Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 18 Sosialurin Ferðast Flogvallarkoyringin í støðugum vøkstri Seinnu árini hevur tað vundið meiri og meiri uppá seg, at fólk, ið skulu út at ferðast, gera sær dælt av tænastuni, sum hýruvognsstøðirnar hava við at koyra fólk til og frá flogvøllinum S íðani Vágatunnilin kom fyri gott og væl 13 árum síðani, er tað blivið munandi lættari at koma til og frá flogvøllinum í mun til restina av landinum. Og eftir at fast samband kom vestur í Vágar, hava hýruvognar kring alt landið sett eina tænastu á stovn, sum í stuttum gongur út uppá, at fólk verða heintað, har tey ynskja, og koyrd á flogvøllin ella umvent. Bæði føroyingar og útlendingar Í gomlum døgum var vanligt, at fólk brúktu bussurnar, sonevndu flogrutuna, í sambandi við koyring til og frá flogvøllinum, men undir­tøkan fyri flogvallarkoyringini hjá hýru­vogn­unum stendur í støðgum vøkstri. Tær báðar stóru bilstøðirnar í høvuðsstað­ num, Bil og Auto, hava bíleggingar í sambandi við hvørja einastu fráferð og komu í Vágum, og sum oftast eru tað fleiri bilar, ið verða sendir avstað. Talan er um eina ógvuliga ómakaleysa tæn­astu, tí skalt tú til dømis við morgun­ flúgvaranum, so kanst tú blíva heintaður á privata bústaðinum og koyrdur beinleiðis á flogvøllin. Tað kostar 200 krónur bæði hjá Bil og Auto, og hóast tað kanska ljóðar nakað dýrt hjá summum, so er talan ikki um eina stóra upphædd. Tí velur tú ístaðin at taka hýruvogn oman á farstøðina til flogvallarbussin, so verður samlaði kostnaðurin fyri hýruvogn og buss á leið tað sama, og tað er væl skjótari og nógv meiri ómakaleyst at taka ein hýruvogn beinleiðis á flogvøllin. Skipanin virkar á tann hátt, at hvør bilur í mesta lagi tekur trý ferðafólk við sær, og plássini verða seld eitt og eitt. So um eini hjún til dømis bíleggja sær pláss, so verður triðja plássið selt til ein triðja persón. Til ber at bíleggja sær pláss bæði við at ringja til bilstøðirnar ella við at senda teldu­ post. Mæla til at hava tvey gjaldskort við á ferðini Føroysku peningastovnarnir mæla føroyingum, sum fara út at ferðast, altíð at hava meiri enn eitt gjaldskort við sær. Á tann hátt kann man kenna seg tryggari, um nú annað kortið skuldi blivið burtur ella gjørdist óvirkið á ferðini. P eningastovnarnir siga, at tað er altíð eitt gott hugskot, at fólk lesa ymisku ásetingarnar, ið eru galdandi fyri ymsu gjaldskortini, áðrenn tey leita sær av landinum at ferðast. Kortini kunnu nevnliga til dømis hava eitt nýtsluhámark, gjald kann verða tikið fyri úttøku av peningini og so framvegis. Harumframt eru tað summi kort, sum umframt at vera vanlig gjaldskort, eisini hava ferðatrygging íroknað. Hámark á nýtsluni Eitt annað, sum er við flestu gjaldskortum, er at tey av trygdaávum hava nøkur nýtslu­ hámørk. Eitt nú hava Visa/Dankort eitt nýtsluhámark á 25.000 krónur fyri hvørjar 30 dagar. Um nýtslan fer hægri enn tað, verur kortið sperrað. Harumframt skal man minnast til, at tá ið tú brúkar gjaldskortið hjá tær uttanlands til at taka reiðan pening út í eini sjálvtøku, so rindar tú eitt lítið gjald fyri hesa tænastu. Tí mæla peningastovnarnir til, at man í mest møguligan mun til dømis á eini mat­ stovu rindar við gjaldskorti heldur enn við reiðum peningi. Tí tú rindar ikki nakað ómaks­gjald fyri at gjalda við kortinum. Hava kortini atskild Tað er somuleiðis eitt gott hugskot, at tú ikki goymir gjaldskortini á sama stað, og somuleiðis verður harðliga mælt til, at man ikki goymir pinkotuna hjá sær saman við kortinum. Um so er, at man er óheppin og missir kortið burtur, so er bara eitt at gera, og tað er at seta seg í samband við peningastovnin hjá sær og sperra kortið.