týsdagur 22. mars 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
Sosialurin
MELDURIN
Amerikanski marknaðurin
Íverksetarin og hugskotsmaðurin
Jóhan Mortensen vendir tó ikki
bert eyguni eystureftir, men hygg
ur eisini vestur um hav, har før
oyingar av nýggjum hava fingið
møguleikar at selja fisk og alivørur.
– Vit seldu nógv handanvegin,
tá ið Fiskasølan var í hæddini og
nú vísir tað seg, at USA aftur keypir
nógv úr Føroyum. Tað eiga vit at
útnytta og brúka til onnur viður
skiftir eisini, heldur hann.
Føroyskur laksur gongur sum
heitt breyð í USA, men vit eiga í
aðrar mátar eisini at styrkja okkara
viðurskiftir við landið.
Amerikansku sendimennirnir í
Keypmannahavn hava mongu sein
astu árini víst Føroyum áhuga og
alt bendir á, at sendiharrin í keyp
mannahavn enn einaferð kemur
til Føroyar, áðrenn hann verður
kallaður heim aftur, nú forsetin fer
at leggja frá sær.
– Sendiharrarnir í Keypmanna
havn hava beinleiðis samband
til amerikanska forsetan, so teir
kunnu ávirka viðurskiftini millum
Føroyar og USA. Tað eiga vit at
gera okkum dælt av, heldur Jóhan
Mortensen.
Ísland og Grønland hava góð
samband við USA. Úr Íslandi er
fleiri ferðir um dagin flogsamband
við amerikanska meginlandið.
– Vit eiga, at brúka teir møgu
leikar, sum vit hava fingið gjøgnum
handilsliga sambandið og til dømis
lata upp, so okkara ungdómur
sleppur á inn lærdu skúlarnar í
USA. Tað hevði tilført føroyska
samfelagnum nógv – millum annað
ein størri og víðari sjónarring, held
ur Jóhan Mortensen.
Hann leggur afturat, at vit
eisini eiga at duga teir stóru møgu
leikarnar, sum eru í arabiska heim
inum.
– Verðin er ikki so stór longur.
Tað ber væl tila t røkka øllum
marknaðnum. Legg til merkis, at
longu nú selja vit nógvan laks í
Kina, sigur hann.
Evropa
Gjøgnum nógv ár hava føroyingar
útflutt nógv av fiski og fiskavørum
til Evropa.
Størsta forðingin í dag sigst
vera, at ikki ber til at selja fiska
vørur, sum eru viðgjørdar og klárar
til brúkaran á evropeiska marknað
inum.
– Hetta er sjálvandi ein trupul
leiki júst á hesum amrknaðinum,
men vit eiga alla tíðina at hava í
huga, at heimurin er meira enn
Evropa og ES. Tað er spurningurin
um at duga at síggja møguleikarnar
og síggja hvussu stórur heims
marknaðurin annars er, sigur Jó
han Mortensen.
Hann er ein av teimum, sum
heldur, at tað helst verður soleiðis,
at Stóra Bretland fer úr ES.
Hetta fer ikki at gera nakað
serligt fyri okkum á ES markn
aðinum, en tað fer at gera, at vit
eiga at gera okkum klár til bretska
marknaðin, sum skal hava mat og
matvørur.
Í hansara hugaheimi hevði tað
eisini verið skilagott at skapt ein
felagsskap, sum umfatar Føroyar,
Hebridurnar, Orknoyggjarnar, Het
land, Ísland og Grønland.
– Hetta hevði givið okkum eina
ómetaliga styrki á okkara leiðum.
Fyrst og fremst tívit tá høvdu
sitið á einum so stórum parti av
tilfeinginum í havinum, sum allir
marknaðir rópa eftir, sigur hann.
Hann sigur, at tað fyrst og
fremst hjá føroyingum ræður um
at síggja møguleikarnar heldur enn
forðingarnar.
– Vit liggja væl fyri og vit sita
á einari rúgvu av matvørum, sum
heimurin vil hvava. Tað er ein
ómetaliga góð støða, sum vit eiga
at duga at fáa meira burturúr, sigur
hann.
Flóttafólk og fólkaflyting
Stórar broytingar henda í heimin
um í dag.
Síðani
seinna
heimsbardaga
hava ikki verið so stórar fólkaflyt
ingar og vit hava ikki sæð ein so
stóran streym av flóttafólki fyrr.
Ófriður og kríggj er sjálvandi
ein partur av at flóttafólk leita til
Evropa, men okkurt er sum bendir
á, at talan ikki bert er um flóttafólk.
– Eg haldi vit heldur kunnu siga,
at vit uppliva eina fólkaflyting,
sum vit ikki fyrr hava sæð. Fólk
flyta ikki bert undan ófriði og
kríggi, men tey flyta undan teimum
veðurlagsbroytingum, sum raka
ómetaliga hart summastaðni.
– Vit skulu nokk ikki rokna
við, at hesi fólk flyta aftur, hað
ani tey eru komin, í bræði. Veður
lagsbroytingarnar
hava
longu
rakt ómetaliga hart mangastaðni
við turki og vatnflóðum, so hesi
fólkini fara ikki heimaftur, tí har
er óliviligt í dag, sigur Jóhan Mort
ensen.
Hann heldur, at vit eins væl
kunnu síggja, at hetta er ein fólka
flyting, sum broytir heimin í stóran
mun.
– Tí haldi eg eisini, at vit áttu at
latið nøkur flóttafólk komið higar.
Talan kann vera um kristin fólk,
sum eisini eru millum teirra, sum
flyta – ella kanska franskar jødar.
Tað er heilt vist, at slík fólk høvdu
givið føroyska samfelagnum nakað,
sigur hann.
Tøknin
Føroyar hava allar fortreytir fyri at
klára seg í altjóða kapping.
Vit hava eftirhondini nógv út
búgvin fólk og millum teirra eru
eisini fleiri, sum hava hug at ganga
nýggjar leiðir.
Tøkniliga eru Føroyar eisini
frammarlaga og okkara samskiftis
viðurskifti eru vorðin ómetaliga
góð.
Hann sigur, at meta vit okkum
saman við viðurskiftini í Stóra
Bretlandi, so er tað eisini ómetaliga
bíligt at samskifta.
– Faktisk er tað soleiðis, at vit
eru millum tey allar fremstu tá
ið tað snýr seg um breiðband og
mobilt breiðband. Tað er ongin
forðing fyri menningini í Føroyum,
sigur Jóhan Mortensen.
– Megna vit so at lækka ferða
seðlar eitt sindur afturat og gera
tað so, at teir ikki skulu bíleggjast
60 dagar frammanundan, so hava
vit allar møguleikar. Serliga hetta
seiansta hevði latið upp fyri ein
ari ómetaliga stórari menning í
føroyska
vinnulívinum,
heldur
Jóhan Mortensen, íverksetari, hug
skotsmaður og lobbyistur.
Jóhan Mortensen arbeiðir í
stóran mun, sum lobbyistur fyri
fleiri føroyskar fyritøkur
Vit liggja
væl fyri og
vit sita á
einari rúgvu
av matvørum,
sum heimurin
vil hava. Tað er
ein ómetaliga
góð støða,
sum vit eiga
at duga at fáa
meira burturúr