Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársaðalfundur 2016 Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin mikudagin hin 30. mars 2016 kl. 17.00 á Hotel Føroyum í Tórshavn. Viðv. punkti 5 Nevndin mælir til afturval av Januar, løggilt grannskoðanarvirki P/F, og afturval av PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret Revisionspartnerselskab, sum uttanhýsis grannskoðarar bankans. Viðv. punkti 6 a Sambært § 4, stk. 1 í bekendtgørelse for Færøerne om lønpolitik og oplysningsforpligtelser om aflønning i finansielle virksomheder samt finansielle holdingvirksomheder (bekendtgørelse nr. 901 fra 13. juli 2015) skal nevndin áseta ein samsýningarpolitikk galdandi fyri nevnd og stjórn bankans umframt onnur starvsfólk, hvørs starvsøki verður mett at hava týðandi ávirkan á váðaprofil bankans. Nevndin hevur í 2015 viðgjørt samsýningarpolitikk bankans við tí í hyggju at fremja tillagingar samsvarandi viðkomandi lóggávu og viðurskiftum bankans. Dagførdi samsýningarpolitikkur bankans verður samsvarandi § 77 d, stk. 1 í lóg um fíggjarligt virksemi lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. Viðv. punkti 6 b Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin, sambært § 198 í vinnufelagslógini, heimilar nevnd bankans til í tíðarskeiðnum fram til 30. mars 2019, í einum ella fleiri umførum, at keypa egin partabrøv fyri eitt áljóðandi virði á upp til kr. 20.000.000. Keypsprísurin má ikki víkja meira enn 10 % frá tí í útveganarløtuni skrásetta keypskursinum fyri partabrøv bankans á Nasdaq Copenhagen. Viðv. punkti 7 a Samsýningarnevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans verður óbroytt galdandi fyri 2016. Samsýningarnevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur, at samsýningin til nevndarlimir bankans verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki bankans frá mars 2016 við støði í hesum satsum: Grundsamsýning: 200.000 kr. Nevndarformaður: 3 x grundsamsýning Næstformaður: 2 x grundsamsýning Aðrir nevndarlimir 1 x grundsamsýning Viðv. punkti 8 a Fíggingargrunnurin frá 1992 skjýtur upp, at vikið verður frá kravinum um viðtøkuføri sambært grein 9.2. í viðtøkum bankans, í sambandi við at ársaðalfundurin viðger uppskot nevndarinnar 8b og 8c. Viðv. punkti 8 b Nevndin skjýtur upp at skifta út verandi áseting í grein 12.1. í viðtøkum bankans við hesa: „Bankin verður bundin við undirskrift av samlaðu nevndini, av nevndarformanninum og næstformanninum í felag, ella av nevndarformanninum ella næstformanninum saman við einum stjóra ella einum nevndarlimi.“ Viðv. punkti 8 c Nevndin skjýtur upp at skifta út verandi áseting í grein 12.2. í viðtøkum bankans við hesa: „Nevndin kann veita umboðsfulltrú og serfulltrú.“ Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni verður settur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er mikudagin hin 23. mars 2016. Fundarskrá: 1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári 2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðingin fyri 2015 3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi fyri 2015 4. Val av nevnd a. Nevndin mælir til val av fýra aðalfundarvaldum nevndarlimum b. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara / grannskoðarum 6. Uppskot frá nevndini a. Samsýningarpolitikkur b. Keyp av egnum partabrøvum 7. Uppskot frá Samsýningarnevndini a. Nevndarsamsýningar fyri 2016 8. Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 og nevndini a. Uppskot um fráfall av quorum-kravinum sambært grein 9.2. í viðtøkum bankans b. Uppskot til broyting av grein 12.1. í viðtøkum bankans c. Uppskot til broyting av grein 12.2. í viðtøkum bankans 9. Ymiskt Viðv. punkti 1: Nevndin greiðir frá virksemi bankans í undanfarna ári. Viðv. punkti 2 og 3 Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum sambært ársfrágreiðingini fyri 2015. Nevndin skjýtur eisini upp, at útgoldnar verða í alt kr. 20.000.000 í vinningsbýti, svarandi til kr. 2 fyri partabrævið á kr. 20. Viðv. punkti 4 a Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina nevnd við 4-6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund. Á innkallingardegnum til ársaðalfundin eru 4 valevni uppstillað til nevnd bankans. Viðv. punkti 4 b Stine Bosse, Rúni Vang Poulsen, Jógvan Jespersen og Súsanna Poulsen hava boðað frá, at tey taka við afturvali til nevnd bankans. Nevndin mælir til afturval av Stine Bosse, Rúna Vang Poulsen, Jógvani Jespersen og Súsonnu Poulsen. Viðvíkjandi fleiri upplýsingum um valevnisuppskot nevndarinnar, undir hesum førleikar og onnur leiðslustørv, verður víst til heimasíðu bankans www.banknordik.fo