týsdagur 22. mars 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað hevur verið tað vert!
Tað staðfestir Ólavur
Sjúrðarberg,
formaður
í
Grindamannafelagnum.
Felagið hevði aðalfund
leygardagin og tá mátti for
maðurin staðfesta, at onki er
so ringt, at tað ikki eisini er
gott fyri okkurt.
Nú í tvey summur á rað,
hevur
umhvørvisfelags
skapurin, Sea Shepherd verið
í Føroyum í eini roynd at
fáa okkum at halda uppat at
drepa grind.
– At Sea Shepherd kom
hendavegin við heimspressu
ni aftan á sær, hevur eisini
givið okkum ein sjáldsaman
møguleika, vit ikki hava havt
fyrr, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
Hann vísir á, at nú fingu
føroyingar brádliga eitt høvi,
vit kanska ongatíð hava havt
fyrr, at greiða fjølmiðlum
víða um í heimum frá um
grindadráp, sæð við okkara
eygum.
– Tað vóru eisini rættiliga
nógvir fjølmiðlar, sum vildu
sleppa
at
hoyra
okkara
sjónarmið, og vit brúktu
rættiliga nógva tíð upp á
útlendskiu
fjølmiðlarnar,
sigur Ólavur Sjúrðarberg.
– Og tað var ómakin vert,
sigur hann!
– Frá at vera við teimum,
sum mótmæla, fóru stórir
fjølmiðlar nú eisini at greiða
frá grindadrápi úr einum
føroyskum sjónarhorni – og
tað gjørdu teir sakliga.
Grind er partur av okkara
aldargomlu matmentan, tað
er ein partur av okkara virð
isgrundarlagi, og tað er ein
partur av okkara søgu um
eitt fólk, sum hevur hevur
búleikast í eini harðbalnari
náttúru.
– Viðhvørt rekur hart
á kíkin, men vit gera einki
skeivt. Vit gera ikki annað
enn tað, vit hava fullan rætt
til, nevniliga at gagnnýta
havsins ríkidømi á burðar
dyggan hátt, og vit skulu ikki
leggja nakað í, hvat sokallaðir
umhvørvisfelagsskapir gera
og siga, heldur hann.
Siðilig og rólig
Annars
hevði
Ólavur
Sjúrðarberg ikki annað enn
alt rós at bera myndugleik
um, sýslumonnum, grinda
formonnum, grindamonnum
sum heild, og føroyingum
annars í sambandi við at Sea
Shepherd var í Føroyum
– Vit stóðu saman og lótu
okkum ikki provokera. Vit
lupu ikki framav, men vóru
rólig, sinnilig og professionell
í allar mátar
Og hann heldur, at tað
er hetta, sum loysir seg í
longdini.
– Vit skulu bara taka væl
ímóti teimum, tosa við tey
og greiða teimum frá, hvat
vit havast at, og at vit hava
rætt at veiða av náttúrun
ar ríkidømi, akkurát, sum
onnur gera tað, sigur Ólavur
Sjúrðarberg.
Áki Bertholdsen
Skulu vit hava loyvi til at
selja grind, ella ikki.
Tað er ein afturvend
andi spurningur í sam
bandi við grindadráp í
Føroyum.
Tá ið verja okkum ímóti
útlendingum, hevur ein
av okkara trumfum altíð
verið, at grind er nettupp
ikki søluvøra.
Men samstundis ber til
at fara í matvøruhandlar
og síggja bæði tvøst og
spik í kølidiskunum, og tað
er eisini vanlig søluvøra á
Torginum í Vágsbotni.
Aftur á aðalfundinum
hjá Grindamannafelagn
um í ár, reisti Ólavur
Sjúrðarberg, formaður í
Grindamannafelagnum,
spurningin.
Hann vísti á, at seinastu
árini er bústaðarmynstrið í
Føroyum nógv broytt.
–
Fyrr
búðu
flestu
familjur í hvør sínum
húsum og høvdu bæði
kjallara
og
hjall.
Men
nú eru fleiri og fleiri
føroyingar farnir at búgva
í háhúsum, har tað ikki
er so høgligt at varðveita
tann gamla, serføroyska
matin.
Tí er spurningurin um vit
ikki eiga at loyva eini ávísari
sølu av grind, og eisini
av
aðrari,
serføroyskari
matvøru, spurdi hann.
Hann hevur áður fortalt
fyri okkum, at sjálvur
heldur hann, at tað slepst
ikki undan, at grind er at
fáa til keyps í handlum.
– Tá ið fólk hava fingið
sín part, avgera tey sjálvi,
hvat tey gera við hann.
Summi, eitt nú tey, sum
finna
eina
grind,
fáa
eisini so nógva grind, at
tað er nógv meiri enn til
egið brúk, heldur Sjúrður
Sjúrðarberg.
– At fara í grind, er ofta
eisini ein stórur, fíggjar
ligur missur, tí fólk leggja
arbeiðið niður, umframt at
tey brúka bensin.
Hann vísir eisini á, at
hjá summum er einasti
møguleiki at fáa fatur á
grind, at keypa hana.
Undir øllum umstøðum
verður sølan avmarkað,
tí nógv tað mesta verður
býtt í smáar partar til tey,
sum eru við í drápinum, og
til heimapartar.
Vit eru altíð klárir at merkja
eina grind, fáa vit møgu
leikan til tað.
Tað gjørdi Høgni Arn
bjarnarson,
sum
arbeiðir
á
Náttúrugripasavninum,
vart við á aðalfundinum
hjá Grindamannafelagnum
leygardagin.
Hann sigur, at í fjør varð
ein grind merkt í Fuglafirði,
og úrslitið av tí varð, at tann
sendarin, sum sendi longst,
sendi í góðar 100 dagar.
– Vit sóu sama mynstur,
sum vit hava sæð framman
undan,
at
grindin
fór
suðureftir framvið Atlants
rygginum.
– Men hesa ferð hendi so
tað, at ein av hvalunum fór
vesturum Atlantsryggin, og
tað hava vit so ikki sæð fyrr.
Høgni Arnbjarnarson sig
ur, at í hesum døgum fær
Náttúrugripasavnið nýggjar
sendarar, so tey eru altíð til
reiðar at merkja eina grind,
skuldi høvi býðst til tað
SEA SHEPHERD GAV OKKUM
EIN SJÁLDSAMAN MØGULEIKA
Nú Sea Shepherd hevur verið í Føroyum við heimspressuni í hølunum, hevur tað givið føroyingum ein
sjáldsaman møguleika. Og vit tóku av, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum
Hjá summum er ikki so lætt at fáa fatur á grind, uttan at keypa hana
– Vit tóku av møguleikanum, vitjanin hjá Sea Shepherd, gav
okkum, og tað var ómakin vert, sigur Ólavur Sjúrðarberg,
formaður í Grindamannafelagnum. Her situr hann
vinstrumegin, og skoðar ein mønustingara, saman við
Høgna Hoydal, landsstýrismanni í hvalaveiðimálum
Vit
stóðu
saman
og lótu
okkum ikki
provokera
Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GRINDAMANNAFELAGIÐ
Einasti møguleiki er at keypa Altíð klárir