týsdagur 22. mars 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
20
Sosialurin
Ferðast
Bjóða ferðir
longri út í verð
Nú verður lættari enn nakrantíð áður hjá føroyingum at pakka taskuna og seta kós
móti nøkrum av teimum meira eksotisku støðunum kring heimin
F
erðaskrivstovan GreenGate Incoming
fer nevniliga nú undir at selja ferðir til
Kuba, Suðurafrika og Kilimanjaro.
– Vit hava eina fatan av, at føroyingar eru
farnir at ferðast til støð longur burtur, og
tá er tað spennandi sum ferðaskrivstova at
kunna bjóða okkurt annað enn tey vanligu
ferðamálini í Miðjarðarhavinum. Her er
møguleikin at sleppa longri út í verð, siga
Fríðun Jacobsen, dagligur leiðari, og Marni
Hjallnafoss, marknaðarleiðari, í GreenGate
Incoming.
Tey bæði dylja ikki fyri, at tað kanska
serliga er Kuba, ið nógvir føroyingar kundu
hugsa sær at vitja.
– Hesar ferðirnar eru til støð, ið man
hoyrir nógv um. Serliga Kuba er nógv
frammi, nú amerikanski forsetin, Barack
Obama, hevur verið á vitjan. Hetta er kanska
eisini seinasti møguleikin hjá føroyingum at
uppliva tað gamla Kuba, áðrenn tað verður
broytt nú samhandil aftur er millum Kuba
og USA.
Sum navnið leggur upp til, so er GreenGate
Incoming ein ferðaskrivstova, ið vanliga
tekur sær av søluni av ferðum til Føroyar.
– Tað er rætt, at tað vanliga er incoming,
tað vil siga, at fáa ferðafólk til Føroya, ið er
tað, ið vit gera mest burturúr, men vit hava
altíð havt eitt sindur av outcoming, tað vil
siga at selja ferðir til føroysk ferðafólk út í
heim. Vit hava millum annað selt leigutúrar
til fótbóltsdystir í Onglandi og aðrar serliga
pakkatúrar, siga tey bæði.
Fríðun Jacobsen og Marni Hjallnafoss
meta tó ikki, at GreenGate Incoming við
hesum ferð beinleiðis í kapping við hinar
ferðaskrivstovurnar í Føroyum, tí vøran, ið
tey bjóða, skilur seg frá restini.
–
Vit
leggja
okkum
meira
eftir
nissjuferðum, har vit bjóða føroyingum
serligar ferðir, meðan vit lata charterferðir
til aðrar ferðaskrivstovur.
Nýggju túrarnir verða gjørdir í samstarv
við eina norska ferðaskrivstovu, ið skipar
fyri fleiri slíkum ferðum hvørt ár.
–
Vit
hava
nógv
samband
við
ferðaskrivstovur í øðrum londum, ið vit
selja ferðir til. Av og á hava tey so eisini
nøkur tilboð til okkara, og hesir túrarnir
eru gjørdir í samstarv við ein av okkara
samstarvsfelagum í Norra, ið skipar fyri fleiri
slíkum túrum um árið, siga Fríðun Jacobsen
og Marni Hjallnafoss.
Pláss verður fyri umleið 20-30 fólkum
á hvørjum túri, og ferðaleiðari á túrunum
verður norska Marit Larsen, ið hevur drúgvar
royndir sum ferðaleiðari til hesi støð.
Skipað verður eisini fyri einum tiltaki á
Hafnia 31. mars, har meira kunning fæst um
túrarnar.
Á GreenGate Incoming lova tey, at um
undirtøkan er stór, so verða fleiri slíkir túrar
í framtíðini.
– Hetta er bara byrjanin. Um tað er stór
undirtøka fyri hesum, so halda vit fram og
víðka um tilboðið. Fyri fyrst ynskja vit tó at
lodda dýpið, og vita um tað er undirtøka fyri
slíkum ferðum millum føroyingar.