Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 10 Sosialurin Árni Gregersen Allur heimurin liggur opin fyri Før­ oyum. Tað einasta vit eiga at gera nú, er at taka møguleikan. Hetta ger seg galdandi, tá ið tað snýr seg um at selja føroyskan fisk, men eisini tá ið tað ræður um vitan og tøkni, har vit eru væl við. Harafturat eiga vit at senda okkara ungu runt á lærdu háskúlarnar aðra­staðni enn í Danmark. Jóhan Mortensen, íverksetari, ráðgevi og lobbyistur, er sann­ førdur um, at møguleikarnir hjá før­oyska samfelagnum ongantíð hava verið størri enn júst nú. – Vit kunnu staðfesta, at uppá sera stutta tíð er Russland vorðin okkara størsti og kanska besti mark­naður. Hetta vísir, at heimurin er í einari broyting, sum vit eiga at gera okkum dælt av. Jóhan Mortensen sigur, at før­ oyingar í fjør seldu fyri 1,8 mill­ jardir av fiski og fiskavørum til Russ­lands. Risastóra landið, sum vit hava havt samband við gjøgnum nógv ár, vísir seg aftur at verða blivin ein viðspælari hjá føroysku vinnuni. – Fyrst og fremst er hetta før­ oysku útflytarunum fyri at takka, at hetta er komið í lag, men vit eiga ikki at síggja burturfrá ferðini, sum táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesne, gjørdi til Russlands. Hann sá møguleikarnar og megnaði at lata nakrar hurðar upp, sigur Jóhan Mortensen. Annað samstarv At føroyingar samstarva við Russ­ land er als ikki nakað nýtt. Vit seldu saltsild hagar í fimti- og sekstiárunum í stórum nøgdum. Vit hava býtt um fiskikvotur í nógv ár og russisk skip hava brúkt Føroyar sum stað at gera um­væl­ ingar og annað í mong ár. – Eg haldi bara, at vit eiga at menna okkara samstarv við russ­ ararnar, soleiðis at tað eisini fevnir um mentan. Tað eigur at hava áhuga hjá báðum pørtum. Eg haldi eisini, at føroyska Fróðskaparsetrið eigur at finna fram til samstarv við lærdar háskúlar í Russlandi, tí eg ivist ikki í, at teir háskúlarnir hava nógv at geva okkum, sigur hann. Hann heldur, at føroyski siðurin við at lata russiskum sjómonnum, sum eru á okkara leiðum um jól­ tíðir, jólapakkar, hevur havt eina sera positiva ávirkan á sambandini millum bæði londini. Bjóða gass Jóhan Mortensen var nógv uppií, tá ið oljufeløgini leitaðu eftir olju á føroyska landgrunninum. Tíverri vísti tað seg at vera tor­ ført at finna nakra olju, so júst nú er ongin áhugi fyri at sleppa at leita eftir olju á føroyska land­ grunninum. Hann heldur, at vit eiga at duga at hyggja eftir øðrum møguleikum enn bert teimum, sum vístu seg, tá ið oljuleitingin var uppá tað mesta – Vit vita, at her er nógv gass í okkara undirgrund, so hví ikki bjóða Gasprom, sum er heimsins størsta gassfelag, higar at leita ella útvinna gass. Tað er avgjørt ein møguleiki, sum vit eiga at royna, sigur hann. Hann nevnir eisini russiska køk­ in. Meðan norðurlond hava arbeitt nógv í seinastuni á kulinariska øki­num við nýggja norðurlendska mat­inum, so hendir tað sama í Moskva. Nýggja matmentanin blómar í býnum. – So hví ikki lata KOKS lata upp eina tíð í Moskva, sum tey júst hava gjørt í Keypmannahavn. Tað hevði verið upplagt og hevði aftur sett Føroyar á heimskortið, sigur hann. Umframt at menna samstarvið við Russland, so metir Jóhan Mort­ ensen, at væl ber til at selja okkara vørur til fyrrverandi sovjettisku republikkirnar, sum liggja kring Russland. Azzerbajan, Usbekistan, Samar­ kand og Tukmeninstan kunnu nevn­ast. Hetta eru lond, sum eru vælskipað og sum eisini eru før fyri at gjalda fyri tær vørur, sum vit hava at selja. Norðmenn hava fingið eyga á hesi londini og arbeiða fyri at sleppa inn á hesar marknaðir. Møguleikarnir hjá føroyingum eru størri nú enn nakrantíð fyrr MELDURIN Jóhan Mortensen FØROYAR EIGA AT SÍGGJA ALLAN HEIMIN SUM EINA AVBJÓÐING Gasprom hevði kanska havt hug at nýtt tað gass, sum er í føroysku í føroysku undirgrundini Russisk skip eru gjøgnum mong ár komin til Føroyar at fáa umvælingard gjørdar Laksur er vorðin ein góð og dýr vøra, sum verður seld um allan heim