týsdagur 22. mars 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
9.–17. apríl
Norðurlandahúsið
BARNA
SKRÁ
LEYGARDAGUR 9. APRÍL
Kl. 10.30 Setan. Børn úr Tórshavnar Musikkskúla framføra
Kl. 11.00 Verkstova í tøving fyri 2 ættarlið
Kl. 14.00 Japanese Garden, dansisýning
Kl. 15.00 Verkstova í tøving fyri 2 ættarlið
SUNNUDAGUR 10. APRÍL
Kl. 15.00 Marionettleikurin „Dansa so væl og leingi“
TÝSDAGUR 12. APRÍL
Kl. 19.30 Barnakonsert við Føroya Symfoniorkestri
MIKUDAGUR 13. APRÍL
Kl. 19.30 Frumsýning av fi lminum „Mumiættin í summarfrí“
HÓSDAGUR 14. APRÍL
Kl. 16.00 Filmurin „Mumiættin í summarfrí“
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL
Kl. 12.00 Mammubio
kl. 16.00 Filmurin „Mumiættin í summarfrí“
LEYGARDAGUR 16. APRÍL
Kl. 10.30 Filmurin „Mumiættin í summarfrí“
Kl. 11.00 Verkstova í tøving fyri 2 ættarlið
Kl. 13.30 Filmurin „Mumiættin í summarfrí“
Kl. 15.00 Verkstova í tøving fyri 2 ættarlið
Kl. 15.30 Filmurin „Mumiættin í summarfrí“
SUNNUDAGUR 17. APRÍL
Kl. 15.00 Ævintýraferðin
Edward Fuglø hevur gjørt Skálan til
eina hugnaliga skóg sum børn kunnu
hugna sær, lesa bøkur og eta sín
matpakka.
Marionettframsýning „Hugurin fl ýgur“,
hjá Karavella Marionett-Teatur.
Verkstovur, har børn hava møguleika
at tekna, mála, byggja magnet og lego.
First Lego Leauge verkstovan er opin.
Smakka hevur Mumimatskrá.
Bókadeildin hevur Mumibás.
ALLAR DAGAR
Les meir á
nlh.fo
Vit bæði eru á vitjan mikudag til og við leygardag
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
LABORANTUR Í FARLOYVISSTARV
Á HAVSBRÚN
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu.
Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini
eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á
Glyvrum og hevur felagið uml. 725 fulltíðarstarvsfólk.
Havsbrún er altjóða viðurkent virkið. Tað eru 2
framleiðsludeildir á Havsbrún - Mjøldeildin, ið
framleiðir fiskamjøl og lýsi, og Fóðurdeildin, ið
framleiðir fóður til laks.
Laboranturin skal saman við góðskutoyminum á
Havsbrún tryggja, at kanningar av framleiðsluni
hjá Havsbrún verða framdar á nøktandi hátt.
Arbeiðsøki
Starv títt sum laborantur fevnir um
• Starvsstovuarbeiði – m.a. kemiskar kanningar av
fiski, fiskamjøli og fóðri
• Sýnistøku og fyrireiking av sýnum til kanningar
• Viðlíkahald av starvsstovutólum
• Arbeiði við ymiskum telduforritum
Laboranturin hevur tilvísing til góðskuleiðaran á
Havsbrún og er partur av Góðskudeildini í Bakka-
frost samtakinum, har lívfrøðingur, fiskaheilsu lív-
frøð ingar, framleiðsluverkfrøðingur, góðsku leiðarar
og eftirlitsfólk starvast. Góðskudeildin varðar av
góðsku, umhvørvi og trygd, og sam starvar breitt
tvørtur um deildarmørk í Bakkafrost samtakinum.
Tín vangamynd
Tú hevur útbúgving sum laborantur, laboratoriu-
teknikari ella tilsvarandi. Sum persónur hevur tú
góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða
sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur góð sam skiftis -
evni og ert opin fyri at menna tínar førleikar.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við
stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í
eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava
eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær
góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Talan er um tíðaravmarkað starv við starvssetan
skótast gjørligt og eitt ár fram. Løn og setanartreytir
eru í samráð við leiðsluna.
Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Sannu í
Túni Nielsen, góðskuleiðara á Havsbrún, á tel.
23 52 90 ella við t-brævi til stn@havsbrun.fo.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og við komandi
skjølum verður send til hr@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er týsdagin 5. apríl 2016.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STARVSFÓLK
sansir.fo