Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Tað er at gleðast um, at manglandi trivnaðurin til tann gloymda aldursbólkin 12-18 ár umsíðir er komin upp á politiskt plan. Tað sigur Birgar Johanne­ sen í Havn í sam­bandi við ætlanirnar, sum Tórshavnar býráð legði fram í næstsíðstu viku í sambandi við privatu ætlanina hjá Smyril Line og partaeigarum í Smyril Line um at gera gamla fiskavirkið í Havn, Bacalao, um til eitt virkishús við eitt nú ein 50 metra svimjuhyli. – Trupulleikin er bara, at hesi fólkini hava valt tað skeiva staðið, sigur Birgar Johannesen. Hann vísir á, at hugskotið er ikki nýtt. Hann bar tað sjálvur fram fyri tveimum árum síðani, tá hann fór at skriva um tað á Facebook. – Fyri hálvum øðrum ári síðani bar eg hetta sama fram í grein í Sosialinum, har víst varð ein loftmynd av økinum, har gamli Kommunuskúlin í Tróndargøtu/Tórsgøtu var tikin niður – tó ikki aulan – og bygdur um til ein stóran trivnaðarmiðdepil. Birgar Johannesen sigur, at hann hevði ikki ráð at gera fínar tekningar fyri at sannføra fólk. Hann fekk bara gjørt myndina, sum als ikki vísir tann lidna bygningin, men sum bara vísir, hvussu stórt ein tílíkur depili í veruleikanum kann vera – hann smæðist ikki við at siga, at hann fegin vil hava æruna av hesum góða hugskoti. – Fasilitetirnir vóru júst teir somu, sum verða nevndir hesi ætlanini á Bacalao, sigur Birgar Johannesen. – Tá eg kom við hug­skotin­um varð tað bara tagt burtur. Men eg var vísur í, at uppskotið var so mikið gott, at tað fór at koma fram­ aftur, sigur Birgar Johannesen. – Nú er hugskotið komið fram­aftur og verður sjálv­andi stað­ sett uttan fyri miðbýin og á ringast hugs­andi stað, tá hugsað verður um veðrið, sigur hann. Birgar Johannesen held­ur, at umframt veðrið um vetrarnar ofta er ógvuliga buldra­ sligt har úti, so liggur Skipa­smiðjan skamt frá, og vestari bryggjukantur, fyri ikki at tala um. – Og tað sum verri er, at olju- og bensintangarnir á Viðar­nesi bert standa 50 metrar frá, sigur hann. – Hugsið tykkum 100 tals børn og ungdómar hvønn tann einasta dag í øllum veðri og í øllum hesum suppi­dasinum á vestaru bryggju – við tungari ferðslu hjá Skipasmiðjuni og eldfimari ferðslu frá oljufeløgunum og bert við einum tvísporaðum koyrivegi til taks, vísir Birgar Johannesen á. – Gud viti hvat hesi fólki hugsa fyri sær, heldur hann. – Um hetta verður til veruleika hava tey, sum í býaráðnum sita ikki ánisli av, hvørja dáragerð tey eru í holt við – bara fyr at rætta upp á eina skeiva íløgu hjá býráðnum, sigur Birgar Johannesen, sum heldur, at verkætlanin er kærkomin, men at hon bara ikki kann vera á Vestaru Bryggju. SKEIVT AT GERA TRIVNAÐAR­ DEPIL MILLUM SKIPA­SMIÐJU OG OLJUTANGAR – Tað er púra burturvið at gera trivnaðardepil á Vestaru Bryggju í Havn, heldur Birgar Johannesen, sum eigur hugskotið um stóran trivnaðardepil, sum hann heldur skal gerast í Kommunuskúlanum í Havn Birgar Johannesen, sum fyri tveimum árum síðani kom hugskotinum um trivnaðardepil í miðbýnum í Havn FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 5 BACALAO BYGGJAST UM TIL HÚS FYRI KROPP OG SINN ÁKI BERTHOLDSEN F ara tey gomlu at spáka sær ein túr á Vestaru Bryggju um nøkur ár, er tað ikki vist at tey høvdu kent seg aftur. Bygningurin hevur mestsum staðið tómur í nógv ár, men seinna­ partin í dag, hósdagin, varð ein stór fingin ætlan løgd fram um, hvat hetta velduga húsið upp á 8.000 fermetrar í fimm hæddum, kann brúkast til. Tað er Smyril Line, sum er kom­ in við hugskotinum, sum Selmar Nielsen, arkitektur, síðani hevur teknað. – Nú er so hugskotið handað Tórs havnar Býráði at arbeiða víð­ ari við og Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at tey hava sett hug skotið fram, tí tey halda, at hetta eru hentleikar, sum mangla í kommun uni. Arkitekturin sigur, at leysliga l m eina verkætlan á borgar stjóri ásannar, at hetta eru nógvur pengar. – Hetta er ein stórfingin ætlan, sum vit eru fegin um at hava fingið, og sum vit nú fara at taka upp til politiska viðger. Men hann staðfestir, at skal hetta verða veruleiki, verður neyð­ ugt at privat virki eru við og rinda tí tað kostar tí komm­ un an hevur nógv jørn í eldinum, sum kosta nógvar pengar. Men her skal leggjast afturat, her er ikki talan um Sjóvinnuhúsið, men um bygningin, har gamla Bacalao helt til. Kropp og sinn Aðalendamálið við bygninginum hjá Bacalao er, at tað skal vera eitt hús til kropp og sinn. Har er ætlanin at hava alskyns virksemi, men av tí, at alt verður savn að undir sama taki, verður tað mun­ andi bíligari tilsamans, enn tað hevði verið, skuldi alt verðið gjørt hvør sær. Selmar Nielsen arkitektur sigur, at í veghæddini verður høvuðs inn­ gingd, kaffistova, um klæðingar­ rúm og annað. Á aðru hædd verður tað ein 50 metra langhylur við átta geilum, við áskoðaraplássum, sum fyllir mest. Men har verða eisini heitir pottar, hylur til børn og hylur til pinku børn, hitarúm og annað, sum har til hoyrir. Hetta verður eisini eitt vatnland við einum 20 metra høgari vatn­ skreiði breyt, sum gongur heilt av ovastu hædd í húsunum og niður­ ígjøgnum allar hæddirnar. Í húsinum verður eisini tennis­ vøllur, vøllir til squash, umframt minigolf og golfsimolator. Men har verður eisini ein 25 metra høgur klintriveggur, um­ framt at tað skal bera til at síga uttaná bygninginum og børnini fáa eis ini eitt stórt spæliland upp á 800 fer metrar. Og í ovastu hædd er hug skotið at gera 13 hotelíbúðir. Harumframt verður eisini venj­ ingar miðstøð, eisini til endur venj­ ing, umframt vælverudepil við tí, sum hartil hoyrir. AKI@SOSIALURIN.FO Myndirnar vísa, hvussu bygningurin fer at síggja úr uttan. Á onkrari mynd sæst eitt reytt rør snúgva sær uttan á húsinum. Tað er vatnskreiðibreytin, sum gongur ovast út bygninginum, niður í svimjihylin á aðru hædd. Langhylur, spæliland, venjingarmiðstøð, hotell, tennis, squash og vælverudepil. Tað verður kanska framtíðin hjá gamla, og vælkenda flakavirkinum í Havn MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN Tórshavnar Býráð almannakunngjørdi fyri smáum tveimum vikum síðani eitt annað privat hugskot um ein trivnaðardepil úti á Vestaru Bryggju. Tað heldur Birgar Johannesen ikki vera eitt gott hugskot Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TRIVNAÐARDEPIL