týsdagur 22. mars 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
Tey, sum fáast við grind,
hava nú í ein mansaldur
vant seg við at síggja
andlitið á Jústines Olsen,
djóralækna.
Men nú skulu tey skulu
fara at venja seg við hetta
andlitið.
Eftir at hava verið djóra
lækni, og fingist nógv við
grind,
fer
kendi
djóra
læknin,
Jústines
Olsen,
nevniliga nú at leggja frá
sær.
Tað fingu tey at vita,
sum vóru á aðalfundinum
hjá Grindamannafelagnum
leygardagin.
Jústines Olsen hevur
gjørt eitt stórt arbeiðið
fyri at menna drápsháttin,
umframt at hann hevur
ferðast
runt
landið
at
kunna
grindamenn
um
grindahval. Hann hevur
eisini hildið skeið kring
landið fyri grindamonnum,
og yvirhøvur hevur hann
upplýst um grindadráp og
vart okkara sjónarmið.
Men nú hann takkar fyri
seg, hevur Fiskimálaráðið
eisini sett mannin, sum skal
taka við eftir hann.
Tað
er
djóralæknin,
Signar Petersen, sum hevur
verið djóralækni síðani í
2004.
Hann arbeiðir við hund
um, kettum, og øðrum
smádjórum, men eisini við
seyði, neytum, rossum, og
øðrum djórum.
Og nú hevur Fiskimála
ráðið heitt á hann um at
taka við eftir Jústines og
teirri
áheitanini
hevur
hann tikið av.
Men á aðalfundinum
hjá Grindamannafelagnum
ásannaði hann eisini, at
hetta var eitt nýtt virkisøki
fyri hann, so hann hevði
nógv at læra í hesum
sambandi.
– Men tað er bara at
koyra á, legði hann afturat.
Á aðalfundinum í Grinda
mannafelagnum hesa ferð
stóð ein nevndarlimur fyri
vali.
Tað var formaðurin, Ólavur
Sjúrðarberg, og hann varð ein
mælt afturvaldur.
Nevndin í Grindamanna
felagnum hevur ikki skipað
seg enn. Men í henni sita
Ólavur Sjúrðarberg úr Leir
vík, Regin Jespersen úr Sør
vági og Hans Jacob Herman
sen úr Havn.
Tiltakslimir eru Gutte
Guttesen
úr
Bø,
Hanus
Højgaard úr Havn og Elmar
Sørensen úr Hvannasundi.
Í eini grein í mánadagsblaðn
um, tosaðu vit við Hallu
Samuelsen, býráðslim í Havn,
um nýggja musikkskúlan,
sum býráðið nú hevur sam
tykt at byggja.
Halla er limur í byggi
nevndini, men av órann
sakandi orsøkum høvdu vit
gjørt hana til býráðslim fyri
Tjóðveldi.
Tað er hon sjálvandi ikki,
tí hon er, enn sum áður, bý
ráðslimur
fyri
Javnaðar
flokkin
GRINDAMANNAFELAGIÐ
Áki Bertholdsen
- Hóast úrslitið ikki er greitt
enn, haldi eg kortini, at tað
sær bara gott út.
Tað segði Høgni Arn
bjarnarson á aðalfundinum
hjá Grindamannafelagnum,
leygardagin.
Hann arbeiðir á Náttúru
gripasavninum, og hann var
við, tá ið tann stóra hvala
teljingin var síðsta summar.
Og hóast ongi úrslit eru
greið enn, er tað hansara
varisliga meting, at tað sær
gott út, sum hann málbar
seg.
Hann sigur, at veðrið var
avgjørt til vildar alla tíðina,
tey taldu hval, sum var í
tíðarskeiðnum frá mánaðar
skiftið juni, juli til síðst í
august.
- Og grind sóu vit í einum
størri øki, enn vit gjørdu
seinast vit taldu grind í 2007,
so tað boðar frá góðum, helt
hann.
Hann sigur, at tey sigldu
einar 3000 fjórðingar í einum
øki í einum landnyrðingi
úr Føroyum og í einum
øki í einum útsynningi úr
Føroyum. Og hann heldur,
at tað var positivt at síggja
grind so nógva staðni, sum
tey gjørdu.
Eitt endamál við teljingini
er at fáa greiði á, hvussu
hvalur ferðast, og hvussu
nógv er til av hvali fyri at
vita um teir tola, at veitt
verður burtur av stovninum.
Teljingin var eitt sam
starv
ímillum
limalond
ini í NAMMCO, sum eru
Grønland, Ísland, Noreg og
Føroyar.
Bjarni
Mikkelsen,
lív
frøðingur, hevur áður fortalt
fyri okkum, at áðrenn úrslitið
verður greinað, verður eisini
bíðað eftir eini hvalateljing,
sum onglendingar skuldu
gera vestanfyri Skotland og
Írland og við Rokkin, fyri
at fáa eitt so haldgott úrslit
sum gjørligt
Sum nakað nýtt varð
eisini ein brummari, eitt
ómannað flogfar, nýttur at
filma bólkar av grind við fyri
at fáa teljingina og neyva
sum gjørligt.
Meiri pengar
Ólavur Sjúrðarberg, sum er
formaður í Grindamannafel
agnum, heldur, at myndug
leikarnir skulu leggja stóran
dent á at granska grind og
grindahval.
Og á aðalfundinum leyg
ardagin heitti hann á lands
ins myndugleikar um at játta
pening, so at tað bar til at
granska grind og grindahval.
Formaðurin
í
Grinda
mannafelagnum vísir á, at á
Náttúrugripasavninum eru
tey altíð til reiðar at merkja
eina grind, fáa tey høvi til
tað.
Í fjør var ein lítil grind
merkt í Fuglafirði, og tað
næstu tíðina vit fingu høvi
at fylgja við, hvussu hon
ferðaðist.
- Merkingin gevur okkum
upplýsingar
um,
hvussu
grind ferðast og annað. Men
harafturat
verður
eisini
ymsar vísindaligar gransk
ingar gjørdar, og tað kemur
okkum aftur til góðar seinni,
tí so fáa vit lagt okkara
arbeiði í samband við grind,
enn betur til rættis, sigur
Ólavur Sjúrðarberg.
Tað størsta tiltakið í fjør
var tann umfatandi hvala
teljingin, sum fleiri lond um
okkara leiðir, stóðu saman
um, sigur hann.
TAÐ SÆR GOTT ÚT
Gransking í sambandi við grind, kemur okkum aftur til góðar seinni
Gransking kemur okkum til góðar aftur seinni, sigur
Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum
– Tað er bara at koyra á, heldur Signar Petersen
Hesin skal fylla skógvarnar hjá Jústines Einmælt
afturvaldur
Halla hevur
ikki skift flokk