teimum, sum gerast frísk við hesi viðgerð, liggur millum 80 og 90 prosent. Professarin og serlæknin sigur, at vanliga er ein einstøk viðgerð nóg mikið, og gjarna henda ikki afturstig í eftiransingartíðini, sum er tvey ár. – Eg gleði meg, hvørja ferð ein PDT-viðgjørdur sjúklingur við húð­ krabba ella byrjandi húðkrabba fyri hiðani, leggur hann aftrat. Kelda: www.helse.dk Ein nýggj og varislig viðgerð av vanligum húðkrabba og byrjandi húðkrabba ikki bara beinir burtur skaðiligu krabbakyknurnar, men ger eisini húðina yngri og vakrari Kollveltandi viðgerð móti húðkrabba HEILSA Hvussu mong verða rakt? Fleiri enn 13.000 danir verða árliga raktir av vanligum húðkrabba, og talið er veksandi. Fleiri enn 130.000 danir liva við vanligum húðkrabba. Skilt verður ímillum basalkyknukrabba og plátukyknukrabba, har seinni nevnda krabbasjúkan er meira álvarsom og sjáldsom. Tað er eisini týdningarmikið at skilja vanligan húðkrabba frá móðurmerkjakrabba (malignt melanom) sum eisini kann raka húðina. Móðurmerkjakrabbi er eitt heilt annað slag og ein meira álvarsom krabbasjúka. Kelda: Kræftens Bekæmpelse – Tá krem við 5-ALA verður smurt á húðina, upptaka allar húðkyknurnar evnið, men byrjandi krabbi og húðkrabbakyknur upptaka evnið umleið átta ferðir so nógv sum vanligar kyknur, sigur professarin og serlæknin, Peter Bjerring Nýggi viðgerðarhátturin kallast ”photodynamisk terapi” (PDT), sum skjótt beinir burtur vanligan húðkrabba og byrjandi húðkrabba