týsdagur 22. mars 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Keypa tollfrítt á netinum
Síðani seinasta summar hevur Vága Floghavn bjóða ferðafólki, sum ferðast um flogvøllin í Vágum,
møguleikan at bíleggja sær tollfríar vørur á netinum og so bara heinta vøruna, tá ið tú kemur í Vágar.
K
eyp tollfrítt á netinum og spar
tíð. Hetta er eitt tilboð hjá Vága
Floghavn
til
tey
túsundtals
ferðafólk, sum ferðast umvegis flogvøllin
í Vágum.
Í seinasta lagi klokkan 13 dagin fyri, at
tú skalt ferðast um Vága Floghavn, fert tú
inn á netið og bíleggur tær tollfríu vørur,
ið tú ætlar at keypa, og so standa vørurnar
klárar at heinta og gjalda fyri, tá ið tú
kemur í Vágar.
Fleiri og fleiri velja hesa loysn
Jonny Muller er dagligur leiðari í Duty Free
handlinum í Vága Floghavn, og hon sigur,
at tænastan við at keypa tollfríar vørur á
netinum fær alsamt størri undirtøku.
– Vit byrjaðu við hesi tænastu seint
síðsta summar, og tað er einki at ivast í,
at hetta er nakað, sum fær størri og størri
undirtøku millum tey ferðandi, sigur Jonny
Muller.
Hon greiðir frá, at serliga til jóla vóru
tað rættiliga nógv ferðafólk, sum gjørdu
sær dælt av tænastuni hjá flogvøllinum í
Vágum.
Enn eru tó nøkur viðurskifti, sum kunnu
gerast enn betri í sambandi við nethandilin
hjá Duty Free sambært leiðaranum í
handlinum.
– Tað ber tíverri ikki til enn at keypa við
MasterCard í nethandlinum hjá okkum,
og tað er ógvuliga harmiligt, tí tað eru
rættiliga nógvir føroyingar, sum brúka
MasterCard. Men hetta er nakað, sum vit
arbeiða við í løtuni, og vit vóna, at tað ikki
gongur ov long tíð, so ber eisini til at keypa
við MasterCard í nethandlinum hjá okkum,
sigur Jonny Muller.
Serliga føroyingar keypa online
Síðani tey í Vágum byrjaðu nethandilin hjá
Duty Free seinasta summar, hava tey lagt
til merkis, at tað serliga eru føroyingar, sum
gera sær dælt av hesum møguleika.
– Tað er heilt sikkurt føroyingar, ið
fyrst og fremst brúka hendan møguleika.
Og tænastan verður brúkt til at keypa
allar møguligar vørur, bæði sjokulátu,
drekkivørur, luktilsi, smyrsl og annað. Men
tað verður ikki brúkt so nógv til at keypa
gávulutr. Tað velja fólk flest at keypa,
meðan tey eru í sjálvum handlinum, greiðir
Jonny Muller frá.
Sparir nógva tíð
Tað er einki at ivast í, at hjá teimum, sum
ferðast nógv og kanska hava skund, er nógv
tíð at spara við at bíleggja tollfríu vørurnar
á netinum. Tað er bara at fara yvir til
serligan kassa í tollfría handlinum at heinta
vøruna og so takka fyri seg.
– Vit vita um fólk, sum hava gjørt eina
roynd og tikið tíð fyri at síggja, hvussu long
tíð gongur, frá tí tú kemur inn í tollfría
økið, heintar vørurna, til tú stendur uttan
fyri terminalin og hevur vøruna í hondini,
og tað vísir seg, at hetta kann gerast uppá
góðar tveir minuttir, sigur Jonny Muller.
Hjá teimum, sum hava áhuga fyri at
royna tænastuna hjá tollfría handlinum
í Vága Floghavn, ber til at fara inn á
heimasíðuna hjá tollfría handlinum hjá
Vága Floghavn, www.dutyfree.fo. Har sæst
eisini alt vøruúrvalið, ið man kann keypa
burturúr.
19
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
Sosialurin
Ferðast